mánadagur 22. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 15 - 22. januar 2007
tíðindi
Sunnudagin varð
Marjun Lómaklett
innsett sum prestur í
Dómkirkjuni
FÓLKAKIRKJAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Sunnudagin var hátíðardámur
í Havnar kirkju, tá Bjarni
Bæk, dómpróstur, innsetti
Marjuna Lómaklett úr
Klaksvík sum prest í Suð
urstreymoyar eystara presta
gjaldi.
Marjun Lómaklett hevur
áður verið prestur í danska
býnum Sæby í nøkur ár,
og har fer hon at halda frá
faringarguðstænastu næsta
sunnudag.
Fýra umsóknir komu inn
til prestastarvið í Suður
streymoyar eystara presta
gjaldi, og Marjun Lómaklett
varð innstillað sum nummar
eitt.
Umframt Marjun Lóma
klett og Bjarna Bæk, vóru
Hans Jacob Joensen, bispur,
og Sonja Klein, prestur,
eisini til staðar undir guðs
tænastuni.
3. s. e. trettanda
Dagsins tekstur sigur
frá tveimum lekingum, ið
samstundis beinleiðis og
óbeinleiðis eru tvær trúar
frásagnir.
Eydsæð er, at trúarálitið
er tengt at Jesusi. Bæði hin
spidalski og herhøvdingin
fara til Jesusar og ikki til
onkran annan. Hin spi
dalski hevur uttan iva
havt síni ivamál, áðrenn
hann nærkaðist Jesusi, tí
hann visti jú, at hann ikki
mátti koma nærhendis
frískum menniskjum. Og
herhøvdingin hevur eisini
skulað tikið mót til sín; tí sum
heiðin herhøvdingi var tað
ikki sum at siga tað at leita
sær til Jesusar. Sostatt sýndi
heryvirmaðurin stórt dirvi
og vann á mannaóttanum.
Felags fyri báðar er, at
teir koma fyri at biðja um
hjálp, hóast teir kenna seg
óverdigar í mun til Jesus.
Teir koma, tí teir vóru í
neyð, og tí teir trúðu, at
Jesus kundi hjálpa teimum.
Teir vóru sterkt sannførdir
um, at Jesus kundi hjálpa
teimum, og teir vórðu ikki
vónsviknir.
Spidalskleiki ella líktrá
er navnið á eini ræðuligari
sjúku. Hon er ikki pínufull,
men er fyrst og fremst vanda
mikil, tí evnið til at kenna
pínu hvørvur. Tað er ein
sjúka, har ið ein upplivir
forfall, upploysing og
oyðilegging. Tað er forfall
likamsins, men tað er eisini
upploysing og oyðilegging
av tí menniskjaliga felags
skapinum.
Tað merkir, at hin spidalski
mátti fara frá bygd og familju
síni til tess at liva saman við
øðrum spidølskum. – Tann
spidalski var trúarliga órein
ur. Varð tí útstoyttur úr
templinum, og harvið eisini
hildin frá gudstænastuni. Tí
eitur tað um hin spidalska,
at ikki bert varð hann lektur
fyri sjúkuna, men hann vard
eisini reinsaður. Og tí er tað,
at presturin skal kanna hann
og boða hann reinsadan, so
hann aftur hevur atgongd
til templið og harvið kunna
luttaka í gudstænastuni.
Á tann hátt kann tala
Bíbliunnar um spidalskleika
minna okkum á sjúkdómin
hjá allari tí fallnu mannaætt
ini, - nevniliga syndina – júst
tað, at vit vilja nakað annað
enn tað, ið er vilji Guds. At
vit søkja okkum sjálv og okk
ara egna, og harvið eins og
líktráin útiloka okkum sjálv –
beint tvørturímóti vilja Guds
– frá hansara nærveru.
Men Jesus kom sum
okkara stóri lækni. Hann
kom fyri at lekja okkum,
bæði uttan og innan. Jesus
kann ikki einans lekja likam
liga, men hann kann eisini
taka burtur syndina, sum
skilti okkum frá Gudi og
øðrum menniskjum. - Jesus
kom fyri at geva okkum
fyrigeving Guds. Hann bar
syndir várar og leið í deyðan
fyri okkum.
Hin spidalski var útilok
aður frá gudstænastuni og
menniskjum. Og soleiðis
var tað eisini á ein hátt
hjá tí rómverskja heryvir
manninum, hvørs drongur
var sjúkur. Tí í eygum jød
anna var ein rómverskur
herhøvdingi eisini ein, ið
tú skuldi halda teg frá. Tí
fyri tað fyrsta var hann
heidningur, tvs. ikki jødi,
og tí útihýstur frá kærleika
og vælsignilsi Guds. Har
afturat var hann eitt umboð
fyri tað fíggindaliga her
setingarvaldið. Hóast hetta
tordi herhøvdingin at leita
sær til Jesusar, tí hann ikki
visti, hvat hann annars
skuldi gera. Hann var vísur í,
at Jesus bæði vildi og kundi
lekja mannin, - eisini um
hann var frástaddur!
Jesus hevði stóra virðing
fyri áliti herhøvdingans
til hansara guddómmligu
megi og mátt. Samstundis
undraðist hann yvir, at ein
maður, ið ikki hoyrdi til
Guds útvalda fólk, hevði so
stóra trúgv!
Herhøvdingin
hevði
nógv størri álit á Gud enn
flestu jødar, og tí hevði
hann, hóast hann ikki var
jødi, eitt pláss í ríki Guds.
Ja, í kraft av síni megnar
trúgv á Jesus, kemur hann
at sita til borðs vid teimum
trimum patriarkunum í
Ísrael, Abrahami, Ísaki og
Jákupi. Meðan Guds egna
fólk varpaði seg sjálvan út
í myrkrið fyri uttan vegna
vantrúgv sína.
Her vórðu tingini
veruliga sett á høvdið. Tí
mong av teimum, id trúðu,
at tey vóru sjálvskrivað til
eitt pláss við veitsluborðið í
Himlinum, tey máttu sanna,
at tey vórðu sett uttan fyri
í sortan. Ímeðan tey, ið
Marjun
Lómaklett
innsett
sum
prestur
Bjarni Bæk, dómpróstur,
innsetti Marjun Lómaklett
Prædika eftir Marjuna Lómaklett. Hildin í Havnar kirkju sunnudagin