týsdagur 23. januar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 16 - 23. januar 2007 ]
StÍF vann fyrru
hálvfinaluna við
trimum málum, og
tí eru teir favorittar
at røkka finaluni
undan seinna
dystinum í Coca
Cola-kappingini, sum
verður í Havn
UPPTAKT
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mikukvøldið verður sein
na hálvfinalan í Coca
Cola-kappingini á skránni
ímillum Neistan og StÍF í
manshondbólti. Fyrri dyst
urin endaði við 3 mála sigri
til StÍF, og tí hava teir sett
beina kós ímóti finaluni.
Leiðslan er tó ikki størri,
enn at Neistin væl og virði
liga kann tryggja sær sæti
í finaluni. Kravið er tó at
vinna við fleiri enn trimum
málum.
StÍF hevur munin
Hyggja vit at undanfarnu
dystunum ímillum liðini
bæði í hesum kappingarár
inum, so má sigast, at StÍF
hevur havt munin.
Tríggjar
ferðir
hava
liðini møtt hvørjum øðrum
í landskappingini, og allir
dystirnir eru endaðir við sig
ri til StÍF. Munurin hevur
tó ikki verið serliga stórur.
Strandingar hava nevniliga
vunnið allar dystirnar við
einum máli, og tí kann bara
staðfestast, at teir duga bet
ri at halda høvdið kalt í
avgerandi løtunum.
Fyrra hálvfinalan fall
eisini til fyrimuns fyri
strandingar,
men
hesa
ferð var munurin 3 mál,
og neistamenn skulu vera
glaðir fyri, at munurin ikki
gjørdist enn størri. Strand
ingar førdu nevniliga stórt
mitt í seinna hálvleiki, men
móti endanum kom Neistin
væl aftur, og tí er dysturin
enn rættiliga opin undan
seinnu hálvfinaluni.
Síðsti møguleiki hjá Neist
anum
Sunnudagin tapti Neistin ein
týdningarmiklan dyst ímóti
júst strandingum í lands
kappingini. Hesin ósigur
førdi við sær, at Neistin
nú er heili 5 stig aftanfyri
StÍF, sum liggur á øðrum
plássi í landskappingini.
Tí eru møguleikarnir ikki
serliga stórir hjá bláa havn
arliðnum at røkka finaluni
um
FM-heitið.
Coca
Cola-kappingini kann tí
vera seinasti møguleiki
hjá Neistanum at vinna
nakað í ár, og tí fara teir
helst at leggja nógv fyri
í teirra royndum at vinna
seinnu hálvfinaluna ímóti
strandingum.
Teir skulu tó ikki vænta
sær nakran lættan dyst, tí
StÍF hevur verið mest sum
fastur luttakari í steypafin
aluni hjá monnum síðstu
árini.
Neistin-StÍF:
StÍF hevur takið á Neistanum
Fyrru hálvfinaluna
vann VÍF við
einum máli, og tí er
hálvfinalan í Coca
Cola-kappingini
ímillum KÍF og VÍF
púra opin undan
seinna dystinum í
Kollafirði
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lagt verður upp til eina
spennandi seinnu hálvfinalu
í Coca Cola-kappingini
mikukvøldið, tá KÍF tekur
ímóti VÍF. Fyrra dystin í
Vestmanna vann VÍF við
einum máli.
KÍF vann stórt seinast
Í grundspælinum hevði
VÍF takið á kollfirðingum.
Fyrri dysturin í Vestmanna
var sera spennandi, men
móti endanum dró VÍF frá
og vann dystin við trimum
málum. Í Seinna dystinum,
sum var í Kollafirði, var
gongdin at kalla júst tann
sama. Aftur fylgdust liðini
stóran part av dystinum,
men móti endanum gjørdist
VÍF enn einaferð drúgvara
liðið..
Fyri góðari viku síðani
møttust liðini so fyri triðju
ferð í landskappingini, tá
KÍF tók ímóti VÍF í enda
spælinum. Hesin dysturin
var eisini aðalroyndin undan
seinnu hálvfinaluni, og her
var eingin ivi um sigurin.
Kollfirðingar vóru snøgt
sagt nógv betri enn VÍF, og
teir vunnu eisini dystin við
sjey málum. Við sigrinum
hava teir víst, at teir kunnu
vinna á vestmenningum,
men teir skulu ikki vænta
nakran lættan dyst.
