Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 7. februar 2001 9 8 Nr. 26 - 7. februar 2001 – Eitt vart starv, sum hevur eitthvørt at gera við tað starvið viðkomandi hevur verið vanur at røkt, kann vera ein nýtilig loysn hjá nógvum óarbeiðsførum, sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður ÓARBEIÐSFØRI Turið Kjølbro – Tað er rætt, at tú kanst koma ógvuliga illa fyri, eisini fíggjarliga, orsakað av eini arbeiðsvanlukku. Í øllum førum, um tú ikki fært arbeiðsførleikan aftur. Summi sum liva av for- sorgarhjálp klára seg væl, meðan tað er ein katastrofa hjá teimum, sum hava verið von við at havt eina stóra inntøku og útreiðslur har- eftir, knappliga at skula liva av forsorgarhjálp. Í prin- sippinum átti ein grunnur at lofta teimum, sum gerast óarbeiðsfør, á sama hátt sum ein barnsburðargrunn- ur er til taks fyri tey, ið fara í barsilsfarloyvi. Ein møgu- leiki kundi eisini verið ein tryggingarsskipan, sum fiskimenn og reiðarar í felag rinda í, sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Á vári í 1998 legði Krist- ian Magnussen, sum tá var landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum uppskot fyri tingið um nýggja Vanlukkutrygging- arlóg. Men tá ið val varð útskrivað í úrtíð, datt upp- skotið burtur aftur. Síðani hevur Kristian Magnussen fleiri ferðir spurt, hvat er vorðið av lógini. – Um nýggja Vanlukku- tryggingarlógin var komin í gildi, høvdu óarbeiðsførir fiskimenn verið nakað betur fyri enn teir eru í dag. Hjálp til sjálvhjálp Endurútbúgving er ikki al- tíð loysnin, hóast viðkom- andi, ið er vorðin óarbeiðs- førur, kann gera eitthvørt arbeiði. – Tað kemst ikki uttan um, at arbeiðsførleikin má metast út frá, hvat viðkom- andi hevur verið vanur at gera. Hevur ein ikki út- búgving ella roynt annað arbeiði, er ringt at seta seg á skúlabonk at skúlast av nýggjum. Spurningurin er so, hvat annað kann gerast. Í 1997 legði eg sum lands- stýrismaður eina lóg fyri tingið, sum letur upp fyri møguleikanum, at óar- beiðsfør kunnu fara í vard størv. Men í dag fýra ár eftir hevur Almanna- og heilsumálastýrið ikki so frægt sum gjørt eina kunn- gerð at arbeiða eftir. Tað er ógvuliga trupult hjá Al- mannastovuni at gera nak- að við vard størv, tá ið eing- in vegleiðing ella reglugerð finst at umsita eftir. Eitt vart starv, sum hevur eitt- hvørt at gera við tað starvið viðkomandi hevur verið vanur at røkt, kann vera ein nýtilig loysn hjá nógvum óarbeiðsførum. Fyrsta dag- in fari eg at seta lands- stýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum ein fyri- spurning um, nær kunn- gerðin kemur, soleiðis at Almannastovan fær arbeitt við lógargreinini í forsorg- arlógini, sum letur upp fyri møguleikan at fara í vart starv og harvið lønarendur- gjaldi. Løgtingsmaðurin vísur samstundis á, at forsorg- arlógin er annað og meiri enn útgjald til uppihald. – Í prinsippinum heimilar forsorgarlógin at hjálpa fólki soleiðis, at tey kunnu klára at liva á einum fíggj- arligum lægri støði. Um tey hava lán í sethúsum, ber til at hjálpa teimum at fáa húsini sanerað so mikið, at tey kunnu klára at gjalda til tey. Hinvegin kennir tú ikki almennu skipanirnar, er ringt at finna runt. Og tí eiga fólk, sum koma illa fyri á henda hátt, at fáa alla ta vegleiðing og ráðgeving, teimum tørvar, sigur Krist- ian Magnussen. – Fiskimannafelagið eigur at síggja til, at tryggingar- og pen- sjónsviðurskifti hjá fiskimonnum eru í lagi, sigur Rúna Sivertsen, løgtings- kvinna ÓARBEIÐSFØRI Turið Kjølbro – Sjómenn eiga at verða høgt raðfestir, ikki minst tá ið tað snýr seg um løn og frítíð. Men tá ið tað ræður um sømdir tá ið ein ar- beiðsvanlukka hendir, eigur munur ikki at verða gjørdur á arbeiðsfólki á sjógvi og landi. Øll, sum koma út fyri eini arbeiðsvanlukku eiga at hava somu rættindi, sigur Rúna Sivertsen, løgtings- kvinna fyri Fólkaflokkin. Fiskimenn eru alt ov lítið kunnaðir um, hvussu teir eru