Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 16 - 23. januar 2007 Menninir aftanfyri AB Komfort merkja eisini til búskaparliga vøksturin í samfelagum. Í løtuni inniloka teir eini hús á Strondum, samstundis sum onnur arbeiði liggja og bíða eftir teimum. Tað ræður um at gera arbeiðið skjótt og væl, so farast kann undir næstu uppgávurnar. Húsasmíð Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Strendur: Tað er rættiliga kalt og kavi í veðrinum hen­ da týsdagin í farnu vi­ku, men kortini gott sól­ar­veð­ ur. Fólk flest halda seg helst inn­an­vegg­ja, men tað eru kortini tey ið eru noydd at vera úti ein slíkan dag. At vera úti er í roynd og veru ein partur av arbeiði teirra. Ovarlaga og uttarlaga á Strondum er ein maður so smátt farin at síggja fram til dagin, tá hansara kunnu seta føtur undir egið borð í egnum húsum. Hann hevur ognað sær eitt grundøki, og síðani er øk­ið vorðið planerað og húsa­veg­g­ir­nir komnir upp. Nú vantar bert tim­bur­ar­ beið­ið. Tað letur kortini ikki bíðað eft­ir sær, tí henda sama týs­ dag­in var skálamaðurin, Róg­vi Alfredsson í ferð við at inniloka húsini. Saman við bróðuri sín­ um, Boga rekur hann fyri­ tøk­una AB Komfort, sum m.a. tekur sær av slíkum tim­bur­ar­beið­um. - Vit eru júst byrjaðir uppá hetta, og vænta at verða lidnir seint í summar, sig­ur Rógvi Alfredsson. Henda týsdagin var hann enn­tá so heppin at fáa vitjan av sjálvum borgarstjóranum á Strondum, Malenu Thom­ sen. Í prátinum teirra mill­um kom fram eitt ynski frá Rógva til Sjóvar kom­mu­ nu. Tað kundi meiri enn so borið á, at hetta ynskið fær eina positiva viðgerð í kom­ mu­nu­ni! Reisa húsini Tá ein byggir hús kann hetta gerast á ymiskan hátt – annaðhvørt at ein fær eina av størru byggifyritøkunum at gera alt arbeiðið. Ella at ein fær eina minni fyri­­tøku og slíkar menn sum Rógva og Boga at gera tað. Maðurin, ið letur hesi hús­ ini byggja, hevur latið upp í hendurnar á monnunum í AB Komfort at inniloka sær húsini. Hesir báðir hava hinvegin eina avtalu við Højgaards Handilsvirki í Runavík um at gera húsini lyklaklár. Henda dagin í farnu viku, tá vit vitjaðu á Strondum var Rógvi sjálvur í ferð við at leggja rand-dragarin. Tá hetta arbeiðið var gjørt, skuldi sjálv syllin leggjast í erva. - Og so skuldi verið klárt at reist húsini, greiðir Rógvi frá. Skjótt og væl Í løtuni er rættiliga nógv ferð á føroyska búskapinum, og hetta sær ein eisini aftur í talinum av sethúsum sum eru í gerð. Hjá Rógva og bróðuri hans­a­­ra merkja teir eisini he­sa gong­d­ina. Hjá teimum ræð­ur um at gera hetta arbeiðið lið­ugt, bæði skjótt og væl, so farast kann undir næs­tu uppgávurnar ið liggja fyri framman. Og teir hava úr at gera um dagarnir. - Ja, vit hava faktiskt fýra set­hús at gera í løtuni, sigur Rógvi. Teir hava millum annað eini sethús frá áðurnevnda handilsvirkið at gera klár longur inni í sjálvari bygdini. – So í løtuni eru vit bert her á Strondum, greiður hann frá. Fult bookaðir Trot er sum nevnt á handverkarum og tí fáa teir hjá AB Komfort javnan fyrispurningar frá fólki um okkurt arbeiði. Tá teir verða lidnir við hesi húsini á Strondum bíða eini hús eftir teimum í Havn og eftir øllum at døma eisini eini hús á Skála. - So um vit hyggja eftir 2007, eru vit at kalla fult bookaðir alt árið!, sigur Rógvi. - Fult booka vinnusíður Fyri borgarstjóran á Strondum, Malenu Thomsen og Rógva Alfredsson av Skála hevur tað alt at siga, at nógv virksemi er í bygdini Mynd: Jens Kr. Vang So um vit hyggja eftir 2007, eru vit at kalla fult bookaðir alt árið ”