mikudagur 7. februar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 7. februar 2001
11
10
Nr. 26 - 7. februar 2001
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA
MÁLFRØÐINGURIN
Gentunavnið Rannvá
Kann málfrøðingurin siga
mær eitt sindur um gentu-
navnið Rannvá, hvat merkir
tað, og hvaðani stavar tað?
Er tað eisini til í øðrum
málum?
Rannvá kemur av norrøna
kvinnunavninum Rannveig.
Fyrri liður er helst norrøna
orðið rann ‘hús’, sum vit
eisini hava í føroyskum
kvæðamáli, eitt nú í Ólavi
riddararós:
Ólavur ríður eftir
bjørgunum fram,
fann hann upp á eitt
álvarann.
har álvarann merkir ‘álva-
hús’ ella ‘álvabústaður’.
Orðið rann er eisini fyrri
liður í sagnorðinum rann-
saka.
Onkur hevur kortini sett
rann í samband við ragn,
sum er fyrri liður í nøvnum
sum Ragnar og Ragnhild.
Tað er ógreitt, hvat ragn
merkir, men tað hevur verið
sett í samband við norrønt
regin ‘gudar, guddómar’,
men sum navnaliður verður
tað hildið at vera skylt við
gotiska orðið ragin ‘ráð,
avgerð’, og er sostatt sam-
germanskt.
Tað er heldur ikki semja
um, hvør upprunin til
seinna lið, veig, er. Tað
kann vera norrønt veig
‘styrki’, sum eisini kann
merkja ‘kvinna’, men onkur
hevur sett tað í samband
við norrønt víg ‘stríð’. Í
føroyskum er veig
sum
seinni liður í nøvnum vikn-
að til vá.
Navnið finst í Íslandi og
Noregi sum Rannveig og í
Svøríki sum Rannvi. Í Før-
oyum hava vit bæði ser-
føroyska sniðið Rannvá og
samnorrøna sniðið Rann-
veig.
LØGFRØÐINGURIN
Hvussu nógv
kenningalomb eigi eg
1. Hvørji rættindi hevur
eigari av kenning til upp-
lýsing um áseyð og lemb-
ing (lomb undan kenn-
ingaóm hjá sær sjálvum)?
2. Hvørja skyldu hevur
røktingarmaðurin til at
upplýsa um rætt?
3. Hvørjar avleiðingar fær
tað, um eigarin ikki fær ta
úrtøku
(kenningalomb),
sum hann hevur fingið
upplýst eru hansara?
Eg meti grein 11 í lóg nr.
172 frá 18. mai um “
Haugers Styrelse og Drift”
svarar spurningunum 1 og
2, nevniliga soljóðandi.
Grein 11. Haugerøgterne
er i deres Tjeneste Ejerne
ansvarlige og skal rette sig
efter de Forskriftir, som
gives af Haugestevnet og
Haugens Bestyrelse. De
skal paa den enkelte Ejers
eller Brugers Forlangende
meddele ham Forklaring
om de dem betroede Faars
Antal og Tilstand samt
Røgt i Haugen m.m.
Triði spurningur krevur
eina frágreiðing, tá hann
ikki kann svarast uttan at
vita, hvat fram er farið. Eg
eri eigari av 10 kenninga-
óm. Á várgongu spurdi eg
røktingarmannin, hvussu
lambað var hjá mær. Hann
segði, at tann eina ærin
hevði ikki lamb, og at eg
átti 9 kenningalomb. Tá so
heystfjøllini verða gingin,
verður tillutað mær 7
kenningarlomb, og spyrji
eg fleiri ferðir, eftir at
heystfjøllini eru gingin, um
tey tvey írestandi kenninga-
lombini, sum eg ikki havi
fingið, men fái bert at vita,
at tøkuseyður framvegis
gongur í haganum. Merkir
hetta, at eg nú eigi 12
kenningalomb í haganum?
