týsdagur 23. januar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
19
vinnusíðurnar
- Tað undrar meg,
at man í almenna
orðaskiftinum ikki
koblar orkupolitikkin
og Kyoto saman, tí
orkupolitikkurin er
ein uppskrift uppá,
hvussu man røkkur
Kyoto. Tí eiga vit at
síggja hesi í einum
samanhangi sigur
stjórin í Jarðfeingi,
Sigurð í Jákupsstovu,
sum eisini heldur, at
vit eiga at samráða
okkum til undantøk
kann Kyoto forða fyri
eitt nú menning av
eini oljuvinnu. Men
vit skulu ikki binda
okkum til viðurskifti,
sum skapa okkum
trupulleikar seinni.
Alt skal vera við skili
Orka og umhvørvi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Herfyri
læt
Jarðfeingi
Vinnumálaráðnum drúgva
frágreiðing um framtíðar
orkumál í Føroyum, sum
ætlanin er at brúka sum
grundarlag undir einum
aðalorðaskifti á tingi um
framtíðar orkupolitikkin.
Hetta orðaskiftið verður
um leið 1. februar. Seinastu
tíðina hevur nógvur orða
dráttur verið um Kyoto
sáttmálan, ið Føroyar enn
ikki hava undirskrivað.
Tann, sum skrivar undir
sáttmálan, bindur seg til
at avmarka CO2 útlátið.
At føroyskir myndugleikar
hava hvept seg við at undir
skriva sáttmálan siga teir
vera støðuna hjá fiski
flotanum, sum brúkar nógva
olju og harvið stendur
fyri stórum parti av CO2
útlátinum eins og teimum
avleiðingum hetta kann
fáa fyri útbygging av eini
komandi oljuframleiðslu á
landgrunninum.
Ein teirra, sum hevur fylgt
øllum hesum orðaskiftinum
og samtíðis hevur havt ein
týðandi leiklut, tá tað kemur
til at koma við tilmælum
um, hvønn orkupolitikk vit
eiga at reka, er stjórin í
Jarðfeingi, Sigurð í Jákups
stovu. Sjálvur heldur hann
tað vera skeivt at skilja
hesi bæði sundur, komandi
orkupolitikkin
og
so
Kyotosáttmálan, tí tey eru
partur av somu søk. –Vit
mugu tengja hesi tingini
saman. Nú liggur onkur í
einum horni og tosar um
Kyoto, meðan tilmælið um
orkupolitikkin liggur klárt
í einum øðrum horni. Vit
hava fleiri tilmæli í upp
skotinum til landsstýrið
um, hvat skal gerast fyri
at minka um oljunýtsluna.
Verða hesi fylgd, so upp
fylla vit í stóran mun Kyoto
sáttmálan.
Røkka Kyoto í 2015
- Merkir tað, at landsstýrið
kann gott samtykkja Kyoto
sáttmálan, um tað ætlar
sær at fylgja tilmælunum
frá Jarðfeingi?
- Tað haldi eg man gott
kann siga. Hinvegin er tað
politiski
myndugleikin,
sum skal gera hetta av og
ikki vit í Jarðfeingi. Vit
skjóta annars upp at seta ein
orkupolitikk í verk, sum
minkar um oljunýtsluna
í Føroyum. Verða hesi
tiltøkini vit mæla til sett í
verk, so fer man at røkka
Kyoto í stóran mun ella
langt ávegis. Kann vera at
vit ikki røkka tí til 2012
men so til 2015.
- Heldur tú sjálvur, at tað
er skilagott, at landsstýrið
nú tekur stig til at samtykkja
Kyoto?
- Eg haldi tað er skila
gott at gera tað. Tí tað
tvingar okkum eisini til
at halda tað vit vilja við
orkupolitikkinum,
sum
sigur, at vit skulu taka tey
og tey stigini. Men taka
vit ikki samtíðis og binda
okkum yvir fyri heims
samfelagnum, so kann tað
vera torført at taka seg um
reiggj og gera hetta.
Sigurð í Jákupsstovu sig
ur, at tað eru nógvar aðrar
orsøkir til at minka um
oljunýtsluna. Tað er ikki
bara Kyoto, tí tað gevur
eisini økonomiska mein
ing at gera tað.
