Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2007 23 tíðindi hjá teimum maskinunum sum vóru byrjaðar at rudda eitt sind­ur. Sluppu til bygdina Fólk í Kunoy helt seg bert inn­an­vegg­ja í hesum ván­a­li­ gu líkindunum. - Eg hevði so eingi neyðsynarørindi at gera, og hevði heldur ongar ætlanir um at fara av bygdini. - So eg var bara verandi við hús, sigur Jaspur, sum fyrrapartin í dag var farin at geva seyðinum. Tað vísti seg kortini, at m.a. onkur kvinna úr bygd­ ini var stødd í Klaksvík og mátti sleppa aftur til húsa og til børn síni um kvøld­ið. Hesi vóru millum tey fáu, sum sluppu at koyra eft­ir Kunoyarvegnum hetta kvøld­ið. Í roynd og veru vóru kun­ oy­ing­ar innibyrgdir alla he­sa náttina. Ikki fyrrenn eft­ir middag sunnudagin var koyrandi aftur sum van­ ligt. Hyggja niðan í líðina Kun­oyingar eru tó vitandi um, at um veturin kemur tað meiri enn so fyri at grót ríð­ur oman á vegin - og skal­va­lop! Onkutíð eisini rættiliga stór skalvalop verið á Kun­ oy­ar­veg­num. Jaspur Kruse greiðir frá, at í 1988 - tað er: nak­að áðrenn hann sjálvur flut­ti til bygdina - var eitt rætt­il­ iga stórt skalvalop á Kun­oy­ ar­vegn­um. - Eg havi hoyrt menn to­sa um, at hetta var tættari bygd­ ini enn hetta seinasta skal­va­ lop­ið, og var haraftrat nógv størri, sigur hann. Hvørki við hetta skal­va­ lop­ið sum var 18. februar í 1988, ella hetta seinasta 20. jan­uar 2007, hoyrdist nakað til skalvalopið. Hevði talan hin­veg­in verið um skriðulop við gróti og eyri høvdu fólk helst hoyrt til tað. Hyggja oftari Teir eru vitandi um skalvalop á sjálvum Kunoyarvegnum, men einki um skalvalop inni í sjálvari bygdini. Hóast høgt fjall - Lítlafjall teir kalla - er beint omanfyri bygd­ina, og bygdin er um­gyrd av brøttum skorum og homrum, hevur tíbetur ein­ki skalvalop verið inn yvir sjálva bygdina. Hóast hesar umstøðurnar er bygdarfólkið ikki bangið fyri at koyra til og frá bygd­ ini. Sum eitt teirra tók til í morg­un: - Noy, eg eri ikki bang­in fyri at koyra til og úr bygd­ ini. Vegurin og tunnilin eru góð at koyra eftir, eingin ivi um tað. - Men sjálvandi, ein hug­ sar altíð um at ein koyrir í brattlendi, sigur hesin kun­ oy­ing­urin. niðan í líðina Nógvur kavi í 1947 Nógv eldri fólk minnast tað tiltikna kavaárið í 1947. Tað gera kunoyingar eisini. Her kom sera nógvur kavi niður, - í roynd og veru so nógvur, at fólk í teimum norðaru býlingunum í Kunoy fluttu suður í bygdina. Fólk óttaðust rætt og slætt fyri at skalvur skuldi leypa úr fjallinum beint omanfyri bygdina. Fluttu tey longur suður í býlingarnar har, var tann vandin av. Tíbetur kom einki skalvalop tá. Aðrir kunoyingar minnast somuleiðis nógvan kava í bygdini, tá teir vóru smádreingir. Kavin var so nógvur, at teir tók skíðirnar fram og skíðaðu oman móti bygdini. Skíðirnar tá í tíðini vóru ikki eins og tær ein fær í dag: Dreingirnir gjørdu sær skíðir úr tunnustavum, og við teimum fóru teir niðan móti norðasta hamarinum í bygdini og skíðaðu hagani allan vegin oman móti skúlanum í bygdini. - Tað vóru dagar!, sum ein teirra tekur til. Ein hugsar altíð um, at ein koyrir í brattlendi, sigur hesin kunoyingurin. ” - Skalvalopini eru helst komin mestsum í einum, sigur kunoyingurin Jaspur Kruse Mynd: Høgni Thomsen Ein kunoyingur var farin at geva seyðinum. Teir skulu eisini hava sítt, hóast tosið manna millum helst er um annað enn seyð í morgun Mynd: Høgni Thomsen Hóast skorar, hamrar og brattlendi eru kring Kunoy, vita menn ikki at siga frá nøkrum skalvalopi inni í sjálvari bygdini Mynd: Høgni Thomsen