Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 7. februar 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 26 - 7. februar 2001 VIÐMERKINGAR Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur (– og tann, ið vanliga sam- skipar í Fynd.) Carl Jóhan Jensen hevur 1. februar eina grein í blaðn- um, »Stutt skiftistíð má vera eitt krav«, har hann vegna Hesuferð umrøður spurningin, hvussu long skal skiftis- ella niðurlag- ingartíðin vera? Líknandi grein er at finna á heima- síðuni hjá Hesuferð, men í hesum førinum ikki við Carl Jóhan Jensen sum undirskrivara fyri felags- skapin. Í greinini lítur hann aft- urá og kemur til eina marg- háttliga niðurstøðu, hví ið áramálið fekk so stóran politiskan týdning í polit- iska kjakinum. Loyvi mær at endurgeva brotið við tí søguliga bronglinum: »Tá ið orðaskiftið tók seg upp um ta fyrru fullveldis- ætlanina hjá landsstýrinum, ta ætlanina, sum tók fyri- dømi eftir íslendsku loysn- ini frá 1918, kom eitt í mangar mátar ógrundað áramál fram og varð læst um kjakið sum gjørð um tunnustavir. Í Hvítubók segði ein av útrokningun- um, at við fimtan ára skift- istíð bar til at niðurlaga blokkin uttan at henda til- gongd fekk avleiðingar fyri vælferðina ella fylgjur fyri samfelagsbúskapin sum heild. Illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið – fimtan ár – fekk alt ov stóran politiskan týdning.« Grundin til at eg fari eftir hesum brotinum hjá Carl Jóhan Jensen er ikki fyri at skifta orð um, hví spurn- ingurin um longdina á skiftistíðini fekk so stóran politiskan týdning. Tað átti í grundini ikki at undrað nakran við bert einum veti av innliti í føroyskari søgu. Sjálvstýri og danskir peng- ar hava verið spurningar, ið hava verið óloysiliga bundnir saman, síðani før- oyingar takkaðu nei til tilboðið frá Alberti fyri skjótt einari øld síðani. So mikið um hatta í hesum umfari. Tað, sum fellur mær fyri bróstið í greinini hjá Carl Jóhan Jensen, og fær meg at trýsta á knapparnar, er seinasti setningurin í tí endurgivna: »Illa undir- bygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta ára- málið – fimtan ár – fekk alt ov stóran politiskan týdn- ing«. At meiningakanning- ar hava fingið týdning í politikki, ætli eg mær held- ur ikki at trætast um. Tað vita vit, eisini vit, sum tak- ast við hetta. »Vit« eru tey, sum m.a. eru gingin saman til tess at tryggja, at veljara- kanningar verða gjørdar við skili. Talan er um samtakið Fynd, ið fevnir um lærarar við miðnámsskúlarnar og Fróðskaparsetrið. Tað er øllum greitt innan fyri Fynd, at tað fylgir ein stór ábyrgd við at gera veljara- kanningar, sum verða brúktar í tí politiska orða- skiftinum og talvinum. Hvussu tað arbeiðið hev- ur verið skipað hetta sein- asta árið, spurningurin um longdina á skiftistíðini av álvara gjørdist eitt politiskt mál, er skjótt at greiða frá: Tá ið tað var greitt, at landsstýrið fór í samráðing seinasta vár, varð avtala gjørd við størstu føroysku fjølmiðlarnar, Dimmalætt- ing, Sosialurin, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya. Avtalan var í stuttum ein avtala um nær, hvør fjøl- miðil skuldi fáa eina kann- ing. Uppleggið var, at fyrsta kanningin skuldi ger- ast, tá ið samráðingarupp- leggið hjá landsstýrinum var kent; næsta, tá ið vit vistu, hvat ið danska stjórn- in hevði at bjóða, og tær tvær seinastu, tá ið avtala møguliga var gjørd og upp undir fólkaatkvøðuna, sum skuldi góðkenna avtaluna. Tær tvær fyrstu kanningar- nar vórðu gjørdar eftir hes- um leisti, men av tí at tað ikki eydnaðist at fáa eina avtalu við