týsdagur 23. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 16 - 23. januar 2007
Handverkararoyndin
var frá 1912 til 1960 ein
partur av útbúgvingini
hjá maskinmeistarum, ið
vildu sigla. Leingi var eing
in føst skipan fyri útbúgv
ingini av handverkarum
og heldur ongar sveina
royndir. Tí var ásett í sjó
vinnulógini, at maskin
meistarar, ið vildu sigla
sum
maskinmeistarir,
skuldu hava staðið hand
verkararoyndina fyri at
kunna fáa sjóvinnubræv.
Við handverkararoyndini,
ið varð hildin á Teknologisk
Institut, prógvaðu maskin
meistarar, at teir vóru
førir at halda maskinarí
og skip.
Útbúgving farin í søguna
Handverkararoyndin, ella
handverkaraprøvin
sum
vanliga varð sagt, var eitt
væl kent hugtak millum
eldri
maskinmeistarar,
men tá henda roynd varð
avtikin fyri skjótt eini hálv
ari øld síðani, eru ivaleyst
fá, eisini millum maskin
meistarar, ið vita hvat hand
verkararoyndin var.
Maskinmeistara
útbúgvingin
Í útvið stórthundrað ár,
frá 1874, lá útbúgvingin
av maskinfólki í Føroyum
undir danskari lóggávu.
Heilt frá 1912 og til 1960,
tá gomlu útbúgvingarnar
vóru í Føroyum, vóru tær
undir danskari lóggávu.
Eisini útbúgvingin á Føroya
Maskinskúla, sum fór undir
virksemi sítt í 1965, var
fyrsta mannaminni undir
danskari lóggávu.
1874 kom fyrsta danska
lógin um próvtøku fyri
maskinistar. Av fyrstani tíð
vóru ikki fastar reglur fyri
praktiskari útbúgving ella
royndum. Kravt varð bara,
at tann lesandi hevði arbeitt
á eini maskinverksmiðju
ella verið við at passa eina
skipsdampmaskinu í 1 ár.
1892 kom nýggj lóg sum
ásetti, at lesandi skuldi hava
arbeitt á eini smiðju- og
maskinverkstaði í minsta
lagi í 3 ár, og av teimum í
minsta lagi 1 ár við at gera
dampmaskinur ella lutir
til dampmaskinur. Motor
verksmiðjurnar vórðu ikki
góðkendar.
1912 kom aftur nýggj
lóg, og hon vóru 6 prógv:
maskinpassararoyndin
motorpassararoyndin
handverkaraprøvin
almenna maskinist-
prógvið
víðkaða maskinistprógvið
og
ískoytisroyndin fyri
elektriskar installatørar
Maskinpassararoyndin og
motorpassararoyndin vóru
sjálvstøðugar og endaligar
útbúgvingar.
Almenna
maskinist
prógvið, víðkaða maskinist
prógvið og ískoytisroyndin
fyri elektriskar instalatørar
vóru framhaldandi útbúgv
ingar, eisini róptar fyrsti,
annar og triði partur, ella
deilur, sum ofta varð sagt.
Tó kundu elektriskar
instalatørar taka ískoytis
royndin fyri seg.
Handverkaraprøvin
skuldi maskinmeistari hava,
sum fór út at sigla.
Handverkararoyndin
Praktiska útbúgvingin
Krøvini
til
praktiska
útbúgving vóru, at lesandi
skuldi hava minst 3 ára
fakliga útbúgving á smiðju
og maskinverkstaði, og av
teimum minst 1 ár, bara
við maskinarbeiði á einum
góðkendum verkstaði.
Ikki útlærdir
Trý ár á einum verkstaði
var ikki nóg mikið til
at vera útlærdur, tí varð
handverkaraprøvin
við
í lógini, fyri at maskin
meistarar, ið vildu sigla,
skuldu kunna vísa, at teir
vóru førir fyri at gera tær
mest vanligu umvælingarnar
umborð á dampskipum.
Sjálvboðin roynd
Í fyrstini var handverkara
royndin sjálvboðin, tí vóru
tað bara nakrir fáir, sum
tóku hana, ein og tveir um
árið, men í sjóvinnulógini
frá 1916, varð ásett, at
maskinmeistarar
skuldu
hava staðið handverkara
royndina fyri at kunna
fáa sjóvinnubræv, og við
hesi skipan kom praktiska
útbúgvingin hjá maskin
meistarunum í eina fasta
legu, sum stóð við til 1960.
