mánadagur 22. januar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 15 - 22. januar 2007
VÍF vann stórt í
einum sera málríkum
dysti, tá teir vitjaðu
hjá H71 í Atlantic
Airways deildini. Við
sigrinum eru teir
komnir aftur á rætta
kós eftir tap síðsta
vikuskiftið
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Toppur og botnur møttust í
hoyvíkshøllini leygardagin,
tá H71 tók ímóti oddaliðnum
úr Vestmanna. H71 og VÍF
hava møtt hvørjum øðrum
tvær ferðir fyrr í grund
spælinum, og í báðum førun
um vann VÍF.
Fyrri dysturin, sum var í
Hoyvík, endaði við einum
4 mála sigri til VÍF, meðan
eingin ivi var í Vestmanna.
Tá vann VÍF við heili 11 mál
um, so undan dystinum leygar
dagin var VÍF stórfavorittur.
VÍF legði grundina
Fyrstu løtuna leikaði javnt á
í Hoyvíkshøllini. Her hevði
H71 kanska munin, men
so við og við tók VÍF yvir.
Um miðjan fyrra hálvleik
tóku teir leiðsluna, men
H71 fylgdi tó væl við, tí
munurin var ongantíð meir
enn 2 mál. Móti endanum
fekk VÍF tó veruliga rist
H71 av sær. Við 4 málum
á rað øktu vestmenningar
knappliga um munin upp í
6 mál, og nú sá ikki gott út
hjá hoyvíkingum.
Vestmenningar kláraðu at
halda leiðsluna allan vegin til
hálvleiks, tí tá var munurin
nevniliga eisini 6 mál.
Sigurin var
ongantíð í vanda
Eisini í seinna hálvleiki
byrjaði H71 betur. Fyrstu
løtuna fingu teir minka um
munin niður í 4 mál, men
nærri sluppu teir ikki. H71
royndi at hanga í, og teir
stíddust eisini manniliga
fyri at minka enn meir um
munin. Um miðjan hálv
leikin vóru enn 4 mál á
muni, men so var liðugt fyri
H71. Nú setti VÍF seg full
komiliga á dystin.Næstu 5
minuttirnar fekk H71 einki
mál, meðan VÍF skoraði 6
ferðir, og so var dysturin
í roynd og veru avgjørdu.
Nú vóru 10 mál á muni, og
tað fóru hoyvíkingar ikki at
vinna innaftur.
Síðstu løtuna slapp H71
tó at spæla við aftur, men
munin fingu teir ikki minka
meir um. VÍF vann nevniliga
dystin við heili 10 málum,
og við sigrinum eru teir
komnir aftur á røttu kós eftir
ósigurin í Kollafirði síðsta
vikuskiftið.
KÍ fær verjustyrk úr USA
Fyrrverandi ungdómslandsliðsspælari hjá USA og Trinidad &
Tobago skal styrkja verjuna hjá KÍ í ár. 22 ára gamli Kareem
Smith hevur seinastu trý árini verið fastur verjuspælari hjá
amerikanska felagnum USF. Hann er í góðari dystarvenjing,
tí sambært heimasíðu felagsins hevur hann ikki forsømt ein
einasta minutt seinastu 56 dystirnar hjá felagnum. Hann hevur
eisini spælt á U-20 landsliðnum hjá Trinidad & Tobago og
spældi eisini á U-18 landsliðnum hjá USA.
Talan er um ein eitt ára sáttmála, og nýggi verjuspælarin
kemur til Klaksvíkar fyrst í februar mánaða, skrivar heima
síðan hjá KÍ.
Fyrrverandi Charlton-spælari til KÍ
24 ára gamli eingilsmaðurin Chris Cerroni skal spæla við KÍ
í 2007. Hetta boðaði felagið frá um vikuskiftið. 24 ára gamli
Chris Cerroni hevði í síni tíð lærlingasáttmála við Charlton.
Honum eydnaðist ikki at vinna sær rættuligan sáttmála har,
og síðani 2001 hevur hann spælt fótbólt í Florida, har hann
sambært heimasíðuni hjá KÍ varð toppskjútti við 16 málum og
varð kosins ársins spælari og ársins álopsspælari.
