týsdagur 23. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
15
Sigurd Bærentsen, Skopun fer til gravar úr
Skopunar kirkju mikudagin kl 13. Sungið verður
úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Sigurd, kunnu
lata Skopunar kirkju eina gávu.
Jens Johannus Joensen, Svínoy í Landssjúkra
húskapellinum í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr salinum í Svínoy mikudagin klokkan
12. Í sambandi við jarðarferðina siglir Másin
seinnapartin.
Kistan vð Trúgva Egholm fer av Eirargarði í dag
kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Hvalvíkar kirkju
hósdagin kl. 13.00. Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Trúgva kunna lata eina
peningagávu til bussin á bústovninum Eirargarður;
konta í Føroya Banka
Narvi Norðberg, Strendur, andaðist mánadagin
22. januar, 48 ára gamal. Jarðarferðin verður úr
Nerija á Skála, hósdagin kl. 13.00. Tey, ið vilja
minnast Narva, kunna lata eina peningagávu til
Nerija; konta í peningastovninum
Andlát og jarðarferðir
Føðingardagur
Fríggjadagin 26. januar verður Virgar Frýdal, Tórshavn
(ættaður av Velbastað), 90 ár.
Prógv
Mánadagin 22. januar 2007 fekk Havstein Klein, Salt
angará, prógv sum master i teologi, cand theol frá lærda
háskúlanum í Stavanger MHS.
Dagurin
24. januar. Timoteus, deyður umleið ár 68. Vinmaður og
fylgisveinur hjá Paulusi ápostli, sum skrivaði honum tvey
brøv. Eftir fornkirkjuligari frásøgu var hann eftir deyða
Páls biskupur í Efesus, men toldi blóðvitnisdeyðan undir
Nero keisara eins og ápostulin. Grikst navn ið merkir:
tann sum óttast Guð.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá góða mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Astrid Heinesen
Haldórsvík
andaðist og varð jarðað
Takk til Ingu Poulsen Dam prest, fyri troystarrík orð í
kirkjuni. Takk til kirkjutænarar,
sangarar, berarar og gravarar.
Takk til tykkum, ið bakaðu og hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur og kransar og takk fyri
peningagávur til Røktarheimið á Mørkini.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Ása, Johild og Dávur
Tíðindaskriv
Petur Mikkelsen (vanliga
kallaður Petur Prent) letur
upp listaframsýning í Menta
málaráðnum mikudagin
24. januar 2007, kl. 15.00
– 17.00. Framsýningin eitur
“Úr siðbundna haftinum” og
er hetta, sigur hann, hansara
síðsta naturalistiska fram
sýning.
Petur Mikkelsen er fødd
ur í Syðrugøtu í 1955 og
hevur teknað síðan hann var
smádrongur. Umframt fram
vegis at tekna, sker hann
eisini linoliumsskurar og
málar akvarel- og oljumáln
ingar. Hansara stóri áhugi
fyri litum hevði við sær,
at hann valdi at fara í læru
sum prentari, og var hann
útlærdur í 1974. Hann sig
ur seg fáa íblástur við at
eygleiða alt rundan um seg,
- inni sum úti, árstíðirnar, ill
veður, sólskinsdagar,- og grá
ar dagar. Tá alt er sodnað og
hevur ment seg í heilanum
gongur leiðin inn í atelieri.
Hann er ateliermálari og
málar ikki uttandura longur.
Í altjóða listini eru tað
Leonardo, Rembrandt, van
Gogh, Munch og Picasso,
sum siga honum mest. Her
heima eru tað m.a. Ingálvur
av Reyni, Zacharias Heine
sen, Amariel Norðoy, Eyð
un av Reyni og Torbjørn
Olsen.
Petur Mikkelsen fær somu
leiðis íblástur frá omanfyri
nevndu persónum, og roynir
hann at finna sín egna per
sónliga stíl. Ætlanin er at
fara á Kunstháskúla í Hol
bæk í næstum.
Framsýningin Framsýn
ingin, ið er almenn, er opin
til 16. apríl 2007. Øll eru
vælkomin.
Listaframsýning:
Petur Prent í Mentamálaráðnum
Petur Prent letur upp
eina listaframsýning
í Mentamálaráðnum
mikudagin 24. januar
Jógvan Adolf Johannesen er farin um
sýn. Hann gjørdist 70 ára gamal, ikki
nakar høgur aldur, men sjúkan fekk
yvirtakið á hesi kempu.
Jógvan var dalbingur. Vaks upp í
einum fiskaraheimi, so hann visti
um tey trongu kor fiskimaðurin og
arbeiðarin høvdu.
Foreldur Jógvan´s vóru Frida og
Sofus. Tveir brøður átti hann, Vittus
sum býr í Dali, og Hans Marius sum
býr í Tórshavn.
Henda dagin, sum Jógvan bleiv
førdur við »Teistanum« um Skopunar
fjørð fyri seinastu ferð, var tað sum
Skopun hevði latið seg í tað vakrasta
hon átti. Hon var klødd í hvítt úr
hamri og í sjógv.
Mær tyktist, sum um Hamarin og
Tunghamarin stóðu undir arm og
teskaðu til Skopunar havn og søgdu:
»Nú kemur hann fyri seinastu ferð.
Hann, sum dagliga var á keiini, við
spenningi um hvat bátar høvdu fingið,
og tosaði við óvitarnar, sum stóðu
og engdu. Hesir dreingir fingu altíð
eitt herðaklapp frá hesum fryntliga
manni. Nú var hann klárur at flyta til
teir ævigu bústaðir.«
30 ár av sínum lívi kom Jógvan at
virka her í bygdini. Hann gjørdist ein
framstandandi maður.
Hann var skúlaleiðari, og røkti hann
tað til fulnar. Hann var skrivari hjá
Skopunar Kommunu, har frá kendi
eg hann best.
Jógvan hevði skip saman við bygda
monnum sínum, og hava teir ført
mangan fongin til okkara oyggj.
Jógvan var valdur á ting fyri Javn
aðarflokkin, og nýtist ikki mær at
útdýpa ta tíðina, tí har bygdi hann
sær varðar.
Tá Jógvan var pensioneraður, segði
hann einaferð við meg, »eg haldi at eg
fari at flyta aftur til Dals.« Væl sá eg,
at tað var nakað serligt fyri hann. Hann
flutti so, og seldi tey vøkru húsini í
Skopun, og umbygdi barnaheimið í
Dali til eitt sætt prýði.
Tað, sum lá Jógvan næst, var at fara
at skriva. Hann var tað ein kallar ein
mentaður maður, og hevði hann stóra
vitan um søgu. Men so bleiv ikki, tí
hann segði mær einaferð, at hann fekk
ikki tikið penn í hondina.
Jógvan ringdi mangan til mín, nú
eg var komin á ting, og spurdi hvussu
gekk við Dalstunnilinum. Hann var
spentur, at síggja úrslit. Nú er tann
røddin tagna.
Eg sat við spenningi og bíðaði eftir,
at útvarpið (Kringvarpið) fór at hava
minningarorð um hesa serligu kempu,
tí tað er jú vanligt.
Men útvarpið hevði ikki stundir til
slíkt, sjálvt um tað var tosað við bæði
høgan og lágan.
Æra veri minni um Jógvan Adolf
Johannesen.
Gerhard Lognberg
borgarstjóri og løgtingsmaður
Jógvan Adolf farin
nøvn
Lesið Sosialin - so eru tit við