Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2007 11 Meðan kommunurnar sova í tímanum, meta fleiri ting­fólk, Búskaparráðið, landsbankastjórin og land­sins fígg jarfrøðingar ikki, at skeivleiki er í býti­num millum land og kommunur Tyngdin á krøv um almennar útbyggingar, fleiri almennar rakstrarutreiðslur og eitt sterkari vælferðarsamfelag er økt nógv seinastu árini. Nú, og í nøkur komandi ár, fer hon møguliga at acce­lerera, serstakliga vælferðarpolitikkurin. Vit sum sita í løgtinginum hoyra so at siga dagliga nøkur av tingfólkunum hava á orði, at: “Kommunurnar hava tað gott, tær eru væl fyri, hyggið bara at íløg­um og hvussu tær økja rakst­ rarútreiðslurnar”! Inntøkurnar hjá landi og kommunum eru í dag býttar so, at landskassin fær umleið 4 milliardir krónur, í skatti, tolli, donskum blokkstuðuli og ymiskum avgjøldum, meðan kommunurnar, fáa umleið 1 milliard krónur í kassan, sum er reinur kommunuskattur. Kommunur lána, Lands­ kassin sleppur undan Nógvar av íløgunum sum kommunurnar gera, verða goldnar í upptiknum lán­ um, meðan íløgur hjá lands­kassanum eru avsettur peningur av inntøkunum utt­ an lán. Tá kreppan í nítiárunum skuldi gerast upp vórðu saneringar framdar í øllum pørtum uttan hjá samfeldu kommunuskipanini. Lands­ kassin, bankarnir, vinnulívið og lutvíst privatlán fingu saneringar størri og minni. Ávísar kommunur kláraðu seg ikki uttan saneringar, tí var skipan gjørd, at tær sterkaru kommunurnar rind­ aðu fyri tær veikaru, t.v.s. ein samhaldsføst skipan. Undan hesi kreppu var okkara samfelags­fíggjar­ skip­an soleiðis, at fyri tær ymisku íløgurnar, sum komm­unurnar gjørdu vóru lutvíst fíggjaðar úr lands­ kassanum t.d. við 45% í skúlabygging, millum 50 og 75% í havnabyggingum, og við øðrum skipanum í øðrum mentanaríløgum. Tá kreppan var av, tók løgtingið allar stuðuls­skip­ anir, kanska millum 50 og 100 mió. krónur árliga burtur hjá kommununum og streyk uttan nakrað nýggja kompenserandi skipan av við peninginum, soleiðis at landskassin hóast øktar útreiðslur, bara kundi fíggja eina størri ovurnýtslu uttan lán. Tíðin og møgu- leikarnir fara Umframt henda írestandi pening hjá kommununum, verða fleiri byrðar lagdar á kommunurnar, so sum eina frá ladsins síðu misrøkta barnaansing og nú ein eins misrøktan elrdrapolitikk soleiðis. Við hesum er ikki ov nógv sagt, at nakað av land­sins útreiðslum verða í dag framdar við peningi frá kommununum, meðan kommunurnar noyðast at taka lán fyri at fremja íløgur, sum bæði eru mis­ røktar frá landsins síðu og sum skulu til fyri at Føroyar skulu verða eitt vælferðarsamfelag. – Tíðin gongur nú álvarsliga und­ an. Hetta kemur ongan­tíð fram hvørki hjá Bú­skap­ ar­ráð­num, landsins fíggj­ ar­føðingum, landsbanka­ stjóranum og øðrum, sum skuldu havt skil á lands- og heimsbúskapi. At kommunurnar ikki gera meiri við hetta mál tykist løgið, men kanska er tað tí, at Tórshavnar Komm­una er so væl fyri fíggjarliga, at tað hjá henni er óneyðugt, og hinar komm­unurnar ikki hava hug, orkað ella bara taka hetta í líkasælu. Hetta minnir ikki sørt um fyritøkuna International Harvester, sum í mong ár lá á odda í framleiðslu av landbúnaðarmaskinum, men svav í tímanum. Til­ tikið er, at meðan tíðin fór frá hesi einaferð so gyltu fyritøku, jarðaði Caterpillar seinastu International Har­ vester maskinuna. (Onnur greinin av fimm um sama evnið) www.keldu.com keldu@post.olivant.fo Kommunur ikki so væl fyri sum nøkur tingfólk halda løgtingsmaður í Norðoyggjum Jógvan við Keldu Nú er uppskotið um broyting í lógini um vinnuligan fiski­ skap komi í tingið. Grundin til at hetta verð­ur lagt fram nú, og at tað skal koma í gildi frá desember er nokk, at menn eru bangnir fyri at onkur risa søla, sum sølan av Krún­borg ella størri skal fara fram. Hetta sær út til at hava fingið menn at vakna í landsstýri og løgtingi. Skip eru seld fyrr fyri nógvar pengar, sum til døm­ is tá Vesturvón bleiv seld, hetta fekk ein av okkara fremstu monnum, stjóran á fiskirannsóknarstovuni at ávísa skeivleikar í hesum, men hetta bleiv bara tagt niður. Hvat verða so avleiðing­ arnar, um hetta uppskotið verður góðtikið. Kanningararbeiðið um ogn­arviðurskiftini eru í ord­ an skulu gerast á sama hátt, sum tað verður kannað um útlendingar eiga ov nógv í onkrum feløgum. Hetta, sum hevur verið almenn vitan í mong ár, sær ikki út til at hava nátt landsins myndugleikum. Ein avleiðing verður, at teir sum førka seg uttan fyri ella á kantinum á lógini ikki fáa nakran