donsku stjórnina, vórðu tær tvær seinastu kanningarnar gjørdar við støði í teimum fastlæstu støðunum hjá pørtunum. Spurningarnir hava tískil verið orðaðir, so veljarin kundi siga sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrinum, fekk tað sítt ígjøgnum, og um ætlanina hjá mótpartin- um, donsku stjórnini, fekk hon sítt ígjøgnum. Tá so Carl Jóhan Jensen síðani fær tað til, at »illa undirbygdar meininga- kanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið – fimtan ár – fekk alt ov stóran politiskan týdning«, so má tað eisini merkja, at væl undirbygdar meiningakanningar høvdu gjørt, at áramálið fimtan ár hevði ikki fingið sama pol- itiska týdningin – og at mangt kundi verið øðrvísi í fullveldisgongdini! Spurn- ingurin, Carl Jóhan Jensen nú skyldar okkum at svara, gevur seg sjálvt: Hvussu skuldi henda væl undir- bygda meiningakanningin verið gjørd? Sum vera man so hevur tað alstóran týdning, at vit fáa hesa leiðbeining frá Carl Jóhan Jensen, so Fynd ikki aftur eina aðru ferð í berum ósketni kemur til at skumpa søgunnar hjól skeivan veg. Palli Dalsgaard Endiliga upplivdu vit, at út kom innispunnið tógv. Tað vil siga, dagurin tá fullveldis ætlanin skal byrja, og hvussu hon skal síggja út. Ikki tí, teir allar flestu veljarar vóru greiðir yvir ætlanina langt framman- undan. Spurningarnir sum journalistarnir settu á tíðindafundinum í Tinganesi vóru ógvuliga skilagóðir og viðkom- andi, men aftursvarini vóru tey somu, sum hava verið síðan hasi fólkini komu framat eftir sein- asta val. Landsstýrislim- irnir blíva við at trútta niður í okkum, at vit skulu samla pengar í ein grunn, at hava at taka til tá ástendur. Tað er eingin kunstur at samla pengar hjá landsins kosnu monnum, tá tað ið við- líkahaldast skal, ikki verður viðlíkahildið. Yvirtøkurnar verða til- einkisgjørdar í tann mun, at tær kosta næstan einki og harmiligt er, at menn skulu nevna tøl sum ikki eru røtt, tí tey tølini vill- leiða, í staðin fyri at rættleiða. Jú sanniliga kosta allar yvirtøkur í dýran dóm. Og í heila- tikið at reka eitt so lítið oyggjarsamfelag kostar nógv meira enn tey fólk har búgva orka at gjalda, um tað skal eitast eitt vælferðarsamfelag. At føra tað fram, at blokk- urin er ein náðigáva úr Danmark er ikki rætt. Pengarnir eru eini rætt- indi vit eiga sum danskir statsborgarar, tað eru einastu rættindi vit eiga eftir, vit hava mist øll onnur rættindir. At eiga danskan statsborgara- skap er ein so stórur fyri- munur fyri okkum, at hann kann ikki yvirmet- ast, at fara við fríðum vilja at siga hann frá okk- um er ímóti allari natt- úru. At siga at blokkurin villleiðir okkum, so vit ikki fáa húsast á rættan hátt, er so langt við síð- una av, sum tað kann. Um rætt var atborið skuldi hvørt oyra verið brúkt sum loypir av, tí tað er brúk fyri hvørjum oyra. Í staðin fyri at samla pengarnar til full- veldis fantasi. Spurningur til Carl Jóhan Jensen, Hesuferð Innispunnið tógv Flemming Samuelsen Trongisvágur Eftir at hava hoyrt um full- veldi nú í nógv ár og tann 31. januar havi lisið Sosial- in, kann eg ikki lata vera við at siga frá mínari hugs- an, um tað støðu hetta land- ið nú er í. Vit hava enn fólk í Suð- uroynni, sum minnast tá fólk norðanfjørðs komu suður at arbeiða. Tað er ikki ov nógv sagt, at hesi fólk komu suður av svongd, og illa nokk vistu hvat faðirvár var, tey vóru altíð vælkom- in at arbeiða her suðuri, bæði á sjógvi og landi. Hevði man vita at hesi fólk bert komu suður at mergsúgva Suðuroynna, og fáa sær vitan, hevði blíð- skapurin í Suðuroynni neyvan verið so