týsdagur 23. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
17
tíðindi
Røðan, sum
Heðin Mortensen,
borgarstjóri helt
við hátíðarhaldið í
Kollafirði leygardagin
Góðu kollfirðingar – góðu
gestir
Endiliga upprann dagurin,
ið tit í Kollafirði og KÍF
leingi hava bíðað eftir.
Tað kann av sonnum
sigast, at dagurin í dag er
hátíðardagur í Kollafirði.
Byrjað varð í skúlanum,
har vit sóu ein mest sum
nýggjan skúla. Síðani fóru
vit í nýggju læknahølini,
og nú eru vit komin til
triðja stóra hátíðarhaldið
í Kollafirði í dag, nú ið
Ítróttahøllin alment verður
tikin í nýtslu.
Eitt av stóru ynskjunum
hjá kollfirðingum seinastu
árini hevur verið at fingið
eina ítróttahøll til vaksandi
virksemið hjá KÍF, og ikki
minst, at felagið í hondbólti
og flogbólti kann venja og
spæla sínar heimadystir á
egnum vølli fyri sínum trú
føstu áskoðarum og fjeppa
rum.
Striltið hevur gingið,
men sum orðatakið sigur:
Tolin trívst. Nú er ynskið
uppfylt, og stendur henda
stásiliga høll liðug, og skal
tað vera mín vón, at høllin
fer at vera góður karmur
um virksemið, ið fer at
verða her.
Eg ivist ikki í, at tit, ið
varða av, og eru virkin í
ítróttafelagnum í bygdini,
og fólkið alt, fara at njóta
gott av, at bygdin hevur fing
ið eina stóra og stásiliga
ítróttahøll, har møguleikar
verða fyri ítróttatiltøkum og
felagslívi av ymsum slagi.
Tað, at samansjóða skúla og
ítróttahøll tykir mær at vera
gott hugskot, tí nú kann
m.a. ítróttaundirvísingin í
skúlanum gerast uppaftur
fjølbroyttari og meira spen
nandi.
Havi hug at nevna í hesi
heilsan, at í Kollafirði hava
verið og eru undangongu
fólk, ið hava torað og havt
áræði at bróta upp úr nýggj
um og royna nýggjar leiðir
og avbjóðingar.
Hugsi um “Hallarstuðlar”,
sum við eldhuga og ágrýt
ni hava gjørt eitt stórt og
týðandi arbeiði at fullføra
hesa verkætlan, sum eg
veit, fer at hava ómetalig
an týdning fyri trivnaðin
og fjølbroytnið í ítrótta
tilboðunum í bygdini, og
sum ikki minst fer at verða
týdningarmikil fyri samleik
an, samveruna og saman
haldið. Um virksemið hjá
Hallarstuðlum fer Vagnur
Johannesen at greiða frá.
Lítið veiggj hevði verið í
føroyska ítróttinum, um
ikki tær mongu sjálvbodnu
eldsál irnar: felagsnevndir,
ítróttaleiðarar,
venjarar,
leikarar, viðhaldsfólk, stuðl
ar og í hesum føri “Hallar
stuðlar”, høvdu lagt so stórt
arbeiði í ítróttin, sum teir
og tey gera. Hesi fólk eru
lívæðrin og hjartatátturin í
einum virkisfýsnum ítrótta
felagsskapi og í arbeiðinum
at skapa fyritreytir og menn
ing í eini bygd ella komm
unu.
At byggja eina tílíka
ítróttahøll kostar. Og tað
kostar nógv. Men eg haldi,
at hetta er ein skilagóð ílø
ga, sum kemur øllum sam
felagnum til góða. Tí hetta
er ikki bara ein íløga í eina
høll, sum børn og ungdóm
ar okkara kunnu nýta at
íðka ítrótt í.
Nei, ein tílík ítróttahøll
er ein savningardepil, ein
mentanarmiðdepil í nærum
hvørvinum.
Eitt skulu tit vita: Tórs
havnar býráð hevur stóra
virðing fyri tí arbeiði, ið
tit hava gjørt, og teirri
orku, tit hava brúkt at gera
umstøðurnar betri at íðka
ítrótt í bygdini.
Tí ítróttur er okkara størsta
einstaka mentanarliga grein.
Ongin onnur mentanargrein
hevur so nógv virkin fólk.
Ítróttur er besta trygdin
fyri eini sunnari sál í ein
um sunnum likami, og
ovurstóri týdningurin, ið
ítróttur hevur í barna- og
ungdómsarbeiði, skal ikki
verða undirmettur. Um rætt
verður atborið, stimbrar og
styrkir ítrótturin uppalingina
og fólkaheilsuna og er bes
ta trygdin, verndin at fyri
byrgja, at ungdómur okkara
ikki kemur út í rúsevnismis
nýtslu ella aðra skaðiliga
ávirkan.
Í mínum arbeiði sum for
seti í Ítróttarsambandi Før
oya og við mentanarpolitikki
havi eg sæð stóra týdningin,
tað hevur fyri trivna og
menning í landi okkara, at
vit eiga ein virknan ung
dóm, sum ikki sparir seg,
men leggur tíð og orku í
at kappast móti javnlíkum
í báti, hyljum og á leikvøll
um.
Vit, sum fáast við ítrótt og
tískil hava dagligt samband
og samstarv við fjøld av
fólki í øllum aldri, ið er
virkin í ítróttinum - serliga
ungdóm, kvinnu sum mann
- undrast og fegnast støðugt,
hvussu eldhugi og sjálvsofr
an kunnu flyta fjøll - og
gera tað!
Tað er við gleði, at eg
sum borgarstjóri, í dag
kann staðfesta, at Ítrótta
høllin í Kollafirði er vorðin
veruleiki, og at vit í komm
ununi eru komin enn eitt
stig á leiðini at nøkta hallar
tørvin í kommununi.
Eg skal at enda takka
øllum, sum hava verið við
í arbeiðinum at byggja høll
ina, og fari eisini at ynskja
kollfirðingum
og
KÍF,
Kollafjarðar skúla og øllum
borgarum í Tórshavnar
kommunu hjartaliga til luk
ku og góða eydnu við hesi
stásiligu ítróttahøll.
Heðin Mortensen, borgarstjóri:
- Hjartaliga tillukku og góða eydnu
við hesi stásiligu ítróttahøll