Eingin skipað útbúgving
Nakað av misnøgd var
við, at skeiðið skuldi enda
við eini roynd, men tá
handverkararoyndin varð
skipað, vóru ongar obliga
toriskar
sveinaroyndir.
Heldur ikki var nøkur føst
skipan fyri útbúgvingunum
á flestu verkstøðunum og
einki eftirlit við, um lær
lingurin lærdi nakað.
Lærlingar hjálptu
sveinum
Tá var tað soleiðis, at lær
lingurin hjálpti einum sveini
og mátti sum so sjálvur
nema sær mest møguligt
av kunnleika. Tá so var,
er skiljandi, at vissa fekst
fyri, at maskinmeistarar
við handverkararoyndini
kundu vísa, at teir vóru
førir fyri at halda skipið.
Handverkararoyndin varð
hildin á Teknologisk Insti
tut.
Handverkararoynd og
sveinaroynd
Eftir at handverkaraút
búgvingin í Danmark varð
løgd í fastar karmar og
sveinaroyndirnar vórðu skip
aðar einaferð í tríatiárunum,
sluppu
maskinmeistarir,
ið vóru handverkarar við
sveinaroynd, undan hand
verkaraprøvanum, ætlaðu
teir sær til sjós. Í Føroyum
vórðu
sveinaroyndirnar
skipaðar í fimmtiárunum.
1958 kom nýggj lóg, sum
fevndi um 3 prógv:
maskinistprógvið
maskinmeistaraprógvið
og
víðkaða maskinmeistara-
prógvið
Lestrartíðin til maskin
meistara er trý ár, umframt
handverkaralæran, sum er
fýra ár.
Handverkara-
royndin avtikin
Krøvini
til
praktiska
útbúgving vóru sveinabræv,
fyri at prógva, at ein hevði
staðið sveinaroynd sum
maskinsmiður, ella staðið
sveinaroynd í einum av
hinum metalfakunum við
ískoyti av einum skeiði í at
læra at dreya.
Við lógini um útbúgving
av maskinmeistarum í 1958,
sum fór at virka í 1960,
varð handverkararoyndin
avtikin, og fór tá í søguma.
Framtíðin
Maskinmeistaraútbúgv
ingin er fleiri ferðir síðani
1958 broytt, og vil sjálvandi
eisini í framtíðini verða
broytt, so hon altíð verður
hóskandi, men krøvini til
praktiska útbúgving eru
framvegis sveinaprógv.
Tað er tó at undrast
á, at maskinmeistaraút
búgvingin
ikki
verður
skipað saman við øðrum
útbúgvingum á universi
tetsstigi, sum gjørt verður
aðrastaðni. Tá útbúgvingin
av
fólkaskúlalærarum,
barnahavalærarum
og
sjúkrasystrum verða skip
aðar saman við fróðskapar
setrinum, hví verða so
aðrar útbúgvingar, eitt nú
útbúgvingin av maskinmeist
arum, ið er ein av hægstu
útbúgvingunum í landinum,
ikki eisini skipaðar saman
við fróðskaparsetrinum?
Ikki minst, tá hugsað
verður um, at veruliga
menningin av føroyska sam
felagnum ikki kom fyrr enn
vit høvdu fingið nóg mikið
av kvalificeraðum fólki, ið
vóru før fyri at handfara
nútímans teknologi.
Fyri at koma aftur til
skúlalærararnir, so er spurn
ingurin um hvussu tað
verður, tá akademikarar
skulu til at undirvísa sexára
gomlum børnum. Tað er
ikki bara ein spurningur um
útbúgving, men líka nógv
um pedagogisk evni, lærarir
ið eitt nú duga at læra børn
abc, lítlu tabell og føroyska
mállæru á grundstigi.
Maskinmeistaraskúlan
um og Sjómansskúlan eru
nú lagdir saman, ikki tí at
ein maskinmeistari júst er
ein sjómaður, men kanska
fyrsta stig at leggja allar
hægri útbúgvingar saman
í eitt, ivaleyst tí, at tað í
einum so lítlum landi sum
okkara neyvan er rúm fyri
fleiri hægri læristovnum.
Tórført er at orða teknisk
fyribrygdi á føroyskum við
teimum avmarkingum, sum
eru, um ein skal halda
seg til okkara reduceraða
alfabet, og tað ið sagt verður
er føroyskur málpolitikur
og føroysk stavseting.