trupulleika av fara upp um hesi 20%, teir kunnu jú bara stovna eitt smápartafelag ella tvey, navnið á partabrævinum hevur nokk ikki so stóran týdning. Hetta kemur nokk at trýsta onnur út í tað sama. Eitt annað sum er frammi nú er Kyoto sáttmálin. Um Føroyar skulu lúka hendan sáttmála, má fiskiflotin væl­ saktans eisini til at minka um útlát. Hetta verður neyv­an gjørt við at minka um eindirnar. Her mugu effektiv umhvørvisvinarlig skip til. Also tann gongda leiðin til at minka um útlát má heldur verða at vaksa um eindirnar, so at fiskiskapurin kann verða effektiviseraður. Also meira fisk pr. einheit útlát. Hetta uppnáa vit ikki við at byrja at innflyta umbygdar norskar hvalastingarar frá 50’unum til at fiska til dømis svartkjaft, sum vit hava gjørt fyrr. Nei tit góðu fólk sum eru vald á Føroya Løgting, um tað pínir so, at skip verða seld fyri so nógvar pengar, hetta drenar jú eis­ini vinnuna, gerið so okk­urt, sum er betri enn hattar. Tað má vist bera til at lóggeva á ein slíkan hátt, at partafelagstøming við holdingfeløgum og tí­líkum ikki ber til. Og tá tað kemur til risasølurnar, tann kapitalurin er so ikki føroyskur, takið tykkum so saman og verði sum menn, og ikki sum stórir smádreingir, sum krógva seg aftan fyri ein stein og siga, eg sá onki. Antin mugu tit siga, at hetta er veruleikin sum er nú, og hann mugu vit fyrihalda okkum til, ella her er ikki rætt farið fram, og tað mugu vit gera okkurt við. Tað er direkta pínligt at síggja tykkum standa har og siga, eg veit einki, eg haldi alt er í ordan. Sigið nú sum er! Pól Jacobsen Ungdómurin, vit, fáa tað skotsmál, at vit ikki eru nóg engasjerað í føroyskum samfelagsspurningum. Tit spyrja: “Hvar er nýggja ættarliðið, ið skal yvir­ taka, tá ið hasir gomlu stabbarnir, politikararnir, skulu skiftast út? Svarið er einfalt, poli­ tikkur í Føroyum er á ov vánaligum støði. Hví skal eg vevja meg upp í politiskt klandur, runubløk og vánaligan retorikk? Ein politikkur, ið bert hevur eitt endamál, at verja seg og sín flokk, sína samgongu. Hetta verð­ur gjørt við at gera seg persónliga inn á, ja, persónar Kári P. nevnir í “meiri­ lutin ræður” at: “men ger­ ast fólk klók av at fylkjast í flokk, tí vóru vit bæði vísmenn um vit vóru nokk?” Eg haldi, at fólkakæra skaldið hevur fatur í nøkr­ um røttum her. Flest øll kenna klók fólk, akademikarar, ið ikki hava hug at luttaka í poli­tikki, støðið er alt ov vána­ligt. Áh ja, herligt at hyggja í tingvarpið og síggja hesi “fólkavaldu”. “Fólka­ vald”, ið flenna so hjarta­ liga, hvørja ferð Tobbi sigur eitthvørt skemtingar­ samt, meðan ein óður løg­ tingsmaður ringlar so óført við klokkuni í royndini at fáa frið í lag. Sammetast kann lættliga við ein høsna­garð, har hanin, Brekku­maðurin, gongur og skroggar, meðan restin, hønurnar ganga og leita eftir maðkum í deiligu moldini. Munurin er bert, at hesar “hønur” fáa 35.000. DKK. Fyri hetta bragdið. Bløðini eru ikki eitt hakk betur. Tá ið eg lesi lesarabrøv hyggi eg altíð aftast í brævinum, fyri at kanna tekstin fyri bíbliu sitatir. Júst sum forrit kanna teldupostar fyri “junk-mails”. Um viðmerkingarnar ikki snúgva seg um eitt­ hvørt tápuligt og agg gamalt teologiskt, snýr tað seg um stríð millum Kim K. og Ólavur í beiti, Carli og restin av sokallaðu “post modernaðu” rithøv­ undunum. Her havi eg bara eitt at siga, brúki ork­ una upp á at skapa verk í staðin fyri at pilka hvønn annan niður. Sjálvur fari eg ikki á val, um einki skilagott fólk er at velja. Fari ikki at lesa, um einki skilagott er at lesa. Ein kann peika á val­ skipanina, sum ein stóra forðing fyri einum hægri støði á tingi. Øll kenna vit klandrið, tá ið løgtingsmenn, valdir á teimum smáu plássunum, royna at kradda til sín. Einaferð bleiv í Danmark bygdur ein 50 kilometur langur motorvegur í Norð­ur­jútlandi. Hetta komst av, at politikarin seldi atkvøðu sína fyri hægst­bjóðandi, tá ið ein samgongu skuldi fáast í lag. Hesin motorvegur er eitt dømi um, hvussu galið tað kann ganga. P.S Stillar Hin Stuttligi Flokk­ urin upp aftur næsta val? Ábyrgdarfullur ungdómur? Thormikkelsen@ hotmail.com Tórir Mikkelsen Citroen C2 Elegance Bilurin er ein ikki-roykjara bilur í sera góðum standi og er frá nov. 2003. Hevur koyrt uml. 25.000 km. Hevur 1.4 motor við 75 hk. Verður seldur bíliga. Útgerð: Velour setur, fjarstýrt sentrallás, el-rútar, radio v/CD, hita í setrum, tokulyktir, alu-felgur. Píkadekk á originalfelgum fylgja við. tel 21 19 96 / kho@post.olivant.fo viðmerkingar