Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 7. februar 2001 7 6 Nr. 26 - 7. februar 2001 Nú er lagnan hjá nýggja vaktar- og bjargingarskipinum, Brimli, aftur óviss SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen Nú hevur aftur óvissa tikið seg upp um lagnuna hjá nýggja vaktar- og bjarg- ingarskipinum, Brimli. Annars tóktist tað, sum um at tað loksins skuldi eydnast at fáa hann til landið, nú Karsten Hansen tíðliga í farnu viku legði uppskot fyri Løgtingið um at gera enda á ósemjuni um lønina hjá manningini. Ætlanin var, at ein seks mannanevnd skuldi setast at áseta lønina. Nevndin fekk freist til 1. mai, men manningin skuldi kortini fara umborð, beinanvegin lógin var komin í gildi. Tað vil siga, at gekk sum ætlað, hevði Brimil komið til landið fyrsta dagin. Men tað gekk ikki sum ætlað. Uppskotið skuldi koma til 1. viðgerð fríggjadagin, men tá bað Karsten Hansen um at fáa tað tikið av dags- skrá. Og nú er óvist, nær tað kemur til viðgerðar. Orsøkin til, at uppskotið ikki kom til viðgerðar, er, at onkrir limir í samgonguni eru farnir at draga í land aftur, eftir at tað annars var semja um, at málið skuldi leggjast fyri tingið. Tað skilst, at tað er harðliga mótmæli frá Starvsmannafelagnum, sum hevur fingið onkrar tinglimir í samgonguni at ivast í, um tað er rætt at leggja upp í ósemjuna. Starvsmannafelagið hev- ur víst á, at tað er ikki farið í arbeiðssteðg, men at tað samráðist enn við Fíggjar- málastýrið. Tí kann tað undir ongum umstøðum góðtaka, at viðurskiftini hjá teimum av manningini á Brimli, sum eru limir í Starvsamanna- felagnum, verða løgd fyri tingið. Og hendi tað, blivu tiltøk sett í verk. Og tað hevur nú fingið onkrar tinglimir í Sam- gonguni at ivast so mikið, at fyribils er málið tikið av dagsskrá hjá Løgtinginum. Ongin skal skáka sær undan Karsten Hansen vil ikki rættiliga viðganga, at sam- gongulimir eru farnir at draga í land. Hann sigur, at tað er rætt, at onkrir tinglimir í sam- gonguni vilja hava svar uppá nakrar spurningar og tí er málið útsett. – Sannleikin er helst tann, at tingmenn vilja helst sleppa undan at koma upp í málið. Og tað skilji eg væl, tí eg vildi eisini sloppið undan at lagt málið fyri tingið. Men tað er rætt og slætt ómøguligt at koma víðari við samráðingum og tí kunnu tinglimir verða noyddir at taka støðu. Karsten Hansen sigur, at veruleikin er, at eftir tilboð- num, sum t.d. maskin- menninir fingu, høvdu teir um eitt ár fingið eina løn, sum er hægri enn kravið, teir hava sett, tá ið eftirløn og annað, er roknað uppí. Men tá er tað eisini talt uppí, at teir høvdu fingið lut í teimum lønarhækk- ingum, sum verða í teimum vanligu samráðingunum. Samstundis ger landsstýris- maðurin vart við skattalætt- an, sum er komin. Hann leggur afturat, at hann bjóðað bæði maskin- meistarunum á Brimli og á Tjladrinum hesa lønar- hækkingina. – Tí er tað tað mær ein gáta, hví teir ikki tóku av. Ístaðin eru teir komnir við nýggjum krøvum, sum t.d. hava teir nú kravt, at teir skulu hava løn ímeðan teir hava verið í verkfalli. – Eg skal ikki siga, at málið eg gjørt politiskt. Men í øllum førum stríðir tað ímóti øllum vanligum viti og skili. Karsten Hansen sigur, at tá ið tað ikki ber til at koma longur við samráðingum, slepst ikki undan, at leggja málið fyri tingið, tí málið skal loysast. Men hann hevur alla tíð- ina gjørt greitt, at málið verður ikki lagt fyri tingið, uttan at øll samgongan bindur seg til at atkvøða fyri tí. – Eg góðtaki ikki at ein- stakir tinglimir í samgong- uni skáka