tryggaðir í sambandi við eina arbeiðsvanlukku, heldur Rúna Sivertsen. – Eg havi spurt fleiri sjómenn, og svarið eg fái er, at teir ikki vita, hvussu teir eru fyri um tað ringasta skuldi hent. Spurningurin er so, hvør hevur ábyrgdina av vantandi upplýsing. Eru tað teir sjálvir, fakfelagið hjá teimum ella politikarar- nir? Politikkurin hjá Fólka- flokkinum gongur út uppá persónliga frælsið, at ein og hvør hevur ábyrgd av sær sjálvum. Tað vil siga at umframt, at hvør einstakur tekur í egnan barm, eigur fakfelagið hjá viðkomandi eina stóra ábyrgd eisini. Blaðið hjá Fiskimannafe- lagnum kundi víst á nøkur praktisk viðurskifti hjá sjómonnum, ikki bara av og á, men aftur og aftur. Sum er verður blaðið brúkt til ymiskt, ið als ikki hevur áhugan hjá sjómonnum. – Tá ið tað er sagt, er tað ov lætt sloppið ikki at vita, hvussu ein er fyri, um ein vanlukka hendir. Eisini hjá teimum, sum í nógv ár hava vunnið nógvan pening á sjónum. Fiskimenn fara vanliga ungir til sjós, og byrja teir sum ungir at rinda av hýruni til eina trygging, merkja teir lítið og einki til, at pengarnir fara av. Teir eru tá munandi betur fyri, um nakað hendir. Byrjar tú ikki at tryggja teg fyrr enn tú ert tilkomin, verður tað ein dýr trygging, sigur Rúna Sivertsen. Stór ábyrgd Tað hvílir ein stór ábyrgd á Fiskimannafelagnum, held- ur løgtingskvinnan. – Felagið eigur at gera eitt nógv størri arbeiði fyri at viðurskifti so sum trygg- ing, pensjón, avlamisviður- skifti og annað eru í lagi. Og at sjómenn seta størri krøv til felagið og for- mannin er sjálvsagt. Tað er so ógvuliga lætt at standa tann dagin, tú ert komin til skaða, og kasta alla skyld- ina á politikaran. Øll, sum eru virkin á arbeiðsmarkn- aðinum, eru í fakfelag og tí eiga fólk at krevja nakað av felagnum. Rúna Sivertsen vísir á Fólkatryggingina, sum Fólkaflokkurin er heitur talsmaður fyri. – Tað er umráðandi at hava skipanir, sum virka. Tí tosa vit fyri Fólkatrygging- ini, sum eisini umfatar skaða og arbeiðsvanlukkur. Í grundini gongur tann tryggingin út uppá, at fólk gjalda til eina skipan, har tey sjálv gera av, hvat hon umfatar. Arbeiðir tú á einum arbeiðsplássi, har vandin er størri fyri, at eitt óhapp hendir, enn aðra- staðni, kanst tú tryggja teg betur. Vart starv ein loysn – Tað kemst ikki uttan um, at arbeiðsførleikin má metast út frá, hvat viðkomandi hevur verið vanur at gera, sigur Kristian Magnussen Sjómenn eiga at seta størri krøv – Øll, sum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, eru í fakfelag og tí eiga fólk at krevja nakað av felagnum, sigur Rúna Sivertsen Viðmerkingar til samrøðuna við Leiv Egholm í blaðnum í gjár - Sjómenn fáa at vita, at teir eru tryggjaðir og so halda teir, at tað fevnir um rímiliga nógv viðurskifti. Men Tryggingin finnur altíð ta lógargreinina, sum talar til teirra fyrimun, sigur Jona Isaksen, forkvinna í Felagnum Fiski- mannakonur ÓARBEIÐSFØRI Turið Kjølbro – Ikki upp á nakran máta er tað sømiligt at bjóða fólki, sum koma út fyri eini van- lukku, at liva av forsorgar- hjálp. Eingin hevur uppi- borið eina slíka lagnu. Men tað vísir seg, at tað ofta eru tey, sum eru virkin og við til at halda samfelagshjólini gangandi, sum verða við sviðusoð, tá ið tey koma illa fyri, sigur Jona Isaksen, forkvinna í Felagnum Fiskimannakonur. Eisini Jona Isaksen held- ur, at tað haltar við kunn- ingini. – Tú verður ikki kunnað- ur um nakað sum helst. Søkir tú tær ikki vitan sjálvur, fært tú einki at vita. Jona Isaksen sigur, at sjó- menn, ið koma út fyri ó- happi umborð á skipi, eru mangan ógvuliga illa stadd- ir yvir fyri Tryggingini. – Fert tú sjálvur í holt við at kanna, hvat og hvussu tú ert tryggjaður um eitt óhapp skuldi hent, rennur tú teg í ein slíkan meldur av reglum og undantøkum, at tú gevur upp. Tú skalt verða ógvuliga sterk likamliga og sálarliga fyri at finna runt. Sjómenn fáa at vita, at teir eru tryggjaðir og so halda teir, at tað