mánadagur 22. januar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 15 - 22. januar 2007 ]
Halda nógv av Scholes
Ungi miðvallarin Cesc Fabregas segði í farnu viku við The
Sun, at tann spælarin, sum hann sær mest upp til í Onglandi, er
United-miðvallarin Paul Scholes, sum hevur víst stórspæl í hesum
kappingarárinum.
– Hann er ein ótrúliga klókur spælari, og honum kann eg læra
nógv av. Hann er ein høvuðsorsøk til, at tað gongur so væl hjá
United, segði Fabregas millum annað, og Thierry Henry tekur undir
við Fabregas:
– Fyri meg er Paul Scholes ársins spælari í Onglandi í ár. Hann
hevur ongantíð fingið ta viðurkenning, sum hann hevur uppiborið,
og eg vóni, at hann verður valdur til ársins spælara í ár. Eg ætli mær
í øllum førum at atkvøða fyri honum, segði Henry við The Sun.
Blackpool hongur í
Claus Bech Jørgensen sat á beinkum frá byrjan, tá
Blackpool spældi í ensku League 1 leygardagin.
Blackpool hevur rættiliga toga seg upp eftir
stigatalvuni seinastu vikurnar, og aftur hesaferð
eydnaðist liðnum at vinna. Dysturin, sum var á
útivølli ímóti Leyton Orient, endaði við 1-0 sigri
til Blackpool. Málið kom fimm minuttir fyri tíð.
Claus Bech Jørgensen var settur á vøllin seinastu
minuttirnar, tá ið leiðslan hjá Blackpool skuldi
verjast. Blackpool er nummar 6 av 24 liðumí
triðbestu ensku deildini.
Við sigri í Trongis
vági ímóti TB í meist
aradeildini hjá kvinn
um hevur Dráttur nú
lagt TB aftur um seg á
stigatalvuni. Nú liggur
Dráttur á 2. plássi
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
TB og Dráttur eru tvey av
liðunum, sum royna at fanga
oddaliðið, ÍF, aftur í bestu
kvinnudeildini í flogbólti.
Sunnudagin møttust hesi
bæði í høllini í Trongisvági,
og undan dystinum var greitt,
at vinnarin legði seg á annað
plássið í meistaradeildini hjá
kvinnum.
Heimaliðið fekk betru
byrjanina uppá dystin. Mun
urin á liðunum var at kalla
eingin í fyrsta setti. Tey
fylgdust væl at allan vegin,
og seint í settinum var greitt,
at liðini mátti spæla út um
tey vanliga 25 stigini. Her
vóru kvinnurnar av Tvøroyri
drúgvari. Tær vunnu settið
27-25, og sostatt høvdu tær
fingið ein góða byrjan uppá
dystin.
Dráttur tók yvir
Síðstu dystirnar hevur TB
spælt uttan vanliga hevaran,
Maju Popovic. Hon er við
barn, og hevur tí gjørt av ikki
at spæla meir á hesum sinni.
Um hetta hevur ávirkað
avrikini hjá TB skal vera
ósagt, men gongdin hjá TB
hevur ikki verið tann besta
síðstu dystirnar.
Eisini í dystinum móti
Drátti tóktist TB hava tað
trupult. Sjálvt um tær vunnu
1. sett, so sást í 2. setti, at
Dráttur var heldur oman á.
Heldur ikki her var munurin
serliga stórur, men tá settið
leið ímóti endanum, gjørdist
greitt, at her fór Dráttur helst
at vinna.
Vágakvinnurnar drógu
eisini longra stráðið í 3. setti,
sum tær vunnu 25-22.
Í triðja setti var gongdin
á leið tann sama, sum í
øðrum. Munurin var ikki
serliga stórur, men Dráttur
helt seg eitt vet frammanfyri
vertirnar. Aftur hesaferð var
Dráttur heldur betri, og at
enda vunnu tær eisini triðja
sett 25-22.
Sostatt førdi Dráttur nú
2-1, og tær tóktust hava fult
tamarhald á støðuni. Nú
skuldi TB inn á vøllin at
vinna síðstu tvey settini fyri
at tryggja sær sigurin, men
so bleiv ikki.
