Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2007 7 tíðindi Tað undrar alarar í Hval­ba, at politikarar ikki seta forboð fyri at útflyta livandi tosk, tí toskurin av Føroya Ban­ka er okkara sterk­ asta kort í kappingini við alarar í øðrum lond­um Toskaaling Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vit hava leingi vitað, at toskurin av Føroya Banka veksur nógv skjótari enn allur annar toskur. Men skulu vit tosa um at ala tosk, er júst hetta okkara allar størsti fyrimunur. At tosk­urin veksur skjótt ger, at tað gongur væl skjótari at ala bankatosk, enn tað tekur at ala allan annan tosk. Og tað er okkara størsti kappingarfyrimunur aftur­ ímó­ti alarum í øðrum lond­ um Men akkurát tað, at toskurin á Føroya Banka hev­ur einar heilt serligar egin­leik­ar av veksa, fær tosk­a­al­ar­ar­nar í Hvalba at undrast á politiska mynd­ug­ leik­an. - Tað undrar meg stór­ liga, at landsins myn­dug­ leik­ar ikki gera meiri fyri at verja toskin á Føroya Banka, so at vit í Føroyum kun­nu varðveita tann kapp­ing­ar­fyri­mun, sum bankatoskurin gev­ur okk­ um framum alarar í øð­r­ um londum, sigur Mikk­jal Ham­mer. - Tað eru vaks­trar­egin­leik­ ar­nir hjá banka­tosk­inum, sum ge­va før­oy­ing­um ein heilt ser­lig­an møguleika at ala tosk fram­um alarar í øðrum lond­um. - Høvdu vit ikki hend­an fyrimunin, hevði grund­ar­ lag­ið undir føroyskari toska­ al­ing verið munandi veik­ ari, tí so er heldur ongin ser­lig­ur fyrimunur at hava ali­brúk­ini í Føroyum ístaðin fyri at leggja tey nærri mark­ nað­in­um fyri at minka um flut­nings­kost­nað­in. Men sum støðan er nú, er tað onki, sum forðar ein­um skipi at taka tosk av Bank­ an­um og føra hann livandi av landinum til alarar aðrastaðni. Føroysk skip hava loyvi at selja 25% uttanlands, men tað er onki sum forðar teim­um í at selja livandi fisk Tí skilir Mikkjal Hammer als ikki, at politikarar ikki seta lóg í gildi, sum ger tað ólógligt at útflyta livandi tosk. - Vit skuldu treyðugt rent okkum í bankatosk á marknaðinum, sum alarar í øðrum londum hava alt. Hendir tað, verður tað eitt stórt bakkast fyri toskaaling í Føroyum, sigur hann. - Í bankatoskinum hava før­oy­ing­ar nakað heilt ser­ stakt og tað eiga vit at verja, legg­ur hann afturat. Hvalbingar undrast á politikarar Skulu vit tosa um toskaaling í Føroyum, er tann serligi bankatoskurin okkara størsti kappingarfyrimunur ímóti alarum uttanlands. Tí undrar tað Mikkjal Hammer í Hvalba, at vit ikki seta tiltøk í verk at forða fyri, at at alarar uttanlands fáa fatur á honum. Wall Street fær kapping Wall Street í New York er kent sum heimsins fíggjarnalvi, men nú fær tann kendi miðdepilin harða kapping frá bretska virðisbrævamarknaðinum London Stock Exchange. Orsøkin er, at fleiri fyritøkur eru rýmdar úr Wall Street, eftir at Kongressin hevur hert ymsar lógir. Higartil hevur tað kostað Wall Street sjey prosent av marknaðarpartinum, so í fjør vóru meiri pengar í umfari á London Stock Exchange enn í Wall Street. Misnøgdir bankar Í vár fer Fólkatingið at broyta lógina um húsafígging, soleiðis at bankarnir fáa betri møguleikar at kappast við realkreditfeløgini um at fíggja hús og íbúðir. Men tjóðbankin hevur gjørt av, at bankarnir kunnu ikki fíggja meiri enn 70 prosent av húsavirðinum. Tað eru teir ikki nøgdir við og krevja markið hækkað til 75 prosent. Sum er hava bankarnir latið 180 mia. krónur til húsafígging, meðan realkredirfeløgini hava latið 1.300 mia. krónur.