Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2007 9 tíðindi Eftir at løgmaður boðaði frá, at lands­­ stýrið fer at koma við nøkrum eyka­ upp­skotum, nú val­ skeiðið lækkar móti endanum, hevur Annita á Fríðriks­ mørk, løgtingskvinna, gjørt av at seta fram munnligan fyri­ spurning um málið Politikkur Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Annita á Fríðriksmørk, løg­ tingskvinna fyri Tjóðveldis­ flokkin, heldur, at hetta ljóð­ar sum um løgmaður er komin í neyð av manglandi politiskum avrikum, og at samgongan hevur droppað alt sum eitur búskaparligt vit og skil. Tí hevur hon gjørt av at seta fram fyrispurning til Jóannes Eidesgaard, løgmann, eftir at hann í Sosialinum verður endurgivin fyri at siga, at allir landsstýrismenninir sleppa at koma við tveimum eyka uppskotum, nú valskeiðið líðir móti endanum. Annita á Fríðriksmørk sigur í munn­ liga fyrispurninginum, at tá ið løgmaður í Sosialinum verður spurdur, hvat hann fer at brúka hetta síðsta árið til, verður hann endurgivin fyri at siga, at samgongan og landsstýrismenninir eru í tí hepnu og óvanligu støðu, at hava ein góðan meiri­ luta, umframt at fíggjarliga støðan í landinum er betri enn væntað, tá ið sam­gonguskjalið varð undirskrivað. Og hon vísir beinleiðis til brot úr greinini við prátinum við løgmann: – Tí hava okur í lands­ stýr­inum gjørt av, at hvør landsstýrismaður kann koma við einum ella tveimum eyka uppskotum. Annita vís­ir eisini á, at løgmaður sig­ur, at uppskotini fara at koma borgarunum til góðar, soleiðis at talan verður um beinleiðis tilboð ella betran av tænastuni. Droppað vit og skil Og Annita peikar á, at løg­maður sigur, at hetta verð­ur ikki gjørt tí at valið nærkast. – Men nú hava vit møgu­ leika at nýta hugflogið og harvið koma við góðum pol­itiskum hugskotum. Og tíðin er um at renna út, sigur løgmaður við Sosialinum og var endurgivin nakrar ferðir í útvarpinum. – Og so verður hann enntá endurgivin fyri at siga, at hann ikki vil avdúka nakað um, hvat vit kunnu vænta okkum, sigur Annita á Fríðr­ iks­mørk. Hon heldur, at hetta ljóðar sum um løgmaður er komin í neyð av manglandi politiskum avrikum, og at samgongan hevur droppað alt sum eitur búskaparligt vit og skil. – Nú fáa landsstýris­menn­ inir serverðan ein lands­ kassa, sum sambært fíggjar­ málaráðharranum flýtur í pengum. Hendan landskassa kunnu teir so nýta til at rinda eini tvey lógaruppskot við. Ongin ætlan ella krøv um, at hesi uppskot skulu minka um gjónna millum samfelagsbólkarnar, ella at hesi uppskot skulu menna føroyska vinnulívið, ella heilsuverkið ella aðrar væl­ ferðarskipanir, sigur Annita á Fríðriksmørk. Ongar treytir Og hon greiðir víðari frá, at einasta treyt sum løgmaður hevur sett sambært blaðnum og útvarpinum, er, at hesi uppskot skulu koma borgar­ unum til góðar. – Ein treyt, sum øll kunna verða samd um frá ultra høgra til longst til vinstru. Ein setningur, sum typiskt er felagsnevnari har sjónarmiðini eru rættiliga ymisk, men sum sigur akkurát onki, sigur løgtingskvinnan í munnliga fyrispurninginum. Hon staðfestir víðari, at út­ talilsini kunnu fáa álv­ars­ ligar avleiðingar, um ikki løgmaður megnar at stýra samgonguni og fíggjar­ málaráðharrin megnar at sita tyngri á kassanum jú meir rennur í hann. Fýra spurningar Tí hevur Annita á Fríðriks­ mørk gjørt av at seta fram soljóðandi fyrispurningar: Er løgmaður rætt endur­ givin, tá ið loftmiðlarnir um miðjan januar, søgdu frá løg­manni, at nú stóð so væl til í samfelagnum, at lands­stýrismenninir fingu møgu­leika at leggja eini tvey lógaruppskot fram í part, hetta til valskeiðið var at enda komið. Um hetta er rætt endur­ givið, kundi verið áhugavert at fingið at vita: Hevur løg­maður sett treytir fyri lógar­uppskotunum, aðrar enn, at hesi skuldu tæna borgarunum