Og komandi ár kann krevja
úrtøku av 12 óm? Sjálvt um
eg ikki havi rætt til meiri
enn 10 kenningaær, ella
skal hagin endurgjalda mær
tey írestandi kenninga-
lombini, sum helst eru
komin uppí býti hjá felag-
num, sum eg eisini eru
eigari í.
Havi eg rætt til at krevja
úrtøku, sum mær er upplýst
er mín, nevniliga 9 kenn-
ingalomb? sum vóru til
várgongu. Eisini má eigari
kunna krevja, at hann kann
halda seg til teir upplýs-
ingar, hann hevur fingið,
um onnur boð ikki eru
givin?
Spurningi 1 og 2 meti eg, at
tygum svara sjálvur og er tí
ikki neyðugt hjá mær at
gera víðari viðmerkingar til
teir.
Viðv. spurningi 3, so er
bert loyvi til at hava kenn-
ingaseyð um so er at haga-
stevna hevur viðtikið hetta.
Slík viðtøka skal eisini
áseta, at kenningaseyður
skal hava eitt sermerki, ið
skal góðkennast av sýslu-
manninum. Røktingarmað-
urin hevur til uppgávu at
skipa fyri, at seyðurin
verður merktur.
Um so er, at upplýsingar-
nir hjá røktingarmanninum
til tygum undir várgonguni
eru rættir, so eru 2 kenn-
ingarlomb burturblivin. Út
frá teimun upplýsingum
tygum geva, er ikki møgu-
ligt at staðfesta, hvat er
blivið av teimun burtur-
blivnu kenningalombunum.
Orsakað av hesum, og vís-
andi til, at eg ikki meti tað
fyriliggja upplýsingar sum
vísa, at røktingarmaðurin
hevur misrøkt sínar skyld-
ur, vil eg meta, at tygum
ikki kunnu gera meira við
málið.
Vísandi til frammanfyri
standandi vil undirritaði tí
ikki meta, at tygum kunna
krevja úrtøku av 12 óm ella
at hagin og/ella røktingar-
maðurin hava skyldu at
veita tygum úrtøku av ella
endurgjald fyri tey burtur-
blivnu kenningalombini.
RÁÐIÐ FYRI
FERÐSLUTRYGD
Høvuðsstaðurin
ferðslutryggari
Marknagilsvegurin er nú
loksins liðugtgjørdur og
bundin í restina av ringveg-
num um Havnina. Heldur
Ferðslutrygd, at hesin vegur
fer at minka um ferðslu-
skaðar í býnum, ella fer
hann kanska tvørturímóti at
skapa møguleikar fyri ras-
arakoyring og harvið enn
fleiri skaðum?
Um vit taka Marknagils-
vegin,
sum
hann
var,
áðrenn nýggju vegagerð-
ina, so var hann so smalur,
at tveir bilar ikki kundu
møtast, uttan við víkipláss.
At vegur er smalur, er í
sjálvum sær ikki lívshættis-
ligt, um vit bara hugsa um
bilarnar, tí á smølum vegi
ber av góðum orsøkum ikki
til at koyra skjótari enn eitt
vist. Og í veruleikanum er
tað júst tað, sum verður
gjørt við nýggjar vegir, tá
ið ynskt verður, at ferðin
ikki skal vera ov nógv. Tá
verður vegurin t.d. við
oyggjum ella øðrum forð-
ingum smalkaður, so at
bilførararnir verða noyddir
at seta ferðina niður. Men
tað er ikki bara bilferðsla á
Marknagilsvegnum, har er
eisini rættiliga nógv fólk til
gongu og helst eisini á
súkklu. Og hetta var rætti-
liga vandamikið, tí fólk
høvdu ikki annað val, enn
at fara út á sjálvum vegin,
og harvið seta seg í vanda
fyri at verða ákoyrd. Hetta
var ein ótolandi støða hjá
øllum, sum skuldu nýta
henda veg. Harumframt var
eitt áhaldandi trýst á vegin,
tí at stórur partur av
eystur-vestur ferðsluni í
Havnini leitaði sær eftir
Marknagilsvegnum fyri at
sleppa undan bíðirøðunum
niðri í býnum. Avgerðin um
at gera nakað við henda
veg, kann tí ikki annað enn
sigast at hava verið sjálv-
søgd.
