mikudagur 7. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Djúpvatnstrolarin
Boðasteinur úr Fugla-
firði er lýstur til sølu.
Talan er um eina
nevndarsamtykt,
uttan tó at annað skip
er á veg, sigur
reiðarin
SKIPASØLA
Edvard Joensen
Reiðaríið hjá Boðasteini í
Fuglafirði lýsir skipið til
sølu, um hóskandi boð
fæst. Einki annað skip er í
kikaranum kortini, sigur
Sigurd Simonsen, reiðari.
Tað er vanligt at hava
skip standani á sølulista
alla tíðina. Og Boðasteinur
hevur eisini staðið á sølu-
lista uttanlands. Men tá
hevur tað altíð verið uttan
fiskiloyvi. Nú hann verður
lýstur til sølu í Føroyum, er
tað hinvegin við fiskiloyvi,
sigur reiðarin.
Boðasteinur er størsti
føroyski ísfiskatrolarin og
hevur roynt á djúpum vatni
undir Føroyum, umframt at
hann hevur roynt eftir búr-
fiski sunnan fyri og sein-
asta
summar
eisini
í
Barentshavinum, har hann
fiskaði av polskari kvotu,
sum reiðaríðið hevði keypt.
Boðasteinur er í løtuni á
búrfiskaveiðu
suðuri
í
Atlantshavi. Sigurd Simon-
sen sigur, at teir hava bara
gjørt ein stuttan túr. Teir
fiskaðu bara í tríggjar dagar
og rýmdu so fyri veður. Teir
høvdu eini 30 tons, sum
vórðu seld í Fraklandi fyri
28,- krónur kg. Veiðan varð
løgd upp í Milfordhaven í
Wales og haðani flutt við
bili til Fraklands. Tað styttir
siglingartíðina eitt samdøg-
ur hvønn vegin, sigur reið-
arin, meðan tað bara tekur
einar 10-11 tímar at koyra.
Annars letur Sigurd Sim-
onsen, reiðari á Boðasteini,
at, at fiskiskapurin eftir
búrfiski er í minking. Búr-
fiskur verður gamal fiskur.
Hann livir á djúpum vatni,
og veksur tí sera seint. Av tí
sama er hann gamal, áðr-
enn hann gýtir, og tí eisini
viðbrekin sum stovnur.
Um fiskiskapin í Ba-
rentshavinum í fjør, sigur
reiðarin, at teir keyptu
kvotu frá polakkum og
skrásettu síðan skipið í
Pólandi undir navninum
Patricia 9. Undan hesum
hava eitt nú Skálaberg og
onkur annar føroyskur trol-
ari itið Patricia við einum
tali afturút, alt eftir, hvussu
nógv árini eru liðin, síðan
tann fyrsti keypti kvotu frá
polakkum.
Komandi summar fer so
Boðasteinur aftur at fiska
av hesi kvotu, og av tí, at
hetta verður tíggjunda árið,
føroyingar royna hetta, man
hann helst fara at eita
Patricia 10 í summar.
∆
Boðasteinur til sølu
Tað bragdar rættiliga
norðanfyri. Útróðrar-
bátarnir á Eiði hava
fingið væl av fiski
seinastu dagarnar
ÚTRÓÐUR
Torrafiskurin tykist verða
komin norðanfyri. Bátar,
sum royna við snellu stutt
úr landi, hava fingið væl av
fiski seinastu dagarnar,
meðan línubátarnir hava
fiskað óført.
Mánakvøldið
løgdur
fleiri smærri bátar upp á
Eiði, og tað royndist bara
væl. Slagið var gott, og
vektin hartil. Úr einum
1.200 pundum upp um
tonsið fingu teir. Ein einsa-
mallur maður við seks
snellum hevði til dømis
fingið umleið eitt tons.
Onkur bátur var, sum
legði upp í Sundalagnum,
ið hevði fingið eini 3.000
pund, frættist.
