Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 16 - 23. januar 2007 Føroysku mjólkar­ pakkarnir hava skift snið, og lýsingarnar fyri hetta átakið hava mýkt smílikullurnar hjá mongum føroyingi bæði úti og heima. Sjónvarpslýsingarnar við tí sjálvironiska Carl Jóhan Jensen ferðast nevniliga í ringrás á netinum. - Vit gjørdu eina ó- lýsing ella eina anti- lýsing, sigur Jan Berg Jørgensen frá Reproz, og heldur, at litríkasti persónur í Føroyum í løtuni man vera Carl Jóhan Jensen LÝSINGAR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Hjá eini lýsingafyritøka er altíð neyðugt at leggja høvdið í blot. At stinga fingurin í jørðina, sum tað kallast. At merkja, hvat rørist í fólkasálini, so tað fangar! Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu slíkt eydnast. Í hesum døgum ferðast ein føroysk lýsing fyri mjólk ikki bara á skíggjanum hjá Kringvarpinum, men eisini yvir um landamørk á internetinum. Vit tosa sjálvandi um ta nýggju lýsinginarherferðina hjá MBM, har rithøvundurin og ummælarin Carl Jóhan Jensen hugleiðir um før­ oyingar, broytingar og biður Mjólkarvirkið um at gevast. Speiið og skemtið er eyðsæð, og tað er ikki ofta, vit síggja føroyskar høvundar í slíkum leik­lut­ um. Jan Berg Jørgensen hev­ ur framleitt lýsingarnar fyri Reproz. Hann sigur, at prosessin, at broyta eitt so gerandisligt fyribrigdi sum ein mjólkarpakka, ið øll hava samband við hvønn dag, er drúgv. - Vit vóru í holt við hetta í fleiri mánaðir, sigur Jan Berg Jørgensen, ið hevur gjørt lýsingarnar saman við Niels Arge Galan og Allan Dalsgarð. Teir hugdu seg um í okkara grannalondum og kannaðu, hvussu mjólk­ arpakkar síggja út har og hava verið í samband við sonevndar fokusbólkar. Jan Berg Jørgensen und­ irstrikar, at endamálið við lýsingunum ikki er bein­ leiðis økt søla, men at gera vart broytingina í sniðinum á mjólkarpakkunum. Uppvaksin á Meiarínum - Tað er týdningarmikið við reaktiónum, greiðir Jan Berg Jørgensen frá og sigur, at tá slíkar broytingar fara fram, eru altíð 20% av fólkinum neilig, 20% jalig 60% líkaglað. Tey 20% nei­ ligu prosentini kunnu tó rópa hart og ávirka tey líka­ sælu 60 prosentini. - Tí gjørdu vit eina ó- lýsing ella eina anti-lýsing, sigur Jan Berg Jørgensen, og heldur, at litríkasti per­ sónur í Føroyum í løtuni er Carl Jóhan Jensen. - Hann býtir fólkið, og við at taka ein persón, sum tey flestu fyrihalda seg negativt til, ger tað kanska, at tey fyrihalda seg positivt til mjólkina, samstundis sum tey kunnu flenna at tí, og Carl Jóhan fær høvi at vera sjálvironiskur, sigur Jan Berg Jørgensen. Harafturat er Carl Jóhan Jensen uppvaksin á Meia­ rínum, umframt at tað fagur­ frøðiliga í lýsingini hellir seg at sendingini “Ymisk lív”, sum varð send í Sjón­ varpinum herfyri. tað ger tað heldur ikki verri, at okk­urt av tí, hann sigur, minnir um eitt nógv um­røtt ummæli, sum stóð í Sosialinum fyri stuttum, har hann bað ein kvinnuligan rithøvund gevast at skriva. Eisini verður spælt uppá, at talan er um eina broyting á yvirflatuni, men mjólkin, innihaldið, er óbroytt, metir Jan Berg Jørgensen. Biip-lýsing - Vit tóku upp í einar tveir tímar, og prátaðu um alt frá føroyskari mentan, før­oysk­ um politikki og føroysk­ um sniði, sigur Jan Berg Jørgensen, og sigur, at Carl Jóhan Jensen bæði varð leikstjórnaður av fólkunum frá Reproz og skrivaði okk­ urt av tilfarinum sjálvur. - Vit royndu at fáa hann at práta natúrligt og royndu ikki at fáa hann at banna, men um hann so bannaði, bleiv tað tann fyrsta før­ oyska biip-lýsingin, sigur Jan Berg Jørgensen, ið leggur