týsdagur 23. januar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 16 - 23. januar 2007
– Uppbakningurin var fantastiskur. Tað merktu vit veruliga, tá
vit vóru aftanfyri 15-18. Áskoðararnir vóru heilt víst við til at
lyfta liðið í dag.
Ulrik Wilbek, danskur landsliðsvenjari
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Danmark vann
avgerðandi dystin
ímóti Noregi í síðsta
innleiðandi dystinum,
meðan Ísland skapti
sensatiónina við ein
um stórsigri á favor
ittunum úr Fraklandi
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Undan síðsta innleiðandi
dystinum í HM í manshond
bólti vóru vónirnar ikki
góðar at fáa fleiri av okkara
grannalondum víðari. Bæði
Danmark og Noreg høvdu
tapt fyri Ungarn í bólki E,
og tí var Ungarn sikkurt
uppá víðari luttøku undan
seinasta dystinum, meðan
vinnarin í síðsta dystinum
millum Danmark og Noreg
fekk seinna plássið í millum
spælinum.
Í bólki B var Ísland eisini í
stórum trupulleikum. Undan
síðsta dystinum lógu teir
javnir í stigum við Ukreina,
og fyri at koma víðari skuldi
Ísland vinna stórsigur á
fronsku favorittunum í síðsta
innleiðandi dystinum.
Danmark sendi
Noreg út í kuldan
Lagt var upp til eitt brak í
bólki E, tá Danmark og Noreg
brustu saman í gjárkvøldið.
Fyrr um dagin hevði Ungarn
vunnið á Angola, og sostatt
høvdu teir tryggjað sær
fyrsta plássið í bólkinum við
fullum stigatali. Danmark og
Noreg skuldu sostatt berast
um annað plássið, og vinn
arin av dystinum kundi
tryggja sær víðari luttøku til
millumspælið. Endaði dyst
urin við javnleiki, so kom
Noreg víðari.
Danmark fekk tó betru
byrjanina uppá dystin, og
teir vóru á odda mest sum
allan fyrra hálvleik. Stundum
var munurin heilt uppi á 4
málum, men tá liðini fóru
til hálvleiks, førdi Danmark
bert við 2 málum.
Noreg tók tó eitt ordans
hál fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki, har teir skoraðu
5 ferðir á rað, og nú førdu
teir brádliga við trimum
málum. Tað gekk tó kki
long tíð, so hevði Danmark
skapt javnvág í støðuna
aftur, og so skiftust liðini
um at skora til 5 minuttir
vóru eftir av dystinum. Tá
stóð á jøvnum, men síðstu
5 minuttirnar vann Danmark
2-0, og sostatt vunnu danir
dystin við tveimum málum.
Við sigrinum hava teir tryggj
að sær víðari luttøku til mill
umspælið, meðan teir sendu
Noreg út í HM-kuldan.
Ísland skapti
sensatiónina
Í bólki B var Ísland komið
í harðan sjógv undan sein
asta dystinum. Teir lógu
nevniliga javnir í stigum
við Ukreina, men Ísland
skuldi spæla seinasta dystin
ímóti Fraklandi, sum hevði
vunnið báðar sínar fyrstu
dystir, meðan Ukreina møtti
Avstralia, sum bert var ein
avgreiðsluspurningur.
Ukreina gjørdi eisini sína
skyldu tíðliga um dagin
við einum tryggum sigri á
Avstralia, og tí lá stórt trýst
á Íslandi undan dystinum
ímóti Fraklandi. Einasti
vegur til millumspælið var
nevniliga við at vinna dystin
ímóti stórfavorittunum úr
Fraklandi.
Ísland lat seg tó ikki ræða
av sterka franska liðnum,
tí teir settu seg á dystin frá
fyrsta bríksli. Eftir knappar
10 minuttir førdi Ísland 5-
0, og sum hálvleikurin leið,
øktu grannarnir fyri norðan
bara meir um leiðsluna. Tá
liðini fóru til hálvleiks førdi
Ísland heili 18-8, og nú lá ein
stór sensatión og lúrdi.
Í byrjanini av seinna
hálvleiki kom Frakland tó
eitt sindur inn í dystin. Teir
minkaðu nakað um munin,
men tá Joel Abati fekk bein
leiðis reytt kort, var liðugt hjá
fransum. Síðstu løtuna koyrdi
Ísland ein tryggan sigur í hús,
og endaliga úrslitið gjørdist
32-28. Við stórsigrinum
tryggjaði Ísland sær eisini
fyrsta plássið í bólki B framm
anfyri júst Frakland.
Favorittarnir
komu víðari
Annars lagaðu úrslitini í
innleiðandi bólkunum seg
soleiðis, at flestu av favoritt
unum tryggjaðu sær víðari
luttøku til millumspælið.
Í bólki A vóru Tunesia og
Slovenia mett at vera sterk
astu liðini, og bólkurin bleiv
eisini avgjørdur ímillum júst
hesi bæði liðini. Bæði liðini
høvdu vunnið sínar fyrstu
tveir dystir, og tí skuldi bólka
vinnarin finnast í síðsta dyst
inum. Her vann Slovenia
rættiliga tryggan sigur, og
sostatt komu teir víðari til
millumspælið við tveimum
stigum, meðan Tunesia kom
víðari uttan stig.
Í bólki C var eitt heldur
óvæntað úrslit. Her vóru vert
irnir úr Týsklandi mettir at
vera stórfavorittar at vinna
bólkin, men tað gjørdu teir
ikki. Í seinastu dystinum taptu
teir fyri einum sera sterkum
polskum liði, og við hesum
úrslitinum mátti Týskland taka
til takkar við øðrum plássi,
meðan Pólland streyk avstað
við sigrinum í bólki C.
Í bólki D lagaðu úrslitini
seg so at siga sum væntað.
Spania er verandi heims
meistari, og teir vóru eisini
stórfavorittar at vinna bólkin.
Spaniólarnir stóðu ímóti
trýstinum og vunnu allar sín
ar dystir rættiliga trygt. Meir
spenningur var um annað
plássið, har kappingin stóð
ímillum Kekkia og Egypta
land. Kekkia vann tó innan
hýsis dystin millum liðini, og
sostatt tryggjaðu teir sær víðari
luttøku til millumspælið.
Í seinasta bólkinum,
bólki F, var eingin slingur
í valsinum hjá Kroatia. Teir
vunnu stórsigur í øllum
sínum dystum, og teimum
á baki kom Russland, sum
mátti kempa heldur harðari.
Í fyrsta dystinum spældu teir
heldr óvæntað javnt ímóti
Korea, men teir komu tó
víðari til millumspælið við
betri málmuni enn Korea.
Sostatt megnaðu mestu
sum alir av favorittunum at
leika seg víðari til millum
spælið, sum verður skotið í
gongd mikudagin.
HM-Hondbóltur:
Danmark vann lagnudystin
- Ísland skapti sensatión
Danir vóru ovurfegnir eftir týdningarmikla sigurin ímóti Noregi í síðsta innleiðandi dystinum. Á
myndini síggja vit Søren Stryger, Hans Lindberg og Lasse Boesen
Mynd: Scanpix
Ulrik Wilbek var til tíðir rættiliga trýstur í dystinum
móti Noregi, men eftir sigurin takkaði hann donsku
áskoðarunum fyri stuðulin.
Mynd: Scanpix