týsdagur 23. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
27
ðir alt árið
vinnusíður
Arbeiða
kring alt
landið
Tá teir báðir í AB
Komfort bert eru tveir
mans
er
avmarkað
hvussu stórar uppgávur
teir kunnu taka uppá
seg.
Hinvegin so er lættari
hjá teimum at átaka sær
smærri uppgávur fyri
fólk. Og arbeiðið trýtur
ikki.
- Vit hava nokk at gera.
Nógv smærri arbeiðir
liggja fyri framman, m.a.
innrættingar og umvæl
ingar hjá fólki, sigur
Rógvi Alfredsson.
Arbeiðsøkið teirra er í
størstan mun her á vestara
armi á Skálafjørðinum,
men teir hava eisini verið
aðrastaðni og arbeitt,
millum annað í Havn.
Teir eru júst í ferð við at
leggja rand-dragarnarnar til
enn eini sethús á Strondum.
Aftaná verður farið undir at
reisa húsini.
Mynd: Jens Kr. Vang
Oljan framvegis undir trýsti
Hósdagin í farnu viku vóru fleiri búskapartøl á
skránni. Í USA gjørdust brúkaraprísirnir sum
væntað, meðan tølini vístu at fleiri hús vóru í
gerð enn mett var frammanundan. Hetta fekk
renturnar at hækka, men hesar lækkaðu tó aftur
fríggjadagin og liggja nú á leið, sum fyri viku
síðan. Oljuprísurin er framvegis lágur og var
eitt skifti undir 50 dollarar fyri tunnuna. Hóast
formaðurin í OPEC hevur sagt at tey fara at
skerja framleiðsluna fyri at tryggja ein hægri
oljuprís, bendir einki á, at oljuprísurin ávirkast
av hesi útsøgn. Oljuprísurin, sum í løtuni stuðlar
undir partabrævakursunum, verður aftur hesa
vikuna í andglettinum.
Lánsbrævarentur hækka
10-ára lánsbrævarentan er nú 4,00%. Hon hevur
verið støðug hesa farnu vikuna, men er hækkað
0,32% síðan 1. desembur. 1-árs rentan er enn
hægri, 4,25%.
Fraktraturnar hækkaðar
Siðan ársbyrjan er kursurin á Mærsk hækkaður.
Hetta kemst m.a. av, at fraktraturnar frá Kina,
sum eru leiðandi fyri sjóflutningsídnaðin, eru
hækkaðar nógv síðan ársbyrjan. Vón er fyri,
at raturnar verða meira støðugar og at stóru
lækkingarnar í 2006 ikki fara at endurtaka seg
í 2007. Gongdin á ratunum er neyvt tengd at
eftirspurninginum í amerkanska búskapinum.
Kursurin á Vestas hækkaði fyrr í vikuni, tá
kappingarneytin Repower fekk eitt boð uppá
helvtina av partabrøvunum. Gitingar eru nú
frammi um, at Vestas eisini kann fáa eitt líknandi
boð.
Hesa vikuna.
Komandi vikurnar verða spennandi. Tá fara virki
at leggja fram roknskap. Íleggjarar fara tá at meta
um, hvørt feløgini hava nátt settu málini, og hvat
leiðslurnar meta um framtíðar inntøkurnar hjá
virkjunum. Hetta saman við oljuprísinum, fer
at seta dám á partabrævakursirnar komandi
tíðina. Hósdagin koma ársroknskapir frá H&M
og Nokia.
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Marknaðarrák