Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 15 - 22. januar 2007 ] Sjálvt um munurin bert gjørdist 11 mál, so var klassamunur á liðunum, tá Neistin tók ímóti StÍF í Sunset deildini hjá kvinnum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Undan dystinum lá Neistin á 2. plássi, meðan StÍF lá aftast, so Neistin var mettur at vera stórur favorittur, tá liðini brustu saman í høllini á Hálsi sunnudagin. Avgerðin fall beinanvegin Neistin vísti eisini bein­ anvegin, hvat av liðunum var í oddinum, og hvat lá í botninum. Dysturin var bert 15 minuttir gamal, tá hann í roynd og veru var avgjørdur. Tá hevði Neistin vunnið sær eina trygga 7 mála leiðslu, og StÍF sá ikki út til at hava nakað aftursvar ímóti skjóta neista­ spælinum. Síðsta korterið av fyrra hálvleiki var StÍF tó eitt sindur betri við, men einki var at ivast í, at munurin á liðunum var rættiliga stór­ ur. Tá liðini fóru til hálvleiks førdi Neistin við 5 málum, men sjálvt um StÍF hevði minkað um munin, so sat man við einum følilsi av, at dysturin í roynd og veru var avgjørdur. Neistin rann StÍF um koll Var nakar í høllini, sum hevði eina vón um, at StÍf fór at koma innaftur í dystin, so brast vónin alt fyri eitt. Frá fyrsta bríksli av seinna hálvleiki runnu kvinnurnar hjá Neistanum snøgt sagt StÍF um koll. Eitt mótálop fyri og annað eftir endaði við máli til Neistin, og munurin millum liðini bara øktist og øktist. Eitt korter inn í seinna hálvleiki hevði Neistin skor­ að heili 15 ferðir, meðan StÍF bert hevði fingið 3 mál, so tá var munurin heili 17 mál. Eitt skifti var munurin eisini uppi á 18 málum, men móti endanum valdi Neistin at gera fleiri útskiftingar, og hetta gav strandakvinnum eitt sindur betri pláss á vøllinum. Tær fingu nú betri gongd á spæl­ ið, meðan kvinnurnar hjá neistanum tóktust nøgdar við støðuna, sum hon var. Síðstu løtuna minkaði munurin tó heldur meir enn neyðugt. Strandakvinnur skoraðu fleiri ferðir síðstu 10 minuttirnar, meðan tað næstan stóð í stað hjá Neist­an­um, so at enda gjørd­­ist munurin bert 11 mál. Kvinnurnar hjá StÍF skulu tó vera glaðar um, at Neistin ikki koyrdi á allan dystin, tí so kundi munurin blivi væl størri enn tey 11 málini, hann bleiv at enda. Kyndil var væl við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki setti Stjørnan tingini upp á pláss, tá liðini bæði møttust í Sunset deildini sunnudagin HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Stjørnan var stórfavorittur undan dystinum, tá tær tóku ímóti Kyndli sunnudagin. Undan dystinum lógu tær nevniliga á 1. plássi, með­an Kyndil var a finna á 4. plássi. Dysturin bleiv tó ikki heilt so lættur fyri Stjørnuna, sum nógv helst høvdu roknað við. Kyndil spældi sín møguleika Sjálvt um flest øll mundu vænta, at Stjørnan fór at vinna henda dystin, so var tó einki fyrstu løtuna, sum bendi á, at Stjørnan fór at fáa ein lættan dyst. Kyndil sá út til at hava fyrireikað seg væl til uppgávuna, og tær fingu eisini nógv betri byrjan uppá dystin. Kyndil legði seg á odda mest sum alt fyri eitt, og serliga verjuspælið hjá grøna havnarliðnum var gott fyrstu løtuna. Tær megn­aði nevniliga at halda