sær undan á- byrgdini í hesum málinum. Hann sigur, at orsøkin til, at Starvsmannafelagið er tikið uppí, er, at hann vil loysa málið sum eina heild. Hann er ikki samdur við Starvsmannafelagið í, at ongar samráðingar hava verið við felagið um manningina á Brimli. – Tað hava verið fleiri fundir, men vit eru ikki komnir nakran veg. Og nú hevur ósemjan vart so leingi, at tað er neyðugt at loysa tað sum eina heild. Vit mugu ikki koma í ta støðu nú, at dekkararnir og kokkarnir, sum eru í Starvsmannafelagnum, fara í land, samstundis sum yvirmenninri fara umborð, sigur Karsten Hansen. Ongin skal sleppa at skáka sær undan Síðani uppskotið um lønina hjá manningini á Brimli varð lagt fyri tingið, eru einstakir tinglimir úr samgonguni farnir at draga í land aftur. Men tað góðtekur Karsten Hansen ikki Fyrsta hugnakvøldið í árinum, er turrur fiskur, turr grind og spik á skránni á Lágargarði - aftur við Ad Libitum LÁGARGARÐUR Turið Kjølbro Síðani Lágargarður læt upp í áttatiárunum, hevur verið skipað fyri regluligum hugnaløtum fyri búfólk- unum á stovninum. Ein slík var týskvøldið fyri eini viku síðani. Avvarðandi vóru boðin við. Borðreitt varð við turrum fiski, turrum tvøsti og spiki, sum familjan hjá búfólkunum høvdu útvegað. Stovnurin bjóðaði drekkamunn om- aná. – Hetta er fastur siður á hvørjum ári í januar, at vit skipa fyri hugnaløtu við góðum føroyskum mati og undirhaldi við Ad Libitum. Teir spæla lættan, klassisk- an tónleik, sum øllum dám- ar væl og kenna. Harmon- ikan er eisini við hetta kvøldið. – Tað ber altíð til at fáa fatur á turrum fiski. Verri er at skaffa turra grind og spik. Men eg veit, at fólk hava verið í Suðuroy eftir grind og spiki, sigur Marj- un Smith, leiðari á Lágar- garði. Á hugnaløtunum sita avvarðandi hjá búfólkun- um. Borðkort er til hvønn einstakan. Til eitt sovorðið hugnakvøld eru eini 120- 130 fólk tilsamans. – Tey gomlu síggja av- gjørt fram til hesi kvøldini. Eisini tey avvarðandi, og vit merkja nú, vit hava skipað fyri hesum kvøldum í so nógv ár, at fólk kennast væl og dámar at koma her. Stendur nógv á Alla vetrarhálvuna, tó uttan í oktober, verður skipað fyri hugnakvøldum á Lág- argarði. Á hugnaløtuni í februar kemur sum vera man á hvørjum ári eitt dansifelag á gátt. Novemb- er og januar hugnakvøldini er føroyskur matur á skránni, meðan tað hini kvøldini verður borðreitt við einum drekkamunni. Til undirhalds dámar teim gomlu best sang, fe- lagssang og tónleik. – Tey á Kamarinum, Har- monikumenninir, Spæli- menninir í Hoydølum og onnur hava vitjað okkum. Og tað stendur nógv á hjá nógvum at sleppa út á gólvið til ein dans, men tíverri eru tey fægstu før fyri tí, sigur Marjun Smith. Útferð í mai Í mai mánaði á hvørjum ári verður skipað fyri útferð fyri búfólkini. – Vit hava verið nógva ymsa staðni við okkara búfólkum. Tað er ongantíð meiri enn ein dagstúrur. Av teim 48 fólkunum, sum búgva á Lágargarði, er ikki meir enn ein triðingur førur fyri at koma við eina slíka ferð og tilsvarandi líka nógv starvsfólk mugu við. Vit eta á einum hotelli ella gistingarhúsi, og er ellis- heim í økinum, vitja vit har til ein drekkamunn og eitt prát, sigur Marjun Smith. Hugni á Lágargarði Eitt av búfólkunum á Lágargarði, Oda Hansen, saman við ommudóttrini 9 ára gomlu Duritu Mynd: Jan Müller Til hugnakvøldini á Lágargarði taka eini 120-130 fólk lut Mynd: Jan Müller Eitt felag við ungum løgfrøðingum og stjórnarkønum hevur tikið stig til at geva út eitt føroyskt lógarrit, sum skal lýsa og viðgera føroyskar lógarspurningar og