mikudagur 7. februar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 7. februar 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 26 - 7. februar 2001
gult cyan magenta svart
Í kavaroki og vindi
varð leygarkvøldið
annað umfar av
tónleikakappingini
Prix Føroyar hildið á
Strondum, og vinn-
arnir av umfarinum
varð bólkurin úr
Klaksvík, I am, og á
annað plássi varð
bólkurin Flux, sum
eisini skal møta upp
tann 21 apríl í
norðurlandahúsinum
PRIX FØROYAR
Torkil V. Ramussen
Myndir: Jens K. Vang
Hóast veður funnu uml.
400 fólk í góðum hýri fram
til bygdarhúsið á Strond-
um, fyri at hyggja og lurta
eftir teimum tíggju sera
góðu bólkunum, ið komu
frá allastaðni úr Føroyum.
Tónleikurin var ymiskur,
men á hægsta støði.
– Tiltakið varð væl skip-
að, og tað kann man takka
m.a. bygdarfelagnum Strál-
uni við Anfinni Gærdum á
odda fyri tað praktiskað, ið
skuldi til fyri at halda tað
heila uppi, sigur Fróði
Vestergaard, ið er fyriskip-
ari fyri Prix Føroyar.
– Hetta er tann fjúrtanda
undankappingin yvirhøvur,
og hølið á Strondum er
eksemplariskt
fyri
slík
tiltøk, legði Fróði Vester-
gaard aftrat.
Allur Skálafjørðurin lýsti
upp við alskyns ljósum og
tað hoyrdist eisini, tí 26
hátælarar vórðu nýttir til
tiltakið á Strondum.
Brakan av rocki !
Teir vórðu sera væl mót-
tiknir teir fýra ungu menn-
irnir úr Eysturoynni, sum
kallað seg Flux, tað eru teir
við tí speciella hárinum.
Flux
vísti
rættuligt
sjálvsálit á pallinum, teir
føldu seg sum heima á tí
heita pallinum.
Áhoyrarnir
róptu
og
hoppaðu, sum um gólvið
var eitt springbretti.
Tónleikurin var fullur av
”breaks” og økjan og
lækkan av tí harða nýmót-
ans rockinum, sum teir í
Flux sjálvir kallað tað.
Flux hevur luttikið fyrr á
Prix Føroyum, og teir komu
í finaluna. Tað var í 1999,
eisini luttóku teir á ólav-
søkukonsertini 2000.
Bólkurin fekk rættuliga
sett gongd á kvøldið.
Eg eri, sum eg eri
Frá hørðum nýmótans rocki
til vísusang hjá Janusi
Trúgvassyni úr Havn.
Eitt ótrúliga gott og
djarvt avrik frá Janusi
Trúgvasyni, sum bert hevði
ein guitar, og sang ótrúliga
væl.
Sosialurin spurdi fólk
hvat tey dámdu Janus, og
øll tey spurdu hildu, at hann
var ótrúliga djarvur og tón-
leikurin sera góður.
– Eg eri sera nøgdur við
avrikið, og eg haldi at hatta
varð sera gott, tá ið man
tosar um hatta slagið av
tónleiki,
segði
Janus
Trúgvason, ið kendi seg
lættan, tá hann var liðugur á
pallinum.
Janus
hevur
eisini spælt við Safir, sum
luttók á Prix Føroyum á
Tvøroyri í 1995.
Einheit
Tá ið klokkan var 22. 21,
kom tann næsti eystur-
oyarbólkurin Marygold á
pallin við tí framúrskarandi
sangarinnuni Janu Hjall-
grímsdóttur.
Bólkurin spælir góðan
føroyskan rocktónleik, tón-
leik, ið ein seint gloymir.
Talan var um harðan rock
við líðandi temposkifti.
– Vit halda, at fólkið var
við í tónleikinum, og vit
eru væl nøgd, segði Jana
Hjallgrímsdóttir.
Sosialurin spurdi seg enn
einaferð runt, um fólkið
dámdi Marygold, og tey
flestu vórðu sera nøgd,
hóast summi ivaðust í
stílinum hjá bólkinum.
Bólkurin varð spurdur
hvat hann legði størstan
dent á, tá ið teir eru á palli,
og svarið varð, at alt har-
monerar.
