mánadagur 22. januar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2007
25
tíðindi
uttanfyri stóðu, tí tey ikki
hoyrdu til tað jødiska fólkið,
fingu loyvi til at sita til
háborðs, vegna trúgv teirra
á frelsaran!
Hetta er tann stóri útvikl
ingurin, ið hendir í Nýggja
Testamenti frá tí gomlu sátt
málatíðini, har fólk Guds var
hitt sama, sum tad jødiska
fólkið og so til, at øll ið
trúgva á Jesus, hoyra til
nýggja fólk Guds.
Eftir deyða Jesusar og
uppreisn hansara er hitt
ovurstóra skiftið hent. Nú er
gleðiboðskapur Guds – um
frelsu og ævigt lív - ikki
bert galdandi fyri jødiska
fólkið, men stendur allari
mannaættini í boði – ikki
sum eitt tilboð fyri lækkaðan
prís, men púra ókeypis og
treytaleyst, so ótrúligt tað
enn ljóðar.
Tí sendi Jesus lærusveinar
sínar – og í dag okkum – út
í heimin við teimum kendu
missións- og dópsboðunum:
”Farið tí og gerið øll fólka
sløgini til lærusveinar mínar,
við tað at tit doypa tey til
navns faðirsins og sonarins
og hins heilaga anda, og við
tað at tit læra tey at halda
alt tað, ið eg havi boðið
tykkum. Og sí, eg eri við
tykkum allar dagar alt til
veraldar enda!”
Hin spidalski og her
høvdingin vórðu hjálptir.
– Teir – eins og vit nú fáa
eisini ta hjálp, ið okkum
tørvar – um bert vit geva
okkum far um tað. Og tí
verða dagsins undurverk
og lekifrásøgnir samstundis
tvær trúarfrásagnir.
Jesus lekti hin líktráa,
hann stedgaði forfallinum
og endurskapaði hann. – Hin
spedalski er fyri langari tíð
síðani deyður, men frásøgnin
um hann livir. – Vit liva nú,
og tað er til okkara, ið liva
við forfalli og upploysing
av øðrum slag, at tad verður
sagt: Jesus er samanhangur
lívsins. Kærleiki Guds er
kletturin undir øllum rillandi
lívum.
Tað heilt ótrúliga við frá
søgnini um Jesus er, at hon
snýr seg um, hvussu Gud
sjálvur fer inn í heimin, ið
er í forfalli, og her tosar vid
okkum. Orð Guds hevur
myndugleika og mátt, og
hetta ger, at tað fremur altíð
tað, ið tað sigur og boðar.
Soleiðis er tað veruliga
eisini – lutvíst – við okkara
egnu orðum. Har er vald í
orðum okkum, sum stundum
ræðir okkum. Við orðum
okkara kunnu vit skapa gleði
kring okkum. Vit kunnu
byggja upp felagsskapir,
bjóða hvørjum øðrum inn
um og fjálga. - Og orð okk
ara kunnu eisini seta onnur
uttanfyri, oyðileggja felags
skapir, fremja ótryggleika
og dapurleika í mannasálum.
Tað er tí skylda hjá kristnum
at vanda sær um talu sína.
Tá orð okkara hava so nógv
vald, hvussu nógv meira vald
man ikki Guds orð hava. Tað
gleðiliga er, at orð Guds altíð
er í lívsins tænastu. Orð Guds
fáa ríki Guds fram ímillum
okkum, og ríki Guds er alt,
ið byggir lívið upp. Tað skapar
góðan tokka manna millum
og ger gróðrarlíkindi fyri
kærleika.
Vit liva í einum heimi,
har alt er ótrygt og ferst.
Men Gud livir. Orð hansara
er her. Ja, hóast vit mugu
fara, og heimur okkara fer,
so eru vit kortini elskað av
skaparanum, ið vil lekja
okkum. Tá er hann har við
sínum almáttuga orði og
talar: Statt upp, og gakk inn
til eitt nýtt lív.
Hesum skulu vit trúgva,
eins og herhøvdingin úr
Kapernaum. Trúgv hansara
er einki annað enn eitt
barnsligt álit á, at Jesus kann
hjálpa. Hann veit, at hansara
egnu orð kunnu avrika nógv,
eins og hann sjálvur hevði
roynt við hermonnum sínum
– og hann visti, at Guds
orð, tað er Jesus sjálvur, ið
kundi avrikað alt soleiðis,
ið tað júst hendi fyri hinum
spidalska og fyri honum
sjálvum.
Gleðiboðskapurin er, at við
sama myndugleika talar Jesus
til okkara í dag: Jesus sigur:
”Eg eri vegurin, sannleikin
og lívið!”, Statt upp, og gakk
inn til lívið!” - Jesus Kristus
er samanhangur lívsins og
djúpa meining okkara. Er lív
ið um at hvørva fyri okkum,
so skapar hann eitt nýtt lív.
Hóast vit hava hug at tveita
frá okkum viðhvørt, upp
gevur hann tó aldrin okkum.
Tvørturímóti, hann sigur: ”Eg
eri við tykkum allar dagar alt
til veraldar enda!”
Amen
21. januar 2007
Gleðiboðskapurin er, at við sama
myndugleika talar Jesus til okkara
í dag: Jesus sigur: ”Eg eri vegurin,
sannleikin og lívið!”, Statt upp, og
gakk inn til lívið!” - Jesus Kristus
er samanhangur lívsins og djúpa
meining okkara. Er lívið um at
hvørva fyri okkum, so skapar hann
eitt nýtt lív
”