mikudagur 24. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 17 - 24. januar 2007
Løgtingsformaðurin er ikki vanur at leypa framav.
Edmund Joensen er tvørturímóti kendur fyri at hugsa
seg væl um og fyri ikki at vera harðligur í orð og
talu. Sum tingformaður hevur hann verið bæði sera
tignarligur og sera siðiligur, og hann hevur dugað væl
at hildið seg burtur fra tí dagliga politiska tjakinum,
har støðið mangan er so sum so. Edmund hevur
sum tingformaður stóra virðing og stórt álit millum
tingmenn og manna millum sum heild. Men nú hevur
tingformaðurin so loyst frá posabandinum, og hann
fer ikki fram við mýkindum. Edmund Joensen vil
vera við, at hóast trý ár eru farin og sett er á fjórða
hjá samgonguni, so sæst ikki enn nakað tekin til nakra
samlaða politiska ætlan, sum kann føra Føroyar fram
á leiðina.
Tað tykist sum øll tjóðin bíðar eftir rapportum frá
embætisfólkunum, sigur løgtingsformaðurin, ið heldur,
at vit hava nóg mikið av rapportum. Hvørjum bíða vit
eftir, annað enn politiskum avgerðum? Eru tað ikki
politiskar avgerðir, sum tróta? Bíðitíðin eftir rapportum
má ikki verða brúkt sum skjól fyri at síggja út av
onkrum, sum ikki er. Nú eru ovmikið av rapportum um
at tryggja karmarnar hjá privatu vinnuni, men kortini
haltar í ólukkumát, heldur Edmund.
Hann ótolnast eftir privatiseringunum og ger vart við,
at vit bíða eftir politiskum avgerðum ikki minst við
atliti at Europa og sum skilst: vinnupolitikkinum.
Tá hugsað verður um, hvussu friðarligt tað hevur
verið í samgonguni hesi trý árini, so eru hesi orð
tingformansins ein verulig skola og ein hvøkkur, sum
eingin í samgonguni sleppur undan at fyrihalda seg til.
Edmund er ikki hvør sum helst. Hann hevur landsins
hægsta sess, er fyrrv. løgmaður og hevur mestsum
gurustatus í Sambandsflokkinum. So er spurningurin,
hví hann kemur út við hesum álopi júst nú og hvussu
hinir flokkarnir svara aftur.
Vit eru, sum Edmund sjálvur vísir á, í einum valári.
Hetta tykist vera tekin um, at valstríðið hjá Sam
bandsflokkinum longu er byrjað. Ávísir tingmenn í
samgonguni eru eisini farnir at markera seg av álvara.
Hetta er helst eisini eitt dømi um, at tingmenn eru
frustreraðir um, at samgonguskjalið kann tykjast vera
sett til viks av visjónsarbeiðinum, og at politiska arbeiðið
tískil í ov stóran mun er latið embætisfólkunum. Hetta
hevur jú leingi verið ákæran frá andstøðuni. Er henda
tulking røtt, so má løgmaður taka eitt ódnartak her
og nú. Hann má áleggja sínum landsstýrismonnum at
avgreiða stóru málini í samgonguskjalinum her í vár,
soleiðis at samgongan stendur sum ein sterk virkisfús
eind við einum greiðum politikki og ikki sum ein
ósamd skipsmanning, har hvør í sínum lagi egnir sína
línu.
Sosialurin
Er valstríðið byrjað?
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sjónarmiðini hjá mótvalevn
unum til verandi formann
hava stórt sæð verið av
markað til sáttmálar, trygg
ingarviðurskifti, pensjóns
málið og ALS.
Hetta eru sjálvsagt alt
týdningarmikil viðurskifti,
sum FF longu arbeiðir
við, sum tað eisini sæst
í okkara ársfrágreiðingum.
Sum við øllum kann verða
arbeitt betri við hesum við
urskiftum. Men tað heldur
verandi leiðsla í FF seg
vera føra fyri at gera, eisini
tá hugsað verður um úrslit,
sum longu eru nádd.
Men tað finnast mong
onnur
viðurskifti,
sum
felagið arbeiðir við, sum er.
Tað hevur verið nevnt fyrr,
at ein sera stór uppgáva
er at tryggja fiskimonnum
”rættan” prís fyri fiskin.
Her hevur felagið verið
virkið tey seinastu mongu
árini, sum tað er greitt
frá aðrastaðni í blaðnum.
Seinast var tað við uppskot
inum um uppbýtið av fiska
marknaðinum í tvey feløg,
og virkar fiskamarknaðurin
tískil betri enn nakrantíð.
Ein onnur uppgáva hevur
verið at vera við til at
tryggja fiskidagatalið hjá
skipunum. Tað er nógv,
sum hendir á politiska
frontinum, sum fiskimenn
meta sum eina hóttan, sum
t.d. uppskotini um at teir nú
skulu gjalda fyri at sleppa
at fiska.
FF hevur nýtt nógvar kreft
ir at vísa grundgevingunum
aftur, og tað gerst í hvussu
er best við at hava eina
vitan um hesi viðurskifti.
Eitt annað dømi um virk
semið hjá FF er tann fasti
gerðarrætturin, sum beint er
skipaður at loysa trætumál
á
arbeiðsmarknaðinum.
Her er friður komin um
hetta mál, eftir at fleiri
landsstýri hava rent seg føst
við uppskotum um arbeiðs
rætt, sum stórur partur av
fakfeløgunum ikki vilja
vita av.
Tá Óli Jacobsen var í
landsstýrinum
í
1998,
setti hann eina nevnd við
umboðum fyri fakfeløg og
arbeiðsgevarar, sum fekk til
uppgávu at koma við einum
uppskoti til skipan, sum
kundi loysa trupulleikan
við slíkum trætum, sum
ofta endaðu við tiltøkum
av ymiskum slagi. Henda
nevndin kom ikki á mál,
men tá Bjarni Djurholm
rendi seg fastan við sínum
uppskoti um arbeiðsrætt,
fekk hann til ráð at nýta
sama leistin sum hjá Óla í
1998. Hesin leistur hevur
nú ført til máls við eini
nærum fullkomnari semju
millum mótpartarnar á
arbeiðsmarknaðinum um
eina skipan á økinum.
Tað er soleiðis, at ein
eigur at arbeiða, og soleiðis
at úrslit kunnu náast.
Gott við vali
Tað er eingin ivi um, at tað
er sunt við einum slíkum
vali sum hesum. Undir øll
um umstøður verður sett
fokus á ymisk viðurskifti
hjá
fiskimonnum,
sum
tann, ið enn verður valdur,
má gera nakað við.
Vónandi verður hetta
eisini gott fyri felagslívið.
Tað er eingin ivi um, at
FF tørvar nýggj og ung
fólk, sum vilja vera virkin
í felagnum. Tí skal hetta
eisini vera ein áheitan á ein
og hvønn um at vera við til
at dugna felagnum.
Nú verður ikki meira
skrivað upp undir hetta for
mansvalið. Men fiskimenn
vita í hvussu er, hvat tey trý
alternativini standa fyri.
Minnist til, at atkvøðu
seðilin skal vera grann
skoðara felagsins í hendi í
seinasta lagi týsdagin 30.
januar.
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar hevur fing
ið “Uppskot til skipan av
ljósmøðravirkseminum
í
Føroyum” til hoyringar frá
Almanna- og Heilsumála
ráðnum og nevndin hevur
viðgjørt tað á nevndarfundi
í dag, 19.01.2007.
Eftir at hava viðgjørt
uppskotið, eru vit komin
til ta niðurstøðu, at senda
landsstýrismanninum
í
Almanna- og Heilsumálum
eitt skriv, við áheitan um
fund, fyri at fáa neyvari
frágreiðing um innihaldið
í
uppskotinum,
áðrenn
vit kunnu taka støðu til
og gera viðmerkingar til
hoyringsskrivið, ið skal
verða avgreitt innan 30.jan.
2007.
Arbeiðsøki hjá sjúkrarøkt
arfrøðingum er heilsu- og
sjúkrarøkt, t.v.s. at dentur
verður lagdur á heilsu
fremjan, sjúkufyribyrgjan,
røkt og viðgerð av sjúk
um, tí er ein av týðandi
spurningunum
vit ynskja meira útgrein
aðan, uppbýtið av arbeiðs
økinum í frískt og sjúkt.
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Óli
Jacobsen
Fiskimannafelagið:
Tað finnast nógvar aðrar uppgávur
Neyvari frágreing um uppskotið
frá landsstýrismanninum