mikudagur 24. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 17 - 24. januar 2007
tíðindi
Nú er klárt at koyra
toskasmolt í nýggju
alistøðina í Hvalba.
Ætlanin er at ala tosk
in í kørum á landi fyri
at hava nágreiniliga
stýring á alingini og
gongst um ætlað, er
hetta bara byrjanin til
nakað nógv størri
Toskaaling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður aftur eitt nýtt
kapittul skrivað í føroyskari
vinnulívssøgu.
Og tað verður skrivað í
Hvalba.
Nú
verður
nevniliga
skjøtil settur á toskaaling
uppi á landi í Hvalba.
Tað hendir, nú sløk 40.000
toskasmolt upp á góð 100
gramm hvørt, komu við tan
gabili, suður við Smyrli í
morgun og vórðu slept í
annað av teimum báðum
stóru alikørunum, sum Far
oe Cod Farm hevur sett upp
í Nesi í Hvalba.
Hetta hendir í dag, sum
ein annan dag. Eftir ætlan
skuldu smoltini koma suður
í gjárkvøldið, ella í dag,
men smávegis tekniskir
trupulleikar hava verið við
bilinum, sum skuldi flyta
tað suður. Í morgun vóru
boðini kortini tey, at við
urskiftini vóru fingin í
rættlag og at alt bendi á,
at tað fyrsta smoltið kemur
suður í morgin.
Í alikørunum í Hvalba
skulu smoltini ganga í eina
tíð, men tá ið tey eru størri,
verður helvtin av teimum
flutt yvir í hitt karið, so at
smoltið er í báðum kørun
um.
Smoltini hava tey fingið
av royndarstøðini í Nesvík.
Tað eru felagið Steintór
í Hvalba, feløgini Tjaldur,
Sparikassagrunnurin
og
TF-Holding, sum hava sett
hetta alibrúkið til tosk á
stovn, við norska alifelagið
Eco-Farm á odda.
Tað er Eco-Farm, sum hev
ur ment tað serligu tøknina,
sum tey brúka í toskaaling
ini í Hvalba. Hetta er tøkni,
sum er roynd í laksaaling
við góðum úrsliti. Men tað
er ikki roynt í toskaaling
fyrr, so talan er um rættiliga
spennandi royndir, tey farin
í holt við í Hvalba.
Her skal kortini leggjast
afturat, at áður eru toska
smolt sett út í Árnafirði,
men tað er í aliringar á sjón
um. Tað, sum nú verður far
ið undir í Hvalba, er fyrstu
ferð, at toskur verður aldur
á landi.
Taka næsta vár
Ætlanin er so at hava smolt
ini gangandi í kørunum í
12-14 mánaðir, áðrenn teir
verða tiknir. Men tá skal
helst vera talan um tosk, ið
vigar 4 - 4,5 kilo.
- Tá ið toskurin so verður
tikin, skuldu vit helst havt
eina vøru, ið skarar framúr
til dygd. Og vit ætla at selja,
har, vit fáa besta prísin,
sigur Mikkjal Hammer.
Tí er enn óvist at siga,
hvussu og hvar, toskurin
skal seljast.
Tí er eisini torført at siga,
hvussu prísurin verður. Hin
vegin varð norskur alitosk
ur seldur fyri nakrar og 30
krónur kilo í fjør. Høvuðs
marknaðurin var í londum
sum Danmark, Svøríki,
Spania og serliga í Fraklan
di, har prísurin var bestur.
Men søluna hugsa teir
ikki endiliga so nógv um
enn.
- Enn hava vit onga vøru,
so tað er ómetaliga torført
at siga. Men hava vit eina
dygdargóða vøru, er onki at
ivast í, at hon eisini er góð
søluvøra.
Mikkjal Hammer sigur, at
fyribils verður avbjóðingin
hjá teimum at ala toskin
fyri ein prís, sum ger, at
lønandi vinna fæst burturúr
alingini.
- Fyribils hugsa vit mest
um at fáa sjálva alingina at
hepnast væl, so kemur alt
hitt aftaná.
Betri stýring
Mikkjal Hammer sigur at
endamálið við hesum er at
kunna bjóða keyparum spill
feskan tosk í einari ávísari
nøgd og stødd, alt eftir, hvat
keyparin vil hava og eisini í
eini heilt ávísari dygd.
- Av tí at talan er um aldan
fisk, kunnu vit eisini veita
so góða leveringstrygd,
sum til ber.