Menn siga frá, at tað er
rættiliga góður fiskur, teir
fáa. Og hann er fullur av
sild, siga teir.
Bátarnir vóru á útróðri
aftur gjár, frættu vit, beint
áðrenn blaðið fór tjil
prentingar. Av Eiði varð
sagt, at veðrið var gott
norðanfyri í gjár.
Annars er bara ein størri
útróðrarbátur, sum rør við
línu av Eiði. Tað er Norð-
søki, sum annars býr á
Selatrað, sum tað stendur á
navnabrettinum. Teir rógva
út av Eiði, har teir hava
skúr og aðrar útgerð. Teir
hava fiskað óføra væl.
Reiðarin plagdi fyrr at
siga, at teir fingu fyri
breyð. Men nú vilja teir
halda, at við prísunum,
sum nú eru, fæst kanska ein
pylsubiti upp á eisini.
ej
Torrafiskurin komin
Nr. 26 - 7. februar 2001
5
4
Nr. 26 - 7. februar 2001
Akranesgøta 5 · Tlf. 319889-11 · Boks 3043 · 110 Tórshavn · www.wenzel.fo
Verkstaðurin bjóðar
kaffi, køkur og sodavatn
frá 5.-10. feb.
frá kl. 8.00-16.00
leygardagin 10. feb.
frá kl. 10-16.
Kom inn á gólvið og fá eitt
bilprát við okkum
Bilurin verður kannaður
ókeypis. Tilboð verða givin.
Um umvælingar skulu gerast
lata vit ÷25% av eykalutunum.
Ring og avtala eina tíð.
Service 2000
Frá 6.-10. feb. fæst oljuskift
til persónbilar fyri kr. 50,-
(bæði olja og arbeiði).
Sosialurin - 311820
For
Ford v
d vísir sín
nýggja verksta
ggja verkstað
For
Ford v
d vísir sín
nýggja verksta
ggja verkstað
Fyri viðskiftafólkið sínum
– Gongdin allastaðni í
verðini er, at MRCC
støðir og vanligar
radiostøðir, sum
Tórshavnar Radio,
verða lagdar saman,
sigur Hjallgrím
Hentze á Føroya Tele.
Hann er sostatt
grundleggjandi
ósamdur við Don
Petersen, samskipara
á Radioeftirlitinum
SAMSKIFTI
Áki Bertholdsen
– Tað er skilagott at leggja
eina føroyska MRCC, sam-
an við Tórshavnar Radio.
Og tað er heldur ongin ivi
um, at tað er effektivast, at
støðin liggur í Havn.
Tað
sigur
Hjallgrím
Hentze, sum er stjóri á
teknisku deild á Føroya
Tele.
Sostatt er hann grund-
leggjandi ósamdur við Don
Petersen, samskipara á
Radioeftirlitinum, sum í
Sosialinum nú ein dagin
segði, at tað var bara í
kommunistiskum londum,
og londum við hernað-
arstýri, at MRCC støðirnar
og strandarradiostøðirnar,
sum t.d. Tórshavnar Radio,
verða lagdar saman.
Don Petersen segði, at
hetta var tí, at strandar-
radiostøðirnar vóru altíð
sivilar, men at MRCC støð-
irnar altíð vóru hernaðar-
ligar ella hálvhernaðarliga.
Og framkomin lond vildu
ikki geva herinum, ella
hálvhernaðarligum stovn-
um, sum t.d vaktar og
bjargingartænastum, ræði á
teimum sivilu støðunum.
Hesum
er
Hjallgrím
Hentze langt frá samdur í.
Hann sigur, at hetta, sum
Don Petersen førir fram, er
ein farin tíð.
– Fyri 10-15 árum síðani
var hetta veruleikin, men
soleiðis er ikki longur.
Allastaðni í verðini er
gongdin tvørturímóti tann
beint øvugta nú á døgum.
