Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 16 - 23. januar 2007 tíðindi Í morgin kl. 14 letur enn ein handil við endurnýtsluvørum upp. Hesaferð er Glyvrar staðurin. - Alt yvirskotið frá handlinum fer til okkara arbeiði í Afrika, sigur Knud Lindhardsen frá donsku Su­dan­miss­ ión­ini. Handlar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Glyvrar: Síðani í heyst hevur verið arbeitt við at fyri­reika hen­da fyrsta hand­ ilin við end­ur­nýt­slu­vør­um hjá Sudan­miss­ión­ini í Før­ oy­um. Í Danmark hevur henda missiónsrørslan ein hóp av slíkum handlum. Í roynd og veru er hetta handil nr. 79 hjá Sudanmissiónini. Nú er túrurin so komin til Føroyar, her handilin fer at halda til á Glyvravegi 32 á Glyvrum. Magnhild Olsen úr Ritu­ vík fer at standa fyri hand­ lin­um, saman við einum hópi av sjálvbodnari ar­beiðs­ megi. Sum skilst er ætlanin at hand­il­in skal verða opin sein­na­part á degi. Yvirskot til Afrika Í samband við upplatingina verð­ur­ eitt minni hátíðarhald í hand­li­num, har danska miss­ións­rør­s­lan somuleiðis verð­ur umboðað. Byrjað verður kl. 13:30 við at sóknarpresturin í øki­ num, Meinhard Bjartalíð fer at hava eina andakt. Síðani fær aðalskrivarin í Sudanmissiónini, Jens Møll­ er Petersen orðið og kl. 14 fer so sóknarpresturin al­ment at lata upp handilin. Í handlinum verður alt hug­san­di at fáa til keyps fyri ein bíligan pening, bæði klæðir, skógvar, glas, por­ce­læn og mangt annað. Yvirskotið frá handlinum fer til tað arbeiðið sum Su­dan­miss­ión­nin ger í teim­ um fimm afrikansku lond­ un­um – Mali, Nigeria, Sier­ ra Leone, Centralafrika og Cam­e­ro­un, eins og teir stuðla krist­nu sjónvarpsrásini SAT 7, sum sendir til tann ar­ab­is­ ka heimin. Har Sudanmissiónin er við arbeiðir rørslan við at hjálpa fólki við rein­um vatni, heilsu, út­búgv­ing, landbúnað, friði og við at røkka fólk við gleði­boð­ skap­in­um um Jesus. Fíggjarætlanin hjá Su­dan­ miss­ión­ini javn­vig­ar við 15 mió krónum, og fær hon eini 40% av hesi upphæddini frá teimum ymisku end­ur­nýt­ slu­hand­lun­um í Danmark - og nú eisini í Føroyum. Spyr um trygd Nú radarin á Sornfelli er sløktur, vil løgtingskvinnan Heidi Petersen hava at vita frá løgmanni, hvat hann ætlar at gera fyri at tryggja eftirlitið við føroyska loftrúminum. Í einum munnligum fyrispurningi spyr hon, nær eftirlit verður aftur við loftrúminum, hvør skal hava tað, og hvørjar treytir viðkomandi fær. Harafturat vil hon hava at vita frá løgmanni, um hann heldur tað vera skilagott, at føroyingar standa fyri eftirlitinum. Partabrævaskúli Áhugin fyri partabrævahandli tykist vera stórur. Tá Eik um vikuskiftið boðaði frá, at bankin fór at skipa fyri einum partabrævaskúla um mánaðarskiftið, var skúlin næstan fult teknaður eftir bara nøkrum fáum tímum. Kortini eru nøkur pláss eftir til skúlan, sum verður í bankanum týsdagin tann 30. januar frá kl. 9 til 12. Eik skipar fyri partabrævaskúlanum saman við Dansk Aktionærforening, og stjórin har stendur fyri frálæruni. Enn ein handil til endurnýtslu Williambrunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Komið er eitt stig nærri við fyrireikingunum til oljuboringina á land­grunn­ in­um í summar. Í farnu viku vitj­aðu trý av umboðunum í leiðslubólkinum hjá BP í Føroyum og høvdu kunn­ andi fund við umboð fyri Jarðfeingið. Eftir fund­in, har greitt varð frá fyri­reik­ing­un­ um at bora Williambrunnin, segði Hjarnar Djurhuus, før­ oy­ski stjórin hjá BP, at alt gong­ur sum ætlað og verður fram­veg­is miðjað móti at bo­ra í juli. BP er á beinari kós. Sigurð í Jákupsstovu, stjó­ri á Jarðfeingið sig­ur, at teir fingu eina ná­greini­li­ga kunning um fyri­reik­ing­ar­ nar til hesa næstu boring á føroyska ba­salt­in­um. –Alt sær út til at gan­ga, sum tað skal sigur Jarð­feingis­ stjór­in, sum í hesum døg­ um hevur úr at gera við aðrar uppgávur, eitt nú kom­a­ndi orkupolitikkin hjá myndugleikunum. Jarð­feing­ ið hevur gjørt eitt nágreiligt tilmæli um, hvussu Føroyar sku­lu byggja út orkuna kom­an­di árini. Hetta fer so at liggja sum grundarlag und­ir einum aðalorðaskifti, sum verður í løgtinginum 1. februar. BP á beinari kós Umboð fyri BP og Jarðfeingi á kunnandi fundi um Williamboringina. Mynd Jan Müller Broytingin skal galda fyri upp­still­ing­ar­list­ ar­n­ar, og lista­at­kvøð­ ur­nar skulu býtast eft­ir kyni KVINNUR Á TING Um ársskiftið sendu Javn­ støðu­nevn­d­in og Demo­ krat­ia (Nevndin fyri økt­um kvinnuleikluti í po­li­tik­ki) í felag bræv til lands­stýris­ men­ni­nar, ið vara av máls­ økju­num javnstøðu ávv. val­ skip­an. Í brævinum mæla nevnd­ ir­nar lands­stýris­mon­nu­num til at leggja fyri Før­oya løgting uppskot um broyt­ ing í løgtingslóg um val til Før­oya Løgting. Mælt verður til tvinnanda broyt­ing­ar. Hin fyrra er at staðfesta, at § 8 í løgtingslóg um javn­­støðu er galdandi fyri upp­still­ing­ar­list­ar til løg­ tings­­val, soleiðis at umleið sa­­ma tal av hvørjum kyni skal vera á listanum, uttan so at undantaksloyvi fæst frá javnstøðunevndini. Hin seinna er at býta list­­ a­­at­­kvøð­­ur­­nar eftir kyni, soleiðis at býtið av løg­ tings­­sess­­um og vara­lim­um verður javnari millum kyn­ ini við at javna tær at­kvøð­ ur, ið hvørki eru per­són­li­ga greiddar fyri mann­fól­ki ella konufólki. Javnstøðunevndin og Demokratia (Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) mælir til at gera tvinnanda broytingar til tess at fáa mannað tingið við fleiri kvinnum Tvinnar broytingar fyri at fáa kvinnur á ting