týsdagur 23. januar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
23
vinnusíðurnar
kkurt serstakt
i vilja yvirhálast
”
“Made in Føroyar”
eigur at vera eitt
góðskumerki. Tit
eiga at menna ein
stoltleika um, at
her natúrligt og
reint allastaðni
fingið ein tunnil, og hann
setir nøkur krøv. Millum
annað samstarv, og Íverk
setarahúsið er fyri allar
føroyingar, slær Jens Ravn
fast.
Herning og Føroyar
í somu støðu
Í farnu viku hevði Sosialurin
prát við íverksetaran Søren
Ejlersen, sum eisini vitjaði
í Føroyum í sambandi við
nýgg ja Íverksetarahúsið í
Klaksvík. Tá staðfesti hann
týdningin av at flyta seg
millum tey fremstu.
– Vit mugu skilja týdn
ingin av at flyta seg í fremstu
røð. Heimurin er vorðin eitt
nógv minni handilsøki, og
tí er tað avgerandi neyðugt,
at pláss er fyri innovatión
og menning, segði Søren
Ejlersen millum annað tá.
Hesum er Jens Ravn full
komiliga samdur í.
– Í Herning vóru vit samd
um, at vit máttu gera okkurt
serstakt fyri ikki at verða
yvirhálað av stórbýunum.
Í Føroyum er støðan júst
tann sama. Føroyar mugu
til at gera okkurt serstakt
nú, um tit ikki ynskja at
verða yvirhálaði, sigur Jens
Ravn.
Mennið ein føroyskan
stoltleika
Men hetta serstaka kann
bert fremjast í verki, um
føroyingar samstarva um
hetta, heldur Jens Ravn.
– Klaksvík, Tórshavn og
allar Føroyar mugu sam
starva. Tit hava hvørki tíð
ella ráð til annað, sigur Jens
Ravn. Hann heldur, at tað
føroyingar fyrst og fremst
áttu at samstarva um, er
at finna eitt brand fyri Før
oyar.
– “Made in Føroyar” eigur
at vera eitt góðskumerki. Tit
eiga at menna ein stoltleika
um, at her natúrligt og reint
allastaðni, vísir hann á,
meðan hann undrast yvir, at
føroyingar ikki sígg ja størri
virði í eitt nú ullini.
– Eg havi latið mær for
talt, at tá tit fletta seyð
verður ullin brend. Hetta
skilji eg ikki, tí tit hava jú
møguleika at gera ullina til
eina serstaka vøru, heldur
Jens Ravn.
Men eitt er at framleiða
serstakar vørur. Eitt annað
er menna vørur, vit framm
anundan hava.
– Víðarimenning av vør
um mugu tit eisini legg ja
tykkum eftir, sigur Jens
Ravn.
– Við tí ferðini Rani hevur,
er tað bara talan um
nakrar fáar dagar áðrenn
Íverksetarahúsið er fult í
virksemi, sigur Jens Ravn,
sum heitir á politikarar og
vinnulívsfólk um stuðla
húsinum. Á myndini síggja
(frá vinstru) Søren Ejlersen,
Rana Nolsøe og Jens Ravn
uttan fyri Íverksetarahúsið
Mynd: Høgni Thomsen
Øll mugu
standa
saman
um húsið
– Við tí ferðini Rani
hevur, er tað bara
talan um nakrar
fáar dagar áðrenn
Íverksetarahúsið
er fult í virksemi,
sigur Jens Ravn, sum
heitir á politikarar
og vinnulívsfólk um
stuðla húsinum
ÍVERKSETAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jens Ravn er ikki í iva
um, hvør fortreytin er
fyri, at tað skal vera
Íverksetarahúsinum
í
Klaksvík lív lagað.
– Politiski stuðulin
má vera 100 prosent.
Eisini mugu tey, sum
mynda vinnulívið í dag,
taka undir við hesum
og stuðla ætlanini. Síðst
men ikki minst mugu
fjølmiðlarnir halda kókið
í grýtuni.
– Tað sigur seg sjálvt,
at tess størri ans fjøl
miðlarnir geva hesum,
tess meiri veksur áhugin.
Og tá áhugin veksur,
er tað fleiri møgu ligir
íverksetarar gera vart við
seg, sigur Jens Ravn.
Stórur tørvur
á húsinum
Tað er eitt ár síðani,
at Jens Ravn og Rani
Nolsøe fóru undir sam
starvið, sum nú sæst aftur
í, at Íverksetarahúsið í
Klaksvík er latið upp.
Við Sosialin í farnu
viku segði íverksetarin
Søren Ejlersen seg sígg ja
stórar møguleikar í Íverk
setarahúsinum.
– Hetta er ein góð verk
ætlan. Hetta verður gjørt
alla aðrastaðni við. Fyri
at gera vart við seg og fyri
ikki at verða yvirhálað á
globala marknaðinum,
segði Søren Ejlersen tá.
Og Jens Ravn sær
somuleiðis stórar møgu
leikar í Íverksetarahúsi
num.
– Við tí ferð Rani (Nol
søe, blðm.) hevur, er tað
bara nakrar dagar tað
snýr seg um, so er fult
av virksemi í húsinum,
flennir Jens Ravn, men
sigur so, at tað er ilt
at meta um, júst hvussu
langa tíð tað tekur at
skapa eitt støðugt virk
semi í einum slíkum
húsi.
– Hinvegin vil eg
gjarna sláa fast, at tørv
urin á einum slíkum húsi
her er stórur, sigur Jens
Ravn.