týsdagur 23. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 16 - 23. januar 2007
vinnusíðurnar
Soleiðis sigur Jens
Ravn, chefkonsu
lentur, sum samanber
støðuna við Íverk
setarahúsinum í
Klakvsík, við støðuna
hjá lítla danska býin
Herning, sum alla
tíðina er úti um seg,
soleiðis at tey ikki
vera yvirhálað av stór
býunum. “Made in
Føroyar” eigur at vera
eitt góðskumerki,
heldur hann
ÍVERKSETAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jens Ravn er chefkonsulent
ur í Erhversrådet fyri býirnar
Herning & Ikast-brande.
Hann var í Føroyum í farnu
viku í samband við, at fyrsta
føroyska íverksetarahúsið
sá dagsins ljós í Føroyum.
Hann helt ein fyrilestur um
íverksetan, og hevur síðani
givið Rana Nolsøe, leiðara í
Íverksetarahúsinum í Klaks
vík, góð ráð um hvussu eitt
tílíkt hús verður rikið.
– Vit eru til fyri allar
Føroyar. Allir íverksetarar
eru vælkomnir at seta seg
í samband við okkum. Tað
krevst, at tú hevur eina
virkisætlan, sum kann vísa,
at títt vinnuhugskot eftir
øllum at døma er, ella kann
gerast burðardygt. Tað er
sjálvandi ein fortreyt at tú
sjálvur trýrt uppá hugskotið
og vil leggja allar orku í
tað, segði Rani Nolsøe, við
Sosialin í farnu viku, eftir
at Íverksetarahúsið hevði
havt fyrsta fundin.
Hesum er Jens Ravn full
komiliga samdur við Rana
Nolsøe í. Hann metir at
tað er avgerandi neyðugt,
at føroyingar standa sam
an og stuðla nýggja íverk
setarahúsinum.
– Alt agg sum einaferð
hevur verið millum Klaks
vík og Havnina má leggj
ast á hillina. Tit hava
– Gerið ok
um tit ikki
Jens Ravn og Birk Estate
Er chefkonsulent í Erhvervsrådet í býunum Herning
& Ikast-brande. Hann er leiðari er vinnukontórinum,
har høvuðsuppgávurnar liggja innan íverksetan og
tænastuveitan av limafyritøkum.
Jens Ravn hevur áður arbeitt við ráðgeving og at finna
loysnir í kundauppgávum innan menning, skapan og
kunning av vinnugranskan, venjing og útbúgving í mun
til útflutnings-marknaðarførslu, og eisini við grundan og
rakstur av egnari fyritøku.
Birk Estate, sum Jens Ravn hevur ábyrgdina av, er besta
innovatiónshúsið í Danmark um mált verður eftir vøkstri,
innovatión, synergi og netverki.
-rwd
FAKTA
– Í Herning vóru vit samd um, at vit máttu gera
okkurt serstakt fyri ikki at verða yvirhálað av
stórbýunum. Í Føroyum er støðan júst tann sama.
Føroyar mugu til at gera okkurt serstakt nú, um tit
ikki ynskja at verða yvirhálaði, sigur Jens Ravn
Mynd: Høgni Thomsen