Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 16 - 23. januar 2007 UMMÆLI Eftir Hanus Kamban Á BRÚNNI. Martin Joensen & Hinir. Røddin klingar av metali og er samstundis, á ein púra ótilgjørdan hátt, eitt sindur tilgjørd, í støðum eisini næstan barnslig. Um somu tíð er hon neyv, fær ein at hugsa um eitt snøgt, pussað eikikelvi, og eisini persónlig, etur seg inn undir húðina, so tú veitst, at hatta málið hevði tú altíð kent aftur. Henda røddin syngur um árið ið fór, og gerandisorð sum “gummiskógvar”, “lakka paradís”, “kettlingur” og “Davy Crockett” geva teim­um farandi árstíðunum síni stempul. Nú kóka mamm­urnar knettir, og páparnir tetta vindeygur, tú hevur hug at syvja uppi yvir hes­um eintáttaða lagnum, men brádliga raknar tú við, tí: Hurðin brestur upp, Anna Sofía rópar inn: Niels Juel sigur, at teir hava skotið Kennedy! So er tann eintáttaði ger­and­is­ dámurin brotin, og áhoyr­arin ella lesarin hugsar við sær sjálvum: Akkurát hatta hevur eingin sagt fyrr, ikki her og kanska onga­ staðni. Men hesar reglurnar tæna eisini einum øðrum enda­ máli. Sum í byrjanini á ein­um Hitchcock-filmi, har okkurt dett­ ur á gólvið ella ein hurð ríkir við ófrætta­kendum ljóði, veit ein seg ikki tryggan longur. Har er paradís, men har er eisini, fjaldur handan vøkur, siss­andi leiktjøld, ein ormur sum eigur mangar, ymiskar hamir. Í næsta teksti, sum hevur heitið “Í gjár” ríkir eingin hurð. Samljóð tykist at valda, meðan myndir, ið hava eina haiku-kenda ein­feldi, fara framvið. Til ein varnast, at yvir øllum tekstinum er ein merkiligur dámur av sjónhvørving. Tí alt hetta – eitt heftiplástur á longutong, ein fløskupostur úr Hong Kong – var tað í gjár, ella var tað yvirhøvur nakrantíð? Bilsin biður ein Prospero prinsi góðan dag, og ein fegnast um hans­ara verk, tí ein veit, at vakrari enn tann ítøki­ligi, fasti veruleikin eru tær upplivingar, ið ganda­ stavurin vekir til lívs, og sum líkasum hanga, gjøg­numlýstar av maya, í leys­um lofti: Ein pápalátur, eitt mammutár. Ein árabátur, ein nýmálað ár. Eitt sund so gylt til lítlan pilt. Eitt summar sum fór framvið. Var tað í gjár? Í 1902 gav tann amerikanski sál­ arfrøðingurin og heimspekingurin William James út bókina The Varieties of Religious Experience. Í triðja kapitli í hesum klóka og sera vælskrivaða verki, sum í dag er klassikari, býtir James (við íblástri frá Francis W. New­­man) menniskjuni sundur í tveir bólkar: tey einføddu og tey tvíføddu. Tey einføddu eru tey ævinliga bjartskygdu, sum liva eina kreppuleysa tilveru og alt lívið síggja veruleikan í rósu­­reyðari glæmu. Tey tvíføddu eru tey, sum á onkrum móti í lívinum renna seg í og fáa ein so dyggan sálarligan hvøkk, at tey brotna. Um slík fólk koma fyri seg aftur, er teirra tilvera tá á grundleggjandi hátt broytt. Tey hava fingið eitt nýtt lív. Tað er einum menniskja úr hes­ um seinna bólkinum, vit møta á fløguni Á brúnni. Hin einføddi hevði sjálvsagt varnast tilburðin í Dallas í november 1963, men hann hevði brátt gloymt hann aftur. Fyri tí tvífødda verður sama hending ímynd og ávaring. Hvørvisjónarslørið yvir tekstinum “Í gjár” er somuleiðis merki hins tvífødda. Skuldi nakar ivast, so er bara at hyggja at tí tekning, sum prýðir fløguhúsan. Refleksiónin, menniskjað sum hyggur og eyg­ leiðir, tvímenniskjað, sum við afturlatnum eygum grundar yvir seg sjálvt, er prentað inn í mynd­ ina. “Heima” og “Í gjár” eru port­ ur inn í eina fløgu og eitt lítið yrkingasavn við strongum og med­ vitnum bygnaði. Yrkjarin tykist at arbeiða við mótsetningum og mótsagnum, er á einum vega­ móti, har tað gerandisliga og tað sublima, og tað komiska og tað tragiska samstarva á sera væl­ gerandi, listarliga skapandi hátt. Rásin fram ímóti tvíføðing gong­ ur úr barndóminum, um við­ur­ skiftini millum menniskju og mill­ um mann og kvinnu, og ringir seg síðani, eftir eina niðurferð í Inferno, upp eftir tindinum, har endurloysnin hómast. Nútíðar sálarfrøði byggir, hóast eitt nú hennara kognitivu íðkarar tey seinnu