stórur, sum hann var. Vit hava undir núsitandi landsstýri sæð, at stavn- haldið hevur verið at minka um Føroyar. Fyri ikki so nógvum árum síðani, tá tosað bleiv um útjaðarin, bleiv tosað um Fugloy, Mykines og Suðuroynna. Tá oljutosið av álvara tók seg upp, var staðfest at út- jaðarin skuldi takast við. Ífylgi Eyðun Elttør er hetta gjørt, Tórshavn og Runavík er nú blivin útjaðarin í Før- oyum. Halgir W. Poulsen skrivar í Sosialinum 31. jan. 01 »At tað er ongin bøn hjá suðuroyingum, teir sleppa ikki burtur úr Føroyum, um teir so standa á høvdinum«. Her vil eg minna á, at høvdu tit í Havn havt bæði beinini á jørðini, høvdu tit fingið okkara fulla stuðul. Tit sum stýra í Havn hava koyrt Føroya land út har vit í Suðuroy ikki kunnu fylgja við. Tit fáa góðar 900 mill. um árið, so tit í Havn kunnu uttan trupulleikar velja full- veldið, men hava tit hugsað um hvat skulu skulu gera, tá ið hesar 900 mill., sum tit eru so góðir við, blíva tikn- ar frá tykkum. Vit her suðuri hava ongar hugsanir um at standa á høvdinum fyri eini fríari Suðuroy, men tað hevði glett okkum, um tit í Havn fingu bæði beinini á jørðina aftur, so vit í felag kunnu byggja hetta landið upp á einum skilagóð- um/røttvísum støði. Tit missa ikki bert blokk- in, nei nú skal rentustuðulin takast av, og sostatt allar Føroyar revsast, tí tit í Havn við politikkarunum á odda, hava gingið og spælt stórir í alt ov langa tíð. Nú er man so komin til, at allar Føroy- ar skulu gjalda fyri tann ør- skap, sum gongur fyri seg í Havn. Hvat hava teir høgu húsaprísir í Havn við Suð- uroynna og aðrar útoyggjar at gera. Halgir W. Poulsen skrivar eisini, at vit ikki kunnu fáa loysing frá restini av Før- oyum, hetta er milt sagt tvætl, sitandi Landsstýri hevur longu givið okkum ein part av tí fullveldi ein stórur partur av okkum suðuroyingum vilja hava. Vit eru longu valdir frá, so hví ikki taka tað síðsta stigið, vekk frá tí niðurbrótandi kreftunum í Havn, ið billa sær inn, at teir stýra hesum landi. 31. januar ‘01 skriva 6 lærarir í Tvøroyra skúla um eina fullveldis ætlan fyri Suðuroynna, eg og nógv onnur stuðla hesi hugsan, og vilja minna Halgir W. Poulsen og øðrum, at hetta er ikki skemt. Av skaparans hond er alt ríkidømi undir Føroyum lagt sunnan fyri Suðuroyarfjørð, hettar er av góðari grund, tí vit suður- oyingar eru teir einastu, ið kunnu stýra hesum ríki- dømi, so tað kemur til allar endar av landinum, eisini til tey sum búgva í útjaðar- anum. Tí vil eg heita á allar suðuroyingar, standi sam- an, arbeiði fram móti loys- ing frá restini av Føroyum. Her veit eg, vit suðuroy- ingar fáa fullan stuðul frá Sandoynni, ið eisini hevur verið gloymd alt tað eg kann minnast. Tað verður ikki lætt at loysa Suðuroynna frá rest- ini av Føroyum, um um heldið er við okkum, skal tað nokk eydnast. Hugsa tær til, vit eiga Suðuroyar- fjørð, og alt tað, ið liggur sunnanfyri. Tey bestu fiski- plássini eru og vilja altíð vera okkara, oljuna skulu vit nokk finna, hon er jú á okkara øki, so kunnu tit norðanfjørs komið suður at arbeiða sum í gomlum døg- um, tá landið stóð saman. Og til tykkum, ið ikki eru sjósterk, skulu nokk fáa eitt pláss í Hvalba ella Ranga- botni har kolið liggur og bíðar. Ríkidømi, ja sjálvt merkið er okkara. Teir sum ikki vilja taka ímóti arbeiði her suðuri, kunnu passa Norðurlanda- húsið, Listaskálan, Smiðj- una í Lítluvík og mangt annað, sum ongantíð hevur givið eina krónu í Lands- kassan, og teir sum eftir eru, kunnu fara til Kirkju- bøar at smelta glas saman við teimum tjóðveldis- monnum, ið har eru. Og til