týsdagur 23. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 16 - 23. januar 2007
vinnusíðurnar
Hóast alt fleiri
kvinnur lúka framúr
góð prógv á hægsta
stigi, so fáa tær ikki
meira vald ella hægri
løn. Yngri kvinnurnar
eru nevniliga líka
langt burtur frá best
løntu størvunum
sum mammur
og ommur teirra.
Kanningar vísa, at
kvinnurnar framvegis
uppliva valið millum
familjulív og karrieru
sum ein stóran
trupulleika
Arbeiðsmarknaður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Javn
støðunevndini
stendur
mong áhugaverd grein at
lesa. Eitt nú verður víst
til eina nýggja kanning
um kvinnur, karrieru og
útbúgving, sum danska
vikubrævið A4 hevur latið
gjørt.
Niðurstøðan av kanning
ini er, at hóast kvinnurnar
seinastu ártíggjuni hava
tikið langar og høgar útbúgv
ingar, hevur tað kortini ikki
eydnast teimum at fáa størri
part av teimum væl løntu
størvunum. Sostatt eru 79
prosent av samfelagselituni
enn menn, og myndin er
nøkulunda eins í øllum ald
ursbólkum.
Standa í køkinum
Kanningina hevur Arbejder
bevægelsens Erhvervsråd
gjørt fyri Ugebrevet A4, og
setir hon fokus á ”nýggju
elituna” – tey átta prosent
ini, sum hava hægstu inn
tøkurnar og longstu útbúgv
ingarnar. Ella tey somu,
sum áður komu undir heitið
sosialbólkur 1.
- Kanningin átti at latið
eyguni upp á teimum
nógvu, sum halda, vit hava
javnstøðu í Danmark. Tað er
mikið rætt, at fleiri kvinnur
taka universitetsútbúgving.
Men tá próvtøkan er av,
eru tað menninir, sum
førka seg uppeftir, meðan
kvinnurnar verða standandi
í køkinum við børnunum,
sigur Karen Sjørup, gransk
ari við Roskilde Universi
tetscenter.
Prógvið lítla ávirkan
Higartil hevur verið hildið,
at so hvørt sum kvinnurnar
tóku hægri og hægri útbúgv
ingar, fór javnstøðan á
arbeiðsmarknaðinum
at
hækka. Í bólkinum hjá teimum
60-64 ára gomlu eru bara 29
prosent av teimum, sum hava
hægri útbúgving, kvinnur.
Millum tey ungu undir 35
hava umleið helmingurin
hægri útbúgving.
Men nýggja kanningin
vísir, at framgongdin á
útbúgvingarøkinum hevur
ógvuliga avmarkaða ávirkan
á kynsbýtið á arbeiðsmarkn
aðinum. Kvinnuligi parturin
av elituni er nakað hægri í
yngru ættarliðunum, men
sjálvt í teimum best útbúnu
árgangunum er parturin av
kvinnum bara 23-24 prosent.
Kanningin vísir eisini, at
11 prosent av monnunum
í elituni hava eina brutto
inntøku á yvir eina millión,
meðan hesin parturin av
kvinnunum í elituni er 5
prosent.
Seta kend fólk í starv
Sambært serfrøðingunum
eru fleiri forðingar eftir
hjá kvinnunum, tá tær hava
fingið prógvið í hondina.
Í hesum sambandi er ein
forðing menninir. Karen
Sjørup sigur, at:
- Nógvar kvinnur føla
ikki, at tær verða bodnar
inn í maskulina umhvørvið,
har valdið verður býtt út.
Mannligir leiðarar hava tað
við at velja aðrar menn.
Jeanette Løgstrup, er
kunningarstjóri í tryggingar
felagnum Codan, og ein
av høvundunum handan
bókina “Kunsten at gøre
karriere”. Hon vísir á onnur
viðurskifti á arbeiðsmarkn
aðarmentanini:
- Í nógvum fyritøkum
hava relatiónir framvegis
nógv at siga, tá størv skulu
setast. Tað merkir, at fólk
hava lyndi til fyrst og fremst
at velja tey, tey kenna – og
harvið verður tað ofta eitt
val millum Rip, Rap og
Rup. Leiðslan velur nøkur
út, sum líkist henni sjálvari,
sigur Jeanette Løgstrup.
Barnleysir
kvinnuligur stjórar
Fyritøkurnar mugu arbeiða
miðvísari við at útvega
starvsfólk á einum breið
ari grundarlagi, har kvinn
ur eisini koma við. Men
grundleggjandi er orsøkin
til skeivleikan tvístøðan
millum karrieru og familju
lív, sigur hon.
Nógvar kvinnur uppliva
hetta sum eitt antin-ella,
heldur hon. Kanningar vísa,
at fjórði hvør kvinnuligur
toppstjóri er barnleys. Tær
hava rætt og slætt valt
karrieruna fram um børn.
Og júst hetta valið vilja
aðrar kvinnur ikki taka. Tí
steðga tær karrieruni, sigur
Jeanette Løgstrup.
Velja karrierumenn
Sambært
granskaranum
Karen Sjørup, økjast trupul
leikarnir við at fáa karrieru-
og familjulív at hanga
saman, tí kvinnurnar ikki
vænta, at maðurin tekur sær
av heimi og børnum.
Men karrierukvinnurnar
gera tað heldur ikki lættari
fyri seg sjálvar. Kanningin
vísir nevniliga, at næstan
helmingurin av teimum
giftu kvinnunum í elituni
hava valt ein mann, sum
eisini hoyrir til elituna. Har
við kunnu tær ikki rokna
serliga nógv við honum
heima við hús. Til sam
anberingar hava bara 6%
av kvinnunum uttan fyri
elituna valt ein elitumann.
- Tað ger ikki júst
dilemmaið hjá karrieru
kvinnunum minni, tí dupult
karrierufamiljur hava jú ov
lítla tíð til børnini, sigur
Karen Sjørup.
Mexikanska
húshjálpin
At
barnaansingarmøgu
leikar hava nógv at siga
í sambandi við hugin hjá
kvinnum at gera karrieru,
vísa eisini fleiri altjóða
kanningar. Í USA eru
fleiri karrierukvinnur enn í
Danmark:
- Ein møgulig orsøk er
munurin á barnaansing í
hesum báðum londunum.
Javnstøða:
Hægri útbúgving ong