Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 17 - 24. januar 2007 tíðindi Jógvan í Mentanar­ grunnin Á ársfundi Norður­ landaráðsins í 2006 varð Jógvan við Keldu valdur sum føroyskt umboð í Mentanargrunn Norðurlandaráðsins fyri tíðarskeiðið 2007 – 2008 politikkur tíðindaskriv Jógvan við Keldu hevur áður sitið í stýrinum fyri Mentanargrunni Norð­ur­ landaráðsins og varð vald­ ur í 2002 fyri tíðar­skeið­ið 2003 – 2004. Hann sat tó ikki alt tíðar­skeið­ið tá, tí hann gjørdist lands­stýr­is­ maður í 2004, og tók tá Óli Breckmann yvir sessin. Í tíðarskeiðnum 2005 – 2006 hevur Jóannes Dals­gaard, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, sitið í stýrinum fyri Ment­ anargrunn Norður­landa­ ráðsins. Mentanarg r unnur Norður­­landaráðsins er sett­ur á stovn við sáttmála mill­um limalondini í Norður­­landaráðnum. Hesin sáttmáli varð undir­ skrivaður í 1966 og grunn­ urin fór undir virksemi sítt 1. juli 1967. Endamálið hjá Ment­a­ nargrunni Norður­landa­ ráðs­ins er at fremja ment­ anarligt samstarv mill­­um Danmark, Finn­land, Ísland, Noregi og Svøríki, og Føroyar, Grøn­land og Áland. Ment­anar­grunnurin býtir út ár­liga 25 mió.kr. til at stuðla mentanartiltøkum. Treytin er, at hesi tiltøk skulu um­fata í minsta lagi trý norður­lendsk lond. Varamaður fyri Jógvan við Keldu er Kári P. Høj­ gaard. Roykibann á flogvøllinum Frá 1. februar verður fullkomið roykibann sett á Flogvøllinum. Hesum hevur Vága Floghavn boðað frá í tíðindaskrivi. Í tubbakslógini verður sagt, at endamálið við hesi er, at tryggja øllum rættindi til eitt roykfrítt umhvørvi og at seta í verk tiltøk, sum minka um skaðarnar, ið standast av ubbaksnýtslu. Við hesum í huga hevur leiðslan á Flogvøllinum gjørt av, at seta roykibann í gildi. Umstøðurnar við Flogvøllin geva ikki rúm fyri at gera serskilt roykirúm, og tí mugu roykjarar frá hósdegnum í komandi viku at rokna útum, um hesi vilja festa sær í. Hanus í Leikalund Hóskvøldið fer Hanus G. Johansen at framføra tónleik av nýggju fløguni ”Frå Leddiken” í Leikalund í Klaksvík. Hetta er fyrsta ferðin, at Hanus fer á pall í Føroyum við løgum av nýggju útgávuni. Allir tekstirnir á fløguni eru skrivaðir av norska yrkjaranum Jakob Sande sála. Útgávan hevur fingið framúr ummæli í bæði Føroyum og Noreg, og ummælini vóru ikki minni positiv, tá Hanus hevði konsertir í Noreg fyri jól. Konsertin hóskvøldið verður klokkan 20. Tíðin tá fólk frá SEV pikkaðu uppá dyrnar er skjótt farin. SEV tekur í brúk nýggja tøkni, og øll skulu hava nýggjan el- málara SEV-MÁLARAR Gunnar Skúvadal gunnar@sosialurin.fo Nýggja skipanin fer at lætta um hjá SEV. Men hon fer eisini at geva brúkaranum eina el rokning, sum er meir í tráð við nýtsluna sum hon er beint nú, og ikki fyri einum ári síðani, sum tað er í dag. – Skipanin hevur verið royndarkoyrd í tvey ár, og úrslitini eru so mikið góð, at vit hava tikið avgerð um, at allir 23.000 málararnir í land­ in­um skulu skiftast út við teir nýggju, sigur Klæmint Weihe, stjóri. Sum tað er í dag, rindar brúkarin akonto gjøld, alt eftir hvussu nýtslan hevur verið árið frammanundan. Tað gevur ikki altíð røttu mynd­ina, tí nýtslan kann broyt­ast, og so fær kundin eina eykarokning ella eina upp­hædd góðskrivaða, tá ár­ið er liðugt. Nýggju málar­ ar­nir gera tað møguligt at lesa nýtsluna av alla tíðina, og soleiðis kann kundin fáa eina rættari rokning. Krav í øðrum londum Nýggja slagið av málarum er blivið lutfalsliga nógv bí­ligari tey seinastu árini. Og tað hongur saman við, at tað nú er krav í fleiri londum, at nýtslan skal kunna lesast av alla tíðina. Tað kemst av, at fleiri el-veitarar eru, og tá kundin ynskir at skifta veit­ara, skal nýtslan kunna gerast upp skjótt. Í dag kosta nýggju málararnir umleið 1000 krónur, men fyri bara tveimum árum síðani var prísurin fýra ferðir ta upphæddina. – Tí hevur SEV bíðað eftir rætta prísinum, áðrenn avgerð er tikin um at skifta, sigur Klæmint Weihe. Eini 200 fólk kring landið hava havt til uppgávu at lesa av málararnar. So hvørt sum teir nú verða skiftir, verða hesi fólkini ikki biðin aftur. Fleiri upplýsingar Nýggja slagið av málarum gevur eisini fleiri upplýs­ ing­ar enn teir gomlu, sum nú verða brúktir. SEV kann eitt nú fáa upplýsingar um spenningsviðurskifti hjá brúk­ar­anum og fleiri aðrar tekniskar upplýsingar sum kunnu brúkast, tá netið skal hald­ast viðlíka, umframt upp­ lýsingar um, hvussu nógvan streym húsarhaldið brúkar. SEV hevur sett av 2,5 milli­ ón­ir krónur til endamálið í ár. Men tað fer væntandi at taka eini 10 ár, áðrenn tann seinasti málarin, sum krevur manuellan avlestur, er skiftur um við ein nýggjan sjálvvirkandi. – Kundin merkir onki til út­skiftingina, SEV eigur málararnar, og rindar eisini fyri teir nýggju, sigur Klæm­ int Weihe. 23.000 málarar skulu skiftast Seinnapartin í gjár kom løgreglan í Havn fram á ein mann sum koyrdi uttan koyrikort á Skálatrøð. Tað eydnaðist kortini ikki løgregluni at fáa fatur á manninum, ið tók til rýmingar. – Vit hava sæð mannin, og vit vita eisini hvør hann, verður sagt av Politistøðini í Havn. Tá maðurin sá løgreglu­ bilin rann hann oman til báta­brúgvarnar, har hann krógvaði seg – og hvarv! Hóast væl varð leitað, bæði millum bátarnar, og minst í fleiri av bátunum, funnu teir ikki mannin tá. Men eingin ivi er um, at maðurin ikki sleppur undan ákæru. Hann fær heilt vist vitjan av løgregluni einaferð seinni. sb. Rann undan løgregluni Hundaløgreglan var av tilvild nærhendis Skálatrøð, og luttók í leitingini eftir burturslopna manninum Mynd: Jens Kr. Vang SEV fer komandi árini at skifta út 23.000 el-málarar - og rindar útreiðslurnar Mynd: Álvur Haraldsen