Nú Marknagilsvegurin er
liðugur er at fegnast um, at
vit hava ein góðan ringveg
rundan um Havnina, við
gongubreytum í báðum
síðum. Hóast allir trupul-
leikar ikki eru loystir, t.d.
súkkluviðurskiftini, mugu
vit geva myndugleikunum
tað rós, at teir veruliga
hava sýnt vilja at gera
ferðsluna tryggari. At tað
nú ber til at ferðast eystur
og vestur í Havnini eftir
ringvegnum, hevur uttan
iva lætt um trýstið á ferðsl-
uni í miðbýnum og vónandi
tí gjørt viðurskiftini eitt
sindur ferðslutryggari har.
Eftir stendur so spurn-
ingurin um henda nýgerðin
av
Marknagilsvegnum
skapar møguleikar fyri
rasarakoyring?
Í útgangsstøðinum kann
verða sagt, at vegir eiga
verða gjørdir til ta ferðslu,
sum ætlanin er at hava á
teimum. Tað er í øllum
førum ikki skilagott at gera
breiðar og beinar vegir, har
ætlanin er, at ferðin skal
vera lág. Tí, tað er ein
sannroynd, at slíkir vegir
elva til, at tað verður koyrt
skjótt. Sigast má, at hetta
hevur, í ávísan mun, verið
havt í huga, tá ið Markna-
gilsvegurin er gjørdur, og tí
eru í støðum t.d. oyggjar
gjørdar at smalka vegin.
Spurningurin um loysnir-
nar, sum eru gjørdar, eru
optimalar, skal tó standa
ósvaraður fyri fyrst.
Tá ið hetta er sagt, má
sjálvsagt verða lagt afturat,
at tað skal eitt menniskja til
at traðka á spitaran og sæð
í tí ljósi, finst eingin um-
bering fyri at koyra skjótari
enn loyvt - ella ráðiligt er.
Spyrjið serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til
serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
Nýggi Marknagilsvegurin
Altjóða skrivstovan
lat alment upp í
seinastu viku.
Høvuðsuppgávan hjá
hesi skrivstovu er at
upplýsa um møgu-
leikarnar hjá føroy-
ingum at útbúgva seg
uttanfyri Norðurlond
ÚTBÚGVING
Stefan í Skorini
Fríggjadagin í seinastu viku
var almenn móttøka í J.C.
Svabosgøtu 14 ella grót-
húsinum á Debesartrøð.
Skipað var fyri móttøku í
sambandi við, at Altjóða
Skrivstovan alment lat upp,
og at Setursskrivstovan eis-
ini flutti inn á hesi hølini.
Hesar báðar skrivstovur
skulu
sostatt
búleikast
undir somu lon í komandi
tíðum.
Holger Arnbjerg er leið-
ari av Altjóða Skrivstovuni,
og hann er longu farin til
verka at upplýsa ungdómar
um teirra møguleikar at
fara undir hægri lesnað
øðrum londum enn Norður-
londum.
Høvuðsuppgávan
hjá
skrivstovuni er at vegleiða
og upplýsa um útbúgving-
armøguleikar og útbúgv-
ingarskipanir
uttanfyri
Danmark.
– Okkara høvuðsuppgáva
er at eggja ungum, sum
ætla sær undir hægri lesn-
að, at royna lærustovnar
uttan fyri Norðurlond. Eis-
ini skulu vit royna at skipa
fyri næmingaskiftum mill-
um hægri lærustovnar, sig-
ur Holger Arnbjerg.
