mánadagur 22. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 15 - 22. januar 2007 ]
Fyri triðju ferð í
ár vann StÍF við
einum máli ímóti
Neistanum í Atlantic
Airways deildini.
Sigurin kundi tó
verið enn størri, men
móti endanum var
Neistin líka við at fáa
javnleikin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Gongdin hjá strandingum
hevur verið heilt á leið í
ár. Undan dystinum ímóti
Neistanum lógu teir á øðr
um plássið í Atlantic Air
ways deildini hjá monnum,
og við sigri í dystinum
kundu teir næstan fáa
Neistanum úr stríðnum um
finaluplássið.
Hjá Neistanum hevur
ikki gingið so væl síðstu
dystirnar. Teir fingu eina
flúgvandi byrjan uppá grund
spælið, men so steðgaði
upp. Undan heimadystinum
ímóti strandingum høvdu
teir ikki vunnið í 5 dystir,
og tí var týdningarmikið hjá
teimum bláu at fáa gongd á
aftur spælið. Ein sigur var
eisini mest sum eitt krav,
tí taptu teir dystin, so vóru
heili 6 stig upp til StÍF á 2.
plássi.
Sera góð strandaverja
Liðini byrjaðu við eini
sera høgari leikferð fyrstu
løtuna, og líkt var til, at
hetta kundi gerast ein sera
málríkur dystur. Eftir góðar
5 minuttir høvdu liðini
skotið 8 mál. Hesa løtuna
hevði serliga Neistin nøkur
sera góð álop, har teir
spældu seg ígjøgnum StÍF-
verjuna við nøkrum fínum
álopsopningum.
Spakuliga byrjaðu verj
urnar tó at spæla seg heitar,
og nú vóru tað knappliga
tær, sum settu dagsskránna.
Serliga verjan hjá strand
ingum
gav
Neistanum
stórar trupulleikar, og við
henni á odda megnaði StÍF
at taka leiðsluna um miðjan
fyrra hálvleik. Tá ið Neistin
endiliga megnaði at leika
seg fram við sterku StÍF-
verjuni, so sluppu teir ikki
fram við einum vælleikandi
Marian í málinum.
Sum fyrri hálvleikur leið,
økti StÍF meir um leiðsluna,
og trupulleikarnir hjá Neist
anum gjørdust størri og
størri. Teir sluppu snøgt
sagt ikki ígjøgnum StÍF
verjuna, og tá liðini fóru til
hálvleiks førdi StÍF við 4
málum, og her sást týðiliga,
at okkurt mátti henda hjá
Neistanum, um teir ætlaðu
sær innaftur í dystin.
StÍF misti takið
StÍF byrjaði seinna hálvleik,
júst sum teir endaðu fyrra.
Teir løgdu nevnilga fyri
sum eitt satt ódnarveður,
og fimm minuttir inn í
seinna hálvleik høvdu teir
økt um leiðslun, soleiðis at
munurin nú var heili 7 mál.
Neistin tóktist enn hava allar
møguligar trupulleikar við
verjuni og málverjanum hjá
strandingum, men knappliga
sóu teir veruleikan í eyguni.
Skuldi nakað henda hjá
Neistanum, so mátti tað
vera nú.
Neistin fór so undir eitt
ordans come back. Støðugt
minaðu teir um leiðsluna
hjá strandingum, og nú vóru
rollurnar hjá liðunum vendar
fullkomiliga á høvdið. Nú
fingu neistamenn knappliga
verjuna at rigga, og um
miðjan seinna hálvleik
vóru bert 3 mál á muni á
liðunum.
Neistamenninir vóru tó
sera uppsettir hesa løtuna,
og tað lá líkasum í luftini,
at hesin dysturin ikki var
avgjørdur enn, og tað var
hann heldur ikki.
Seint í dystinum kom
Neistin uppá javnt, og nú
var dysturin púra opin. StÍF
legði seg tó aftur á odda,
og tá ið Neistin fór í tað,
sum líktist seinasta álopið
í dystinum, vísti talvan 25-
24 til StÍF. Neistin spældi
bóltin runt eina løtu, áðren
teir funnu ein púra leysan
Jugoslav á strikuni, men
sum so ofta áður stóð Marian
fyri honum í málinum við
eini stórbjarging, og so
vann StÍF dystin við einum
máli.
