týsdagur 23. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
7
tíðindi
Bíðilistin eftir onkr
um at búgva í í høv
uðsstaðnum er lang
ur. 1700 fólk standa
á listanum, sum bara
veksur. Men tilsamans
830 íbúðir eru ávegis
í Havnini, so okkurt
er sum røkist fyri, at
bíðilistin í hvussu so
er steðgar
BÚSTAÐUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ein skjót samanteljing av
øllum teimum íbúðarverk
ætlanum, sum eru í Havnini
sigur, at tað eru heili 830
íbúðir ávegis í økinum. Tá
eru bæði “Stóratjørn” og
“Undir Kongavarða” taldar
við, sum eru tær báðar stóru
verkætlanirnar.
Ætlanin í Stórutjørn-
verk ætlanini er millum
annað at fáa 300 nýggjar
íbúðir. Her verður hugsað
bæði um randarhús, lægri
lonir og háhús. Hin stóra
verk ætlanin er tann, sum
byrjað varð í gjár undir
Kongavarða á Argjum. Her
skulu tilsamans 276 íbúðir
standa í 2012. Eisini her er
talan um íbúðarblokkar og
raðhús.
24 íbúðir aftrat
millum Horna
Ein onnur stór verkætlan
er tann millum Horna. Upp
runa ætlanin segði at 72
íbúðir skuldu byggjast har,
men hetta talið er økt við
24, soleiðis at tað nú skulu
byggjast 96 íbúðir har.
Blómubrekka var ein
verk ætlan, sum hevur verið
í gongd í eina tíð. Har skulu
39 íbúðir gerast tilsamans.
14 teirr a eru lidnar og hinar
25 vera lidnar næsta mán
að.
Á Boganeshamri skulu 32
íbúðir byggjast. Í miðbýnum
har sum Frants Restorff áður
var, skulu 31 íbúðir gerast.
Í gamla snikkaravirkinum í
Grønlandi skulu 10 íbúðir
gerast, og í Varagøtu koma
seks íbúðir aftrat.
40 aðrar íbúðir ávegis
Harnæst er ein onnur verk
ætlan ávegis, har 40 íbúðir
skulu byggjast onkrastaðni
í høvuðsstaðnum. Hetta upp
lýsir arkitekturin Magnus
Hansen fyri Sosialinum.
Hann er maðurin handan
íbúðarverkætlanirnar hjá
Havgrími Johansen – tað
vil siga verkætlanirnar í Vara
gøtu, í snikkaravirkinum
í Grønlandi og hjá Frants
Restorff.
Magnus Hansen fær í løt
uni onki sagt um, hvar hesar
40 íbúðirnar koma at liggja,
men møguliga verður meiri
at frætta um hetta seinni í
vikuni.
830 íbúðir ávegis í
høvuðsstaðnum
Húsa
meklarin
niður
ringdur av
áhugaðum
fólki
Jónsvein Mortensen,
stjóri í húsameklara
felagnum Inni, sum
stendur fyri søluni
at íbúðunum undir
Kongavarða sigur seg
vera niðurringdan
av fólki, ið ynskja at
keypa onkra av íbúð
unum, sum Valbjørn
Dalsgarð letur byggja
BÚSTAÐUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Á tíðindafundinum í Eik
Banka í gjár um verk ætlan
ina undir Kongavarða,
gjørdi formaðurin í byggi-
og býarskipanarnevndini
greitt, at íbúðirnar verða
seldar eftir bíðilistanum
hjá kommununi. Tað hevði
kommunan sett sum treyt,
fyri at byggiharr in Valbjørn
Dalsgarð kundi fáa lendið.
Men tá bíðilistin telur 1647
fólk, fer neyvan at standa á
at sleppa av við hesar.
Tað einasta, sum kann
gerast ein trupulleiki, er søl
an av marglætis íbúðunum,
sum kosta 4,5 milliónir
krónur og eru slakar 200
fermetrar til støddar. Tað
segði Jónsvein Mortensen
við Útvarpið í gjárkvøldi,
sum er niðurr ingdur av áhug
aðum keyparum.
– Tað verður ongin trupul
leiki at sleppa av við bíligu
íbúðirnar, men tær dýrastu
vera ikki eins lættar at av
seta, segði stjórin í Inni við
Útvarpið.
Jónsvein Mortensen vísti
eisini á, at nakrar av íbúðun
um helst høvdu verið seldar
dýrari undir fríari kapping,
um prísurin ikki var fast
lagdur. Hann metti, at minsta
íbúðin uppá 43 fermetrar,
helst hevði verið seld fyri
eitt stað í millum 800.000
og 900.000 krónur, heldur
enn tær 600.000 krónurnar,
sum fastlagdi prísurin er sett
ur at vera.
Stóru íbúðarverkætlanirnar sum er í gongd í Havn:
»Undir Kongavarða«
276 íbúðir
»Á Boganeshamri«
32 íbúðir
»Millum Horna«
96 íbúðir
»Frants Restorff«
31 íbúðir
»Snikkaravirkið í Grønlandi«
10 íbúðir
»Stóratjørn«
300 íbúðir
»Blómubrekka«
39 íbúðir
»Varagøta«
6 íbúður
Aftrat hesum koma
40 íbúðir
Tilsamans eru
830 íbúðir ávegis
FAKTA
Millum Horna er virksemi øgiligt og fyrstu íbúðarbygningarnir eru longu reistir. 96 av teimum 830 íbúðunum sum eru ávegis í Havnini, koma at liggja har
Mynd: Jens Kr. Vang
Soleiðis sær modellið av raðhúsum og íbúðarblokkum undir Kongavarða á Argjum út. Her fara
tilsamans 276 íbúðir at liggja
Mynd: Jens Kr. Vang