Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2007 25 vinnusíðurnar Í Danmark hava vit eina góða almenna barna­ans­­ing­ ar­skipan, men upp­­lat­ing­ artíðirnar eru ósmid­lig­ar og skapa ein stress­­ andi úlva­ tíma í mong­um familj­um, sigur Jens Bonke, granskari á Socialforskningsinstituttet. - Í USA lata karrieru­ familj­urnar typiskt arbeiðið við heimi og børnum upp í hend­urnar á einari mexi­ kanskari húshjálp, sum so­ leið­ is ger gerandisd agin meira smidligan. Tað gevur kvinn­ unum møguleika at engagera seg í karrieruni, sigur Jens Bonke. Han heldur tó ikki økta nýtslu av tænastugentum vera loysn­ ina. Men hvat siga kvinnurnar sjálvar? Ein au-pair genta kann eisini vera eitt gott hugskot, um hendan skipanin verður brúkt við umhugsni, heldur Jeanette Løgstrup. Hon brúkti sj álv au-pair gentur í nøkur ár, tá børnini vóru smá: - Hjá okkum var au-pair gentan til stóra hjálp, tá børnini vóru smá, men tað kann vera svárt at lata ov nógv av barnaansingini upp í hendurnar á øðrum. Tað loysir seg at lata prakt­iskar uppgávur upp til henn­ara, so sum reingerð, klædnavask og matgerð. Men man miss ir lætt sam­bandið við barnagarðin ella frítíðarskúlan, um tað altíð er onkur annar, sum fylgir børnunum til og frá, sigur Jeanette Løgstrup. Filipinskar arbeiðsgentur Samstundis er talið á tæn­ astugentum vøkstri. Síðst í 90’unum fingu umleið 500 útlends kar au-pair gent­ur uppihalds loyvi í Dan­mark. Seinastu árini er talið vaksið til umleið 1500 um árið. Hesa gongdina hevur Karen Sjørup eisini lagt merki til í sínum granna­ lagi á Frederiksberg í Keyp­ mannahavn: - Eg síggi jú í teimum ungu familjunum, at har koma fleiri og fleiri fillipinskar gentur inn, sum skulu hjálpa til í tí ómenniskjaliga dupultkarrierulívinum við trimum samansj óðaðum børnum. Men hóast au- pair modellið skapar meira javnstøðu, hugsi eg ikki, tað er nakað columbusegg. Tað liggur dj úpt í danska hugburðinum, at man jú skal ansa sínum børnum sj álvur, ella lata tey til út­búnar pedagogar at ansa. Menninir inn á banan Sambært Jens Bonke skal man heldur finna aðrar loysnir: - Menninir mugu átaka sær størri part av uppgáv­ unum við børnunum og hús­ar­beiðinum. Og upp­ latingartíðirnar á ansingar­ stovnunum kundu eisini verið meira liðiligar, sigur hann. Helle Neergaard, lekt­ ari í leiðslu á Handils­há­ skúlanum í Århus, er samd í, at hetta kann vera ein vegur til at fáa fleiri kvinnur í elituna. Men hon heldur eisini, at hugburðsbroyting skal til hjá kvinnunum. - Tað er ov lætt bara at skjóta alla ábyrgd frá sær. Tað snýr seg eisini um valið hjá kvinnunum. Nógvar kvinnur kvíða fyri at gera karrieru, tí tær ímynda sær, at tað er ”kalt á toppinum”, og tí tær leiðaratypurnar, tær síggja fyri sær, eru menn, sum tær ikki kenna seg aftur í, sigur hon. Kvinnurnar eru harðar Sambært Helle Neergaard verður tvístøðan hjá kvinn­ um ikki lættari av, at nógv­ ar kvinnur praktisera ein form fyri sj álvjustits og bólkatrýst. Tað hevur hon sj álv upplivað, tá hon fyri nøkrum árum síðan valdi at fara 6 mánaðir í barsilsfarloyvi. Fleiri kvinn­ ur vóru firtnar inn á hana og spurdu, hví í allari verðini hon ikki tók for­ eldrafarloyvi. Her bleiv eg sum karrieru­ kvinna stemplað sum ein vánalig mamma, og nettupp hetta stemplið heldur nógv­ um kvinnum aftur, sigur Helle Neergaard. Menninir taka kjansin Útgreiningar vísa, at elitan í dag er býtt í tvey seg­ment, sum hava ym­iskar karrieru­ vegir og mentanareyðkenni. Kvinnurnar eru serliga í ”útbúgvingarelituni”, har vegurin til eitt vællønt starv gongur gjøgnum eina langa útbúgving. Her telja tær 25%. Harafturímóti eru bara 13% kvinnur í hinum seg­mentinum – millum so­ kallaðu entreprenørarnar, sum hava vællønt størv uttan at hava serliga langa útbúgving. Tað eru sostatt mest menn, sum byrja eitt virki og fáa succes, ella arbeiða seg upp gjøgnum hierarkiið uttan at veittra við einum fínum prógvi. Hetta seinra kemur ikki dátt við hjá Helle Neer­gaard, sum hevur gransk­ að í kynsmunum á íverksetaraøkinum: - At kvinnur fylla so lítið í entreprenørheiminum hevur nakað at gera við vinnu­lívið í Danmark. Her hendir vøksturin í smáu virkju­ num, har tekniskur ella fakligur kunnleiki krevst. Tað appellerar nógv til menn og lítið til kvinn­ ur. Útbúgving er kortini vegurin Helle Neergaard undir­strik­ ar, at í framtíðini verða stórir møguleikar í sam­ spælinum millum mann­ ligar og kvinnuligar leiðslu­ før­leikar. So tað er bara um at smoyggja ermarnar upp, so fleiri kvinnuligir entreprenørar fara at síggj­ ast. Karen Sjørup heldur tó, at kvinnurnar fyrst og fremst skulu satsa uppá at klintra upp í útbúgvingarelituna, um javnstøða skal røkkast: - Eg viðgangi, at kvinn­ urnar enn ikki hava funnið koduna til elituna gjøgnum útbúgving. Yvirhøvur ikki. Men eg haldi kortini, at útbúgving er fyrsta og týdn­ ingarmesta stigið á veg móti meira javnstøðu í toppinum á samfelagnum, sigur hon. in trygd