Alt er 50 %
Ja, sig so tað, vit her í Før-
oyum hava eisini brit-pop
bólkar, og tann ið stillaði
upp til Prix Føroyar, nevn-
ist
Phantoms,
bólkurin
hevði fýra løg, og á teimum
hoyrdist týðiliga, at hesir
fimm ungu menn, ið manna
bólkin hava hoyrt bólkin
Oasis fyrr.
Páll Oddur Rubeksen
sang við sera góðari rødd,
og ikki minst góðum sjálvs-
áliti.
– Vit eru sera væl nøgdir,
men vit fingu kanska ikki
fólkið reiðiliga við, søgdu
teir báðir ungu sveittutu
mennirnir Páll Oddur Ru-
beksen og Høgni Fagra-
berg, ið júst høvdu traðkað
niður av tí heita pallinum.
Phantoms hevur leikt á
ólavsøkukonsert 1999, og
vann Pop- Top konsertina í
1998.
Andaligt er stuttligt
Vinnarnir av tí innleiðandi
umfarinum á Strondum,
gjørdist sum áður nevnt
bólkurin úr Klaksvíkini, I
am.
I am fekk fólkið sera væl
við, og vóru ótrúliga væl
samanspældir.
Teirra væl umtókta go-
spel rock, hevði eisini sera
nógva økjan, og lækkan í
temponum.
Tá ið tey stillu løgini
vórðu spæld, høvdu fólk
tendrarnir hægst, og tey ið
ikki royktu førkaður hend-
urnar frá vinstru til høgru í
luftini.
Fólkið fór upp á gos, tá ið
I am leiktu teirra so væl
kenda lag ”Alla leið.”
Tað varð eitt sindur
strævið, men vit eru sera
væl nøgdir, søgdu I am
Andaligur tónleikur nýt-
ist ikki at vera keðiligur, og
hann kann vera minst líka
so góður, sum ikki anda-
ligur tónleikur er, segði
Føroyskar húgvur og
technotónleikur á Strondum
Einki er at ivast í at I Am er ein av favorittunum at vinna Prix Føroyar 2001
Birgir Sigurðsson, ið er
sangari hjá bólkinum.
Bólkurin hevði eisini
tveir gestatónleikarar við,
Jón Gaasedahl, ið leikti
uppá tagentarnir og Ás-
bjørn
Berthelsen,
sum
leikti uppá djembe trummu.
I am var við á Prix Før-
oyum í 1999, ið var í Klaks-
vík, eisini hava teir spælt á
gospelkonsertum í Íslandi.
Backstreet boys við
málaðum andliti
Tríggir av manningini úr
áður nevnda bólki Phan-
toms høvdu nógv at gera
leygarkvøldið, tí tríggjir av
teimum fimm, ið mannaðu
Phantoms, mannaðu eisini
Epot, hesir vóru Bárður
Justinesen, Páll Hammer
og Hans Erling Guttesen.
Kurt Cobain viðhalds-
maðurin
Hans
Edward
Andreassen sang sera væl,
og Epot, sum hevði eina
frálíka framførslu, kláraði
sera væl at fáa fjøldina við í
teirra hardcore rocki, tá ið
tað er uppá tað besta, sum
Epot legði til orða, tá ið teir
vórðu spurdir um tónleika-
stíl teirra.
Epot endaði við “Larger
than life” hjá Backstreet
boys, og tá kom serliga lív í
tann yngra partin av fjøld-
ini, ið stóð fremst við
pallin.
Entusiasma
“Pínadoy ikki eisini” vóru
orðini hjá tí heldur sera
nýggja bólkinum Pínadoy,
ið vórðu stovnaðir eina
viku áðrenn Prix Føroyar
undankappingin á Strond-
um byrjaði.
Vit eita ikki Pínadoy, tí
tað er eitt banniorð, men tí
tað er eitt orð, sum útrykkir
nógv, t.d. vóru vit tvær
ferðir áðrenn vit komu til
Strendur við at doyggja í
bilinum, og hvat sigur man
tá? Pínadoy ikki eisini vit
vóru heldigir, sigur Kári
Páll Nolsøe, ið er sangari
hjá bólkinum.
Fólkarock við føroyskari
húgvu og sólbrillum byrj-
aði orkestri pínadoy, teir
spældu sera væl, og vístu
gott sjálvsálit.
Tekstirnir eru um kær-
leika og um at hyggja inn í
seg sjálvan. Teir sungu á
føroyskum og so knappliga
so skifti málið til enskt.
