týsdagur 23. januar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
11
Vælvitandi keldur í politisku
skipanini vilja vera við,
at onkur í tí eftirhondini
tódnaða liberala endanum
av Fólkaflokkinum, skuldi
hveppa seg við, táið tað
gjørdist veruleiki, at tað
ikki slapst undan Jóannesi
sum løgmanni. Viðkomandi
hevði ongan hug at fara
socialistiskan royndartúr
við manninum, sum hevði
oyst vinstrahallan retorikk
upp úr sær hesi átta árini í
andstøðu. Europeisku leið
ararnir, Gerhard, Poul og
Tony, vóru alt ov bleikir
fyri
javnaðaroddvitan,
fyrimyndin var hin meira
reyðdæmdi hugsjónarmað
urin - Lionel Jospin.
Tá tók pragmatiski sjef
ideologurin
róðurtørnið,
legði hugfarsligu sigartok
una undir bitarnar, sissaði
teir hvoknu, og segði teim
um, at honum vitandi var
fólkaflokspotentialið
í
Eidesgaard so magnfult
og fáfongdin og stórlætis
kenslan so øgilig, at Fólka
flokkurin kanska var betur
farin við honum sum løg
manni enn Anfinni Kalls
berg, um teir sjálvir bara
spældu í rætta durinum til
røttu tíðina. Tað ráddi um
at halda sjálvbestaltaða sól
kongin upp í vindin og fyri
alt í verðini upp í ljósið. Í
politisku smiðjuni handan
leiktjøldini ráddu aðrir fyri
borgum, hagar rukku hvørki
kongur ella spinndoktarar,
og kabalin gekk upp. Í trý
ár hevur Jóannes regjørt
undir totalum fólkafloks
dominansi.
Nú, eitt ár fyri komandi
løgtingsval, er maðurin
knappliga
vaknaður
til
dáð. Er komin í stiklið á
horni, í klumsið. Meiningar
kanningar boða frá, at Javn
aðarflokkurin er álaður
sundur, helst tí at ongin
sær farvegin av politikki
floksins, og samstundis rap
ar undirtøkan drastiskt fyri
Jóannesi sum løgmanni.
Nú mátti okkurt gerast, og
sperdur í tronga, hendir
tað oftani, at skeivt verður
avpeilað, frustratiónirnar
breiða seg, alt gerst dif
fust, vit kenna tað frá
nevaleikarum,
ið
hava
fingið ov nógv sløg inn á
kjálkamuurnar, tað kámast
fyri eygunum, áðrenn teir
gerast heilt groggy, og mót
sløgini fara í allar ættir,
púrasta
ókontrollerað,
pannuspikið stendur opið
og bert. Hin ósærdi skal
eittans konsentrera seg um
tað seinasta og avgerandi
slagið. Breckmann-missi
ónin eydnaðist til fulnar.
Completed.
Breckmann-doktrinin
snýr seg annars í stuttum
um,
at
Fólkaflokkurin
støðugt situr sum hjarta
í valdinum, at status quo
verður varðveitt í samfe
lagnum, serliga áhuga
málini hjá elituni, og at
samgonguflokkarnir
til
eina og hvørja tíð verða
pilkaðir og trevsaðir sundur
til ókenniligheit, fyri síðani
at vera tveittir á bláman
í eina tíð, ímeðan aðrir
flokkar verða tiknir inn til
spanking. Eitt slag av flúgv
andi útskifting. Vit funnu
skjótt útav tí, og fingu sett
mótparadurnar upp, ímeðan
Jóannes ikki hevur skilt
eitt kvekk av nøkrum sum
helst.
Ein stjórn hevur sitið
undir hansara leiðslu í sam
full trý ár. Hon kom sum
tann fyrsta nakrantíð til
ein sprænfullan kassa, lítla
og onga skuld og til eitt
samfelag, sum í stóran mun
var dubbað til eina lovandi
framtíð. Sjálv hevur hon at
kalla onki fingið á skaftið.
Avgreitt tað sum lá klárt
at undirskriva, eftir at
Anfinn og Høgni fóru av
pallinum, og annars bara
fylgt
mannafíggindaliga
og monetera skattapolitikk
inum hjá Óla slaviskt.