Neistin-StÍF 24-25 (10-14)
Málskjúttar:
Neistin: Blagoje Buha 8 (3), Tróndur Kragesten 4, Carl
Herup Olsen 3, Jugoslav Djumic 3, Roar Dalsgarð 2, Birgir
Poulsen 2, Áki Mørk 1, Jákup Apol 1
StÍF: Finnur Hansson 7 (3), Leivur Justinusen 5, Jacob
Jónson 3, Mortan Hansen 3 (1), Borgar Danielsen 2, Andre
Danielsen 2, Bárður Danielsen 2, Jørmund Joensen 1
Brotskøst: Neistin 3, StÍF 7
Útvísingar: Neistin 5, StÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen
FAKTA
Atli Danielsen spældi við Frem
Atli Danielsen hevur seinastu tíðina royndarvant í danska 1.
deildarfelagnum Frem. Atli vandi við liðnum áðrenn jól, og hann
hevur verið aftur í felagnum eftir nýggjár.
Leygardagin spældi Frem venjingardyst ímóti Avarta, og her
slapp Atli veruliga at royna seg. Atli spældi við allan dystin, og
hann slapp at royna seg bæði á miðvøllinum og í miðverjuni. Atli
fekk einasta gula kortið í dystinum.
Frem vann dystin 3-0, og heimasíðan hjá Frem skrivar, at Frem
var tað betra liðið allatíðina.
– Vit gera
eitt hav av
feilum
Tróndur Kragesten hjá
Neistanum var alt annað
enn nøgdur eftir tapið
fyri StÍF. Hann helst, at
feilirnir kostaðu v nógv
henda dagin.
- Vit eru alt ov ódisi
plineraðir. Vit gera
eitt hav av feilum og
brenna alt ov nógvar
opnar
møguleikar
ímóti Marian, og hetta
eru størstu munirnir í
dag. Í seinna hálvleiki
fáa vit ein upptúr, har
gejsturin er ordiliga
góður, og alt byrjar at
eydnast. Tá skora vit
brádliga hjá Marian,
og feilirnir geras færri,
men tíverri rakk heta
akkurát ikki. Nú mugu
vit bara royna at venda
keðiligu gongdini. Vit
eru góðir nokk, men vit
vísa tað bara ikki.
– Vit sløsa
ov illa
Eftir dystin millum
Neistin og StÍF fingu
vit orðið á Andre
Danielsen hjá strand
ingum. Hann var hampi
liga væl nøgdur við
fyrra hálvleik, men lat
illa at seinna hálvleiki.
– Munurin á liðunum
er at kalla eingin í dag.
Vit koma væl frá byrjan,
men í seinna hálvleiki
sløsa vit alt burtur. Vit
spæla stutt sagt ótrúliga
illa, samstundis sum
teirra spæl gerst betri,
og hetta gevur okkum
trupulleikar. Teir kempa
meir enn vit í løtum í
seinna hálvleiki, men
eg haldi, at eru vit villir
nokk, so kunnu vit sakt
ans vinna teir.
UEFA hevur valt Ársins lið
UEFA hevur mannað eitt lið við teimum bestu fótbóltsspælarunum,
sum spældu í Europa í fjør. 60 spælarar vóru í uppskoti til liðið, sum
kom at síggja soleiðis út:
Gianluigi Buffon (Juventus/Italia) - Gianluca Zambrotta
(Barcelona/Italia), Fabio Cannavaro (Real Madrid/Italia), Carles
Puyol (Barcelona/Spania), Philipp Lahm (Bayern München/
Týskland) -
Steven Gerrard (Liverpool/England), Cesc Fabregas (Arsenal/
Spania), Kaká (Milan/Brasilia),
Ronaldinho (Barcelona/Brasilia) - Thierry Henry (Arsenal/
Frakland), Samuel Eto’o (Barcelona/Kameroun).
Neistin-StÍF 24-25 (10-14)
StÍF stevnir móti finaluni
StÍF førdi at kalla
allan dystin, men móti
endanum var líka við,
at Neistin fekk bjarga
sær javnleikin. Teir
gjørdust tó júst ov
stuttir