mikudagur 24. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 17 - 24. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagstovnurin á
Flatunum lat upp
í august í 2005, og
er ein sera stórur
stovnur
Børn
Steintóra
Joensen
Myndir:
Jens
Kristian
Vang
Stovnurin sum liggur á Oyra
bakka, fevnir um 86 børn,
har tey flestu eru úr Sunda
kommunu - t.v.s Norðskála,
Oyri og Oyrarbakka.
Tað eru seks stovur, har
tvær eru vøggustovur, tvær
barnagarðsstovur og tvær
frítíðarstovur. Í frítíðar
stovunum hava tey 1., 2.
og 3. flokk. 1. og 2. flokkur
eru í einari stovu, meðan 3.
flokkur er fyri seg sjálvan.
Dagstovnurin á Flatunum er
eisini tann einasti í Føroyum,
ið hevur 3. flokk.
Av og á, um vikuskiftið
plaga tey eldru børnini sum
ganga har, at yvirnátta eina
nátt á stovninum, har tey
spæla og hugna sær sam
an við onkrum av starvs
fólkunum.
Á stovninum starvast mill
um 20-25 fólk, harav bert
eitt mannfólk.
Børnini hava altíð úr at
gera. Einaferð um vikuna
fara tey í fimleikahøllina. Av
og á fara tey á bókasavnið,
og tá veðrið er til vildar
eru tey úti. Um ikki, hugna
tey sær inni við perlum,
bóltspæli o.ø.
Stovnurin letur longu upp
klokkan 07:15, og sum eitt
at starvsfólkunum tók til:
- Børnini dáma so væl, at
tey ikki vilja heim aftur, tá
dagurin er av!
Dagstovnurin á Oyrarbakka
Birita situr við guittaranum og spælir fyri
Gunnari, sum so hugaligur situr við ítrivi sínum
Djór hava stóran áhuga hjá børnum. Í
einum horni hava Tove, Lív og Brynja
innrættað sær ein djóragarð
Eitt spennandi spæl er bobb. Turið spælir móti einum av starvsfólkunum. Vinnur hon ikki í dag, kann tað
verða seinni
Sigur Jón hevur latið seg í til heiðurs fyri myndamannin