siðvenjur LØGFRØÐI John Johannessen Kann løgmaður hetta? Kann landsstýrismaðurin hatta? Hvørji mørk setur stýrisskipanarlógin fyri hesum og hasum? Slíkir spurningar verða dagliga viðgjørdir í før- oysku miðlunum, og svarini eru ofta ymisk og ógreið. Tí heldur eitt felag við ungum løgfrøðingum og stjórnarkønum tað vera hóskandi at geva út eitt før- oyskt lógarrit, sum gjøllig- ari viðger síkar spurningar. Stórur tørvur Felagið, ið kallast Føroyskt Lógar Rit, sigur í tíðinda- skrivi, at tørvurin á einum lógarriti er stórur. Føroyar hava altíð verið egið løg- dømi við egnum lógum og dómum. Talið av lógum, dómum og avgerðum, ið bert hava gildi í Føroyum, er stórt. Og við nýggju stýr- isskipanini eru nú lógir, ið bert eru skrivaðar á før- oyskum. Limirnir í felagnum Før- oyskt Lógar Rit halda, at trupulleikar og óvissa standast av, at hvørki lýsing av mannagongdum alla ástøðilig viðgerð fer fram innan føroyska lóg. – Almennar avgerðir eiga at koma á prent, tí tær hava týdning, um vit til fulnar skulu skilja rættarstøðuna. Í flestu lógum eru spurningar um tulking, sum kunnu av- gerðast á ymsan hátt. Bert við at kenna avgerðir – ser- liga frá kærunevndum og dómstólum – kunnu vit til fulnar siga, hvør rættar- støðan er, siga løgfrøðing- arnir í tíðindaskrivinum. Ymiskt tilfar FLR, sum er styttingin fyri Føroyskt Lógar Rit, fer at innihalda fleiri sløg av við- gerðum. Í ritinum fara at vera ástøðiligar viðgerðir, lýsingar av siðvenju um- framt fastir tættir av yms- um slag. Lógarritið kemur vænt- andi út tríggjar ferðir um árið, á vetri, vári og heysti. Fyrsta ritið er evnisrit um fólk og fullveldi. – Nógvir óloystir spurn- ingar eru viðvíkjandi støðu Føroya. Gjørdust vit nak- rantíð partur av Noreg ella Danmark? Eru Føroyar eitt land, føroyingar eitt fólk ella tjóð? Hava vit ræði á egnum landi, ella eiga vit rættin at fáa tað, ella er rætturin farin fyri bakka? Ber tað til at vera land og fólk og framvegis vera inn- an fyri ein størri valdskam, spyr Føroya Lógar Rit í tíðindaskrivi. Almennur fundur Føroya Lógar Rit byrjar orðaskifti sítt við trimum greinum, sum ávikavist Halgir Winther Poulsen, Guðmundur Alfredsson og Alasdair Geater og Scott Crosby hava skrivað. Av hesum fara Halgir Winther Poulsen, Alasdair Geater og Scott Crosby at greiða frá greinum sínum á almenn- um fundi, sum verður í Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni í Havn hósdagin 8. februar. Halgir Winther Poulsen spyr í grein síni, um Føroy- ar eru tjóð, og lýsir fyri-lit- ini í altjóða lóg, ið gera av hendan spurning. Guðm- undur Alfredsson nemur við, hvat tað merkir at vera tjóð í samráðingarhøpi. Alasdair Geater og Scott Crosby viðgera sjálvsav- gerðarrættin bæði í nútíðar og søguligum høpi. Serliga nema teir við, hvønn týdn- ing felagsskapir sum ES hava fyri sjálvsavgerðar- rættin hjá smáum londum og tjóðum. Kári á Rógvi, løgfrøðing- ur, samskipar arbeiðið hjá felagsskapinum Føroyskt Lógar Rit. Vandi er fyri, at Danmark kemur í altjóða andglettin, um stjórnin fer ov harðliga fram móti nýggju sjálvstýris- ætlanini hjá lands- stýrinum, heldur Frederik Harhoff, serfrøðingur í ríkisfelagsskapinum FRAMTÍÐARSTØÐA FØROYA Magnus Dam Ein av teimum, sum hevur størst innlit í viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, Frederik Harhoff, ávarar nú beinleiðis donsku politikk- ararnar ímóti at vraka sjálv- stýrisætlanina hjá lands- stýrinum. Serfrøðingurin í fólka- rætti heldur, at umdømið hjá Danmark kann líða stóran skaða, um stjórnin vísir