Rutinan á muni
KÍF hevur ikki verið í
steypafinaluni í hondbólti
síðani einaferð í 80’unum,
og tí ætla teir sær heilt
sikkurt at gera nógv fyri
at røkka finaluni í ár. Teir
møta tó einum sera sterkum
VÍF-liði, sum næstan ikki
hevur verið til at steðga
í ár.
Ein av størstu mununum
á liðunum er rutinan. VÍF
hevur nógvar eldri leikarar,
sum hava staðið í hesi støð
uni fyrr, meðan KÍF er
mannað við nógvum ung
um leikarum, sum ongantíð
áður hava leikt so týdning
armiklan dyst. Tí er VÍF
kanska lítil favorittur undan
seinnu hálvfinaluni, men
spælir KÍF upp til sítt besta,
so er als ikki óhugsandi, at
teir kunnu røkka til finaluna
í Coca Cola-kappingini.
KÍF-VÍF:
Alt kann henda
StÍF hevur betra útgangsstøðið
undan seinnu hálvfinaluni
ímóti Neistanum.
VB-Kyndil:
VB á
finalukós
VB hevur meir
enn annað beinið
í finaluni í Coca
Cola-kappingini
hjá kvinnum
undan seinna hálv
finaludystinum
ímóti Kyndli
UPPTAKT
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri tveimum vikum
síðani leiktu Kyndil og
VB fyrru hálvfinaluna
í Coca Cola-kappingini
hjá kvinnum, og tann
dystin vann VB trygt.
Vágskvinnur
vunnu
við heili 6 málum, og
sostatt skal nógv ganga
galið hjá teimum, um
tær ikki skulu røkka
finaluni í steypakapp
ingini hjá kvinnum.
VB hevur eisini havt
fult tamarhald á Kyndli
í ár. Fýra ferðir hava
liðini møtt hvørjum øðr
um, og allir dystirnir
eru endaðir við sigri til
VB. Í fyrra dystinum
í grundspælinum, sum
var í høllini á Hálsi,
vann VB við fýra mál
um. Mitt í november
spældu hesi bæði liðini
so seinna innanhýsis
dystin í grundspælin
um. Hesin dysturin var
væl javnari, men enn
einaferð dró VB longra
stráðið og vann við
tveimum málum.
Í endaspælinum møttu
liðini eisini hvørjum
øðrum beint undan fyr
ru hálvfinaluni í Vági,
og her vann VB tryggan
7 mála sigur.
Sostatt hevur VB havt
sera gott tak á Kyndli í
ár, og tí skal sera nógv
ganga galið hjá teim
um, um tær ikki skulu
enda
Wilbek skiftir út
Undan millumspælinum í HM.endaspælinum í hondbólti
hjá monnum hava øll liðini møguleika at skifta onkran
leikara út. Hetta kann vera orsaka av skaðum ella tí at
venjarin metir, at onkur leikari ikki hevur spælt upp til sítt
besta. Venjarin hjá dønum, Ulrik Wilbek, hevur valt at taka
av hesum møguleikanum. Í morgun valdi hann at senda
Kasper Søndergaard og Bo Spellerberg heim, og í staðin
hevur hann innkallað spælstýraran, Claus Møller Jacobsen,
og stórskjúttan hjá danska felagnum Skjern, Lars Møller
Madsen.
Glaðir fyri áskoðararnar
- Vit vistu, at hetta fór at gerast ein harður dystur. Vit
fáa eina keðiliga byrjan uppá seinna hálvleik, men sjálvt
um vit ikki fáa álopið at koyra, so fáa vit skil á í verjuni,
og hetta vinnur at enda dystin fyri okkum. Hetta segði
danski landsliðsleikarin, Søren Stryger, eftir dystin ímóti
Noregi. Bæði hann og Ulrik Wilbek vóru eisini sera fegnir
um leiklutin hjá donsku áskoðarunum. – Uppbakningurin
var fantastiskur. Tað merktu vit veruliga, tá vit vóru
aftanfyri 15-18. Áskoðararnir vóru heilt víst við til at
lyfta liðið í dag, segði Ulrik Wilbek eftir dystin.