Allastaðni verður roynt at
samskipa MRCC støðir og
strandarradiostøðir og at
leggja tær saman fyri at
gera tær bíligari og effek-
tivari. Og summa staðni er
hendan
samanleggingin
longu fullførd.
Hann sigur, at strandar-
radiostøðir, sum Tórshavn-
ar Radio, hava tvær megin-
uppgávur. Onnur er “neyð
og trygd”, tvs, at lurta
døgnið runt um nakar send-
ir neyðarkall.
Hin parturin er tær “kom-
merciellu” tænasturnar, eitt
nú at avgreiða telefonsam-
talur. Men hesin parturin
verður niðurlagdur víða
hvar, tí alt slíkt samskifti
verður meiri og meiri auto-
matiserað við fartelefon-
um, fylgissveinasamskifti
o.s.fr.
– Eitt nú avgreiða strand-
arradiostøðir í Niðurlond-
um, Bretlandi og Týsklandi
og ikki longur vanligar
telefonsamtalur og har eru
strandarradiostøðirnar og
MRCC lagdar undir sama
vald. Tvs, at tað er sami
myndugleiki, sum bæði
røkir tað uppgávuna, sum
eitur “neyð og trygd” og tað
uppgávuna, sum eitur
MRCC.
Og gongdin er tann sama
alla aðrastaðni eisini.
– Hinvegin koma strand-
arradiostøðirnar við lurti-
skyldu, at avgreiða “neyð
og trygd” í nøkur ár afturat,
men, sum frá líður verður
eisini tað automatiserað.
Hjallgrím Hentze sigur
at eisini í Írlandi eru
strandarradiostøðin
og
MRCC fult samanløgd.
Umframt at røkja “neyð og
trygd”, umsitur støðin í Ír-
landi eisini vanligar tele-
fonsamtalur, men har eru
tað manningin á MRCC
støðini, sum røkir allar
uppgávurnar.
– Hetta er sjálvsagt fyri at
gera raksturin bíligari, tí
hví skulu tvey vaktarhald
verða, tá ið tað bara er
neyðugt við einum, sigur
Hjallgrím Hentze.
Hann leggur afturat, at í
Noregi eru tey eisini í ferð
við at leggja saman og í
Íslandi er samanleggingin
lutvíst framd.
Hann sigur, at orsøkin til,
at MRCC og Strandar-
radiostøðir vóru hvør sær
fyrr, var, at tað altíð vóru
tey gomlu telefon-mono-
polini, sum róku strandar-
radiostøðirnar.
Hinvegin lá bjargingar-
skipanin, ella MRCC, al-
oftast undir hernaðarvald-
inum, ella hálvhernaðar-
ligum stovnum. Hetta var
tí, at hervaldið og teir hálv-
hernaðarligu
stovnarnir,
frammanundan høvdu bæði
skip, tyrlur, flogfør o.a. til
taks.
MRCC-støðirnar brúktu
síðani strandarradiostøðir-
nar til at samskifta við sivil
skip við, men tað loyniliga
hernaðarliga
samskiftið
hevur verið um MRCC
støðina.
– Tann politiska avleið-
ingin av hesum, er, at van-
ligahevur MRCC ligið
undir lógmála- ella hernað-
arráðharrum, men strandar-
radiostøðirnar hava ligið
undir ráðharrunum, sum
høvdu vinnumál ella tele-
fonmál undir sær. Í Dan-
mark liggur støðin undir
ráðharranum, sum hevur
gransking undir sær.
– Men so hvørt sum tað
vanliga telefonsamskiftið
hjá strandarradiostøðunum
er minkað burtur í lítið og
onki, er tilverugrundarlagið
undir teimum blivið burtur.
– Hjallgrím Hentze sigur,
at síðani eru onnur lond
komin til ta niðurstøðu, at
tað er ongin orsøk til at
hava tvær manningar á vakt
døgnið runt, eina á Strand-
arradiostøðini, sum situr og
lurtar eftir neyðarkallum og
eina á MRCC støðum, sum
situr og bíðar eftir at hin
fyrra ringir og boðar frá
einum neyðarkalli, og setir
leitingar-
og
bjargingararbeiðið í verk..