ætlanini frá sær og ikki vísir vilja til at sam- starva um nýggju ætlanina. Við Berlingske Tidende í gjár segði Frederik Har- hoff, at Danmark stýrir beint móti einum altjóða samanbresti, um stjórnin heldur fram við førda Før- oya-politikkinum. Frederik Harhoff heldur ætlanina hjá landsstýrinum vera skilagóða, og at dansk- ir politikkarar eru óærligir, tí teir alment siga seg góð- taka eitt ynski úr Føroyum um meira sjálvstýri, men kortini leggja fót fyri før- oysku ætlanini. – Stjórnin hevur biðið landsstýrið um at vera greiðari og at fáa eitt styrkt mandat. Tá ið landsstýrið so ger eftir boðunum, er hetta eisini skeivt. Tað haldi eg vera ótrúverdugt, sigur Frederik Harhoff. Gerst støðan spentari millum Føroyar og Dan- mark, so kann hetta koma illa við hjá Danmark, held- ur hann. Hann sær fyri sær, at hini norðurlondini, Bret- land, USA og Kanada fara at finnast at Danmark. – Londini fara at hyggja undrandi at donsku hand- faringini, sum er í stríð við danskan mentalitet. Vit hava ikki siðvenju fyri at reka uttanríkispolitikk eins og fransmenn, sigur Har- hoff við Berlingske Tiden- de. Vísa ætlanini aftur Fyrstu útmeldingarnar frá donskum politikkarum benda á, at nýggja ætlanin hjá landsstýrinum ikki treytaleyst fær undirtøku í Fólkatinginum. Sambært ætlanini skulu Føroyar fáa blokkstuðul fram til 2012, tá ið atkvøðast skal um loysingina, og hetta fellur ikki í góða jørð í Danmark. Donsku politikkararnir halda, at landsstýrið við hesari ætlanini roynir at »snýta« seg til eina longri skiftistíð enn tey 3-4 árini, sum stjórnin er sinnað at lata. – Tað ber ikki til at be- stilla blokkstuðul í so og so nógv ár úr Danmark. Hava føroyingar ráð til at leggja eina hálva milliard krónur í ein grunn, so skulu teir ikki hava pengarnar, sigur Pia Larsen, framsøgukvinna hjá Vinstra, sum leggur afturat, at danskir politikk- arar hava sínar egnu velj- arar at hugsa um. Nýtt føroyskt rit: Skal viðgera føroyskar lógarspurningar Løgfrøðingurin Kári á Rógvi er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri Føroyskt Lógar Rit Ótrúverdigur Føroya- politikkur Danski serfrøðingurin í fólkarætti, Frederik Harhoff, ávarar donsku stjórnina um at fara ov harðliga fram móti landsstýrinum. Vandi er fyri, at onnur lond fara at finnast at Danmark Lógaruppskotið, sum Føroyingar skulu taka støðu til á fólkaatkvøðu í mai, er klárt. Kortini verður tað ikki borið í tingið fyrr enn um tvær vikur, fyri at møguleiki skal vera at gera smáar broytingar FÓLKAATKVØÐAN John Johannessen Bundni leisturin fram at fullveldinum, sum lands- stýrið almannakunngjørdi hóskvøldið, er til í lógar- sniði. Men kortini verður lógaruppskotið ikki latið løgtingsskrivstovuni fyrr enn um tvær vikur ella so. Orsøkin til hetta er, at landsstýrið ynskir at hava møguleika at gera smáar broytingar í lógartekstin- um, um hetta gerst neyð- ugt. Og møguliga gerst hetta eisini neyðugt, tí ivi hevur verið reistur um, hvørt tað ber til at stað- festa sum grein í eini lóg, at hon ikki kann broytast aftur tey næstu 12 árini. Lógaruppskotið um stuðul til fólkaatkvøðuna er enn ikki liðugt politiskt viðgjørt í landsstýrinum. Men væntandi kemur hetta eisini fyri tingið um tvær vikur ella so. Samlaði stuðulin til fólkaatkvøðuna fer helst at tátta í tvær milliónir krónur. Møguleiki verður hjá politiskum flokkum og felagsskapum, ið siga ja ella nei til fólkaatkvøð- una, at fáa stuðul. Ein óheft nevnd ger av, hvør fær stuðul til upplýsing undan fólkaatkvøðuni. Fólkaatkvøðan fyri tingið um tvær vikur