árini hava víst okkum illa plágaðu jarðarbúgvum á nýggj­ar útvegir, framvegis í summ­ um tingum á freudska grund. Í tekstinum “skuggagestir” koma fortíðar hemingar (sum sjálv­ sagt bæði kunnu vera blíðir og ótýdligir) at vitja: so vak meg ikki ver varin nú bíða eitt lítið bil skuggagestir skuggabørn dansa fyri mær Og kanska eiga hesir somu gestir sín lut í tí úrsliti, sum verður lagt fyri áhoyraran í tí teksti, sum hevur heitið “leyst og liðugt”, og snýr seg um ein skilnað. Hesin bæði skemtiligi og syrgiligi, speiski og út av lagi raffineraði tekstur er eitt frábrigdi yvir sama tema, sum bæði Dan Turèll (í eini ógloymandi yrking) og Bob Dylan hava viðgjørt, hesin seinni í “One Too Many Mornings”. Tað óbøtiliga kemur til sjóndar í tí gerandisliga: hann er stillur og fattur pakkar síni ting og hon fær sín ring fløgurnar kanst tú eiga gev mær bert pink floyd og beatles ta hvítu tú veit Tekstirnir “Sólin hevur sæð” og “Einsamallur”, sum lýsa glappa­ kast og endurloysn, tilverunnar herjan og hómingina av Paradiso, eru verdir ein rannsakandi lesnað. Tí júst á hesum lendi hevur mang­ ur teksthøvundur snávað á, sum tær vatndeyvu plágur, vit dagliga hoyra úr okkara vørpum, alsamt minna okkum á. Myndirnar av myrkrinum eru her bæði ektaðar og í støðum sera beinraknar og neyvar. Tí hann, sum er fyri falli her, tað veri seg av ovdrykkju ella av møtinum við tað lúrna og glepsandi djórið, sum verður rópt hugtyngsla, upplivir tað nett­upp, sum er verjugarðurin brád­liga og óvæntað rivin niður. Ein fella smellir, og tað fyrr frælsa og ekkaleysa menniskjað er fangi. Yrkjarin og sangarin ferðast her á einum modernaðum sálar­lig­ um vanlukkuøki, sum, við teim­ um avbjóðingum sum ein fjøl­ streingjað, krav- og strongdar­ mikil nútíðartilvera hevur í sínum føvningi, veskur við óhugnaligari ferð. Tað torføra við tekstum um hetta evni er, at um bjargingina úr helviti er ómetaliga nógv skrivað og sagt, og at vandin fyri at ljóða sum eitt tómt eftirljóð tí er stórur. Martin Joensen hevur her valt eitt slag av ópatetiskum patosi og soleiðis rakt ein tóna, sum er óvanligur á okkara leiðum. At síggja timburmannin, sum mong okkara munnu hava upplivað aft­ an á eina veitslu sum ein lítið tespiligan morgungest við náði­ leysum hamara, brádliga rísa úr ger­andisorðsins øsku sum “ljós­maður”, komin á gátt úr ævin­leikans ríki við hjálpi­rót í hendi, er væl­gerandi og upp­livist sam­­stundis sum okkurt slag av speisemi av fínum slag. Og hvør hevur nakrantíð sagt “hey” við jesuspápa: Her er so myrkt fyri fóti, eg gangi meg útav. Hey, maður, kom mær ímóti, rætt mær tín kepp og tín stav. Fløgan Á BRÚNNI tykist mær vera nakað av tí besta av sínum slag, síðani Kári P. læt úr hondum sína síðstu fløgu. Tekstirnir, sum umboða eitt samstarv millum ekt­aðar lívsroyndir og einfalda og sniðfundiga orðasnild, eru í mongum førum sannar yrkingar. Mong av løgunum eru kompleks og vøkur. Tónleikurin tykist sum heild at liva væl upp til tekstanna dygd. Skeringin við Eivør Páls­ dóttir er ein sublim sang- og tón­ leikaruppliving. Fløgan hevur sítt heitið frá einum teksti, sum kanska er tann besti í hesum verki. Vit vita øll, hvat ein biðil er, men hesin fríggjarin tykist at umboða kanska nakað av tí, grikkar róptu tann hægra eros, hansara trá er av tilveruligum slag, og tann festarmoy, hann bíð­ ar eftir, kann ivaleyst bæði vera nirvana, kosmos sum panteistiskt hugtak ella eitt meira heimliga skilmarkað trúarríki. Tónleikarar eru Eyðun M. Han­ sen (gittarar, mandolin), Jónleif Jensen (trummur, slagverk), Pauli Magnussen (bass), Jákup Zachariassen (steelgittar, dobro), Niels Olsen (harmonika) og Magnus Johannesen (keyboards). Um­framt Martin Joensen syngur Malan Martinsdóttir Joensen við á “Í gjár”. Øll løg og orð eigur Martin Joensen. Upptøka Jakzac Studio. Tøkningur: Jákup Zachariassen. Mix & master: Óli Poulsen. Útgáva: Martin Joensen 2006. Tann tvífødda sálin Beint undan ársskiftinum spældi Martin Joensen saman við Hinum í Miðlahúsinum