týsdagur 23. januar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 16 - 23. januar 2007
vinnusíðurnar
– Tað luktar
langan veg, tá ið
arbeiðsgevarar
gremja seg um trot
á arbeiðsmegi og
vilja hava fleiri
útlendingar higar
at arbeiða, sigur
Ingeborg Vinther
Trot á
Arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta luktar langan veg
og eg má ávara politikarar
ímóti at leypa á leistum.
Ingeborg Vinther, for
kvinna í Føroya Arbeið
arafelag, gevur ikki so
nógv fyri harmljóðið frá
arbeiðsgevarum í fiski
vinnuni um, at teir táa ikki
arbeiðsfólk.
Fleiri ferðir seinastu tíð
ina, hava vit havt søgur um
fiskavirki, sum ikki fáa
nokk av arbeiðsfólki.
Stjórar og virkisleiðarar á
fiskavirkjum siga samfeldir,
at trotið á arbeiðsmegi
kostar virkjunum ein hóp
av pengum, tí tey fáa ikki
nokk av arbeiðsmegi.
Og boðskapurin hjá teim
um er púra greiður: Tað er
neyðugt at gera smidligari
skipanir so at tað verður
lættari at fáa útlendingar til
Føroya at arbeiða.
Men hetta fær ikki for
kvinnuna í Føroya Arbeið
arafelag at detta uppeftir.
Tvørturímóti mælir hon
staðiliga frá, at politikarar
lata seg taka av fótum og
taka óumhugsaðar avgerðir
í hesum máli.
- Í langa tíð hava arbeiðs
gevarar
framtúrað
við,
at tað er so stórt trot á
arbeiðsmegi, at fiskavirkini
fáa ikki arbeitt. Og tíverri
tykist tað sum um, at tað
hevur eydnast at fáa nógvar
politikarar at trúgva hesum
treytaleyst.
Men Ingeborg Vinther
ivast í, hvussu rættir upp
lýsingarnir frá arbeiðsgev
arunum eru.
- Eg ivist stórliga í, um
tað er rætt, at tað er so stórt
trot á arbeiðsfólki, sum
arbeiðsgevararnir tvíhalda
um.
- Vit hava alvorligan ill
gruna um, at endamálið hjá
arbeiðsgevarum, og kanska
summum
politikarum
við, er at slúsa so nógva
útlendska arbeiðsmegi til
Føroyar sum gjørligt og at
hendan arbeiðsmegin skal
arbeiða fyri somu løn, sum
tey fáa í heimlandinum.
- Hetta luktar langan
veg av, at endamálið er at
útvega bíliga arbeiðsmegi
uttanlands fyri at máa støði
undan føroysku sáttmál
unum.
Men tað fara fakfeløgini
ikki at góðtaka.
ALS forðar fólki
at arbeiða
Hon heldur tvørturímóti,
at ein stórur trupulleiki er,
at tann arbeiðsmegi, sum
longu er í Føroyum, verður
ikki gagnnýtt so væl, sum
hon eigur at vera.
Og her má ALS taka bróð
urpartin av skyldini á seg.
- Ein orsøk til at summi
fólk kanska hava trot á
arbeiðsmegi, er, at tann
arbeiðsmegi, sum longu er í
landinum, verður ikki gagn
nýtt til fulnar.
- Og ein orsøk til tað, er,
at ALS-skipanin er alt ov
stirvin, tí í ein ávísan mun
forðar skipanin fólki í at
arbeiða.
Forkvinnan
í
Føroya
Arbeiðarafelag sigur, at
ALS-skipanin er soleiðis
gjørd, at tey, sum við í
fiskavirkisskipanini, eru
bundin at einum ávísum
virki og kunnu sostatt ikki
fara á eitt annað virki at
arbeiða.
- Tað merkir, at vit kunnu
koma í eina støðu, at sam
stundis sum eitt virki ikki
hevur nóg mikið av fiski
og fólkið sostatt gongur
fyri einki, kann eitt annað
virkið hava nókk av fiski,
men ov lítið fólk.
- Men í hesum føri kann
virkið, sum hevur nokk
av fiski, ikki fáa fólk av
hinum virkinum, har tey
ganga fyri onki.
- Hetta er sjálvt um virk
ini liggja lið um lið.
Ingeborg Vinther er sjálv
í stýrinum fyri ALS og hon
sigur, at hon hevur alla
tíðina talað fyri at fáa eina
smidligari skipan, so at tað
ber til hjá fólki at skifta
ímillum virki, alt eftir, hvar
arbeiði er.
