Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 15 - 22. januar 2007 ] Danmark og Noreg fara í kvøld at kappast um síðsta plássið til mill­um­spæl­ið, tá tey møt­ast í innanhýsis dys­ti í bólki E. Hjá Ís­lan­di sær heldur ikki gott út. Teir skulu vin­na á Fraklandi fyri at koma víðari HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Nógv var væntað av teimum trim­um norðanlondunum und­an HM-kappingini í hond­ból­ti. Danmark var und­ an kappingini mett millum stør­stu favorittarnar at røkka hálv­fin­al­un­um, meðan bæði Ísland og Noreg vóru mett at kunnu røkka heilt langt. Byrjanin hjá teimum trim­um londunum hevur tó ikki verið heilt eftir vild. Ísland á veg heim Ísland var endað í bólki B, har teir skuldu møta Frak­ lan­di, Ukreina og Avstralia. Mett var, at kappingin um ann­að plássið fór at standa ímill­um Ísland og Ukreina, tí at Frakland var undan kapp­ing­ini mett at vera mill­ um størstu favorittarnar at vin­na HM-heitið. Nú er tó líkt til, at Ís­land má vinna stórsigur á Fraklandi í síðsta inn­leið­ an­di dystinum, fyri at ha­va nakran møguleika at trygg­ ja sær víðari luttøku til mill­um­spæl­ið. Grannarnir fyri norðan fingu eina góða byrjan, tá teir vunnu stór­sig­ ur á Avstralia, men í næsta dyst­in­um taptu teir fyri U­krei­na. Tí eru teir endaðir í teirri keðiligu støðu, at ein stór­sig­ur er kravið í síðsta dyst­in­um, tá teir møta ster­ ku fransunum. Kapping millum Danmark og Noreg Í bólki E vóru hini bæði Norð­an­lond­ini, Danmark og Noreg, endað í bólki sam­an. Hini bæði liðini vó­ru Ungarn og Angola, og undan kappingini vóru Dan­ mark og Noreg mett sum sterk­as­tu liðini í bólkinum. Eftir fyrstu tveir dystirnar er tó greitt, at Ungarn hevur tryggjað sær sigurin í bólk­ in­um við sigrum á bæði Dan­mark og Noreg. Í síðsta dyst­in­um møta ungararnir An­gola, og her verður rok­ nað við, at Ungarn fer at vin­na stórsigur. Tað vil siga, at tey bæði gran­na­lond­i­ni, Danmark og Noreg, skulu kappast um síðsta plássið í mill­um­ spæli­num. Dysturin mill­ um tey bæði liðini verð­ ur á skránni í kvøld, og vinnarin av dystinum trygg­ jar sær víðari luttøku til millumspælið. Endar dyst­ ur­in við javnleiki, so verður tað Noreg, sum kemur víð­ ari. Fimleikahøllin á Glyvrum var karmur um steypakapping í amboðsfimleiki leygardagin, sum Føroya Fimleikasamband og Støkk skipaðu fyri. FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@sosialurin.fo Fitt av fólkið var og hugdi eft­ur steypakappingini í amboðsfimleiki, sum var í fimleikahøllini á Glyvr­ um leygardagin. Tað var Fimleikafelagið Støkk, sum saman við Før­oya Fimleikasambandi skip­aði fyri hesu fyrstu steypa­kapp­ ing­ini í amboðsfimleiki, sum er tann fyrsta av trimum kapp­ing­um í ár. Tvær tær næs­tu kappingarnar vera báð­ar í februar, og tá vera tað Havnar Fimleikafelag og Ljósið, sum skipa fyri hvør sínari steypakapping í Havn. Fimleikararnir eru sera fegn­ir um, at teir hava fing­ ið henda møguleika aftur­at at kappast, tí at nógv tíð og orka verður nýtt í fim­leika­ hall­un­um kring landið til ven­j­ing­ar og fyrireikingar, og tá ið fleiri kappingar eru um árið, er lættari at halda motivatiónini up­pi. At kappast verður í ein­stø­ku