Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 15 - 22. januar 2007 tíðindi Í skýmingini leygardagin avbyrgdu trý skalvalop fólkið í Kunoy frá sambandi við umheimin. - Tíbetur var einki fólk á vegnum, tá skalvalopið kom. Men ein krevur at koyra við varsemi, sum ein kunoyingur tók til, tá vit vitjaðu í bygdini fyrrapartin í dag. Skalvalop Snorri Brend snorri@sosialurin.fo myndir: Høgni Thomsen Kunoy: Tað var eitt stórt framstig fyri kunoyingar, tá teir í 1988 fingu samband við umheimin gjøgnum Kun­oy­ar­tun­nil­in. Á fyrsta sinni varð nú koyr­an­di til Klaksvíkar við bi­li eftir Kunoyarvegnum. Og hetta hevur hildið lív í bygd­ini. Hinvegin so hava kun­oy­ ing­ar altíð havt eitt vakið ey­ga við brøttu liðunum í er­va, tá teir eru farnir til ell a úr bygdini. Teir vita, at sama árið sum tunnilin lat upp var eitt rættiliga stórt skalvalop nær­hend­is bygdini. Og fyrra­dag­in hendi tað sama aft­ur. Eingin vil tó siga, at tey óttast at koyra eftir Kun­oy­ ar­veg­n­um. Men sum ein kunoyingur tók til í morg­ un: - Nú fara vit helst at hygg­ ja eitt sindur oftari niðan í líð­ina, - í øll um førum ta fyrs­tu tíðina! Líkindi fyri lopi Tað var í skýmingini sein­ na­part­in leygardagin at fyrs­ ti skalvurin leyp. Og sum skilamenn greiða frá, er líkt til at hini bæði lop­ini eru komin aftaná við stutt­ um mill umbilum. - Tað eru altíð bilar eftir Kun­oy­a­r­veg­n­um. Og so­leið­ is kann ein rokna við, at tey eru komin mestsum ísenn, greið­ir Jaspur frá. At skalvalopini komu henda seinnapartin, er helst ikki komið óvart á tey, ið kenna væl til viðurskiftini mill­um avfall , lýðku og kavafyltar líðir. All an leygardagin var veðr­ið soleiðis, at góður møgu­leiki var fyri at eitt slíkt lop kundi koma á júst hes­um staði, har tað bæði er bratt og har tað kann leggj­ast nógvur kavi. Dagurin byrjaði við reg­ni og vátaslettingi, og har­aftr­ at var hitin nakað væl oman­ fyri frostmarkið. Líkt er tí til, at blot er komið í tann nóg­va kavan í Bratarsgili, og síðani er fyrst eitt, og eft­ir tað tvey lop aftrat farin om­an líðina. Tíbetur var einki fólk á vegnum tá skalalopini ko­mu, men sum skilst á fólki í Kunoy var ein bilur far­in til Klaksvíkar stutt fram­man­undan. Onkur kunoyingar skul­ di við dansifelagnum í Klaksvík til Sumbiar at dan­sa leygarkvøldið. Hesin mát­ti kortini setast aftur, tí ikki slapst av bygdini. Fleiri lop í væntu Hóast keðiligu veð­ur­lík­ind­ ini, vistu nógv fólk ikki av hesum skalvalopinum, fyrr­ enn tey hoyrdu tað verða nevnt í útvarpinum. Seinnapartin leygardagin bru­­tu teir nevniliga eina send­­ing av, og boðaði fólki frá at Kunoyarvegurin var stong­d­ur orsakað av skal­va­ lo­ pi ell a skal­va­lop­um. Í eini áheitan var heitt á fólk um ikki at fara til staðið. Hjá teimum var tað helst so, sum orðatakið sig­ ur: Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Tað var haraftrat vorðið myrkt, og ill a bar til hjá stað­kend­um og skilafólki at meta um, hvørt eitt lop mun­ di fara at koma aftrat. Eingin visti at siga, hvus­ su sá út við kava í erva, og tí rád­du teir hjá Landsverki fólki fólki frá at koyra eftir Kun­­oy­­ar­­veg­­num. Vegurin varð stutt sagt stongdur fyri all­ari ferðslu. Teir vóru eisini greiðir um, at fóru teir hinvegin at rud­da ov mikið, so kundi kan­ska vandi verða fyri at að­rar skriður fóru at leypa. Onkrir kunoyingar koyrdu kort­ini niðan ímóti staðnum, har skalvalopið var. Har var kortini einki at síggja í myrkrinum, burtursæð frá ljós­un­um hinumegin lopið - Hyggja automatiskt Eingin visti at siga, hvussu sá út við kava í erva, og tí ráddu teir hjá Landsverki fólki fólki frá at koyra eftir Kunoyarvegnum. Vegurin varð stutt sagt stongdur fyri allari ferðslu. ” Hetta skalvalopið var munandi størri enn tað sum var í februar mánaði 1988 Mynd: Høgni Thomsen