Holger sigur, at ein
heimasíða skjótt verður
klár, men enn er hon ikki
atkomilig á internetinum.
Stórt arbeiði fer eisini at
vera lagt í at gera skriv-
stovuna sjónliga millum tey
ungu á miðnámsskúlum og
aðrastaðni.
– Tey, sum ætla sær at
lesa aðrastaðni, hava ofta
nógvar forðingar at sleppa
framvið, áðrenn klárt er at
fara undir sjálvan lesturin
Tað eru hesar forðingar,
sum eg skal hjálpa fólki at
sleppa uttanum, sigur Hol-
ger Arnbjerg.
Holger sigur, at enn er
skrivstovan bara á byrjun-
arstigi, og tí má hann prior-
itera her í byrjanini, hvat
hann fer at leggja størts
dent á.
Holger sigur seg hava ein
varhuga av, at tað eru nógv,
sum hava hug at lesa aðra-
staðni enn í Føroyum og
Danmark. Í einari kanning
á einum av miðnámsskúl-
unum segði ein triðingur av
næmingunum, at teir heldur
vildu lesa uttanfyri Norður-
lond.
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit, at Creamy kanska fór
at hava eina eykakonsert í
Havn.
Fyrireikararnir
hava nú boðað frá, at
henda konsertin undir
ongum umstøðum verður
hildin.
Tey, sum ikki hava
ognað sær atgongumerki
til konsertina inni í Run-
avík, sleppa sostatt ikki at
síggja tær báðar genturnar
á palli.
Fyrireikararnir siga, at
fleiri enn 1500 atgongu-
merki longu eru seld til
konsertina í Eysturoynni,
so tað eru ikki nógv eftir.
Fyrireikararnir siga, at
fleiri kanska bíða við at
keypa atgongumerki, tí
tey vænta, at ein konsert
eisini verður í Havn, men
henda
verður
nú
av
ongum.
Creamy onga konsert
í Havn
Leygarnáttina rendi
ein bilur við fimm
ungum monnum á
ein garð á Eiði. Allir
vórðu fluttir á
Landssjúkarahúsið í
Havn, men eingin
hevur fingið
álvarsligt mein
FERÐSLUÓHAPP
Stefan í Skorini
Leygarnáttina kl. 03.52
fekk løgreglan fráboðan
um eitt ferðsluóhapp á
Eiði. Fimm ungir menn
vóru í bilinum, og allir
vóru fluttir við ambul-
ansuni á sjúkrahúsið í
Havn.
Tveir teirra vóru gjørdir
somikið í stand, at teir
kundu fara heimaftur,
meðan hinir tríggir vórðu
innlagdir.
Løgreglan heldur, at
allir fimm vóru ávirkaðir
av rúsdrekka, og tí vórðu
blóðroyndir
tiknar
av
øllum somlum.
Bilurin fór ógvuliga
illa, tí hann rendi frontalt í
betonggarðin.
Bilurin
koyrdi úteftir úr bygdini,
og tað var ikki hált á
vegnum,
tá
óhappið
hendi.
Ferðsluóhapp á Eiði
Eftir nógvu umtal-
uni av heimasíðuni,
www.ung.as, var
sannur stormur av
vitjandi á síðuni
hósdagin. Heili 1200
vitjanir vórðu
skrásettar henda
dagin
HEIMASÍÐA
Stefan í Skorini
Heimasíðan hjá Peturi
Hansen hevur sanniliga
verið í brennideplinum
seinastu dagarnar. Eftir at
tíðindi bórust um, at løg-
reglan hevði sett seg í
samband við dreingin, tí
hon helt, at myndirnar á
síðuni vóru heldur iva-
samar, hevur síðan havt
fleiri vitjanir enn vanligt.