tykkum sum skulu umbyggja tinghúsið, tit vera nokk koyrdir til hús, her verður ikki neyðugt við umbygging, sitandi lands- stýri hevur víst, at húsið er vælegnað til sjónleikara- hús, so tað skal vera sum tað er, so leingi núsitandi landsstýri situr. Føroyska fullveldi ein »fiasko« Suðuroya fullveldi eitt fólkakrav VIÐMERKINGAR Steinbjørn B. Jacobsen So boðaði landsstýrið frá síni ætlan. Eg giti, at eitt fleirtal av fólkinum stúrdi fyri, at tað flaknaði undir tí mikla fargi, bæði úr Dan- mark og úr Føroyum. Sjálvandi eru ikki øll fult nøgd í teimum trimum flokkunum, og eg loyvi mær at nevna Miðflokkin eisini, men soleiðis er demokratiið. Tað versta, sum kundi hent, var, at landsstýrið legði frá sær. Hvussu fólk fara at velja, veit eg ikki, men ein meiri- luti av fólkinum hevur reist seg fyri at fara til verka, og órógv er komin á nógv onn- ur, tí tey skilja, at tíðin er farin frá amti og heima- stýri. Javnaðarflokkurin og danska stjórnin hava boða frá sínum uppskotum, sum er so nær núverandi støðu, at hesi uppskot gera hvørki frá ella til. Um tú spyr onkran, sum er ímóti lands- stýris uppskotinum, hvussu okkara skipan so skal vera, kemur einki ítøkiligt. Álop kanska á landsstýrisfólk og flokkar. Onkur spyr treisk- ur um eg ikki havi tað gott? Vit kunnu bara hava alt sum tað er. Hvat feilar? Men tað er júst tað, vit ikki kunnu, um vit vilja tað ella ei. Tíðin stendur ikki í stað. Heimurin broytist við rúkandi ferð. Okkara viður- skifti við umheimin og Danmark broytist dag frá degi, bara fyri at nevna eitt umráði. Einaferð vóru tað peng- arnir úr Danmark, sum bundu okkum á hond og fót, stóra sleggja í øllum kjakum, men nú eru allir frøðingarnir samdir um, at vit fyri alt í verðini mugu gera okkum leysar av teim- um. Haraftrat hava vit týðu- liga og greitt fingið at vita úr Danmark, at blokkstuð- ulin ráða danir fyri, og kunnu gera við hann, sum teir vilja. Finna vit olju, ella finna danskir frøðingar, at vit eru ríkari enn ein dansk- ur landslutur, minka teir blokkin. Okkara búskaparfrøðing- ar vísa nú á, at ein hug- burðsbroyting er farin fram serliga í vinnuni, tað fram- gongd, sum hevur verið, kann ikki skiljast annar- leiðis. Fiskaprísirnir og fiskamongdin gevur teim- um ikki alt svarið. Hví skulu vit støðga hesu menning? Tað er fyri mær, sum at nógv fólk eru vakn- aði, vilja royna egna megi og mátt. Hesi fólk skilja til fulnar, at einasta sanna og berandi ríkidømi er tað, tey sjálvi skapa. Hví skulu vit hava demo- krati við upp? Tað burtur- forklárast ikki, at vit bert hava havt eitt beinskert de- mokrati. Í tíð og úrtíð tosar ein flokkur um demokrati. Komið altíð at hugsa um, »at tjóður heldur, at hvør maður stjelur«. Innast inni mugu teir kenna ta sonnu støðuna á sær. Einki annað landsstýri hevur fingið so nógv frá hondini og tað á so nógvum økjum sum hetta. Mótstøð- an hevur verið stór bæði úr Danmark og Føroyum, men landsstýri og miðflokkurin hevur ligið á takinum. Hví snarar og vríggjar andstøðan saman við donskum politikarum sann- leikan, um at valið er eitt fullveldisval. Tað er jú ikki satt. Føroyingar skulu velja aftur í 2012. Tað verður eitt reint fullveldisval, men eg vænti, at tað verður eitt fólkakrav longu um fimm ár, at fáa eitt fullveldisval. Vil tað so siga, at teir halda at siga vit ja til lands- stýrisætlanina nú, vera vit at klára okkum so væl, at eingin tá ivast í at seta krossin fyri fullveldinum. Er tað so livandi galið, at teir rista í brókunum, stúra fyri at vit mennast og fáa víst, at vit klára okkum sjálv. Eingin ræðumynd um neyð og elendig heit. Hvat skulu teir so gera? Ótrúligt, at teir ferð eftir ferð sláa seg sjálvan fast á munnin uttan at látast um vón. Eitt týðandi val er fyri framman, kalla tað, hvat tú vilt, men vinnur jaið, vilja vit uppliva eitt vár, sum eingir dugir at ímynda sær. Eisini tey hálvivandi verða lættað. Hetta kann eg prógva við at vísa til, hvat hendi í Nor- egi í 1905 og í Íslandi í 1944. Vit sleppa undan hesum æviga kjakinum um Dan- mark og Føroyar. Hugsi tykkum, um øll henda ork- an var brúkt til at byggja eitt gott samfelag við. Vinnur neiið, mugu vit herða stríðið, meðan hini kunnu seta seg upp afturá. »Nei í mai«, er nei til várið. Í stríð við sjálvt lív- ið. Landsstýrisætlanin Tíðindaskriv Sámal Petersen, fiól og Ólavur Jacobsen, gittara fara komandi fríggjadag og leygardag at hava konsertir í ávikavist Leirvík fríggjakvøldið 9. februar kl. 19.00 og í Listaskálanum leyg- ardagin 10. februar kl. 16.00. Tónleikurin á kon- sertini verður einamest virtuosur fiól-og guittar- tónleikur eftir so kend tónaskøld sum Niccolo Paganini, Fritz Kreisler, Jacques Ibert og Enrique Granados. Harafturat verða báðir teir føroysku snillingar- nir at hoyra í einleiki á ávikavist fiól og gittara. Teir fara hvør sær at framføra brot úr partit- um eftir mæta tóna- skaldið Johann Sebas- tian Bach. Á konsertini verður eisini eitt lítið verk eftir Beethoven, ið sum kunnugt ikki skrivaði fyri fiól og gittara. Talan er um eitt lítið spælt verk fyri mandolin og kembal, ið Beethoven skrivaði til ein av vin- monnum sínum, ið eis- ini umframt at leika fiól, leikti mandolin. Hetta verið varð so seinni um- skrivað fyri fiól og gitt- ara og er tað í hesum líki, at vit fara at hoyra tað. Teir báðir, Sámal og Ólavur, hava sett skránna soleiðis saman, at hon verður fjøllbroytt og løtt at lýða á. Har verður eitt sindur av hvørjum: Íblástur av sponskum fólkatónleiki í Granados og fronsk elegansa í Ibert, og eisini serstaki wienara- stílurin í verkunum hjá úrmælinginum Kreisler. Meistararnir báðir, Bach og Beethoven, verða eis- ini at hoyra og so endar konsertin við italskum fýrverki eftir Paganini. Fyrra konsertin verður í Gamla Turkihúsinum hjá Osmundi Justinus- sen í Leirvík fríggja- kvøldið kl. 19.00 og seinna konsertin verður í Mykinestorninum í Listaskálanum leygar- dagin kl. 16.00. Atgongumerki á kr. 60,- fáast við dyrnar undan konsertini. Pensi- ónistar og børn tó kr. 30,- Konsertfelagið Eli Brimsvík formaður, Havnar Handverkarafelag Hetta eigur at steðgast beinanvegin, og vísir Løgtingið ikki málið um Brimil frá sær, eiga feløgini at seta tiltøk í verk. Eg haldi, at tað er ein vanærislig skomm, at Karsten Hansen ikki hevur klárað at fingið ein sáttmála í lag enn, og hann eigur at taka avleiðingarnar og leggja frá sær, og um hann ikki vil fara sjálvboðin, so eigur løgmaður at loysa hann úr starvi. Hvat ósemjan botnar í, í prosentum og tølum, skal eg ikki koma so nógv inn á, men tá hugsað verður um, at sami Karsten Hansen saman við øðrum (tjóð- veldismonnum), ikki brúkti meir enn fáar tím- ar at hækka sínar egnu lønir umleið 60% og samstundis ikki unnir øðrum eina líknandi løn fyri teirra arbeiði, oftani undir sera hættisligum umstøðum, so líkist hetta »diktaturi«, eingin ivi um tað. Hetta eru somu menn, sum vilja loysing og sum biðja vanliga fólki um at hava álit á teimum. Tað er ringt at gita, hvat fakfeløgini kunnu rokna við, um hesir persónar koma at mynda leiðsluna í einum komandi fullveldi. At grundin hjá Kar- sten Hansen fyri at fara í tingið við málinum mill- um annað er várróðurin á Norðurhavinum, er bara rein undanførsla, tí um nakar vilji var til- staðar, so kundi hann bara syrgt fyri at givið manningini ta løn, sum teir krevja (eiga at fáa). Hví skulu okkara yvir- menn sigla fyrl hálva hýru samanborið við eitt nú norðmenn, sum sigla við norsku vaktartænast- uni, sum tit altíð saman- bera við. Eg vóni, at fakfeløgini gera álvara av at seta til- tøk í verk, um tingið ikki vísir málinum frá sær. Málið um Brimil Lisbeth L. Petersen løgtingslimur Nú tíðin styttist, og vit nærkast endanum á hesum landsstýrisskeiði, valdar fullkomið kaos! Tað vóru annars ikki smá- mál, henda samgonga hevði sett sær fyri at loysa, men ikki kann sigast, at tað hepnaðist serliga væl. Samráðingarnar við donsku stjórnina, sum skuldu ganga so lætt eftir fullkomnum leisti, tilevnað- um av landsstýrismanninum í sjálvsstýrismálum, gingu alt annað enn eftir ynski, og so góvu tey skarvin yvir og fóru sína egnu leið! Teir føroysku andstøðu- flokkar og politikkarar, sum søgdu sína erligu meining um sokallaðu »tilgongd- ina«, áðrenn samgongan fór til Danmarkar á fyrsta sam- ráðingarfundin, og sum ikki vóru samd, men hildu sam- gonguna fara við einum órealistiskum uppskoti, ið var dømt at miseydnast, fingu niðurlátandi smíl og suff frá samgonguni á so- kallaðu »kaffifundunum«, uttan iva tí tey vóru hildin at vera býtt Tí nú vóru tað vit føroy- ingar, sum settu dags- skránna, og vit vóru væl fyrireikaðir, samb. løg- manni!! Úrslitið gjørdist eitt heilt annað, sum vit øll vita. Samgonguskjalið Í skjalinum, sum henda samgongan skrivaði undir í mai 1998, stendur m.a.: • Farið verður undir sam- ráðingar við donsku stjórnina í 1998 um donsk-føroysk viðurskifti við tí endamáli, at Føroy- ar verða sjálvstøðugar (suverenar). • Føroyskur heimarættur verður staðfestur frá jan- uar 1999. • Ein sáttmáli verður gjørdur o.s.fr…. • Tá ið sáttmálin millum Føroyar og Danmark er gjørdur og samtyktur á Føroya løgtingi, verður hann lagdur til fólka- atkvøðu. Hvat hendi síðan? Nú skriva vit 2001, og gongur tað, sum samgongan vil, so skal ein fólkaatkvøða verða í mai í ár og ein onnur í 2012, men sáttmála hava vit ongan at taka støðu til. Uttan so mikið sum at skammast, vilja tey binda komandi landsstýrir á hond og fót til at føra síni áhugamál (les: tey hjá landsstýrismaðurin við sjálvsstýrismálum) ígjøgn- um við yvirtøkum, niður- laging av blokki o.s.fr. Sjálvi megnaðu tey lítið annað enn at øsa fólkið upp móti hvørjum øðrum, móti dønum og vice versa, og at hækka blokkin, soleingi tey sita. Sjónleikur Vit hava verið áskoðarar til ein sjónleik av tí aðru verð. S a m g o n g u f o r m e n n greiddu føroyingum frá í sjónvarpssending í vikuni, hvat fór at henda viðvíkj- andi fólkaatkvøðuni, og hvar vit vóru stødd í løtuni. Ikki ein teirra segði tað sama. Hvør hevði sína egnu tulking. Fólkaflokkurin (Óli Breckmann) segði, at áðrenn eina fólkaatkvøðu mátti tosast við hin partin, og at embætismenn vóru ikki givnir enn við sínum samráðingunum, Tjóðveldisflokkurin (Heini O. Heinesen) tosaði um samráðingarnar, sum slitnaðu, Sjálvsstýrisflokkurin (Helena Dam á Neystabø) tosaði um alt møguligt. Aftaná sjónvarpssending- ina er tó fólkafloksformað- urin, Óli Breckmann, nú rokin við buldur og brak niður í lumman hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, har tað nú mátti verið nakað trongligt, tá løgmaður og formaður Sjálvsstýrisfloks- ins eru har frammanundan Jú so vissiliga, nú er ruðuleikin fullkomin, og tað hevur føroyska samfelagið ikki uppiborið. Ruðuleikin fullkomin