Breiðkað gjónna millum
vælferðarløgini í samfelag
num, ímeðan løgmaður
blæsir í basúnina, og boðar
við táravættum eygum eym
liga sínum teknum frá, at
klassastríðið í Føroyum er
avblást – er ikki eksisterandi
longur.
Nú fór so alt úr spóna
lagnum hjá honum. Hann
minnir mest um hesar vána
ligu maskinmeistarnar, sum
ikki hava flair fyri nøkrum,
onki hoyra í forhond, og
sum bara standa sum ryssa
yvir deyðum fyli táið alt
brotnar og kvettist av í
kring teir. Tað væntar bara,
at toppstykkini bresta upp
undir dekkið, fóringarnar
fara á flog og at stemp
ulstengurnar koma bóltandi
og støkkandi út ígjøgnum
síðurnar á samgonguni.
Mánadagin var hann á
breddanum. Nú skal hann
ikki brúka Visión-2015-
ætlanina til nakað sum
helst. Hann hevur hesi árini
bara kent seg kallaðan og
hátt hevjaðan, til at brúka
alla umsitingarorkuna í
landinum, fyri at gera eina
samfelagsmanual,
sum
komandi ættarlið møguliga
kunna stuðla seg til. Ikki sørt,
at hetta líkist stalinistiskum
hugsanarhátti, harið enda
málið
onkursvegna
er
at foræviga seg sjálvan.
Síðani stórleypur hann í
umhvørvismálum
aftaná
Tjóðveldisflokkinum, sum
í sínum framskygni hevur
lagt fram á ting uppskot, um
at seta Kyoto-frumskjalið
í
gildið
fyri
Føroyar.
Tað var nú eitt, men táið
viðurkendi
professarin,
virðislønti havfrøðingurin,
Bogi Hansen, gjørdi bart,
tá var hann so illa skøl
settur, at hann noyddist í
fjølmiðlarnar,
at
boða
frá, at hann hevði stuðul
fyri at løggilda umhvørv
issáttmálan. Í hesum árinum.
Fáar tímar seinri avdúkaði
Jørgen Niclasen, at maðurin
segði ósatt. Ongin hevði
spurt
Fólkaflokkin
um
hesa avgerðina. Øll kenna
hansara støðu til Kyoto,
og táið hann er hjarta í
samgonguni, og slintran sum
Jóannes hongur í, so vita
vit at útsagnirnar á miðdegi
vóru bert bluff, ætlað til at
kyrra javnaðarkrúnprinsin,
John Johannessen, og onn
ur ørkimlandi element í
politiska grannalagnum.
At maðurin eisini er
skemtari av Guðs stóru náði,
tað vardi meg ikki, men
samrøðan í Sosialinum sein
asta fríggjakvøld er politisk
komedia, sum sigur spaðar
tvey til alt sum higartil er
hent, síðani politikkur í
heila taki tók seg upp sum
eitt stjórnaramboð. Ein
mánaða eftir at løgtingið
hevur
samtykt,
hvussu
fíggjarligi raksturin av
samfelagnum skal fara
fram í hesum árinum
– 2007 – trínur føroyski
”forsætisráðharrin” fram á
torg, og boðar tjóðini frá,
at somikið væl hevur ging
ist undir hansara leiðslu,
at hann hevur gjørt eina
samtykt saman við lands
stýrismonnum sínum, at
teir hvør einsæris sleppa
at leggja eitt ella tvey
eykauppskot fram í hesum
árinum. Tað gongur ikki
fram av samrøðuni, hvat
samlaði kostnaðurin skal
vera, men ivaleyst frættist
um hetta á Løgtingi miku
dagin, táið fleiri andstøðu
tingmenn ætla sær at
spyrja um hetta nýggja og
ófatiliga sjáldsama átakið,
sum hesin føroyski Pjerrot
hevur lanserað í óðum verk
um, vónandi í eini veikari
løtu. Hevur hann verið við
síni fullu fimm ta løtuna,
Rigmor tosaði við hann,
samrøðan hevur eisini rullað
í úf í fleiri sólarringar, so
munna tey flestu vera farin
at spekulera í, um maðurin
man vera rættskikkaður.
Politiskt í hvussu er.