Stjørn­uni vekk frá málinum í eina góða løtu, og eftir 10 minuttir førdi Kyndil 4-0. Eftir 12 minuttir fekk Stjørnan so endiliga sítt fyrsta mál, og nú kom glið á spælið hjá sigursvanda felagnum úr Klaksvík. Ikki gekk so lang tíð, so stóð á jøvnum millum liðini. Tey fylgdust eisini væl at síðstu løtuna av fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi Stjørnan við einum máli. Eingin ivi Var nakar ivi um úrslitið í fyrra hálvleiki, so var allur ivi vekk 10 minuttir inn í seinna hálvleik. Tá hevði Stjørnan nevniliga lagt seg á odda við 7 málum, og so var alt so gott sum avgjørt. Kyndil royndi eftir føri­ muni at kempa seg inn­ aftur í dystin, og tær komu eisini niður á 5 mál, men nærri sluppu tær ikki. Móti endanum av dystinum økti Stjørnan enn meir um munin, og tá dómarin floyt­ aði fyri síðstu ferð, hevði Stjørnan vunnið dystin við 11 málum. Við sigrinum halda tær fast um oddasessin í bestu kvinnudeildini, meðan Kynd­il stendur í stað á fjórða plássi. Stjørnan – Kyndil 32-21 (12-11) Málskjúttar: Stjørnan: Una Olsen 9, Anna K. Samson 6, Alina Olaru 6, Simona Petersen 5, Durita Christophersen 3, Bára S. Klakstein 2, Louisa Andreasen 1 Kyndil: Lina Andriulyte 7 (2), Randi Wardum 5, Jórun Ludvig 4, Brynhild Klein 2, Kari Ann Petersen 1, Ronja Mikkelsen 1, Súsanna Petersen 1 Brotskøst: Stjørnan 1, Kyndil 3 Útvísingar: Stjørnan 7, Kyndil 5 Dómarar: Kartin Joensen & Kristjan Joensen FAKTA Neistin-StÍF 34-23 (14-9) Stórur munur Stjørnan-Kyndil 32-21 (12-11) Stjørnan heldur fast um oddasessin Neistin – StÍF 34-23 (14-9) Málskjúttar: Neistin: Nicoleta R. Hansen 14 (1), Ása á Neystabø 7, Annika Thomsen 6, Elin Stakksund 4, Maria Dahl 1, Unn Kragesten 1, Heidi Maria Akselsen 1 StÍF: Rebekka Justinusen 7 (2), Bára Bertelsen 4, Ninna K. Johansen 4, Sólfríð Christiansen 3, Bára B. Danielsen 3, Anna B. Danielsen 1, Ásgerð Káradóttir 1 Brotskøst: Neistin 2, STÍF 3 Útvísingar: Neistin 1, StÍF 3 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen FAKTA Neistin rann StÍF um koll, tá bestu kvinnuliðini hjá feløgunum spældu um vikuskiftið. Kyndil gav Stjørnuni stóra mótstøðu fyrsta hálva tíman, men í seinna hálvleiki var einki ivamál um úrslitið. Nøvn sett á U21-landsliðsspælarar Heðin Askham og Bill M. Jacobsen hava sent boð eftir 34 spælarum til úttøkuvenjing til U21 landsliðið. Venjingin verður á Svangaskarði leygardagin 27. januar. Spælararnir, sum hava fingið boð, eru hesir: Jóhan Mouritsen, Svenn Jacobsen, Páll M. Joensen, Emil N. Leifsson, Poul Thomas Dam, Pætur T. Jørgensen, Ólavur í Ólavstovu HB, Jóhan Gunnarsson, Ásbjørn Gunnarsson, John Hansen B36, Tórður Thomsen, Jóhan Petur Poulsen B68, Símun Louis Jacobsen, Sverri Jacobsen, Sam Jacobsen GÍ, Fritleif í Lambanum ÍF, Poul N. Poulsen, Levi Hanssen SKÁLA, Debes Danielsen, Einar Hansen, Jóhan Davidsen, Bogi A. Løkin NSÍ, Arnbjørn T. Hansen, Leif Niclasen EB/Streymur, Símun Rógvi Hansen B71, Andreas Lava Olsen LÍF, Jóhan Hendrik Ellefsen MB, Jón Krosslág VB, Trygvi Askham, FS Vágar’04, Mathias Samuelsen, Kristoffur Jakobsen KÍ, Christian R. Mouritsen, Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs.