Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 16 - 23. januar 2007 Gegnisspurningurin er afturvendandi. Nú er tað nevndin fyri Kringvarpið, sum er á gegnisvektini. Ivaspurningar skulu avklárast, men tað kemst ikki uttan um, at nýggir spurningar verða reistir, sum tað hevði verið skilagott at útgreinað og fingið svaraðar. Gegnisspurningurin er generellur. Um vit taka aktuella málið, so verður tað kannað eftir fyrisitingarlógini, kring­ varpslógini og grannskoðaralógini. Ivamál í sambandi við fyrisitingarlógina og kringvarpslógina verða kannað av føroyingum í Føroyum. Grannskoðaratrupulleikin verður vigaður í Danmark. Tað vil við øðrum orðum siga, at ein partur av málinum verður vigaður við atliti til, at hetta skal galda í samfelag, har tað búgva færri enn 50 túsund fólk, og hin parturin verður vigaður við støði í ásetingum fyri samfelag, har tað búgva ein 5,5 milliónir. Í gjár frættist so, at tað ikki uttan umsókn um undan­ taksloyvi ber til hjá grannskoðara at vera formaður í Kringvarpsnevndini. Harvið er nýggj støða, sum ber fleiri nýggjar spurningar við sær. Onkrir snúgva seg um grannskoðarar. Síðani løggildaðir grannskoðarar fóru at arbeiða í Føroyum, hava teir verið semingsmenn. Er hetta loyvt um §10 í grannskoðaralógini verður tulkað strangt. Er gegnið hjá einum grannskoðara í kringvarpsstýrinum meiri í vanda enn gegnið hjá einum semingsmanni. Semingsarbeiðið er beinleiðis knýtt at arbeiðsmarknaðinum, har grannskoðarar kunnu hugsast at hava áhuga. Eru vinnuligar bindingar ikki størri á semingsøkinum enn í stýrinum fyri ein “public service” stovn, har stýrið helst kemur saman eina ferð um mánaðan til tess at taka yvirskipaðar avgerðir? Gegniskrøvini til grannskoðarar í ES sigast vera liberali­ serað. Spurningurin er, um vit í Føroyum skulu hava strangari gegniskrøv, enn tey eitt nú hava í Týsklandi, har tað búgva 80 milliónir? Breið semja man vera um, at einki forgjørt er í, at skilagóða og væl útbúna kona blaðstjóran á Dimmu skal hava loyvi at vera limur í Kringvarpsnevndini. Um vit sammeta við grannskoðaran, so kunnu vit spyrja, um tað í Danmark hevði verið góðtikið, at kona blaðstjóran á eitt nú Jyllandspostinum var limur í donsku kringvarpsnevndini. Tað hevði ivaleyst verið roknað sum trupulleiki. At sovorðið ikki er trupulleiki hjá okkum kemst av, at vit eru lítið samfelag. Um mál, sum koma einum nevndarlimi í kringvarpsnevndini ov nær, verða viðgjørd, so luttekur viðkomandi nevndarlimur ikki í viðgerðini. Tað sigur seg sjálvt. Men ikki altíð undir galdandi skipan. Spurningurin troðkar á, um tað yvirhøvur er skilagott at senda gegnismál av landinum at kanna. Í løtuni er trupulleikin, at gegnisspurningar verða vigaðir á ymsum vektum, sum ikki hava sama mát! Málið eigur at verða, at allir sovornir spurningar verða vigaðir á føroyskari vekt! Sosialurin Vektirnar hava ikki sama mát Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Arbeiðið at orða Visjón 2015 er við at koma upp undir land. Nú strategibólkarnir, ein fyri og annar eftir, leggja sínar ætlanir fram, ber til hjá almenninginum at siga sína meining á heimasíðuni hjá visjón 2015. Ymsar meiningar eru um hesa Visjónina, virðið av henni, um hon er kend av nóg nógvum føroyingum, um hon verður til nakra nyttu, ella um tað bert er tómt tos, sum liggur í hesi ætlan. Eg skal ikki gera viðmerkingar til hesi viðurskiftini, tí tað má framtíðin, saman við komandi fíggjarlógum, vísa, um meining var í ætl­ an­ini og arbeiðinum. Sum eitt ískoyti til Visjóns­ kjakið, vil eg sum formaður í MBF siga eitt sindur um, hvat eitt tílíkt arbeiði hevur at týða fyri ein felagsskap sum MBF og aðrar líknandi felagsskapir. Endamálið við visjónsar­ beið­inum hevur verið at gera nakrar greiðar og fram­ sóknar ætlanir fyri Føroyar og er tað at fegnast um, tí at leggja framtíðarætlanir nógv ár fram í tíðina hev­ ur sum heild ikki verið siðvenja í Føroyum, og enn minni á brekaðøkinum. Føroyskur politikkur hevur í alt ov stóran mun verið kendur fyri “eldsløkkjarí”. Visjónsarbeiðið,ið MBF hevur verið partur av, hevur verið skipað við einum breið­um skara av fólki, frá fak­feløgum, stovnum, aðalráðum til áhugabólkar m.a. MBF. At fáa høvi at seta orð á ætlanir fyri framtíðina, sum politiski myndugleikin skal seta í verk komandi árini, er ikki nakað sum býðst á hvørjum degi. At ein so stór breidd av fólki, ið umboða so nógv ymisk økir, sita og tosa um felagsáhugamál og seta orð á ætlanir fyri framtíðina ger, at málini verða nógv breiðari lýst og at orðingin av framtíðarpoltikki verð­ ur meira fjøllbroytt í mun til ymiskleikarnar í sam­ felagnum sum heild, eisini fólk við breki. Sjálv tilgongdin í visjóns­ arbeiðinum hevur eisini verið við til at fremja og menna eitt samstarv millum bólkarnar sum m.a. hevur økt um vitanarstøðið og harvið viðvirkað til, at mørk verða flutt. Eg trúgvi, at vit við hesum samstarvinum kunnu vera við til at broyta hugburð á nógvum økjum. Nógv heimsins lond og eisini Føroyar hava í áravís roynt at brúkt “fyri­ myndarreglurnar hjá ST” sum fyrimynd fyri at fáa mál, ið viðvíkja fólki við breki til at verða umfatað av øllum sektorum í sam­ felagnum, við tí boðskapi, at mál ið viðvíkja fólki við breki ikki bert eru Almanna og heilsumál. Arbeitt hevur verið fyri, at aðalreglan um sektorábyrgd skal verða galdandi í øllum (fram­ komnum) londum. Tá MBF fekk eitt pláss í Visjónstorginum, gav tað okkum ein góðan møgu­ leika at verða við til at seta orð á framtíðarætlanir, har fólk við breki, sum ein natúrligan part, verða tikin við í alla samfelagsliga til­ rættalegging. MBF hevur í hesum arbeiðinum haft møgu­ leik­an at siga sína hugs­ an um m.a skúla, útbúgv­ ing, infrakervið, arbeiðs­ marknað, vælferð og nógv onnur øki. Somuleiðis hevur tað ver­ið eitt gott høvi hjá okk­um at koma á tal við onnur, og læra aðrar bólkar at kenna. Í komandi viku koma trý mál: Tilfeingið, Arbeiðsmarknaður og Infra­ kervið, á skrá á Visjóns­ torginum. At vit verða ein partur av framtíðarætlanini fegnast vit um og halda tað verða ein sjálvsagdur rættur sum fólk við breki hava. Eg skal nevna 2 øki, sum eru áhugaverd hjá MBF. Fyrsta skjalið er um framtíðar arbeiðsmarknað. Persónar, ið varða av arbeiðsmarknaðinum hava sett saman eina strategi um, hvussu arbeiðsmarknaðurin skal síggja út í framtíðini. Vit í MBF kunnu bert fegn­ ast um, at aðalmálið er, at arbeiðsmarknaðurin skal verða rúmligur, har pláss verður fyri øllum fólkum, eisini fyri fólki við skerdum førleika, og at hesi eru tikin við sum ein natúrligur part­ ur av arbeiðstakarum í Før­ oyum. Hitt dømið eru ætlanirnar á økinum innan Infrakervið. Her verða fólk við skerdum førleika nevnd, og at takast skal atlit til øll, eisini fólk við skerdum førleika. Nevnt verður m.a. atkomu til skip og havnarlag, flogferðslu, tyrluflutning o.s.fr. Hesi bæði dømini vísa, at bólkarnir hava hugsað um teirra ábyrgd á økinum, og eg loyvi mær at ivast í, um vit høvdu verið nevnd um ikki MBF royndi at sjón­ ligera sínar trupulleikar á røttum stað, sum í hesum føri er Visjónstorgið og ann­ ars øðrum høpi. Nú arbeiðið er við at verða liðugt, má sigast at nógv fólk hava verið virk­ in í hesum arbeiðinum. Fyri­reikandi arbeiðið og visjónsfundirnir hava eftir mínum tykki givið feløg­ um, stovnum og øðrum møguleika at seta orð á, hvat ið vit ynskja skal henda í framtíðini. Ætlanir eru feldar niður á pappír, sum helst skuldi verið eitt gott arbeiðsamboð fyri fram­tíðarpolitikk. Tað verður trupult at snúgva sær undan í fram­ tíðini, tí hesi arbeiðs­pappír­ ini siga greitt, hvat tað er sum skal fremjast, so eftir er bert at vita hvussu politikarar í framtíðini taka av hesi avbjóðing. Enn eru ikki strategi­ pappírini fyri vælferð løgd fram, men vit kenna arbeiðið sum liggur aftan fyri, og MBF fegnast um hetta arbeiðið, og tær ætl­ anirnar sum eru lagdar fyri brekaðøkið. Okkara vón er, at komandi fíggjarlógir og politikarar vísa viljan at fremja hesi mál tey kom­ andi árini. Visjón 2015 sæð frá einum øðrum sjónarhorni Forkvinna í MBF Leila Solmunde