amboðunum fyri seg hev­ur eisini við sær, at fim­leik­ ar­ar­nir veruliga fáa høvi at vísa síni kynstur í teim­ um greinum, sum teir eru stinnastir í. Tilsamans vóru umleið 25 fim­leik­ar­ar, sum kappaðust leyg­ar­dag­in. Fimleikararnir vóru frá Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikafelag. Far­ið var undir at skipa fyri tíl­ík­um steypakappingum í fjør, og fyribils eru kapp­ ing­ar­nar bert fyri tveir teir elstu aldursbólkarnar. So­statt vóru fýra bólk­ar, sum kappaðust leyg­ar­dag­ in; kvinnurnar og kvin­nu­ ung­ling­ar­nir kapp­að­ust á bitanum, með­an men­ni­nir og mans­ung­ling­ar­nir kapp­ að­ust í ringunum. Næsta steypakappingin í am­boðs­fim­leiki verður sun­ nu­dag­in 11. februar í høll­ ini á Stórheyggi í Havn. Tá fáa fimleikararnir høvi at kapp­ast í lopi um hest. HM-Hondbóltur: Svingandi byrjan hjá Norðanlondunum Fyrstu steypavinnararnir í ár funnir Kvinnur: 1 Kristina Toftegaard, Støkk 11,40 stig 2 Birita Dal-Christiansen, HF 10,65 stig 3 Brim H. Hoydal, Ljósið 10,40 stig 4 Sonja Joensen, Støkk 10,35 stig 5 Anita Knudsen, Støkk 9,55 stig 6 Vár Poulsen, HF 9,35 stig 7 Elinborg T. Durhuus, Ljósið 9,25 stig 8 Martha Nolsøe Hansen, HF 9,20 stig 9 Monika Poulsen, Støkk 9,15 stig 10 Silja Højgaard, Støkk 9,05 stig 11 Anna H. Joensen, Støkk 8,75 stig 12 Marjun Danielsen, HF 7,75 stig Kvinnuunglingar: 1 Natasha Olsen, Ljósið 7,75 stig 2 Eyðna Danielsen, HF 6,85 stig 3 Birita Poulsen, HF 6,80 stig 4 Beinta Joensen, HF 6,60 stig 5 Herdis Thomsen, HF 6,30 stig Menn: 1 Fróði Mortensen, HF 11,10 stig 2 Eyvind A. Hansen, HF 11,00 stig 3 Rósing Dam, HF 10,30 stig 4 Høgni R. Øster, HF 10,10 stig 5 Kristian í Lon Olsen, Støkk 9,50 stig 6 Jóni B. Christiansen, HF 9,40 stig Mansunglingar: 1 Kári Carlsen, Støkk 10,45 stig 2 Olivur Debes Eiriksfoss, HF 10,00 stig ÚRSLITINI Kristina Toftegaard frá Støkk vann kappingina hjá kvinnunum við einari sera flottari og sannførandi framførslu á bitanum. Jóannes skal venja ÍF Føroyar Í næstum fer ÍF Føroyar undir venjingina aftur, og 1. lið hjá felagnum hevur fingið nýggjan venjara. Julian Hansen er givin, og í hansara stað er komin Jóannes Jacobsen, skrivar heimasíðan hjá ÍF Føroyum. Jóannes er 33 ára gamal og skrivar í løtuni PhD-ritgerð á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Jóannes spældi við HB øll ungdómsárini. Venjarar hjá 2. og 3. liði verða Birgar Larsen og Jón Henriksen, men felagið manglar framvegis venjara til kvinnuliðið. Johansson roknar við at verða valdur Tvey uppskot eru til forseta í UEFA á valinum, sum verður í næstu viku. Annar er forsetin nógvu seinastu árini, Lennart Johansson úr Svøríki, og hitt er avbjóðarin Michel Platini úr Fraklandi. Teir báðir eru nú farnir undir endaspurtin í valstríðnum, har tey 52 limalondini skulu gera av, hvør av teimum verður valdur. 77 ára gamli Johansson roknar við, at hann verður afturvaldur til næstu fýra árini. - Atkvøðugreiðslan er loynilig, og tað merkir, at fólk kunnu atkvøða júst, sum teimum lystir, og tað gera tað trupult at rokna valið út. Men fara formenninir í teimum ymsu fótbóltssambondunum at atkøvða, sum teir siga, so eri eg vísur í, at eg vinni valið, sigur Lennart Johansson.