Eg eri nøgdur, men eg
haldi ikki at vit fingu fólk
við, eg sigi bara ”pínadoy
fólk eru passiv”, eg meini
bara, um man ikki kann
dansa til hatta, so kann man
ikki dansa til nakað, segði
Kári Páll Nolsøe.
Loysing og anarki
Teir fimm havnarmennirnir
úr Grønt, Fót, Slím fingu
eisini fjøldina upp at kóka
við teirra dansi við føro-
yskari húgvu, kjóla, og
klædningi við yvirfrakka.
Sangarin Herfinn Árna-
fjall legði út í vaðið við
orðunum: ”Vit eru Grønt,
Fót, Slím og vit spæla skide
gott,” eisini hoppaðu fólk
hesuferð, sum um gólvið
var eitt springibretti.
Sera
skemtingarsamir
menn, ið dugdu væl at fáa
fólkið við.
Mitt í songunum, varð
knappiliga sungið ”Jóan-
es”, og nøkur brøl um
loysing, og anarki.
– Bert 75 % av palltíðini
hjá okkum var rein im-
provisatión, segði Herfinn
Árnafjall við einum sera
stórum smíli.
Prodigy style
Enn ein havnarbólkur við
trimum ungum techno-
gubbum, ið nevna seg Side
Effect.
Tónleikurin var sera
øðrvísi frá hinum bólkun-
um, tí man hoyrdi yvirhøv-
ur ikki hvat ið sungið varð,
við pelsi og sólbrillum stóð
Brynjálvur á Heygum aft-
anfyri tagentarnir, meðan
Ludvík Breckmann sang.
Hesir ungu menn dugdu og
tordu væl, men fólkið var
ikki so nøgt við tónleikin,
nokk tí at tónleikurin var so
nógv øðrvísi.
Onkur byrjaði at berjast
undir framførsluni hjá Side
Effect, ringt er at spáa um
tað var tónleikurin í østi tey
ella ikki. Vit spurdu sang-
aran Ludvík Breckmann.
Hví fóru fólk at berjast
undir framførsluni ? ”Tí tað
er hardcore, ið vit spæla”
Heldur tú tit fingu fólk við?
_nei“ hví ? _Fólkið er
tristari enn havnarfólk,“
segði Ludvík Breckmann
úr Side Effect.
Eisini hevði Side Effect
tvær vakrar dansarinnur við
á pallin, ið eita Barbara
Thomsen og Rúna Mikk-
elsen.
Man er altíð við fyri at
vinna
Síðst á skránni var rock-
bólkurin No Connection.
Teir byrjaðu einum lagi
hjá bólkinum Dizz Mizz
Lizzy.
Tendrarnir vóru hægst, tá
ið teir fýra nólsoyingarnir
við Bjarna Hansen á odda
við mikrofonina.
Teir vóru kanska ikki so
væl
samanspældir,
og
kanska eitt sindur ov van-
ligir, vóru orðini frá fólki.
Stílurin var bleytur rock-
ur.
Navnið hava teir frá
fartelefonunum hjá teim-
um, ið ofta siga (ingen for-
bindelse.)
Hárreisni
Tá ið klokkan varð 2. 06,
vórðu úrslitini kunngjørd,
og frøðin varð stór, tá ið
kunngjørt varð, at Flux
verður at síggja í Norð-
urlandahúsinum tann 21
apríl, spenningurin virkaði
endaleysur, áðrenn kunn-
gjørt
varð,
hvør
varð
nummar eitt, og síðani
vinnari av Prix Føroyar
undankappingini á Strond-
um tann 3 februar, og
gleðin varð sera stór tá ið
teir fimm klaksvíkingarnir
Birgir Sigurðsson, Hans
Owe Johansen, Eyðbjørn
Jacobsen, Heðin Olsen og
Mikkjal Havnnastein, og
ikki at gloyma teir báðar
gestaleikarnir Jón Gaase-
dahl og Ásbjørn Berthelsen
vunnu.
Vit høvdu ikki klára hetta
uttan Gud, søgdu teir allir,
ið mannaðu I am.
Sosialurin ynskir eisini I
am hjartaliga tilukku við
siðirinum
Næsta brak
Prix Føroyar verður aftur í
Klaksvík fríggjakvøldið 23
februar, og finalan verður í
Norðurlandahúsinum
21
apríl.
Flux var bólkurin, sum fekk
lív í leygarkvøldið