Fjórða settið gjørdist nevni
liga eisini síðsta settið. Her
kom munurin á liðunum
veruliga til sjóndar. Nú hevði
Dráttur fingið róð yvir spæl
ið, og tær koyrdi sigurin trygt
heim. Tær løgdu seg á odda
mest sum alt fyri eitt, og
munurin millum liðini vaks
støðugt hetta settið. At enda
vann Dráttur 25-18, og sostatt
vunnu tær dystin 3-1.
Við sigrinum er Dráttur fari
fram við TB á stigatalvuni,
soleiðis at Dráttur nú liggur
á øðrum plássi.
TB-Dráttur 1-3 (27-25, 22-25, 22-25, 18-25)
Dráttur fram
við TB
Dráttur vann rættiliga tryggan sigur á TB í Trongisvági. Við sigrinum er Dráttur farið fram við
TB á stigatalvuni
Mjølnir kom væl
frá byrjan, men KÍF
vendi dystinum og
vann at enda ein
sannførandi sigur.
Við sigrinum eru tær
nú farnar av aftasta
plássi
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Brak var í botninum í meist
aradeildini hjá kvinnum, tá
KÍF tok ímóti Mjølni. KÍF
og Mjølnir hava ligið og
kappast um ikki at liggja
aftast í alt ár, men munurin
á liðunum hevur ikki verið
serliga stórur.
Tvær ferðir hava liðini
møtt hvørjum øðrum í grund
spælinum. Munurin var ikki
so stórur, tá liðini møttust
fyrstu ferð í Kollafirði, men
tann dystin vann Mjølnir
3-1. Í seinna dystinum var
munurin tó stórur. Tá var
KÍF nógv betra liðið, og
kvinnurnar úr Kollafirði
vunnu henda dystin 3-0.
Tí væntaðu áskoðararnir
í Kollafirði sær eisini ein
spennandi dyst.
Mjølnir kom
væl í gongd
Í fyrsta setti var ikki stórur
munur á liðunum. Tey fylgd
ust stóran partin av settinum,
men móti endanum drógu
gestirnir tó frá. Tær fóru
nøkur stig fram um KÍF, og
hesa leiðslu megnaði Mjølnir
at halda allan vegin. Tær
vunnu fyrsta sett 25-21.
Í øðrum settið var gongdin
ikki heilt ólík tí í fyrsta setti.
Eisini her fylgdust liðini at
kalla allan vegin, men KÍF
tóktist hava munin. Móti
endanum fór KÍF eisini fram
við Mjølnir, og heimaliðið
vann annað settið 25-23.
KÍF komið í gongd
Nú stóð aftur á púra jøvnum
millum liðini, men líkt var
til, at KÍF rættiliga var kom
ið í gongd eftir sigurin í
øðrum setti. KÍF setti seg
nevniliga á dystin nú, og
triðja sett endaðu kvinnurnar
úr Kollafirði eisini við at
vinna.
Heldur ikki her var mun
urin tann heilt stóri, men KÍF
tóktist tó nú at hava fingið
takið á Mjølni. Móti endanum
av triðja setti dró heimaliðið
frá, og at enda vunnu tær hetta
settið 25-22.
Nú var bara ein vegur
hjá Mjølni, um tær skuldu
gera sær vónir um at vinna
dystin. Tær skuldu vinna
fjórða sett, men hetta vildi
KÍF ikki loyva teimum. KÍF
legði nevniliga fyri sum eitt
ódnarveður í triðja setti. Mest
sum alt fyri eitt løgdu tær seg
á odda, og munurin vaks bara,
sum settið leið. At enda vann
KÍF ein sannførandi 25-16
sigur í fjórða setti, og sostatt
vunnu teir týdningarmikla
botndystin ímóti Mjølni.
Við sigrinum lagt Mjølnir
aftur um seg í meistaradeildini
hjá kvinnum, soleiðis at
Mjølnir nú liggur einsamalt
á aftasta plássi.
KÍF-Mjølnir 3-1 (21-25, 25-23, 25-22, 25-16)
KÍF av aftasta plássi
Mjølnir fekk heldur betru byrjanina, men síðstu settini lat KÍF
ongan iva vera um, hvat av liðunum var betri henda dagin