afturat, at tað er trupl­ari at gera sonevnd story­board í dokumentar- sjangruni, har fólk fáa fríari spæl, enn í fiktión. Í mars kann tað vera ov seint Sum nevnt varð endamálið at skapa sokallaða “attention”, sum framleiðarin á Reproz málber seg, og ikki at økja beinleiðis um søluna, av tí MBM so at siga ikki kappast um mjólkarsølu her á landi. - Carl Jóhan Jensen var beinanevegin við upp á tað, men bara tí at tað var mjólk, og kanska tí eisini tí, at her var samanfall við Meiaríið. - Hann trúði upp á hug­ skotið frá byrjan, fortelur Jan Berg Jørgensen. Har­afturat var neyðugt at fáa hesar lýsingarnar gjørda nú, tí Carl Jóhan Jen­sen er innstillaður til Bókmentavirðisløn Norð­ ur­landaráðsins, sum verður handað í mars, og er hetta fyrstu ferð í nógv ár, Før­ oyar hava ein reellan kjans at vinna, sigur Jan Berg Jørgensen. - Og tá vildi verið ov seint at farið brúkt hendan rithøvundin. Eitt, sum eisini er sermerkt við hesi lýsingargerferðini, er, at bæði eintøkini vórðu løgd á heimasíðuni YouTube.com. Hetta varð gjørt sum ein roynd fyri at vita, um hon fór at spjaða seg, og fyri at vinna royndir á hesum økinum. Hendan royndin má sigast at hava eydnast, tí tað tykist, sum hear lýsingarnar eru farn­ ar allan mjólkarvegin í tykisrúmdini, har Carl Jóhan Jensen biður MBM gevast at broyta pakkarnar, sum mynda hvørt køksborð í Føroyum. - Sjálvspei skal til viðhvørt, sigur Carl Jóhan Jensen, sum tó ikki hevði viljað lutttikið í lýsingum fyri einhvørja vøru LÝSINGAR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Teir høvdu eitt gott hug­ skot, og teir vistu akkurát, hvat teir vildu, sigur Carl Jóhan Jensen, tá hann verð­ ur spurdur, hvussu lýsing­ arnar fyri MBM kom í lag. Hann leggur tó dent á, at hann hevði ikki lýst fyri einhvørja vøru, og hann kallar hesa lýsingina øðrvísi. - Mjólk er so meinaleys, sum hann tekur til. Spurdur, um hetta kann brúkast til at promovera sín skaldskap, sigur Carl Jóhan Jensen, at tað ger einki, um rithøvundur onkuntíð sleppa framat, tí annars hevði onkur annar farið av­ stað við hesum. - Vit liva í einum marknað­­arsamfelag, so vit rit­høvundar kunnu ikki bara sita og bíða eftir, at onn­ur gera tað fyri okkum. Spurdur, hvat hann sig­ ur til metingarnar hjá Jan Berg Jørgensen um, at hetta skuldi gerast nú, tí kjansur er fyri at hann vinnur ta norðurlendsku bókmentavirðislønina, sig­ ur Carl Jóhan Jensen lítil­ látin: - Tað man ikki vera so stórur vandi fyri tí. Tað er ein av 11 møguleikum. Ein happening Carl Jóhan Jensen velur at brúka tað enska orðið “happening” og føroyska orðið “skemtiltak”, tá hann skal greiða frá hesi nýggju lýsingini. - Sjálvspei skal til við­ hvørt. - Tað nyttar einki at taka seg so hátíðarligt, sigur Carl Jóhan Jensen. Jan Nielsen, marknaðar­ leiðari hjá MBM, sigur, at tey vóru spent upp á hesa lýsingina, og at Reproz fekk fríar teymar at gera hetta. - Hann er jú rættiliga spesiellur, bæði so og so, sigur Jan Nielsen um Carl Jóhan Jensen. - Tað ger einki, at tað er eitt sindur originalt! Jan Nielsen sigur, at 2007 skal verða eitt mjólkarár, har MBM fer at upplýsa um mjólk og fáa útlendingar hendanvegin at fortelja um mjólk. Hetta skal vera eitt slag av heilsuætlan og skal m.a. gerast saman við námsfrøðingum og øðrum fakfólki. Ó-lýsingin SAMBAND Jan Müller jan@sosialurin.fo tlf. 341800 vinnusíðurnar - Tað nyttar einki at taka seg so hátíðarligt, sigur Carl Jóhan Jensen, sum í hesum døgum er við í lýsingum fyri mjólk og ger vart við, at mjólkarpakkarnar hava skift snið og litir Mynd: Jens Kr. Vang – Mjólk er meinaleys