Mikkjal Hammer sigur,
at tann alingin, sum nú er í
Hvalba, er at meta sum ein
roynd fyri at vísa, hvussu
tað hepnast.
- Hetta er at meta sum
ein byrjan upp á nakað,
sum helst skuldi vaksið seg
til nakað munandi størri,
So hepnast hetta væl, er
ætlanin at byggja alingina
í Hvalba út, so at hon kann
koma á eitt støði, har teir
taka nøkur túsund tons um
árið.
Onnur ala tosk í aliringum
á sjónum. Tit hava alingina
í stórum kørum á landi.
Hvør er fyrimunurin við
tykkara máta?
- Tað kann sigast í tveim
um orðum: Betri stýring.
- Endamálið við tøknini
hjá Eco-Farm, er at ala tosk
uttan at brúka heilivág av
nøkrum sum helst slagi.
- Við at ala í kørum
á landi, ala vit í einum
fullkomiliga
vardum
umhvørvi. Tað merkir, at
vit stýra fullkomiliga sjálvi,
hvat kemur í kørini og hvat
fer úr teimum aftur. Tað
veður avgjørt mett at vera
ein stórur fyrimunur á
marknaðinum, men eisini
í royndunum at fyribyrgja
sjúkum.
- Tí ala vit í kørum á
landi fyri at kunna stýra
sjónum, sum fer í karið.
Vit stýra eisini hitanum og
luftini í sjónum, einsvæl
og vit stýra øllum øðrum
viðurskiftum krevjast fyri
at geva toskinum og góðar
vakstrarmøguleikar sum til
ber.
Kunnu samanbera toskin
Smoltini, sum nú eru
sett í alikørini í Hvalba,
eru í høvuðsheitum klakt úr
ynguli av Føroya Banka.
- Toskurin á Føroya Ban
ka hevur einar heilt serligar
eginleikar, tí hann veksur
væl skjótari enn annar tosk
ur.
- At toskurin veksur skjótt,
gevur føroyingum ein heilt
serligan kappingarfyrimun
framum alarar í øðrum lond
um, tí alingin verður mun
andi styttri og sostatt eisini
munandi bíligari.
- Tað er akkurát hetta, sum
ger toskaaling í Føroyum
serliga spennandi.
Men eitt sindur av smolti,
sum skal setast í alikørini
í Hvalba, er eisini av land
grunninum.
- Tey bæði sløgini eru frá
merkt, tí so fáa vit saman
bera vakstrareginleikarnar
hjá hesum báðum sløgunum
og sostatt fáa vit at síggja
sjón fyri søgn, hvussu
bankatoskurin og toskinum
av landgrunninum veksa í
einum alibrúki, sigur Mikkj
al Hammer.
Vónandi er hetta bara
byrjanin til nakað størri
Kallað til fundar
Tey trý starvsfólkini, sum leiðslan á Matrikulstovuni ætlaði at siga úr starvi, hava nú
fingið boð um at koma at tosa við leiðsluna. Starvsmannafelagið, sum umboðar tey
trý, hevur svarað, at tvey teirra eru sinnað at byrja aftur í arbeiðinum, men at tað triðja
hevur fingið annað starv. Øssur Midjord, stjóri á Matrikulstovuni, sigur við Útvarpið, at
stovnurin hevur fingið størri játtan, og at tað verður ikki neyugt at siga fólk úr starvi.
Nýggja leigulóg
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, ætlar, at tað skal verða tryggari hjá fólki at
leiga sær bústað, og gongst sum ætlað, fáa vit eina nýggja leigulóg í hesum árinum.
Almanna- og heilsumálaráðið, sum umsitur leigumál, arbeiðir við at gera eina nýggja
leigulóg ístaðin fyri ta gomlu, sum er frá 1940, og sum bara er galdandi í Havn. Umleið
4.000 føroyingar búgva til leigu, men í fjør fekk leigunevndin bara 35 leigusáttmálar
til góðkenningar.
Hesi bæði kørini í Hvalba eru karmurin um
eina nýskapandi roynd, sum er at ala tosk í
einum fullkomiliga vardum umhvørvi á landi,
har alarin eru fulla stýring á tí, sum fer í karið
og tí, sum fer úr karinum
Alikørini í Hvalba eru
stór. Tey eru 15 metrar
í tvørmáli og taka 600
rúmmetrar av sjógvi,
hvørt. Hetta fyrsta árið
verður ein royndartíð
og gongst sum ætlað, er
hetta bara byrjanin til
nógv meiri umfatandi
toskaaling í Hvalba