Uppá fyrispurning
um hann roknar við,
at eitt samt løgting
fer at taka undir við
tilmælunum frá Jarð
feingi sigur stjórin
seg avgjørt vóna tað
og leggur aftrat, at
man kann væl ikki vera
ósamdur um, at vit skulu
minka um oljunýtsluna.
Menna varandi orku
Jarðfeingi mælir annars
í tilmælum sínum til at
menna varandi orkuna við
at seta fleiri vindmyllur
upp og byggja vatnorkuna
skilagott út men í semju og
ikki so einsíðis sum SEV
koyrir. At vit síðani gera
orkueffektiviseringar, tvs.
seta krøv til nýggj hús, at tey
verða bygd orkurætt. Tvs. at
vit fáa eina byggireglugerð,
sum sigur, at nýggj hús
skulu ikki brúka meira enn
eitt vist av orku. Hetta er
nakað, sum vit eisini eiga
at gera í Føroyum. Vit eiga
at leggja avgjald á bilar,
soleiðis at fólk keypa orku
rættar bilar. So har er ein
rúgva av tiltøkum, ið vit
kunnu seta í verk, sum
kunnu minka munandi um
orkunýtsluna. Og gera vit
tað, so er tað eisini nógv
lættari at taka støðu til Kyoto
sigur Jarðfeingisstjórin við
Sosialin.
Hann vísir annars á, at
kulu vit góðtaka Kyoto,
sum tað liggur á borðinum
í løtuni, so skulu Føroyar
minka um CO2 útlátið við
8% í mun til 1990. Tað eiga
vit at klára, men so verður
tosað um, at tekur ein stór
oljuvinna seg upp, tá fáa vit
trupulleikar.
- Ein boripallur, sum ligg
ur úti á feltinum og borar
árið runt, brúkar nógva
olju. Men man eigur at
kunna samráða seg til rættis
at leggja upp fyri um slík
viðurskifti heldur Sigurð í
Jákupsstovu, sum vísir á, at
tað hava nógv onnur lond
gjørt.
Samráðast um avtalu
- Tú hevur sum stjóri í Jarð
feingi eitt bein í orkumálum
og eitt í oljumálum. Sær
tú tað sum nakran trupul
leika?
- Tað dugi eg ikki at siga.
Men vit kunnu minka um
okkara oljunýtslu og tað vil
stuðla uppundir Kyoto, men
skulu vit gera nakað við
Kyoto, so mugu vit fara inn
og samráðast um at fáa eina
skilagóða avtalu. Tí um ein
oljuvinna tekur seg upp, so
mugu vit hava møguleika
og loyvi til at byggja hana
út. Kyoto má ikki forða fyri
at byggja út eina føroyska
oljuvinnu.
- Men ger hon tað, um vit
góðtaka Kyoto í morgin.
- Gangi út frá at vit góð
taka ikki Kyoto uttan víðari.
Vit mugu fara inn og spyrja,
hvat tað inniber reelt, og
um tað er møguleiki fyri at
samráða seg til undantøk,
um t.d. ein oljuvinna tekur
seg upp.
Medábyrgd
Sigurð í Jákupsstovu heldur
tað mest týðandi verða,
at vit taka medábyrgd og
taka stig til at minka um
oljunýtsluna. Og hann held
ur samtíðis, at ein nýggjur
føroyskur orkupolitikkur
og Kyoto eiga at ganga
hond í hond. –Um vit
vísa um heiminum, at vit
taka klimaproblematikkin
seriøst og taka stig til at
minka um oljunýtsluna,
so haldi eg, at hesi ganga
hond í hond. Men vit
skulu ikki binda okkum
til viðurskifti, sum skapa
okkum trupulleikar seinni.
Alt skal vera við skili.
Tað undrar meg, at man í
orðaskiftinum ikki koblar
orkupolitikkin og Kyoto
saman, tí orkupolitikkurin
er ein uppskrift uppá,
hvussu man røkkur Kyoto.
Tí eiga vit at síggja hesi í
einum samanhangi.
Orkupolitikkur og Kyoto
hond í hond
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á
Jarðfeingi: Verða uppskot um at
minka um oljunýtslu fylgd, so
uppfylla vit í stóran mun Kyoto
-Tað er týdningar
mikið, at vit taka
medábyrgd og taka
stig til at minka um
oljunýtsluna heldur
stjórin á Jarðfeingi