- Men sum skipanin í
ALS er nú, ber tað ikki
til, tí tey, sum eru í fiska
virkisskipanini, eru bundin
at einum ávísum virki.
- Sostatt skulu tey heldur
sita hendur í favn og bíða
eftir arbeiði á einum virki,
heldur enn at tey kunnu
fara á eitt annað virki, sum
hevur nokk av fiski, hóast
virkini liggja lið um lið.
Ingeborg Vinther stað
festir
eisini,
at
koma
útlendingar til Føroyar at
arbeiða, skal arbeiðsgevarin
her tryggja teimum fulla
arbeiðsviku.
- Tað er ein trygd, sum
ongin tímaløntur føroyingur
hevur. Avleiðingin av hes
um verður, at er ov lítið
arbeiði á einum flakavirki,
verða útlendingarnir bidn
ir til arbeiðis fyrst og før
oyingarnir sendir til hús.
Men nú hevur eisini stjór
in í Landsbankanum stað
fest, at trotið á arbeiðsmegi
er ein forðing fyri, at
búskapurin veksur?
- Eg haldi, at hann skuldi
sett seg betri inn í tey ser
ligu viðurskiftini, sum eru
galdandi í fiskivinnuni,
áðrenn hann kemur til slíkar
niðurstøður, sigur Ingeborg
Vinther heilt stutt.
Lata ikki
slúsurnar upp
Hon vísir eisini á, at av
onkrari orsøk er reinskering
á flakavirkjum gjørt til eitt
konufólkaarbeiði burturav.
- Men tað eru ein hóp
ur av av uppiløgstum fiski
monnum og øðrum mann
fólki, sum eru kringir at
reinskera og at arbeiða fisk
annars. Talan kann eisini
vera um fiskimenn, sum
hava hug at fara í land. Hetta
kann vera fiskimenn, sum
hava siglt við flakatrolarum
og sostatt eru kringir at
arbeiða fisk. Men teir koma
ikki upp á tal at reinskera, tí
onkusvegna er hetta blivið
konufólkaarbeiði.
- Í øllum hesum prátinum
um trot á arbeiðsmegi á
flakavirkjunum, verður alt
ov lítið tosað um, hvussu vit
til fulnar kunnu gagnnýta
arbeiðsmegina, sum longu
er í landinum.
Í hesum sambandi kann
leggjast afturat, at hvønn
mánað betalir ALS hundr
aðtúsundtals
krónur
í
arbeiðsloysisstuli til fólk,
sum vóru í fiskavirkisskip
anini. Og tað ger ALS fram
vegis, hóast alla gremjanina
um trot á arbeiðsmegi.
- Tað skuldi verið sjálv
sagt, at fólk sluppu at skifta
ímillum virki, alt eftir,
hvussu nógv arbeiði var
ymsastaðni.
Ingeborg Vinther leggur
dent á, at hevði ALS skipanin
verið liðiligari, og høvdu
vit sum heild gagnnýtt okk
ara arbeiðsmegi betri, hevði
tað verið brúk fyri færri
útlendingum.
Tí fer Føroya Arbeiðara
felag ikki sum einki at góð
taka, at slúsurnar vera lætnar
upp fyri útlendingum.
- Tað kunnu vit ikki gera,
fyrrenn vit tryggja okk
um, at ALS verður gjørt
smidligari so at tey, sum
longu eru her, verða gagn
nýtt til fulnar, leggur hon
afturat.
- Og so verður tað eisini
eitt treytaleyst krav frá
arbeiðarafeløgunum, at tann
útlendska arbeiðsmegi, sum
kanska kemur til landið,
skal arbeiða undir somu
treytum og fyri somu løn,
sum føroyingar arbeiða fyri
og tey skulu vera skrásett í
føroyskum fakfelag, leggur
Ingeborg Vinther afturat.
Ingeborg Vinther vísir í
hesum sambandi á, at tosað
verður alt ov nógv um
fløskuhálsar.
- Men tað verður alt ov
lítið tosað um, hvørjar
avleiðingarnar kunnu vera
av at fáa ov nógva útlendska
arbeiðsmegi til landið, tá ið
arbeiðið minkar.
- Hinvegin er tað sjálvandi
nógv lættari at rópa um at
fáa útlendingar til Føroyar,
heldur enn at royna at broyta
nøkur viðurskifti heima hjá
okkum sjálvum fyri at bøta
um støðuna, sigur Ingeborg
Vinther.
Ingeborg
Vinther
ávarar ímóti
at leypa
á leistum
- Tað er lættari at rópa hart
enn at gera nakað ítøkiligt
fyri at loysa trupulleikarnar,
sigur Ingeborg Vinther