týsdagur 23. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 16 - 23. januar 2007
tíðindi
tíðindi
Út á hav
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Eg hevði í fleiri ár hugsað
um at roynt sjólívið, tá eg
fyrstu ferð mynstraði umborð
á Sundabergi vártúrin í 2003.
Eg var 58 ár og helt, at skuldi
tað vera – ja, so skuldi tað
vera nú.
Tað sigur Høgni Debes
Joensen, sum hevur verið
landslækni í Føroyum síðan
1979.
Men vártúrurin í 2003
gjørdist ikki hin einasti og
seinasti. Longu vártúrin
eftir mynstraði hann aftur
umborð á Sundabergi.
Í sínari tíð var hann
umborð á onkrum línubáti,
men í 2003 fór hann fyrstu
ferð ein langfaratúr – og
hetta var eisini fyrstu ferð,
at hann fór í farloyvi fyri at
fara til skips.
- Mær dámdi so sera væl
umborð á Sundabergi. Eg
stórtreivst og ætlaði ongan
tíð, at vártúrurin í 2004
skuldi gerast hin seinasti. Í
fjør summar ætlaði eg mær
at sleppa við aftur, so eg eis
ini fekk høvi at verða við ein
summartúr, men tá skipið fór,
lá ikki fyri hjá mær at fara.
Enn einaferð
Nú mánakvøldið mynstraði
Høgni Debes Joensen so
aftur, hesaferð umborð á tí
nýggjara flakatrolaranum
hjá JFK-Troli, Skálabergi.
– Nú eri eg 62 ára gamal,
men higartil havi eg ongan
túr verið elstur umborð, held
ur ikki hesaferð, nú ein av
manningini sum eg havi skilt
er 65.
Manningarnar umborð á
flakatrolarunum spenna víða
í aldri, og umborð á hesum
skipum eru nevniliga menn
í øllum aldri. Men ert tú
farin um tey seksti, telist tú
sjálvsagt millum teir elstu av
manningini.
– Um eg fari avstað aftur
eftir hendan túrin, dugi eg
ikki at siga í løtuni, men tað
vil eg ikki útiloka. Hetta
veldst eisini um, hvussu
heilsan verður.
Høgni vísir á, at tá hann í
slíkum starvi sum landslækni
hevur hug at royna okkurt
annað, er neyðugt, at slíkt
verður fyrireikað fleiri
mánaðir frammanundan.
– Nú havi eg so fingið
farloyvi og havi funnið ein
dugnaligan avloysara, Per
Vagn-Hansen, lækna, sum
verður vikarur fyri meg,
meðan eg eri í Barents
havinum.
Høgni og Per hava kenst –
heilt síðan teir í sínari tíð lósu
saman, og landslæknin hevur
stórt álit á avloysaranum.
Dreymur og veruleiki
Vit spurdu Høgna Debes
Joensen, hvat tað er, sum
dregur hann út á hav.
– Í fyrsta lagi er tað dreym
urin um veruliga at royna
sjólívið og spenningurin at
uppliva okkurt nýtt og for
vitnisligt. Eg kenni meg
ógvuliga væl umborð, og
tað er gevandi at uppliva tað
samanhald, sum er. Hetta er
hart og strævið likamligt
arbeiði. Tú skalt hava góða
heilsu, hava sjónáttúr, vera
djarvur og ikki hava klaustro
fobi, sum hann tekur til.
Landslæknin ásannar, at
tað á ongan hátt kann saman
berast at sita á skrivstovuni,
har hann hevur sitið í so
mong ár – og so at liggja
uppi í Barentshavinum á
vetrardegi.
– Jú, hetta er ein stór
umbroyting frá tí dagliga,
ein spennandi avbjóðing.
Eg velji nógv heldur at
vera umborð á flakatrolara
í Barentshavinum í tríggjar
mánaðir enn í sólini á Mall
orka, sigur hann.
Skrivar dagbók
Orsøkin til, at Høgni nú
hevur gjørt av at fara
umborð á Skálaberg og ikki
enn ein túr við Sundabergi
er ikki á nakran hátt, at
hann ikki treivst umborð á
Sundabergi.
– Tvørturímóti. Mær
dámdi so serstakliga væl
umborð á Sundabergi, men
eg helt, at tað hevði verið
áhugavert at sloppið ein túr
við Skálabergi og sæð munin
millum skipini.
Meðan Høgni hevur verið
í Barentshavinum hinar
báðar vártúrarnar, hevur
hann bæði skrivað og lisið
nógv, tá høvi hevur verið til
tess. Annars er sjólívið, sum
hann tekur til, at arbeiða, eta
og sova. Menn ganga seks
og seks, og tá nógv verður
fiskað, og tað stendur á at
framleiða, bróta nakrir mans
vakt. Hetta gongur uppá
skift, soleiðis at tað ikki eru
teir somu menninir, sum
noyðast at bróta vakt.
– Eg havi skrivað dagbók,
sum longu í dag telir einar
200 blaðsíður, og tað er
eingin loyna, at eg hugsi
um einaferð at geva skrivaða
tilfarið út í bók. Nú eg eisini
– Sjólívið krevur at tú hevur gó
Ikki treytaleyst
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur sagt, at uppskot um
at seta Kyoto-sáttmálan í gildi í Føroyum verður lagt fyri
Løgtingið í hesum árinum, tí tað eru samgonguflokkarnir
samdir um. Men ein av flokkunum, Fólkaflokkurin, fer
ikki at stuðla uppskotinum - ikki treytaleyst í hvussu er.
Tað sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at flokkurin lovar
einki, fyrr enn hann hevur sæð tær ítøkiligu ætlaninar við
sáttmálanum.
Hanus í Leikalaund
Hóskvøldið kl. 20 fer Hanus G. Johansen fyri fyrstu ferð at
syngja og spæla løg av fløguni „Frå Leddiken“ í Føroyum.
Tað verður í Leikalund í Klaksvík. Fløgan, sum hevur tekstir
hjá norðmanninum Jakob Sande, hevur fingið góð ummæli,
og Hanus G. Johansen fekk rós fyri fløguna, tá hann herfyri
var á konsertferð í Noregi saman við øðrum. Nú verður
so høvi at hoyra løg av fløguni á konsertini í Leikalund.
Avmarkað atgongd.
Landslæknin, Høgni Debes Joensen,
er nú á triðja sinni á veg upp í Bar
entshavið, hesaferð við flakatrolar
anum Skálabergi. – Hetta er hart og
strævið arbeiði, men tað er ógvuliga
spennandi og eitt stórt upplivilsi,
sigur hann
Óhugsandi er ikki, at
skrivaða tilfarið á túrunum
í Barentshavinum einaferð
kemur út í bók
Mynd: Jens Kr. Vang