Tað
er
nú
einaferð
soleiðis, at tað er ikki
Jóannes Eidesgaard, sum
situr á kassanum hjá skatta
borgarunum, Harrin havi lov
fyri tað. Tað ger Løgtingið
einsamalt. Er hald í hesum
tíðindum, so má dekningur
vera fingin fyri hesum í
samgonguni, ella er hetta
samtykt á samgongufundi,
sum vit uttanfyristandandi
onki
vita
um?
Fleiri
kundu ivaleyst hugsa sær
at hoyrt hvat ið veruligi
fíggjarmálaráðharrin, for
maðurin í fíggjarnevndini,
Anfinn Kalsberg, heldur
um hetta galimatiasið hjá
Eidesgaard, sum líkist ein
um kvetti ímóti samtykta
viljanum hjá evsta valdi
landsins – Løgtinginum. Eitt
slag av Hundadagakonga
gallskapi.
Og at skjóta seg undir
góða fíggjarstøðu er reint
og skært slutur. Samgong
an hevur koyrt við halli,
við lækkandi útflutningi,
undirskotið á øllum mál
arum, síðani byrjan. Teir
fingu
eina
óvæntaða
krykku at ganga við frá
peningastovnunum,
táið
hesir valdu at opna lensi
portrini og belánað upp á seg
gigantisku frívirðini í øllum
húsamassanum upp undir
syllarnar. Hesin varmin
verður
líka
stokkutur,
sum táið kellingin meyg
í hosurnar. Og upptakið
hjá teimum ið skula taka
yvir, eftir at Fólkaflokkurin
hevur stjórnað Jóannesi í
fýra ár, verður ein grimur
leikur. Tá verða bara veru
ligar inntøkur at liva av, og
teringur má av álvara setast
eftir neringi.
Tað frægasta Jóannes
nú kann gera, er at skriva
út nýval skjótast gjørligt.
Nevaleikari, sum sjónliga
er vorðin groggy í dysti,
fær oftani ráðini at leggja
handskarnar. Annars kann
galin endi standast av. Í løtuni
minnir maðurin mest av
øllum um ein fullkomuliga
desillusioneraðan boksara,
sum hevur sett seg framman
fyri ein av gomlu svørtu
SEV-málarunum, og tað
einasta ið hann gáar eftir,
og sum fær eygnalokini
at kvaklast, er lítli reyði
bletturin, sum av og á
kemur í eygsjón á ævigu
rundferðini. Tá er tíðin
komin at lata valdið frá sær,
at lata menn og kvinnur, við
veruligum ætlanum, visi
ónum og hugsjónum taka
um stýrisvølin, soleiðis at
tjóðin ikki heilt smokkar
niður ímillum sum væl
ferðarsamfelag og partur
av alheimssamfelagnum.
Tíðin er komin til politiskt
siðaskifti. Vælsignaði mað
ur legg valdið – ella rættari
pseudovaldið – frá tær,
skriva út nýval, tá tænir tú
bæði tær sjálvum, fólkinum
og tjóðini so væl sum til ber.
Núverandi stjórnargongdin
forkemur okkum fram
tíðini. Bótin, tærið og
avloysararnir standa búnir
í ketilsdrakt, og bíða bara
eftir at tú gevur okkum
endaliga preiið um, at B-
kykmyndin um hina breiðu
samgonguna er spolað til
endans. Ambitiónin um at
verða reksaður upp í søgu
ligu annalunum er komin til
høldar, tessvegna er heldur
ongin orsøk til at bíða eftir
degnum í morgin. Vælsign
aði maður tak avgerðina,
áðrenn aðrir taka hana fyri
teg. Komið er í hvussu er
at teimum mørkum, har
Fólkaflokkurin aftur ætlar
sær at gera eina av sínum
klassisku útskiftingum. Og
tá býðst ikki í bøtur. Hvørki
hjá heidnum ella kristnum.
Seminaristi ella sólkongi.
Eidesgaard komin í klumsið
Tórbjørn
Jacobsen
Eitt ár – krossurin er
settur í álmanakkan hjá
løgmanni, og samtíðis
byrjar tann “fullkomna”
samfelagsveitslan,
har
Jóannes Eidesgaard gong
ur á odda og lovar til
høgru og vinstru.
