týsdagur 23. januar 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 16 - 23. januar 2007
UMMÆLI
Kristiana Rein
Nú hava tær báðar gjørt
tað aftur, givið út eina
kókibók við heitinum:Lætt
og leskiligt, 2-arin. Bókin,
var sambært sølutølunum
best selda bók til jólar.
Høvundarnir Jóhanna á
Tjaldrafløtti og Elisabeth
Akursmørk góvu tað fyrru
bókina út í oktobur 2003,
og tá gekk tann bókin
“sum heitt breyð” og gav
teimum áræði at geva 2-
arin út, siga tær. Johanna,
sum er útbúgvin føðslu-
og húsarhaldsfrøðingr og
kliniskur diætistur er leið
ari av Húsarhaldsskúla Før
oya, meðan Elisabeth, sum
er útbúgvin økonoma og
coach, er lærari á Læraraskú
la Føroya. Tær báðar geva
bókina út, grafiskt design
og lagt til rættis hevur Graf
ia, myndatøkurnar hava
teir báðir Per á Hædd og
Finnur Justinussen staði
fyri og Føroyaprent hevur
prentað bókina. MBM og
Klaksvíkar Býráð hava stuð
la peningaliga, meðan yms
ir handlar í Klaksvík hava
stuðla við mati og búnýt
um.
Bókin er 160 blaðsíður
og íalt eru 107 ymiskar upp
skriftir. Til hvørja uppskrift
er útroking av føðsluvirðun
um protein, feitt og kolvætu
og hvussu nógv orka er í
100 g av lidnu uppskrifti,
bæði í kJ og i Kcal.
Býti ímillum uppskriftir
nar er soleiðis:
11 suppuuppskriftir
27 døgurðauppskriftir
16 nátturðauppskriftir
14 breyð og bollar upp
skriftir
24 køkur og desertir
15 diabetes køkur og des
ertir
Uppskriftirnar eru allar
lættar bæði at lesa og at
gera, og alt tilfarið er av
slíkum slagi, at tað skuldi
verið møguligt at keypa í
øllum teim stóru matvøru
handlunum.
Í formælinum siga tær
báðar, at 2-arin, eins og
tann fyrra bókin, er ætlað at
geva lesaranum uppskriftir
uppá, hvussu mann á ein
einfaldan hátt kann gera
mat, sum er bæði lættur
og leskiligur og hetta
hevur hepnast teimum sera
væl. Eg havi roynt fleiri
av uppskriftunum og tær
ikki bara smakka væl, men
eru áhugaverdar bæði hvat
smakki, liti og vørusaman
seting viðvíkur.
Tær siga eisini, at tær við
hesum uppskriftum vilja
vísa rákið í matgerð í dag
við at tora at royna nýggjar,
spennandi uppskriftir, soleið
is at brúkarin kann brúka
eitt meira fjøltáttað úrval
av rávørum. Uppskriftirnar
vísa hetta rák ógvuliga væl
og eru ætlaðar øllum.
Um hetta vil siga, at
málbólkurin eru øll, so ivist
eg í, um so er. Sjálv haldi eg,
at bókin er mest ætla ungum
familjum við børnum, tí
uppskriftirnar eru so lættar
og einfaldar, at børn í so
at siga øllum aldri kunnu
vera við í matgerðini. At
hava børnini við í køkinum
hevur alstóran týdning, tí tá
sleppa tey at royna seg og
gera nyttu í matgerðini og
samstundis venja seg við
at nógv ymisk sløg av frukt
og grønmeti hoyrir við til
gerandiskostin, og at tað
hevur týdningi fyri bæði
trivna og heilsuna at eta
hetta hvønn dag.
Tá ið eg haldi, at bókin er
til ungar familjur, so byggi
eg tað á mínar royndir, at
føroyingar flestir yvir 50 ár,
dáma best at fáa eplir aftur
við døgurðanum og dáma
væl at fáa máltíðir við før
oyskum rávørum. Tað er
ikki so nógv av í hesi bók.
Bert til tvinnanda døgurða
rættir verður mælt til at hava
eplir afturvið, og av teimum
27 døgurðarættunum eru
bert tríggir við fiski og ein
við lambskjøti.
At 24 uppskriftir eru til
køkur og dessertir avspeglar
eisini føroysku gómarnar,
sum dáma sera væl søtt
sum køkur og dessertir.
Men her er dentur lagdur á
uppskriftir, sum ikki eru so
feitar og dessertir við væl
av frukt í. Hetta má sigast
at vera sera heppi.
Parturin við diabeteskøk
um og dessertum rokni eg
við kemur væl við hjá nógv
um, tí í Føroyum eru sam
anlagt eini 2500 fólk, sum
hava sjúkuna diabetes, og
hesi ansa vanliga væl eftir,
hvat tey eta.
Myndirnar í bókini er
avbera góðar og tað hava
teir báðir, Per og Finnur,
prógvað fyrr, at her eru teir
meistarar. Onkrar myndir
eru nakað ørkymlandi, ikki
tí at tær ikki er góðar sum
myndir, men tí tær ikki pas
sa til innihaldið. Á síðu 10
er ein flott mynd av kirsuber
um sum inngangur til petti
um suppur, men tað eru
ongi kirsuber í suppunum.
Á síðu 34 er mynd av grøn
um bønum til petti um
døgurðarættir, men ongar
bønir eru í uppskriftunum,
bert á eini mynd á síðu
60.Á síðu 68 er mynd av
rosmarin til nátturðarættir,
men rosmarin er ikki í
nakrari uppskrift.
Ongar upplýsingar eru
um, hvør hevur verið máls
ligur leiðbeinari og rættlis
ið, men sum sagt so er mál
ið óguliga lætt. Ein rættlesa
ri hevði kanska spurt, um
vinarbreyð er breyð, sum tú
gevur vinum ella ein køka
við uppruna úr Wien?
At kostur okkara hevur
stóran týdning fyri bæði
dagligan trivnað og fyri
heilsuna, er ongin ivi um
longur. At tey ymisku
føðsluevnini hava týdning
og at ein optimal kostsaman
seting hevur stóran týdning
fyri heilsuna verður mei
ra og meira eyðsýnt. Hvat
vit velja í dagliga kosti
okkara, kemur ikki bert av
heilsuávum, men eisini av
okkara smakki og okkara
mentunarliga reglum fyri,
hvussu tú vanliga samanset
ur eina máltíð. Hesar vanar
fáa vit bygdar inn í okkum
frá barni av, men ongin
ivi er um, at hesir vanar
eru við at broytast. Vanar
okkara eisini her í Føroyum
eri vorðnir globalir ella
alheimsgjørdir og tað er
henda bókin eitt gott prógv
um.
Samanuntikið haldi eg
bókina verða spennandi,
lættlesandi, flotta og avgjørt
verda bæði at lesa, men
sanniliga eisini at royna.
Væl gagnist!
Lætt og leskiligt, 2-arin