– Hann er uttan iva ein spælari, sum passar væl inn í hópin
hjá okkum, og sjálvur eri eg sera væl nøgdur við avrikini,
sum eg havi sæð hann vísa, sigur KÍ-venjarin Tony Paris
úr Florida.
H71-VÍF 34-44 (18-24)
VÍF vann
stórsigur
VÍF vann tryggan sigur í
einum sera málríkum dysti,
tá teir vitjaðu hjá H71 í
Hoyvíkshøllini.
Mjølnir vann ein týdn
ingarmiklan sigur
í meistaradeildini
hjá monnum, tá teir
møttu Fram á útivølli.
Við sigrinum hevur
Mjølnir fyribils lagt
seg á odda í bestu
mansdeildini
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til ein spennandi
dyst í Hoyvíkshøllini sunnu
dagin. Tá nummar 2 og numm
ar 3 í bestu mansdeildini í
flogbólti brustu saman. Her
tók Fram á 3. plássi ímóti
Mjølnir á 2. plássi.
Um Fram skuldi gera sær
nakrar vónir um at enda
ímillum tvey tey ovastu,
so skuldu teir vinna heima
dystin ímóti Mjølnir, meðan
Mjølnir eisini mátti vinna
dystin fyri at hanga í ÍF á
ovastu rók.
Lítil munur
fyrstu settini
Gestirnir úr Klaksvík fingu
tó betru byrjanina uppá
dystin. Fyrsta settið fylgdust
liðini væl at, og munurin var
ongantíð serliga stórur. Tó
hevði Mjølnir hug at taka
sær eina lítla leiðslu, og
hesa leiðslu megnaðu teir at
halda allan vegin. Teir vunnu
nevniliga fyrsta sett 25-21,
og sostatt høvdu teir nú
fingið eina góða byrjan uppá
týdningarmikla dystin.
Í 2. setti var tó vent í holuni.
Nú var Fram knappliga oman
á. Teir vunnið seg eitt sindur
fram um Mjølnir, og so
royndu teir at halda fast um
leiðsluna. Hetta megnaðu
teir eisini, og úrslitið í 2. setti
gjørdist 25-20 til Fram.
Mjølnir avgjørdi
Nú stóð aftur á púra jøvnum
millum liðini, og munurin
hevði heldur ikki verið serliga
stórur fyrstu tvey settini.
Var eingin munur hesi
bæði settini, so var hinvegin
risastórur munur í 3. setti.
Her blásti Mjølnir stutt og
greitt Fram av vøllinum.
Mjølnir vann seg fram um
at kalla beinanvegin, og mun
urin gjørdist bara størri og
størri. At enda vann Mjølnir
ein knúsandi 25-11 sigur, og
sostatt lógu teir nú væl fyri
at vinna dystin.
Í 4. setti var Fram aftur
betri við, men teir tóktist ikki
heilt at koma seg eftir stóra
tapið í 3. setti. Mjølnir vann
seg nøkur stig fram um mitt
í settinum, og hesa leiðsluna
hildu teir.
4. settið endaði 25-20 til
Mjølnir, og sostatt vunnu teir
dystin 3-1. Við sigrinum hava
klaksvíkingarnar fyribils
lagt seg á odda í bestu mans
deildini. ÍF hevur tó leikt
ein dyst færri, og í kvøld,
mánakvøldið, skulu teir í
dyst í Sørvági ímóti SÍ.
H71–VÍF 34-44 (18-24)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 10, Esbern Patursson 7 (2),
Poul K. Dam 6, Tróndur Vatnhamar 4, Gunnar Bláberg
3, Janus Sørensen 2, Bjarni Sørensen 2,
VÍF: Agnar Joensen 12 (2), Sámal Joensen 9 (1), Ingi
Olsen 8, Áki G. Olsen 5, Joen P. Høgnesen 4 (1), Harald
Bjørgvin 2, Áki Olsn 1, Rúni Joensen 1, Regin Joensen
1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: H71 3, VÍF 4
Útvísingar: H71 3, 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen
FAKTA
Fram-Mjølnir 1-3 (21-25, 25-20, 11-25, 20-25)
Mjølnir vann toppdystin
Lítil munur var á liðunum fyrstu tvey settini, men í 3. og 4.
setti vóru gestirnir væl betri. Serliga í 3. setti kom munurin
millum liðini til sjóndar
Mynd: Álvur Haraldsen