Ballón politikkur og
ábyrgdarloysi
Í samrøðu við Sosialin
fríggjadagin 19. januar
greiðir løgmaður Føroya
fólkið frá, at samgongan
fyrireikar seg til valár – og
samgonguskeiðið av álvara
er farið at halla, tí fáa
landsstýrismenn høvi at
koma við eykauppskotum
– sokallaðum “ballóni
num” til fólkið. Tað er bæði
óskiljandi og ábyrgdar
loysi av fyrstu skuffu, tá
landsins leiðari soleiðis –
ikki sørt ósmæðið, veittrar
við “góðgætisposanum”.
Hetta er enn eitt prógv
um
“løgmansgleðina”
hjá Jóannesi Eidesgaard,
og gevur ikki beinleiðis
vónir um skilagóða stýr
ing av landinum, vit
kundu eisini spurt okkum
sjálvi, hví tað skuldi
komið nú, trý ár eftir at
sitandi samgonga tók við?
Veruliga næsta stórmálið í
huganum hjá løgmanni er
uttan iva tráanin at halda
eina nýggjársrøðu afturat
– so lítið er á politisku
dagsskránni!
Loyniligu uppskotini
og borgarin
Í somu samrøðu sigur
løgmaður, at uppskotini
skulu koma “borgarunum
til góðar”, er tað so ein
viðurkenning av, at førdi
politikkurin higartil ikki
er komin borgarunum til
góðar? – er tað ein við
urkenning av, at skatta
lættin er ikki komin teim
um til góðar, sum treingja
hann mest? – er tað ein
viðurkenning av, at sosiali
politikkurin ikki er til? –
ella verða lógaruppskotini
úr
“góðgætisposanum”
hjá løgmanni eitt risafet
móti “heimsins besta sam
felag”? Er hetta skilagóð
og virðilig umsiting av
fólksins kassa – landskass
anum?
Hetta er einki uttan eitt
greitt innlit inn í standin,
sum hevur verið í Tinganesi
hetta samgognuskeiðið, so
kann løgmaður tosa um
arbeiðsfrið og tað sanna
“fornøjilsi” tað er at vera í
samgongu við Fólka – og
Sambandflokkin, eingin
trýr tær Jóannes, og nú
gongur sjón fyri søgn.
Fólkaflokkurin setur
dagsskránna
Øll – sum hava fylgt
eitt lítið sindur við, hvat
samgongan hevur borð
reitt við, vita, at løgmaður
er bert løgmaður so leingi
sum Fólkaflokkurin vil,
og tað hevur fullkomiliga
merkt mannin. Har er
hvørki mál ella mið, polit
iski vegurin er so krókutur
og fløktur, at eingin veit,
hvat samgongan vil ella
hvat málið er. Løgmaður
ánar ikki hvønn veg hann
skal venda, tí aðalmálini hjá
Javnaðarflokkinum liggja
í skeljasori, baklandið er
farið heilt í baklás, meðan
sambandskreftirnar
í
Fólkaflokkinum fáa alt
ígjøgnum og kundi fyri
tað átt bæði løgmann og
landsstýrismannin í fíggj
ar, fiskivinnu- og almanna-
og heilsu málum.
Kundi ikki enda øðrvísi!
Hetta seinasta sprellið
hjá Føroya løgmanni er
kanska skiljandi, tí tað ber
ikki til í longdini at koyra
ábyrgdina yvir á aðrar
flokkar, uttan at hava nak
að at vísa á.
Við hvørt einasta høvi
hevur Jóannes Eidesgaard
lagt eftir undanfarnu sam
gongu og fyrrverandi lands
stýrisfólkum – einamest
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Hann
hevur
nýtt
alla sína orku at skotið
avgerðir niður, sum vórðu
avgreiddar umframt at
spæla “statsleiðari” millum
veruligar statsleiðarar á
bonaðu gólvunum úti í
heimi.
Flokkarnir, sum mynda
sokallaðu “breiðu semj
una”, hava havt eitt enda
mál: at sita í samgongu!
einki politiskt mál, eina
visjónsætlan sum teir
ikki ein gang trúgva
upp á sjálvir og við ein
um løgmanni sum rekur
borgarligan
sambands
politikk, er virðingin fyri
politisku skipanini væl
ávegis at fara fyri bakka
- “.....tí er so lítið burturúr
her blivið”
Valár – opið hús
í Tinganesi!
Áki
Andreasen
viðmerkingar