Neyðugt er at tillaga mál
okkara soleiðis, at tað á
føroyskum ber til at lýsa
tekniskan útbúna, teknisk
virki, viðurskifti og hug
tøk, sum koma fyri nú á
døgum og í framtíðini.
Okkum nýtist ikki at óttast
fremmand orð, tey skulu
bara hóska inn í málið.
Tað er tí at undrast á,
at nevnd er sett at taka
sær av føroyskum máli og
stavseting uttan at hava fólk
við, ið heva tekniskt innlit.
Kelda: “Føroya Maskinskúli í 40 ár”
PS
Meðan vit eru við útbúgv
ingar, so var tað ikki sørt at
verða ovfarin av at frætta at
danir høvdu strika tey bæði
plássini, sum føroyingar
áttu á journalistaskúlanum.
Ikki tí at plássini vóru
strikaði, men at ikki sami
førleiki hevur verið kravdur
av føroyingum sum av øðr
um.
Vil tað siga tað sama sum,
at føroyskir journalistar
ikki eru á hædd við dansk
ar og aðrar útlendskar jour
nalistar?
Tá vit í sínari tíð lósu
í Danmark, var ikki spurt
um tú vart dani, føroyingur,
íslendingur, grønlendingur,
hálendingur ella naka ann
að. Treytirnar vóru tær
somu fyri øll, bæði fyri
upptøku og próvtøku.
Vónandi verður ein før
oysk journalistútbúgving,
sum talað verður um, á
einum stigi, so hon verður
góðkend aðrastaðni enn
í Føroyum, og ikki sum
onkur onnur av føroysku
útbúgvingunum, sum ikki
kann brúkast aðrastaðni
enn í Føroyum.
Journalistar aðrastaðni
eru ofta fólk við universi
tetsútbúgving, tað eru øko
nomar, juristar, søgufólk,
ingeniørar o.s.f. ið viðgera
evni innan teirra øki. Tað
hevði verið eitt stórt fram
stig um vit eisini nýttu tílík
fólk innan føroysku fjøl
miðlar.
Annars er kanningin hjá
aðalstjóranum í Mentamála
ráðnum av stjórum áhuga
verd, ikki minst almennum
stjórum, ið verða mettir eftir
avrikum. Tað at almennir
stjórar verða mettir eftir
avrikum, man vera nakað
nýtt. Eitt nú er ikki altíð
líkt til at tað er meiningin
at spara ella reka stovnin
rationelt. Okkurt dømi er
um stjóra, ið hevur svansað
við almennu pengum, og
kortini fingið boðið eitt
alment stjórastarv afturat.
Ein stjóri eigur at verða
mettur eftir hvat hann er
og ikki hvør hann er. Eisini
má tað vera greitt um tað
skal vera ein stjóra við
visiónum, ið kann menna
og rationalisera stovnin,
ella tað skal vera ein bók
haldari.
PPS
Nú frættist at frískúlar
skulu verða skipaðir í Før
oyum, og líkt er til, at tað
eru tey, ið eru hugtikin av
hesum. Sjálvur havi eg
altíð verið varðin við tey, ið
verða begeistraði, umframt
at gera mær mínar tankar
um tílík tiltøk.
Eg vil ikki dylja fyri, at tað
eftir míni metan kann vera
vandi fyri, at hesir skúlar
kunnu verða rekruterings
stovnar fyri ekstremar polit
iskar, nationalar og religi
øsar rætningar.
Nøkur
sparing
man
tað neyvan fara at verða
við privatum skúlum, tí
almenna skúlaverkið skal
altíð vera dimensionerað
soleiðis, at tað er ført
fyri at taka sær av øllum
næmingum og lesandi í
Føroyum, eisini teimum frá
privatskúlunum.
Men tað eru eisini góð
tíðindi
á
skúlaøkinum.
Mentamálaráðharrin hevur
boðað frá, at forskúli nú
aftur verður skipaður í Før
oyum, umframt eisini ein
góður framhaldsskúli, og
tað er at glaðast um, kanska
fara færri tá at ríma úr 10.
flokki. Landsstýrismaðurin
í skúlamálum, ið sat tá
skúlafyrisitingin í 1979
varð yvirtikin, kutaði tá
bæði forskúlan og fram
haldsdeildina burtur úr.
Harvið sparkaði hann fyri
skjótt einum mannaminni
síðani føroyska skúlan fleiri
ættarlið aftur í tíðina.
Tórshavn 04.05.06
innurj@post.olivant.fo
Finnur
Johansen
Handverkararoyndin
viðmerkingar