týsdagur 23. januar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2007
29
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Vit sóu ein dimman blett á ísinum. Tá vit komu
hagar, var tað Lenin, og tað kom óvart á okkum
(bretskur Antarktis-fari)
Stutt sagt
Einki
trýst
Týsku myndugleikarnir
aftra seg við at gera eftir
boðunum
frá
danska
ákæruvaldinum, sum vil
hava fatur á fyrrverandi
danska
SS-manninum
Søren Kam, sum býr í
Týsklandi, og sum er
skuldsettur fyri at hava
verið við til at beina
fyri
einum
donskum
blaðstjóra undir seinna
heimsbardaga.
Danski
Fólkaflokkurin vil nú
hava løgmálaráðharran,
Lene Espersen, at leggja
trýst á týskarar, men tað
vil hon ikki. Tann 85
ára gamli Søren Kam er
týskur ríkisborgari, men
kann sambært ES-reglum
sendast til Danmarkar til
rættarsókn.
Lenin í
Antarktis
Eitt
bretskt-kanadiskt
ferðalið kom um viku
skiftið fram á eina stand
mynd av Lenin langt
inni á ísinum í Antarktis.
Standmyndin stóð á einum
3.725 metrar høgum fjalli,
sum er 879 kilometrar frá
sjálvum Suðurpólinum.
Tað vísti seg, at eitt russ
iskt rannsóknarlið hevði
verið har í 1958, og at
russararnir høvdu havt
eina standmynd av Lenin
við sær og sett hana upp
á fjallinum. Har hevur
hon staðið síðani, og har
stendur hon enn, skrivar
BBC.
Færri
sjórán
Ein uppgerð hjá altjóða
sjóferðsluskrivstovuni
IMB vísir, at í fjør vóru
239 skip fyri sjóráni, og
tað er tað minsta talið
seinastu átta árini. Í 2005
vóru sjóanini 276 í tali,
og í 2004 vóru tey 329.
IMB sigur, at tey flestu
sjóránini eru framvegis
í indonesiskum sjóøki,
har sjórænarar lupu á 50
skip í fjør, og skrivstovan
mælir sjófólki til at vera
á varðhaldi, tá tey sigla
har á leiðini. Tølini hjá
IMB vísa eisini, at tey
flestu skipini verða álop
in, meðan tey liggja fyri
akkeri.
útlond
Millum 10 og 20 limir
í al-Qaeda ætlaðu sær
til USA sum lesandi,
men ørindini vóru
at fremja yvirgang á
amerikanskari jørð
Tað vóru limir í iraksku
deildini
hjá
al-Qaeda,
sum høvdu lagt ætlanina,
men hon bleiv avdúkað, tá
amerikanskir hermenn rann
sakaðu eini hús seinasta
summar. Í pappírum, sum
hermenninir funnu, vóru
fleiri ætlanir um álop á mál
í USA.
Sambært sjónmvarpinum
ABC News vórðu pappírini
handað
herleiðsluni
í
Irak, men bara teir ovastu
leiðararnir har og í Washing
ton fingu nakað at vita um
innihaldið. Eftir tí, sum nú
er likið út, skuldu millum
10 og 20 limir í al-Qaeda
fara til USA sum lesandi.
Lærdu háskúlarnir í USA
hava fingið strong boð um
at halda eit vakið eyga við
útlendskum lesandi, sum
ongantíð koma fram, ella
sum hava ilt við at møta
til undirvísing. Í august í
fjør høvdu ellivu egyptiskir
studentar fingið pláss á
einum lærdum háskúla í
Montana. Tað vísti seg, at
teir vóru komnir til USA,
men tá teir ikki komu til
undirvísingina, fór løgregl
an at leita eftir teimum og
handtók tey.
Pappírini, sum vórðu
funnin í Irak, vórðu funnin
um somu tíð, sum leiðarin
hjá al-Qaeda í Irak, Abu
Musab al-Zarqawi, bleiv
skotin, og ABC News veit
at siga, at menninir, sum
skuldu til USA, høvdu til
knýti til al-Zarqawi.
Sambært ABC News er
einki, sum bendir á, at nakar
av monnunum varin farin
til USA, áðrenn ætlanin
bleiv avdúkað.
Síðani 1983 eru
umleið 60 kvinnur
horvnar í kanadiska
býnum Vancouver.
Nú er ein maður
skuldsettur fyri at
hava beint fyri 26
teirra
Tann 57 ára gamli Robert
William Pickton er skuld
settur fyri at hava beint
fyri 26 kvinnum, sum
hvurvu í Vancouver síðst
í nítiárunum. Tær flestu
vóru skøkjur ella rúsevna
misnýtarar.
Robert William Pickton
var bóndi og búði beint
uttan fyri býin. Í 2002 fekk
løgreglan
illgruna
um,
at hann hevði beint fyri
tveimum kvinnum. Løgregl
an gjørdi av at leita við
gravimaskinum, og tá liðugt
var at leita, vóru gravi
maskinurnar komnar fram
á líkini av 26 kvinnum, sum
lógu jarðaðar tætt við hús
ini. Kortini hevur bóndin
noktað seg sekan.
Dómarin í rættinum í
Vancouver, James Williams,
ávaraði í gjár nevningarnar
um, at teir koma at hoyra
frásagnir og at síggja mynd
ir, sum bara finnast í ræðu
filmum.
– Tann einasti munurin
er, at heima við hús kunnu
tit sløkkja sjónvarpið, um
myndirnar gerast ov ræð
andi. Tað kunnu tit ikki her,
segði dómarin. AP skrivar,
at nøkur tíðindafólk, sum
hava fylgt við málinum,
hava fingið slíkan skelk,
at tey hava verið noydd
at leita sær hjálp frá sálar
frøðingum.
Løgreglan
ber
ótta
fyri, at onkur kann finna
uppá at gera seg inn á
Robert William Pickton
undir rættarmálinum, og
tí skal hann sita í einum
skottryggum glaskliva inni
í rættarhølinum.
Í fyrra umfari er tann
57 ára gamli bóndin skuld
settur fyri seks morð. Hini
20 koma aftaná, sigur ákæru
valdið. Verður hann dømdur
sekur í øllum málunum, er
Robert William Pickton tann
ringasti hópdrápsmaðurin í
kanadisku søguni.
Ætlaðu sær til USA at fremja yvirgang
Skuldsettur fyri 26 morð
Robert William Pickton