fevnir um rími- liga nógv viðurskifti. Men hendir álvarsligur skaði, stoytir tú teg beinanvegin ímóti. Tryggingin hevur altíð rætt og tey finna altíð eitt ella annað fyri at sleppa frá at gjalda, tí tað er for- rætning. Tey finna altíð ta lógargreinina, sum talar til teirra fyrimun. – Viðkomandi, ið kemur illa fyri, skal bíða í alt ov langa tíð, áðrenn avgerð fellur í málinum. Ímeðan er viðkomandi noyddur at liva sum best. Manningarfeløg- ini áttu arbeitt fyri, at slíkar avgerðir fella skjótari og at hjálpin gjørdist betri. Hin- vegin dugi eg ikki at síggja at tað ber til at hava eina trygging, sum veitir fyri mista inntøku. Verður tú óhjálpin ella óarbeiðsførur, eigur tað almenna at traðka til. Hinvegin er forsorgar- hjálpin alt ov lítil, sigur Jona Isaksen, forkvinna í Felagnum Fiskimannakon- ur. – Frá okkum fáa fiski- menn alla ta vegleið- ing og ráðgeving teir hava brúk fyri, koma teir illa fyri, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimanna- felag ÓARBEIÐSFØRI Turið Kjølbro – Eins og tú og eg, gera sjó- menn og onnur arbeiðsfólk sær ikki greitt, hvørji rætt- indi tey hava í sambandi við vanlukku, fyrr enn skaðin er hendir, sigur Óli Jacobsen, formaður í Før- oya Fiskimannafelag. Kemur fiskimaður til skaða á sjónum, kann hann venda sær til Fiskimanna- felagið. – Tað vita fiskimenn, at teir kunna. Frá okkum fáa teir alla ta vegleiðing og ráðgeving, teir hava brúk fyri. Umframt upplýsingar í faldara og ársfrágreiðing- unum, eru tíðindi javnan um evnið í FF-blaðnum. Eg kann ikki pástanda, at nóg mikið verður upplýst, tí nær ger ein tað. Men tað mest avgerandi er, at fiski- menn vita, hvagar teir kunnu venda sær, sigur Óli Jacobsen. Er arbeiðsskaðin av slík- um slagi, at fiskimaðurin skal hava endurgjald vegna mistan arbeiðsførleika, tek- ur sakførarin hjá Fiski- mannafelagnum sær av málinum uttan kostnað fyri fiskimannin. Arbeiðsskaðar truplir – Tað skerst ikki burtur, at tíðin er farin frá galdandi Vanlukkutryggingarlóg. Tá ið eg sat í landsstýrinum í 1995 setti eg eina nevnd við dómaranum sum formanni, sum skuldi gera uppskot um nýggja Vanlukkutrygg- ingarlóg. Hetta er eitt ógvuliga fløkt øki, og tað er kanska orsøkin til, at eingin nýggj lóg enn er komin í gildi. – Arbeiðsskaðar gerast ofta trupul mál, tí spurn- ingurin er altíð, hvussu stórur partur av arbeiðsfør- leikanum er mistur. Tað er altíð ein læknalig meting, og hana hevur Fiskamanna- felagið onga ávirkan á. Ein sjómaður, sum verður sagdur at vera 20% invalid orsakað av arbeiðsvan- lukku, kann kortini vera so illa fyri, at hann einki ar- beiði kann taka á seg. Tá mugu aðrar almennar skip- anir taka við, og tá vit síggja, at helmingurin av fíggjarlógini fer til al- mannamál, eiga møguleik- ar at vera til staðar sum til dømis forsorgarhjálp, av- lamispensjón ella annað. Eg veit ikki, um tað ber til at tekna eina trygging, sum dekkar júst hetta økið. Tað skuldi verið meir nærliggj- andi at bøtt um verandi trygging, um hetta letur seg gera, sigur Óli Jacobsen. Um tað ikki er uppgávan hjá Fiskimannafelagnum at trýsta á soleiðis, at ein nýggj Vanlukkutryggingar- lóg kemur í gildi, sigur Óli Jacobsen. – Tað er einki ivamál um, at tað er tað. Fiskimanna- felagið roynir eisini at trýsta á á nógvum ymiskum økjum. Men veruleikin er, at tað ger hvørki frá ella til. At trýsta á almenna system- ið er vónleyst. Ósømiligt at bjóða fólki – Tað vísir seg ofta, at tað eru tey, sum eru virkin og við til at halda samfelagshjólini gangandi, sum verða við sviðusoð, tá ið tey koma illa fyri, sigur Jona Isaksen, forkvinna í Felagnum Fiskimannakonur Myndin er modellmynd, tikin av Jens Kr. Vang Fiskimenn verða væl kunnaðir – Fiskimannafelagið roynir at trýsta á á nógvum ymiskum økjum. Men veruleikin er, at tað ger hvørki frá ella til. At trýsta á tað almenna er vónleyst, sigur Óli Jacobsen Viðmerkingar til samrøðuna við Leiv Egholm í blaðnum í gjár