Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2007 13 Sambært visión 2015, so skulu vit føroyingar um fá ár vera í fremstu røð, eisini tá talan er um gransking á ávísum útvaldum økj­um. Granskingarligu av­reks­verk­ ini skulu ger­ast fyri munandi minni fæ, enn gjørt verður í granna­londum okkara. Í Føroy­um verður 0,9 % av brutto­tjóðar­úrtøkuni nýtt til gransk­­ing, og í granna­ lond­um er tilsvarandi part­ ur 3-4 %. Sambært fíggj­ ar­lógaruppskotinum fyri komandi ár, 2007, so er al­menna játtanin til gransk­ ing økt við munaleysari upp­hædd, 0,5 milliónum Dkr. Hesi tøl vísa, at teir ráðandi í Havn ikki hava gjørt sær greitt, hvat ið krevst, fyri at vera í fremstu granskingarrøð. Fylgir fígg­ing ikki við visiónini, verður hon virðisleys. Tegnar landsins, ið hava roynt at saðla almenna før­oyska granskingar­greð­ ingin kunnu vátta, at hann svøltar. Ólukkudýrið er valla gonguført av fíggjar­ máttloysi. Teinur hansara fram eftir kunnleikans vegi her á landi er skamm­ ur sammett við drúgva reið­rar­fjar­leikan hjá út­lendsku kappingar­neytun­ u­num. Tað er tó lítið at ivast í, at fær føroyski granskingargampurin tað, sum krevst fyri at fremja gransk­ing í verki – gumpa­ hús, gøgn og gjaldføri (høli, tól, fæ) – so verður hann aftur í oddinum millum hinar fljótu folarnar, sum testosteron-fullir, froysandi og við faxinum flákrandi í fríska ferðarlotinum fara tvísporandi fram eftir fróðar­ farleiðini. Í landbúnaðarbygdunum her á landi var vanliga hild­ið hánt um ánara, ið fóðraði gangara sín so vána­liga, at arbeiðsorka, treysti og snarleiki vórðu skerd. Men kallarnir á ovastu valdsrók í Føroyum tykjast leggja sektin í, um granskingarrossið lýðir hungur og hall, tí gneggjar granskingargreðingur Før­ oya framvegis gorhungraður eftir gjaldføri. Paradísið, Føroyar, eigur einki muna­ gott at geva honum. Harmi­ ligt fyri hestin, tí betur hóvar honum at sveitta enn at svølta. Fær føroyski granskingargreðingurin ikki gumpa­hús, gøgn og gjald­føri eins og hinir útlendsku, so verður hann ikki kapp­ingar­neyti, men drumb­ur og tjór­neyt. Einasta vón er, at fróðu fljóðini í Føroyum fylkjast í flokk og fjølment taka sæti á løgtingi og í landsstýri. Við teirra innliti og hug­ skygni vita tey ivaleyst betur enn núverandi fólka­ valdu kallmenn, hvat krevst til at nøkta tørvin hjá al­menna føroyska gransk­ ing­­argreðinginum, dráttar­ djórinum, sum skal draga Føroyar inn í dýrdina og dreymasæluna, visión 2015. Føroyski granskingargreðingurin gneggjar gorhungraður eftir gjaldføri Hóraldur Joensen Hóast meiningarnar eru ym­iskar um virðini av polit­ iska arbeiðinum. Við endan av 2006 megn­ aðu tit t. d. at skriva søgu, tá Sambands­flokk­urin fór í parlag við Tjóð­veldis­ flokkin, og tað við danskari kongligari fyriskipan (266 b). Skil tað hvør, ið skilja vil. Í øldir hava Føroyar ver­ ið kloyvdar av lemjandi ósemju um samband ella loysing, og sum um tað ikki var nógmikið, megnaðu tit at skapa eina nýggja gjógv í føroyska fólkinum, hesuferð um virðir – føroyska ment­ an. Um hetta er liður í visiónsætlanini ella ikki, kann lesarin sjálvur døma um. Tað stóra takið hjá einum nýggjum løgtingi verður: at fáa Føroyar aftur á slóðina, at skapa álit í føroyska fólkinum, at fáa fólkið at draga somu línu tjóðini at gagni, seta føroyska mentan og føroysk virðir í hásæti, forða tjóðveldinum at dragsa danskan ómoral inn í landið við kongligum fyriskipanum, og so sjálv­ andi at seta roykibann í løgtingshúsunum. Okkurt hava tit tó fingið av skafti – Edmund tingformaður! Egin Henriksen Fyribilsskráseting 2007 Skal fyribilsskatturin verða rættur, mugu vit hava rættar upplýsingar um B-inntøku og frádráttir. B-inntøka B-skatturin