Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2007 21 tíðindi hálva milliard morgun vóru bæði borgar­ stjórin í Tórs­havn­ar Komm­ unu, Heðin Mortensen, og vara­borgarstjórin og for­ maðurin í byggi- og býar­ skipanarnevndini, Jógvan Arge. – Tað er ein kærkomin løta nú arbeiðið verður sett í gongd, segði vara­ borg­arstjórin. Hann tos­ aði um stóra trýstið á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum og segði, at tað ikki er líkt til, at hetta trýst fer at linka komandi árini. – Ætlanin á Argjum pass­ ar sum fótur í hosu við ætlanirnar hjá kommununi, staðfesti Jógvan Arge og segði, at kommunan alla tíð hevur tikið undir við ætlanini. Ja, enntá skunda undir arbeiðið, so tað ikki skal draga út. Jógvan Arge vísti á, at í hesi verkætlan er hædd tikin fyri, at tað einaferð í framtíðini eisini skal lata seg gera, at byggja aftan fyri tey raðhús og teir íbúð­ ar­bygningar, sum nú verða bygdir har. Eisini segði varaborgar­ stjórin, at ein skúli verður bygdur sunnanfyri øki, og at ein barnagarður somuleiðis er í nánd. Selt eftir bíðilistanum Jónsvein Mortensen, stjóri í húsameklarafelagnum Inni, segði, at bústaðirnir verða seldir eftir bíðilistanum hjá kommununi. – So tey, sum standa fremst á listanum kunnu rokna við at fáa eitt skriv frá kommununi fyrsta dagin, segði Jónsvein Mortensen. Talan er um góð 200 rað­ hús og 76 íbúðir, og tað átti at lætt nakað um bústaðar­ trýstið. Kortini dugir stjórin í Inni ikki at siga, um hetta fer at lækka um høgu húsa­ prísirnar í høvuðs­staðnum. Hóast stóra byggiætlanin helst kemur óvart á fleiri, so hevur hon verið í umbúna leingi. Tað eru heili seks ár síðani, at Valbjørn Dalsgarð byrjaði at arbeiða við verkætlanini. Fyri hálv­um triðja ári síðani kom Selmar Nielsen upp í leikin. Í dag byrjar jørðarbeiðið, og um árskiftið 2011/2012 er øll verkætlanin liðug. Valbjørn Dalsgarð og Selmar Nielsen framman fyri modellið av verkætlanini Heðin Mortensen og Valbjørn Dalsgarð taka lógvatak eftir at jørðarbeiðið byrjaði í dag