í landinum? Hvussu er løgmaður kom­ in fram til, at talið tvey lóg­ ar­uppskot er tað rætta fyri samfelagið? Er slíkur hugburður frá ovastu leiðslu við til at tálma sveiggini í búskapinum? Tvey lógaruppskot í part Tað kann hugsast, at meirilutin av partabrøvunum í Føroya Banka verður seldur longu í fyrstu partabrævasøluni, sum verður í ár. Tað sigur formaðurin í nevndini í Fíggingargrunninum frá 1992, Eyðun á Rógvi. Við útvarpið í gjár segði Eyðun á Rógvi, at um ikki so langa tíð fer nevndin í grunninum at kunngera eina tíðarætlan fyri einskiljingina. Løgtingið samtykti 2. mai í 2006, at Føroya Banki skal seljast og skrásetast á virðisbrævamarknaði. Síðani hevur Fíggingargrunnurin, sum eigur 99,4 prosent av bankanum, fyrireikað søluna. Grunnurin hevur valt svenska Handilsbankan sum ráðgeva í einskiljingartilgongdini. Deildin hjá Handelsbanken, Capital Markets í Keypmanna­ havn, hjálpir Fíggingargrunninum at skriva prospekt um Føroya Banka, virðismeta bankan og skipa fyri skrásetingini á føroyska virðisbrævamarknaðinum og Københavns Fonds­ børs. Einskiljingin av Føroya Banka nærkast POLITIKKUR Tórbjørn Jacobsen, løg­ tings­maður Tjóðveldis­floks­ ins, fer á tingfundinum í morgin at seta fram fýra fyri­ spurningar til Bárð Nielsen, Jógvan á Lakjuni og Bjartna Djurholm Spurningurin til Bárð Nielsen er soljóoðandi: 1) Nú, táið eitt kollektivt landsstýrið hevur samtykt, at landsstýrismenninir hvør einsæris kunna koma niðan í tingið við einum ella tveimum lógaruppskotum hvør, tað ið eftir er av hesum valskeiðnum, sambært Sosialinum og løgmanni, tí at tað hevur gingist so ovurhonds gott hesi árini hann hevur sitið, kann landsstýrismaðurin, ið fyri kortum boðaði frá í Vinnuvitan, at landið flýtir í hunangi, tá greiða tinginum frá, um landsstýrið samstundis hevur sett eitt hægstamark fyri, hvussu stórar samlaðu meirútreiðslurnar kunna vera orsakað av hesum møguligu lógaruppskotum og hevur landsstýrið yvirhøvur politiskan og fíggjarligan dekning í samgonguni (í tinginum) fyri hesi ætlan? Tórbjørn Jacobsen hevur eisini tveir spurnignar til Jógvan á Lakjuni, sum eru soljóðandi: 2) Sambært lógar­upp­ skotum, ið landsstýris­mað­ urin í mentamálum hevur sent til hoyringar, skilst, at danska hermegin og tess prestar og danskt mál skula hava serligar heimildar, ser­sømdir, ella rættari rættindi ájavnt við føroysk áhugamál í lógarkarminum, sum skal vera galdandi fyri føroysku fólkakirkjuna, eftir at hon er yvirtikin, vænt­andi á Ólavsvøku í ár. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hvør orsøkin er til hesar ásetingar, stendur hann sjálvur aftan­ fyri lógartekstin og við­merk­ ingarnar ella eru heimild­irnar komnar inn í uppskotið eftir kravið frá myndugleikunum sum nú sita við lógarvaldinum á økinum? 3) Nær verður málsligur ráðgevi settur í Kringvarpi Føroya, soleiðis sum fyri­skrivað er í nýggju kringvarps­lógini? Fjórði spurningurin er til Bjarna Djurholm, og hann er soljóðandi: 4)   Nógv hóvasták og at kalla øll umsitingarorka landsins hevur verið nýtt til eina visiónsætlan, hvørs mál ætlandi skula vera rokkin í árinum 2015. Strategi­bólkurin fyri infrakervið hevur barslað sítt uppskot, og fremsta mál teirra fyri 2015 er, sambært visiónsheimasíðuni, at ferðatíðin til Havnar skal í mesta lagi vera 1 – ein – tími, har landfast er. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hvaðar tað er longri enn 1 tími, at ferðast til Havnar í landfasta økinum, sum nú er, í 2007, og hvussu skal hesin tímin skiljast? Hetta er í hvussu er høvuðsniðurstøðan hjá bólkinum, er yvirhøvur neyðugt hjá vaksnum fólki, at brúka so stóran kapasitet og so nógva fundarorku, bara fyri at koma við tilmælum, sum eftir øllum at døma eru rokkin fyri fleiri árum síðani. Fýra spurningar frá Tórbjørn Jacobsen