í 2007 verður roknaður út frá teimum upplýsingum, tú hevur givið á sjálvuppgávuni 2005. Er B-inntøkan broytt í 2006, verða broytingarnar tiknar við í fyribilsskattaskránna 2007. Frádráttir Hevur tú frádráttir, er neyðugt at upplýsa okkum um teir. Rættingar/fráboðanir Oyðublað til at rætta ella skráseta fæst á Toll- og Skattstovuni, í peningastovnum, á posthúsum, og kann verða heintað á heimasíðuni: www. tollskatt.fo Tú ert vælkomin at fáa upplýsingar um, hvørjar skrásetingar vit hava um tíni skattaviðurskifti. á Argjum, 19. januar 2007 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Írestandi skattur og AM-gjald 2006 Freistin at gjalda írestandi skatt og írestandi AM-gjald fyri skattaárið 2006 er 31. januar 2007. Verður goldið innan henda dag, slepst undan eykagjaldinum á 4%. Útrokningarforrit er at finna á heimasíðuni www.tollskatt.fo Eisini ber til at rokna írestandi skattin út í bóklinginum »Skattinum 2006«, ið øll húski fáa í januar 2007. Tá skatturin verður goldin, skal viðmerkjast: p-tal og »Skattur 2006«. Gjaldið skal setast inn á eina av hesum kontum hjá Føroya Gjaldstovu: Føroya Banki 6460 260.005.8 EIK 9181 185.012.3 Norðoya Sparikassi 9865 185.016.9 Suðuroyar Sparikassi 9870 100.090.0 GIRO 9909 50.040 á Argjum, 19. januar 2007 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Vága Dansifelag Eykaaðalfundur verður í Beitinum mikukvøldið 31. januar kl. 20.00. Skrá: Húsið Ymiskt Nevndin Munnligur fyrispurn­ ingur til Jóannes Eides­ gaard, løgmann. Viðvíkjandi støðuni við ongum radara til eftirlitið við føroyska loftrúminum. Hvørja ætlan hevur løg­ maður at tryggja eftirlitið við føroyska loftrúminum? Hevur løgmaður verið til samráðingar við aðrar myndugleikar um eftir­lits­ uppgávuna, og hvørjar av­talur eru gjørdar hesum viðvíkjandi? Nær verður radareftirlit við føroyskum loftrúmi upp­afturtikið, av hvørjum og við hvørjum treytum verður hetta eftirlit framt á føroyskum øki? Heldur løgmaður tað vera skilagott, at føroyingar sjálvir stóðu fyri støðini og róku hana við tí fyri eyga at hava eftirlit við Føroyska loftrúminum og harvið tikið hesa ábyrgdina á føroyskar hendur og framt okk­ara skyldur í altjóða sam­felagnum? Viðmerkingar: Setti spurning til løgmann í november í fjør um, hvørja ætlan Føroya Landsstýri hevði við radarstøðini á Sorn­felli, tá hon varð aftur­ latin á nýggjárinum. Um tað ikki var hóskandi at vit í Føroyum sjálvi kundu reka radarstøð og hava okk­ara egna eftirlit við føroyska loftrúminum, og lovaði løgmaður at loysn var funnin á málinum, tá radarin var sløktur á nýggj­ árinum. Sjálvt um løgmaður vátt­ aði, at loysn skuldi finn­ ast á málinum, frættist í Útvarpi Føroya at onki radareftirlit er við føroyska loftrúminum, og at tað er til bága fyri ferðsluna loftvegis til og úr Føroyum. Sum eg vísti á í fyrra fyrispurninginum hevði høvi verið at fingið hetta eftirlit á føroyskar hend­ ur nú, og vit kundu lagt okkara egnu ætlanir fyri, hvat okkara loftrúm kann nýtast til, og hvussu eftirlits­ uppgávan skuldi røkjast í framtíðini. Ein sera aktuellur spurn­ ingur í sambandi við ábyrgd­ ina av eftirlitinum við loft­ rúminum er eisini støðan til ólógligan fangaflutning ígjøgnum føroyskt loftrúm, har eg haldi tað hava sera stóran týdning at kunna seta mark fyri, hvat ber til hjá okkum og hvat ikki ber til, einans við ábyrgd av og eftirliti við egnum øki kunnu vit vera vís í, at tað eru føroysk áhugamál sum vera røkt og ikki hern­ aðaráhugamál hjá fremm­ andum tjóðum. Við vón um at Føroya løgmaður sær álvaran í hesum máli og vil taka ítøki­ lig stig at loysa tey, seti eg fram fyrispurningin. Fyrispurningur um radara í føroyskum loftrúmi løgtingskvinna Heidi Petersen