týsdagur 23. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 16 - 23. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Øssur Mohr
í Herning og
Keypmannahavn
Øssur Mohr,
listamaður,
verður við á
framsýningini
»Art Herning«
í Herning, og
17. februar
letur hann
upp eina
framsýning í
»Galleri Sct.
Gertrud« í
Keypmanna
havn
Føroyski
listamaðurin Øssur
Mohr verður við á
framsýningini »Art
Herning«, sum í
Herning í døgunum
26. - 28. januar, og
leygardagin 17.
februar letur hann
upp eina framsýning
nýggja gallarínum
hjá »Galleri Sct.
Gertrud« í Keyp
mannahavn
List
Framsýningin »Art Hern
ing« verður í Herning
Kongrescenter í døgunum
26. - 28. januar 2007.
Føroyski listamaðurin
Øssur Mohr úr Fuglafirði
verður við á hesi fram
sýningini á básinum hjá
gallarínum Sct Gertrud við
fleiri heilt nýggjum máln
ingum.
Øssur letur sjálvur upp
eina framsýning í nýggja
gallarínum hjá »Galleri Sct.
Gertrud« í Keypmannahavn
(Knabrostræde 1A) leygar
dagin 17. februar. Ferniser
ingin verður frá kl.13-16,
har Stanley Samuelsen
syngur og spælir.
Opið
er
týsdag
– fríggjadag frá kl. 14
- 17.30, leygardag frá kl.
11-14.
Farnu tvær vikurnar
hevur Steintóra
Joensen úr 9. flokki
í Vágs skúla verið í
praktik á Sosialinum.
Hósdagin hitti
hon tríggjar av
floksfelagum sínum,
sum vóru í Havn í
somu ørindum
Starvsvenjing
Orð og myndir: Steintóra
Joensen
Trý úr Vági í starvsvenjing
Lív Jákupsdóttir Ryggs
hamar frá Vági hevur ver
ið í starvsvenjing á Deyva
tulkatænastuni seinastu
tvær vikurnar. Lív er 15 ára
gomul, og gongur í 9 flokki
í Vágs Skúla.
Hon sigur at hon fer
heimaftur við einum góðum
upplivilsi, og hevur fingið
sera nógv burturúr.
Millum annað hevur hon
lært eitt sindur av deyva
málið. Hon sigur at hon ætlar
sær ikki at gerast tulkur, men
vil fegin læra deyvamál.
Aftaná 10 flokk, fer hon
møguliga á onkran musikk
skúla. Annars ætlar hon at
gerast sálarfrøðingur.
Theis Herdalur býr í Vági.
Hann er 15 ára gamal, og
gongur í 9. flokki í Vágs
Skúla.
Hann er í starvsvenjing
hjá Expert í SMS. Honum
dámar væl og hevur haft tað
stuttligt í tær tvær vikurnar.
Hann sigur tó, at tað verður
nokk ikki hansara andlit
ein kemur at síggja handan
diskin í Expert framyvir.
Aftaná 10. flokk ætlar
Theis sær nevniliga til
Danmarkar at læra til verk
frøðing.
Susan Poulsen frá Porkeri er
15 ára gomul, og gongur í 9.
flokki í Vágs Skúla.
Hon er í starvsvenjing hjá
Salong Viviann í Havn, og
dámar sera væl. - Tað hevur
verið stuttligt, men strævið,
sigur hon.
Tá hon verður spurd, um
hon møguliga kundi ætlað
sær at verðið frisør, sigur
hon, at tað kundi gott verið.
Men hon hevur ikki hugsað
so langt enn.
Aftaná 9. flokk ætlar
Susan niður til Danmarkar
á eftirskúla í eitt ár. So fer
tíðin at vísa hvat hendir.
– Stuttligt
men strævið
Susan Poulsen ætlar sær á
eftirskúla
– Ikki aftan
fyri diskin
Theis Herdalur
ætlar at læra til
verkfrøðing
Hevur lært nakað av deyvamáli
Lív Jákupsdóttir Ryggshamar
ætlar sær at gerast
sálarfrøðingur
Síðst í januar byrja
skeið í hvølpamotiva
tión. Trý skeið verða
hildin ávikavist í
Tórshavn, á Toftum
og í Klaksvík
Hundar
Steintóra Joensen
Eigarar, ið hava hvølp
ímillum tríggjar og seks
mánaðir, hava møguleika
uppá ein jaligan og stutt
ligan máta, at læra og venja
saman við hundinum.
Skeiðið er í umleið tríggir
mánaðir, og í hesar tríggjar
mánaðirnar lærir hundurin
at umgangast aðrar hundar
og fólk. Hvølpurin lærir
eisini at koma, sita, standa
og so framvegis.
Á Toftum verður byrjað
mikudagin 24. januar, í
Havn hósdagin 25. januar,
og í Klaksvík verður byrjað
leygardagin 27 januar.
Eisini ber til at venda
sær til Hundaeigarafelag
Føroya á tlf. 227317.
Skeið í motivatión
av hvølpum