Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2007 21 vinnusíðurnar Tað skuldi ein føroyingur til at loysa ta stóru uppgávuna at fáa svimjihøllina í danska býnum, Sæby lidna til tíðina. Havnarmaðurin Heini Lassen fekk stutta tíð at fremja hetta verkið. Og hann náddi tað eisini! Handverk Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sæby/Tórshavn: Eitt av mongum ítrivum hjá fólki er at íðka svimjing. Hetta dáma bæði børnum og vaksnum væl, serliga um umstøður eisini eru til annað enn til bert svimjing. Tað var júst hetta sum lá sum orsøk fyri avgerðini at byggja nýggja svimjihøll í Sæby. Her skuldi sjálvandi gerast ein svimjihylur, men eisini ein wellnes-depil teir kalla. Tá arbeiðið byrjaði vístu veðurgudarnir seg frá síni ringu síðu: Longu frá byrj­ an var arbeiðið seinkað heil­ ar átta vikur. Ætlanin var kortini at fáa arbeiðið liðugt til tíðina, og til tess at standa fyri hesum vórðu boð send til Havnar eftir Heina Lassen. Hansara royndir við slík­ um arbeiðum eru komin øðrum svimjihallum til góð­ ar. Nú skuldi hann syrgja fyri at svimjihøllin kundi takast í nýtslu á jólum í fjør, hóast seinkingina. Og tað eydnaðist! Reint vatn Tey vitjandi sansa tað neyv­ an. Men tað ligg­ur eitt sera stórt fyri­reikingar­arbeiði aftan fyri hvørja einastu svimji­høll. At byggja svimjihallir er nevniliga annað enn bert glas og betong. Her skal nevniliga nógv vatn í – og eisini reint vatn. Í triðja lagi er anleggið at viðgera vatnið eisini nógv annað enn ein proppur í einum horni av hylinum. Hetta sama var galdandi, tá íbúgvarnir í danska bý­num Sæby um jóltíðir kundu taka í nýtslu ta stóru svimji­­høllina. Saman við hesi varð eisini eitt Well­ ness-høli tikið í nýtslu, sum samanlagt hava kostað 42 mió. kr. Í høllini eru seks ymiskir hylar, ein 60 metrar lang rutsjibreyt og mangt ann­ að. Boð eftir Heina Frá fyrsta degi av, varð ein ætlan løgd um nær arbeiðið skuldi verða liðugt. Sum ikki einaferð var arbeiðið nakað seinkað. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst vánaligt veður. Teir sóu rættiliga skjótt, at arbeiðið fór at verða seink­ að einar átta vikur. Arbeiðið skuldi kortini fáast frá hond so skjótt og so væl sum til bar. Og tí vórðu boð send til Føroyar. - Vit kendu bert ein ein­ stakan mann, sum kundi loysa eina slíka uppgávu til tíðina. Tað var Heini, sigur ein fegin Birger Nørholm Jacobsen. Hann er sølustjóri í Jysk Svømmebads Teknikk og visti tí, hvussu neyðugt tað er fyri allar partar at eitt arbeiði verður liðugt til tíðina. Teir kendu Heina, sum við ávísum millumbilum hev­ur verið prosjektleiðari hjá fyritøkuni í ymiskum arbeiðum tey seinastu 10 árini. Eitt bragd Hesa ferð kom Heini kortini við sera stuttari freist, men hetta forðaði honum ikki í at loysa uppgávuna til fulnar, soleiðis at tíðarætlanin helt. - Eg kann nevna, at teir seinastu átta kilometrarnir í rørskipanini vórðu lagdir eftir bert 12 vikum. - Eitt slíkt bragd eiga onnur eisini at fáa kunnleika um, sigur ein takksamur Birgir Nørholm Jacobsen. Tá svimjihøllin varð tik­ in í nýtslu vóru fólk og stigtakarar sera fegin um alla útgerðina. 8000 metrar av rørum í 12 vikur Vøkur er hon innan. Væla handverk Alskyns møguleikar eru fyri góðum upplivingum hjá teimum vitjandi Semja er um at høllin er væl úr hondum greidd Tað mátti ein føroyingur til fyri at fáa svmijihøllina í Sæby lidna til ásetta tíð