týsdagur 23. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
5
tíðindi
óða heilsu og ert djarvur
fái høvi at royna meg við
Skálabergi, fari eg sjálvsagt
at samanbera skipini og lívið,
sum er umborð. Á túrunum
havi eg eisini tikið myndir,
bæði deyðar og livandi.
Kanska ein bók
Høgni vísir á, at hóast
Sundaberg er eitt eldri skip
enn Skálaberg, er Sundaberg
kortini eitt gott og deiligt
skip at vera umborð.
– Tá Skálaberg kom,
hoyrdu vit nógv um allar teir
møguleikar, sum manningin
hevur
umborð,
og haraftrat er
Skálaberg bygdur
til at gera meira
burtur úr tí tilfeingi,
sum annars hevði
farið í havið aftur.
Hetta er eisini
nakað, sum eg fari
at hefta meg við,
nú eg ætli mær at
halda fram at skriva dagbók
á frívaktunum.
Enn hevur landslæknin
ikki havt stundir til at
gera nakað meira við eina
møguliga bók um túrarnar
í Barentshavinum – og tað
ger minni, tí nú fær hann so
eisini høvið at skriva dagbók
á hesum túrinum.
– Eg havi hugsað um eitt
bókaheiti sum ”Við Sunda
bergi í Barensthavinum”,
men nú verður tað helst
”Bjørgini í Barentshavinum”,
altso bæði Sundaberg og
Skálaberg, sigur hann.
Umborð á Sundabergi
hevur Høgni Debes Joensen
verið partur av manningini á
verksmiðjuni.
– Her er nógv at takast
við, tá fiskiskapurin er góð
ur. Vit standa við pavnar
og maskinur, vit pakka og
arbeiða á frystarínum, sig
ur landslæknin, sum nú á
triðja sinni er á veg upp í
Barentshavið, hesaferð við
Skálabergi.
Torbjørn spyr um mark
Herfyri segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at samgongan
hevur gjørt av, at í seinasta árinum í valskeiðinum kunnu
landsstýrismenninir einsæris leggja fram eitt ella tvey
uppskot, sum skulu tryggja borgarunum betri tænastur.
Tá Løgtingið kemur saman í morgin, fer tingmaðurin
Torbjørn Jacobsen at spyrja Bárð Nielsen, landsstýrismann í
fíggjarmálum, um samgongan hevur ásett nakað mark fyri,
hvat hesi uppskot kunnu kosta.
Privat fígging skilagóð
Landsbankastjórin, Sigurð Poulsen, heldur, at tað kann vera
skilagott at lata privat partafeløg fíggja stórar verkætlanir,
tí á tann hátt kunnu bæði góðar og bíligar loysnir fremjast í
verki. Hann heldur eisini, at er ein verkætlan nóg stór, kann
tað hugsast, at altjóða fyritøkur hava áhuga í at vera uppií.
Tað kann elva til kapping um uppgávurnar, og tílík kapping
fer at trýsta prísin niður. So privat fígging verður kanska
meiri vanlig í framtíðini.
– Um eg fari avstað aftur eftir
hendan túrin, dugi eg ikki
at siga, men tað vil eg ikki
útiloka. Hetta veldst eisini
um, hvussu heilsan verður,
tí sjólívið krevur góða heilsu,
sigur Høgni Debes Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang
Kømrini umborð á Skálabergi
eru hugnalig. Konan, Randi
Mohr, hevur fylgt manninum
umborð, og um nakrar tímar
ber leiðin hjá landslæknanum
upp í Barentshavið
Mynd: Jens Kr. Vang
– Eg haldi, at tað er
deiligt hjá Høgna at
sleppa til skips, og
eg havi einki ímóti
at vera einsamøll,
meðan hann er
burtur. Men tað er
deiligt at fáa mannin
aftur, sigur kona
landslæknan, Randi
Mohr
At sita heima
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.
– Vit hava so nógvar sjó
manskonur í Føroyum, og
eg havi einki ímóti at teljast
millum hesar, nú maðurin
aftur hevur hug at royna
sjólívið. Tíðin gongur so
skjótt, og eg havi einki
ímóti at vera einsamøll,
meðan maðurin er burtur.
Men tað verður deiligt at
fáa hann heimaftur, tá ið
túrur er lokin.
Tað sigur Randi Mohr,
kona landslæknan, Høgna
Debes Joensen, sum mynstr
aði umborð á Skálabergi
mánakvøldið.
– Vit tosa saman av og
á, men vit samskifta við
telduposti hvønn dag.
Randi dylur ikki, at hon
og Høgni skriva langar
meylar hvønn dag, hann er
burtur – og hon er heima.
– Hetta er ein øðrvísi
samskiftisháttur millum
okkum bæði, og hetta hevur
eisini sína ”sjarmu”, um vit
so kunnu siga. Høgni fortelir
mær, hvat hendir umborð -
og eg fortelji honum, hvat
hendir her heima.
Hon vísir á, at við slíkum
samskifti verður kanska
okkurt skrivað, sum tú
ikki sigur í tí dagliga,
og tí er hetta ein øðrvísi
– men eisini áhugaverdur
– samskiftisháttur, meðan
maðurin er burtur.
– Tá ið Høgni er komin
aftur hinar báðar túrarnar,
hevur hann verið rættiliga
”uppfrískaður”, sum Randi
Mohr tekur til.
Hon ivast onga løtu í, at
hesin túrurin eisini verður
gevandi hjá manninum,
Høgna Debes Joensen.
– Eg haldi, at tað er gott
fyri okkum menniskju at
royna okkurt nýtt – og fara
burtur úr tí, vit gera dag
um dag og ár um ár, sigur
Randi Mohr.
Konan, Randi Mohr:
Vit skriva long brøv...