– Tí hevur gongdin í
londunum rundanum okk-
um tey seinastu árini verið
tann, at arbeitt verður fram
ímóti, at tað er bara skal
vera tann eina manningin á
vakt, sum so skal røkja
báðar uppgávurnar.
Hann sigur, at samstund-
is verða støðirnar meiri og
meiri miðsavnaðar. Eitt nú
eru allar radiostøðirnar í
Danmark niðurlagdar, so at
Lyngby Radio nú røkir alt
Danmark einsamalt
Best í Havn
Ein annar spurningur, sum
hevur verið nógv frammi í
sambandi við MRCC støð-
ina, er, hvar hon skal vera.
Jørgen Niclasen, landsstýr-
ismaður hevur ført fram, at
besta loysnin er at leggja
hana í Havn. Hinvegin helt
Don Petersen, at onki var,
til hindurs fyri, at hon var
onkra
heilt
aðrastaðni.
Hann vísti m.a. á, at Lyng-
by Radio er í Lyngby, men
danska MRCC støðin er í
Århus.?
Hvat sigur Hjallgrím
Hentze til tað?
Fyri so vítt er hann samd-
ur við Don Petersen í, at
MRCC støðin kann verða
hvar sum helst.
Men hann vísir á, at eitt,
sum eyðkennir eitt effektivt
MRCC, er, at tað skal bera
til, í eini knappari vending,
at savna myndugleikar og
serfrøðingar á ymsum økj-
um á støðina.
– Vit kunnu hugsa okk-
um, at ein størri vanlukka
hendir. Tá kann tað vera
neyðugt, í skundi, at fáa
serkunnleika av sjúkrahúsi,
brandstøð,
løgreglustøð,
vaktar- og bjargingarstøð-
ini, ella serfrøðingar innan
oljudálking, á MRCC støð-
ina at ráðgeva um, hvussu
farast skal fram. Tað kann
eisini hugsast, at tað verður
neyðugt at fáa sálarfrøð-
ingar á støðina at hjálpa og
vegleiða bangin avvarandi.
Somuleiðis kann eisini tíð-
indatænastan verða kunnað
av støðini.
Tí heldur hann, at tað
hevði verið skilagott at
leggja
eina
føroyska
MRCC støð í Havn, saman
við Tórshavnar Radio, tí
her er serfrøðin á flest øll-
um økjum savnað framma-
nundan. Og her ber tað til at
samskipa vaktirnar hjá báð-
um støðunum, so vit sleppa
undan at hava tvær mann-
ingar, har tað bara er neyð-
ugt við einari.
Men í hesum sambandi
vísir hann á, at í løtuni er
“neyð og trygd”, sum Tórs-
havnar
Radio
umsitur,
danskt málsøki.
Tí leggur hann dent á, at
sum støðan er, kann tað
ikki koma uppá tal, at
MRCC verður lagt uppi á
gomlu Telegrafstøðini, við
tí fyri eyga, at manningin á
Tórshavnar Radio eisini
skal røkja MRCC.
– Tað skal vera vatntætt
skott ímillum, so leingi tað
er danski staturin, sum hev-
ur ábyrgdina av “neyð og
trygd” ímeðan føroyingar
hava ábyrgdina av MRCC.
– Tí fæst ikki full nytta av
samanleggingini, fyrrenn
“neyð og trygd” eisini er
yvirtikin, og lagt undir
sama stýri undir Landsstýr-
inum, sum MRCC, sigur
Hjallgrím Hentze.
Best og bíligast at leggja MRCC
og Tórshavnar Radio saman
– Tað er ongin ivi
um, a tað er
skilagott at leggja
nýggju MRCC
støðina í Havn,
sigur Hjallgrím
Hentze, stjóri á
teknisku deild hjá
Føroya Tele