Petur Hansen sigur, at
vanliga eru eini 400 vitj-
anir hvønn dag, men hós-
dagin vóru vitjanirnar
heili tríggjar ferðir fleiri
enn vanligt. Skrásettar
vórðu 1200 vitjanir hós-
dagin, meðan 800 vitjandi
vóru fríggjadagin.
Petur leggur afturat, at
teljarin á hansara síðu er
meira nágreiniligur í telj-
ingini enn aðrir teljarar, tí
hesin skilur ímillum IP-
adressurnar, sum aðrir
vanliga ikki gera. Tí hava
aðrir teljarar lyndi til at
skráseta fleiri vijtanir, enn
talan í veruleikanum er
um.
Petur Hansen sigur, at
tá
hann
var
inni
á
Strondum um vikuskiftið
og tók myndir á Prix
Føroyar konsertini, vóru
fólk eitt sindur meira
afturhaldandi, enn hann er
vanur við, tó fekk hann
nakrar góðar myndir á
konsertini. Annars hevur
hann ikki merkt stórvegis
til nógvu umtaluna.
– Eg havi fingið nakrar
ábreiðslur frá tí eldra
ættarliðnum, men eingin
av teimum ungu hevur
verið illur um myndirnar,
sigur Petur.
Trokan á
heimasíðuni
Upplýsa um lestur uttanfyri
Norðurlond
Holger Arnbjerg skal hava høvuðsábyrgdina av Altjóða Skrivstovuni, og hann sigur, at hansara
høvuðsuppgáva er at hjálpa ungum, sum ætla sær undir hægri lesnað aðrastaðni enn í Danmark
Næstu fýra mánað-
irnar verður skeið
fyri rithøvundar á
Háskúlanum í Havn,
og tað verður
Oddfríður Marni
Rasmussen, sum fer
at leggja teimum
skrivandi lag á
SKEIÐ
Stefan í Skorini
Í kvøld, mikukvøldið, verð-
ur fyrsta skriviskeiðið á
Háskúlanum í Havn, kallað
LivaSkriva, sum Háskúlin
fyrr hevur skipað fyri. Odd-
fríður Marni, sum herfyri
vann
bókmentavirðisløn
M.A. Jakobsens, hevur eis-
ini fyrr roynt at skipa fyri
slíkum skeiðum í Føroyum.
Oddfríður Marni sigur, at
dentur fer at verða lagdur á
stuttsøgur og stuttprosa á
skeiðnum, har skeiðluttak-
ararnir skulu læra at býta
tekstir upp í tær ymisku
bókmentagreinirnar.
Annar høvuðstátturin á
skeiðnum verður, at skeið-
luttakararnir skulu læra,
hvussu rithøvundurin skap-
ar ein persón í eini stutt-
søgu, og síðani skulu teir
skriva eina stuttsøgu um
henda persónin, sum teir
sjálvir skapa.
Næmingarnir skulu eisini
skriva sjálvir, so at teir fáa
eitt sindur av venjing, og
síðani skulu skeiðluttakar-
arnir meta um arbeiðið hjá
hinum á liðnum. Soleiðis
fáa næmingarnir sítt egna
verk undir luppin, og tað
kann vera læruríkt.
Oddfríður Marni sigur, at
hann fer at brúka tekstir
bæði hjá kendum rithøv-
undum og hjá næmingun-
um sjálvum í undirvísing-
ini. Hann fer at greina hesar
hesar tekstir og søgur sam-
an við næmingunum.
Skeiðið verður tríggjar
tímar hvørt mikukvøld
fram til 16. mai. Hetta er
long tíð, men Oddfríður
heldur ikki, at tað er ov
langt tíðarskeið, men at
næmingarnir fáa meira
burturúr, tá tað er skipað
soleiðis.
Oddfríður leggur lag á
Oddfríður Marni Rasmussen fer næstu mánaðirnar at leggja
rithøvundum, sum kanska ætla sær meira innan hetta yrkið,
lag á