Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 15 - 22. januar 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo ítróttur – Vit gera eitt hav av feilum og brenna alt ov nógvar upplagdar møguleikar, tí vinna vit ikki dystin í dag. Tróndur Kragesten, Neistin Vit mugu ikki missa leiðsluna Gert Hansen hjá KÍF var ikki heilt nøgdur við javnleikin móti Kyndli leygardagin. – Nei, hatta var bestemt ikki gott nokk. Vit føra við 8 málum seint í fyrra hálvleiki, og tá mugu vit ikki lova teimum innaftur í dystin. Tað sleppa teir tó, og vit fáa tað trupult í seinna hálvleiki, har teir m.a. leggja seg á odda. Móti endanum hava vit tó aftur eina trygga leiðslu, sum vit blaka vekk, so hetta mugu vit gera betri til næsta dyst. Tó skal leggjast afturat, at vit enn tá kundu tapt dystin, so vit skulu kanska gleðast um eina stigið. Eru eftir umstøð­ unum nøgdir Heldur ikki Hjalti Jacob­ sen hjá Kyndli var nøgdur um teirra spæl, men hann fegnaðist tó um, at teir megnaðu at toga seg aftur í dystin. – Vit eru slett ikki nóg klárir, tá vit fara út til dystin, og úrslitið er har eftir. Teir føra við átta málum seint í fyrra hálv­ leiki, og vit skulu vera ótrúliga glaðir fyri, at vit sleppa innaftur í dystin. Vit koma tó væl aftur og leggja okkum á odda, men eg haldi, at vit brúktu so nógvar kreftir at koma aftur í dystin, at vit ikki megnaðu at halda okkara leiðslu. Móti endanum hava vit eisini møguleika at avgerða dystin, men sum heild haldi eg, at vit mugu vera nøgdir við javnleikin. Í fyrra hálvleiki bendi alt á ein tryggan sigur til KÍF, men Kyndil kempaði seg inn aftur í dystin, og í lívligu og undirhaldandi uppgerðini samdust liðini um javnleikin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin var stórt há­tíðarhald í Kollafirði, tá skúlin, læknahúsið og ítrótt­ar­høllin blivu vígd. Sjálvt um KÍF hevur spælt sínar heimadystir í høll­ini í Kollafirði alt hetta kapp­ingar­ ár­ið, so var fyrsti almenni dystur á skránni leygardagin, tá KÍF tók ímóti Kyndli í Atlanic Airways deildini hjá monnum. Undan dystinum lá KÍF á triðja plássið í bestu mans­deildini. Gongdin hjá teimum hevur verið sera góð í endaspælinum, og fyrstu tveir dystirnir endaðu báðir við sigri ímóti ávikavist Neistanum og VÍF. Kyndil lá undan dystinum á einum triðja plássi. KÍF legði hart út KÍF byrjaði dystin sum eitt ódnarveður, og longu eftir tveir minuttir høvdu teir lagt seg á odda 3-0. Kyndil fótaði sær tó beinanvegin. Teir komu uppá javnt, og so fylgdust liðini væl at ta fyrstu løtuna. Men so við og við kom tó gongd á koll­ firðingarnar, sum tóktust ótrú­liga tendraðir í fyrra hálv­leiki. KÍF-verjan koyrdi sera væl, og til tíðir hevði Kyndil stórar trupulleikar við at sleppa ígjøgnum. Um miðjan fyrra hálvleik hevði KÍF vunnið seg trý mál fram um, og nú øktu teir bara um leiðsluna. Næstu 10 minuttir var Kyndil at kalla vekk í dystin­ um, og nú stóð KÍF á øllum. Skjótt og gott álopsspælið, sterkt verjuspæl, og tá fimm minuttir restaðu av fyrra hálvleiki førdi KÍF við heili átta málum, og ein stórsigur lá í luftini. Kanska var tað eisini hetta, sum kollfirðingarnir hugsaðu um, og í øllum førum slapp Kyndil seinastu løtuna undan steðginum at berja seg aftur í dystin. Kyndil vendi dystinum Ivasamt er, hvussu seinni hálvleikur hevði verið, um Kyndil ikki hevði fingið tey síðstu fýra málini í fyrra hálvleiki. Men eftir góða endan uppá fyrra hálvleik sást frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki, at Kyndil ætlaði at spæla sín møguleika. Sjálvt um teir vóru aftan­fyri við fýra málum, so koyrdi teir á frá byrjan av, og ikki gekk long tíð, so stóð á jøvnum millum liðini, og nú vóru tað knappliga kollfirðingarnir, sum hingu við høvdunum. Nú hevði Kynd­il fingið skil á verjuna, og álopsspælið koyrdi, sum tað skuldi, og líkt var til, at Kyndil nú skuldi fara frá KÍF. Um miðjan seinna hálv­ leik hevði Kyndil eisini vunn­ ið seg tvey mál fram við heimaliðnum, men so raknaði KÍF við. Kollfirðingarnir tóku time-out fyri líka at tosa saman um tingini, og hetta eydnaðist væl. Fýra mál á rað koppaðu afturt lívligu uppgerðini á, men hóast KÍF nú fór trý mál framum, so vildi Kyndil ikki gevast. Enntá vunnu teir seg enn einaferð framum, men KÍF fekk seinasta málið í dyst­inum, áðrenn Óla Christi­an Djurhuus við fínari bjarging tryggjaði javnleikin hjá heimaliðnum. KÍF-Kyndil 32-32 (18-14): Drama tá høllin varð vígd Janus Einar Sørensen og Damir Oros høvdu báðir lyklaleiklutir, tá KÍF og Kyndil spældu javnt í fyrsta almenna dystinum í nýggju høllini í Kollafirði Mynd: Álvur Haraldsen KÍF – Kyndil 32-32 (18-14) Málskjúttar: KÍF: Damir Oros 10, Daniel Rapa 9 (3), Gert Hansen 7, Rógvi Weyhe 3, Niklas Reginsson 2, Arnbjørn Hansen 1 Kyndil: Janus E. Sørensen 9 (4), Høgni Klein 6 (1), Rókur Akralíð 5, Ragnar Stakksund 5, Hjalti Jacobsen 3, Hans Áki Dal Christiansen 3, Kenn Zachariasen 1 Brotskøst: KÍF 4, Kyndil 6 Útvísingar: KÍF 8, Kyndil 4 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA